Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 29. november 2003 15 Kristiliga sangkórið 50 ár: Stovnari fer at stjórna kórinum 87 ára gamli danin, Holger Borgen Lind- hardt, var við til at seta Kristiliga sang- kórið á stovn í 1953. Í samband við runda føðingardagin hevur hann játtað at stjórna kórinum á framførsl- uni í Norðurlanda- húsinum í kvøld. FØROYAVITJAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í dag fyllir Kristiliga sang- kórið í Føroyum 50 ár. Rundi føðingardagurin verður heiraður við eini stórfingnari framførslu í Norðurlandahúsinum í kvøld. Í samband við føð- ingardagin er 87 ára gamli danin, Holger Borgen Lindhardt, boðin til Føroya. Í 1953 var Holger Borgen Lindhardt við til at seta Kristiliga sangkórið á stovn, og 50 ár eftir, hevur hann játtað at stjórna kórin- um undir tveimum sangum á framførsluni í kvøld. Holger Borgen Lindhardt arbeiddi í fimtiárunum sum landsgranskoðari í Føroy- um, og stórur partur av frí- tíðini varð nýtt til Kristiliga sangkórið. Á Sjómansheiminum Holger greiðir frá, at av- gerðin um at seta Kristiliga sangkórið á stovn varð tikin á Sjómansheiminum í Havn. – Eg og konan búðu á Sjómansheiminum í nakrar dagar, áðrenn vit skuldu flyta inn í okkara íbúð við Pedda við Steinsgøtu. Eing- in lastbilur var nóg stórur til at koyra møblarnir hjá okkum, og tí steðgaðu vit á Sjómansheiminum í nakrar dagar. Fólk á Sjómans- heiminum høvdu tosað um at stovna eitt kór í Havn, og tá eg hevði royndir sum dirigentur í Randers, helt eg tað verða eitt frálíkt hug- skot, greiðir 87 ára gamli danin frá. Sum dani, ið júst var fluttur til Føroya, var kórið eitt frálíkt høvið hjá Holger at fáa samband við føroy- ingar. Hann fekk eitt ótal av vinfólki gjøgnum Kristiliga sangkórið, og tilknýtið til kórið hjálpti honum væl við at læra føroyska málið. Fyrstu tíðina var kórið ein samanrenning av fólki, ið høvdu tilknýti til Sjó- mansheimi, fólk úr KFUM og K, og lærlingar á sjúkra- systrarskúlanum. Birgur Hóast Holger Borgen Lind- hardt ikki er nakar ársungi longur, so er hann rættiliga birgur av einum 87 ára gomlum manni at verða. Í samband við føðingardagin hjá Kristiliga sangkórinum hevur hann játtað at stjórna kórinum. Holger flutti úr Føroyum í 1960, men hann hevur kortini hildið sambandið við kórið við líka. Hann hevur hann verið við til aðrar rundar føðingardagar hjá kórinum. Seinast var fyri fimtan árum síðan, tá kórið fylti 35 ár. Nakrir limir frá fimti ár- unum eru framvegis virknir í Kristiliga sangkórinum í dag. Hóskvøldið vandi kór- ið, og tá fekk Holger møgu- leika at heilsa upp á kendu andlitini aftur. Spent tíð Frá 1953 til 1960 arbeiddi Holger Borgen Lindhardt sum landsgranskoðari í Føroyum. Eftir heimastýr- islógina fóru danir undir at kanna fíggjarstøðuna í Føroyum við jøvnum millumbili. Arbeiðið gjørd- ist meir og meir umfatandi, og í1953 avgjørdu danir, at neyðugt var við einum føstum granskoðara, sum skuldi búgva í Føroyum. Valið fall á Holger, og árini í Føroyum vóru minnirík. – Eg kom at kenna eitt ótal av føroyingum hesi ár- ini, sum eg eisini havi havt samband við eftir, at eg flutti til Danmarkar aftur. Føroyska samfelagið broyttist nógv hesi árini, og eg kann m.a. minnast, at Útvarpið byrjaði hesi árini. Eg var granskoðari hjá Út- varpinum, og eg kendi væl útvarpsstjóran, Niels Juul Arge, fortelur fyrrverandi landsgranskoðarin. Fimtiárini vóru ein spent tíð í føroyska samfelagn- um. Bæði Klakvíksstríðið og stóra fiskimannaverk- fallið vóru hesi árini. Hann var granni hjá Fiskimanna- felagnum hesi árini, tá rembingarnar vóru stórar. Hann sigur seg minnast ein tilburð undir verkfallinum, tá ein stór mannfjøld yvirtók eitt skip, sum lá á molanum, sum hann gjørdust eitt sindur skakkur av. Landsgranskoðarin í Føroyum í fimti árunum, Holger Borgen Lindhardt, skal í kvøld stjórna Kristiliga sangkórinum. 87 ára gamli danin var við til at stovna kórið í 1953 Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 228 - 29. november 2003 Kauphøll Íslands og Virðisbrævamarknað ur Føroya P/F (VMF) undirskrivaðu mána- dagin samstarvs- váttan um at notera føroysk virðisbrøv í Kauphøll Íslands. Samstarvsváttanin snýr seg um høvuðs- tættirnar í samstarv- inum og verður lagt til grund fyri avtalu millum VMF og Kauphøllina um samstarvið frameftir. Endalig avtala kann væntast at fyriliggja við ársbyrjan kom- andi ár og virksemi, sum byggir á avtaluna kann byrja út á veturin ella várið VIRÐISBRØV Partafelagið VMF varð stovnað av áhugapørtum, sum umboða útgevarar, íleggjarar, meklarar og myndugleikar í Føroyum. VMF hevur umhugsað ítøkiligar møguleikar fyri at fáa í lag virðisbrævahandil í Føroyum síðan miðskeiðis í 2001. Sigurd Poulsen, lands- bankastjóri, skrivaði undir samstarvsváttanina vegna VMF. – Vit vænta at 9 parta- feløg, herav 2 almenn, 2 íløgufeløg, og 8 lánsbræva- røðir kunnu verða noterað í 2007. Tað er eitt mál, at marknaðarvirðið av parta- brøvum skal verða 30% av BTÚ eftir 4 árum og 60% av BTÚ eftir 10 árum. Samstarvið millum Kaup- høll Íslands og VMF gevur bestu møguleikar fyri at náa hesum málum.Vónandi fer samstarvið eisini at styrkja Kauphøllina, sigur Sigurd Poulsen. Í samstarvsváttanini er skipað fyri at føroysk virðisbrøv verða skrásett í SAXESS handilsskipanini á sama hátt sum íslendsk virðisbrøv. Tó er tað møgu- ligt at skráseta virðis- brøvini í donskum krónum og at kunngera fráboðanir á føroyskum ella donskum í tíðindaskipanini hjá Kaup- høllini. Skipað er fyri at fíggjarfyritøkur í Føroyum kunnu gerast limir í Kaup- høllini til at handla virðis- brøvini, meðan verandi limir í Kauphøllini kunnu handla virðisbrøvini um teir gera avtalu við donsku virðisbrævamiðstøðina, Værdipapircentralen A/S. Eitt stórt stig – Hetta er stórt stig í fyri- reikingum til virðisbræva- marknað í Føroyum og somuleiðis týdningarmikið stig fyri Kauphøllina. Við hesum nýggju brøvum og nýggja tátti í handilsskip- anini eru vit við at menna marknaðin enn meira. Kauphøllin vil leggja dent á at samstarvið væntandi verður gott og gagnligt fyri báðar partar. Vit gleða okkum til uppgávuna og bjóða føroyingum vælkom- num til samstarvið, sigur Þórður Friðjónsson, for- stjóri í Kauphøll Íslands. Fyri føroyingar hevur tað havt stóran týdning fyri samstarvið at teir kunnu gerast partaeigarar í Kaup- høll Íslands. Kannað er tí, hvørt tað er møguligt at íslendska ríkið vil selja teimum síni 4,4% av parta- peninginum í Haldfelag- num Verðbrefaþing hf. sum er móðirfelag hjá Kaup- høllini. – Nevndin í Kauphøllini er sinnað at virka fyri, at føroyingar gerast partaeig- arar, og hevur sent fíggjar- málaráðharra Íslands áheitan um málið. Vit vilja sera fegnir hava føroyingar saman við okkum og hava álit á at samstarvið verður til gagns fyri báðar partar. 1,5 mia kr noterað Mánadagin vórðu sam- stundis noteraðar tríggjar røðir av føroyskum láns- brøvum, sum Føroya Landsstýri gevur út. Útgáv- an er samanlagt 1,5 milli- ardir danskar krónur sum svarar til 18 milliardir ís- lendskar krónur. Norður- lendski bankin Nordea, sum er limur í Kauphøll Ís- lands, er útgevandi fíggjar- stovnur fyri hesa útgávu og notering. Lánsbrøvini eru skrásett í donskum krónum í handilsskipanini, meðan ognin hjá íleggjara verður skrásett í donsku virðis- brævamiðstøðini. Láns- brøvini eru merkt í handils- skipanini hjá Kauphøllini við frámerkinum FO- í SAXESS-kotuni. Tíðindi um handil við lánsbrøvun- um verða kunngjørd í yvir- litum frá Kauphøllini. Karsten Hansen, fíggj- armálaráðharri Føroya, var hjástaddur tá samstarvs- váttanin varð undirskrivað útgávudagin fyri lánsbrøv- ini. – Tað er gott, at føroyskir og útlendskir íleggjarar fáa betri høvi til at gera íløgur í føroysk virðisbrøv. Láns- brævaútgávan hevur týdn- ing fyri fíggingarmynstrið hjá landsstýrinum og vón- andi eisini fyri at fáa væl- virkandi handil við før- oyskum virðisbrøvum. Við lánsbrævaútgávuni og undirskriving av sam- starvsváttanini eru fyrstu stigini tikin at náa hesum. Tey neyðugu stigini verða fyrireikað í løtuni til at almenn partafeløg kunnu setast á marknaðin. Eg vænti, at fortreytirnar eru til staðar fyri góðum sam- starvi millum Kauphøll Íslands og VMF, sigur Karsten Hansen. Sera vælumtóktu barnasendingarnar við Elini og Óla frá sjeytiárunum koma í dag á fløgu FLØGUÚTGÁVA Leygardagin kemur nýggj dupultfløga út við brotum úr teimum væl umtóktu barnaløtunum hjá Elini og Óla. Hesar sendingar vóru at hoyra í Útvarpi Føroya mitt í 70’unum, og líka síðani tá eru Elin og Óli von við, at fólk spyrja tey: – Ber tað ikki til at hoyra sendingarnar hjá tykkum aftur onkursvegna? Tey hava hugsað um hetta, og í ár gjørdist hetta veruleiki. Úrslitið er so blivið henda dupultfløgan við 11 brotum úr sending- unum. Tað er firmaið ELIN, sum gevur út. Gongur alt sum ætlað, fara tey at gera tríggjar dupultfløgur afturat, soleið- is at hetta verður ein saml- ing við fýra dupultfløgum við sendingum teirra. Niðanfyri prenta vit for- orðini, sum Eyðun Andreassen hevur skrivað til fløguna: Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen gjørdu barna- sendingarnar í Útvarpi Føroya eitt ikki so ógvuliga langt skifti miðskeiðis í sjeytiárunum. Tað er ótrú- ligt at hugsa um, at tey ikki vóru har meira enn gott hálvt annað ár ella so, tí nú, ið nærum 30 ár eru farin síðani tey fóru hvør til sítt, eru tey enn kend um alt landið sum Elin og Óli í barnaútvarpinum. Hugflog, íblástur, eld- hugi, gleði, sjarma og spon- tanitetur eyðkendu ta skapandi megi í teirra barnasendingum. Sending- ar teirra fóru um øll mørk. Hugans mørk og veru- leikans mørk. Gott tilfar til børn skal vera markleyst sum í ævintýrunum ella teimum føroysku skjaldr- unum. Har fer nógv fram, ið ikki ber til, men altíð er eisini sumt, ið ikki ber til har heldur. Elin og Óli brutu eisini hesi innaru mørk, so at veruliga alt bar til hjá teimum. Tey skaptu ein nýggjan máta í føroyskari útvarps- gerð. Útvarpsgerð tá var tung. Alt varð gjørt við handriti og lisið upp eftir skrivaðum teksti. Elin og Óli fóru mótsettan veg. Tey tosaðu fyrst, og redigeraðu aftaná. Tey vóru eitt fullkomið makkarapar. Annað av teimum hevði ikki kunnað gjørt hetta einsamalt, og heldur ikki við einum øðr- um makkara. Tey góvu hvørjum øðrum íblástur og leiddust hond í hond -- fyri ikki at siga huga í huga - út á villastu víddir, ja út um har, ið sjálvt barnsins óav- markaða hugflog fer. Tey høvdu slík evni, ið bert fáum er beskorið. Ein ið var so heppin at vera hjá, kundi uppliva at síggja tey fara inn í útvarpsstovuna, seta seg yvir av hvørjum øðrum við mikrofonini hangandi ímillum sín, og so síggja, hvussu tey við ongum handriti ella øðrum til hjálpar, og uttan at hava fyrireikað nakað stórvegis frammanundan, settust at tosa saman, eggja hvørt annað, koma við undarlig- um hugskotum og setn- ingum, til tey fóru á glið onkra leið, ið tey funnu í samveruni, til við eitt ein heil útvarpssending var har, ið kundi halda fram í fleiri vikur eftir sama tráð. Tey høvdu eisini evnini at flenna saman. Láturin aldaði rundan um tey, har tey sótu í útvarpsstovuni og skaptu sínar søgur og fóru sínar víðu ferðir. Kanska er tað tann smittandi láturin, ið er lykilin til teirra skap- anarmegi. Tað slag av látri, ið kann bróta alt tungt og keðiligt niður, ið hópast fyri framman og tarnar gongulag og tanka. Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki í, at henda útgáva verður til gleði. Serliga hjá teimum, ið vóru børn í 70-árunum, men mann ikki okkurt stórt ella lítið barn eisini fara á hugflog við teimum nú í einum nýggjum áratúsund? Tað vænti eg! Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um bakarar, sum sjálv- bodnir rindaðu sektar- uppskotini, teir hava fing- ið frá fútanum. Myndin til greinina varð tikin í handlinum hjá Frants Restroff í Havn, og les- arin kundi tí skilja, at Frants Restorff var ein av hesum handlum. Men so er ikki. Bakaríið hjá Frants Restorff hevur ikki tikið av sektaruppskotin- um, viðgongur seg ikki sektan í at hava framt lógarbrot. blaðst. NÓSAVITJAN Eirikur Lindenskov Rættuligur ferðslutøpp- ur var framman fyri gomlu bryggjuna hjá Østrøm – ella við timb- urhandilin hjá Valdemar Lützen í Rættará í Havn hósdagin. Orsøkin var, at ein nósi hevði kropið sær upp á turt og lá og spældi sær á gongu- breytini fram við veg- num. Øll vóru á einum máli um, at nósin var sera fittur á at líta, og onkur helt, at hann átti at fing- ið ein mjólksopa. Tá myndamaður okk- ara var á staðnum, var sagt, at fólk frá Náttúru- gripasavninum vóru á veg eftir honum. Frans Restorff rindar ikki bótina Nósi gjørdi ferðslutøpp Elin og Óli aftur í luftina… Føroysk virðisbrøv í Kauphöll Íslands – Ikki taka mynda av mær! tykist nósin siga við myndamannin og tekur aðra lolluna fyri eygað Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14