Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 29. november 2003 17 Heini Hanusarson, sum í vetur hevur roynt seg í bestu donsku deildini, flytir eftir ársskiftið heim, og her stendur Neistin til reiðar at taka ímóti honum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað, sum higartil er farið av kappingarárinum, hevur Neistin víst seg sum ein av álvarsligastu biðlunum í oddastríðnum í bestu mans- deildini. Sum støðan er á talvuni í løtuni, so tykjast teir saman við grannunum úr Kyndli og meistarunum úr StÍF sum besta boðið upp á ein føroyameistara, tó at VÍF á ongan hátt skal undirmetast. Heim í hálvt ár At kalla hvørja ferð, tá oddaliðini í deildini hava hitst, hevur talan verið um sera tættar dystir, har teir so væl kendu smáu marginal- arnir hava gjørt útslagið. Dystir sum kanska hava verið avgjørdir av eini ein- stakari góðari løtu hjá ein- um einstøkum leikara, og nú hevur Neistin so syrgt fyri, at teir til endaspælið hava ein leikari fleiri av teimum, sum ofta kunnu gera munin. Heini Hanusarson, sum hetta kappingarárið hevur roynt seg hjá Team Midt- sjælland, verður nevnliga aftur í Føroyum frá nýgg- árinum og fram til summar- frítíðina. Hetta letur seg gera, tí lesnaðurin á skúla hansara í Danmark er soleiðis háttað- ur, og sjálvur sigur Heini, at hann so verður her fram til komandi summar. - Teir í Neistanum vóru skjótir at liggja framvið, og tá eg jú havi spælt har nógv, áðrenn eg fór niður, var tað ikki so trupult at taka av- gerð um, hvar eg skuldi spæla. Seinasti dysturin hjá mær í Danmark á hesum sinni verður so 30. desem- ber, so eg verið tøkur til dyst hjá Neistanum seinast í januar mánaði, sigur hann. Betri fyri Og tað er lítið at ivast í, at tað er ein leikari í góðari venjing, sum tá kemur heim. Sjálvur heldur Heini eisini, at hann í dag er betri fyri, enn tá hann fór av landinum. - Tað vildi eg í øllum før- um mett. Hetta seinasta hálva árið havi eg í øllum førum vant væl meira, enn eg havi gjørt í Føroyum, og umstøðurnar at venja eru jú eisini munandi betri, so tað kemur meira burtur úr hvørjum venjingartíma. - Og so er tað jú eisini so, at hondbólturin her er á einum hægri støði. Tú verð- ur veruliga noyddur at vísa nakað undir venjing hvørja einstaka ferð, um tú skalt halda fast um plássið á liðnum, og til dystirnar er mótstøðan sjálvsagt eisini munandi harðari, so alt í alt meti eg sjálvur, at eg eri heilt væl fyri. Hvørt hetta so verður nóg mikið hjá Neistanum til at førka seg seinasta pettið upp eftir stigatalvuni, er so ein annar spurningur, men fortreytirnar fyri hesum tykjast í øllum førum vera betraðar við tilgongdini. Danski venjarin hyggur eftir umstøð- unum í Klaksvík og felagnum, og tá ið hann er farin til hús aftur og hevur hugsað seg um saman við familjuni verður greitt, um hann verður venjari hjá KÍ KÍ VENJARIN Jóannes Hansen Fyri stuttum ljóðaði, at fyrrverandi danski lands- liðsspælarin hjá OB, Flem- ming Nielsen, var á veg til Klaksvíkar sum venjari. Enn er Flemming Nielsen ikki heilt avskrivaður sum møguligur venjari hjá KÍ, men í løtuni er hann ikki so aktuellur sum ein annar fyrrverandi danskur lands- liðsspælari. Talan er um Ove Flindt Bjerg. Hann kom til Klaks- víkar seinnapartin hósdag- in. Í fyrrakvøldið og í gjár skuldi hann hyggja seg um og lodda dýpið. Í dag fer hann til Danmarkar, og so fæst at síggja, um hetta verður nýggi venjarin hjá KÍ. - Ove Flindt Bjerg hava vit havt samband við nú í eina tíð. Hann vildi fegin koma henda vegin fyri at vita, hvar og til hvat hann møguliga skal brúka næsta árið uppá. Tað hildu vit vera gott hugskot. Eg havi verið uttanlands. Ove var í Danmark, og so fylgdust vit báðir til Klaksvíkar hós- dagin, sigur Gestur Hov- gaard, formaður í KÍ. Í sambandi við venjara- vitjanina hevur hann enn eina ferð fingið staðfest, at alt tað, sum rørir seg og andar kring KÍ, hevur al- stóran áhuga millum klaks- víkingar og norðoyingar. Er hetta so nýggi venjar- in hjá KÍ? - Tað havi eg ikki møgu- leika at siga nakað um. Um tað bara stóð til okkara, so varð Ove Flindt Bjerg nýggi venjarin hjá okkum. Nú er tað upp til hansara at gera av, um hann er áhug- aður í at koma henda vegin ella ikki. Hvat er tað, sum ger, at tit halda júst henda mannin vera áhugaverdan sum KÍ venjara? - Vit hava verið í sam- bandi við fleiri venjarar, sum vit halda vera áhuga- verdar. Hesin maðurin hev- ur drúgvar royndir sum spælari - bæði sum amatør- ur og yrkisspælari. Hann hevur roynt seg sum venjari og ítróttarstjóri, og hann er áhugaður í viðurskiftum, sum vit hava arbeitt nógv við at fáa upp á pláss. Hvat hugsar tú um? - Hann hevur tosað við liðformannin um manning- ina á liðnum, og áðrenn hann leygardagin fer avstað aftur, er tað ætlanin, at hann skal hitta ungdómsvenjar- arnar. Hann er áhugaður í at frætta, hvussu felagið hongur saman frá teimum yngstu og so uppeftir. Vit hava góðar ungdómsvenjar- ar. Teir, sum høvdu ábyrgd av yngru liðunum í ár, hava játtað eisini at taka sær av venjingini næsta ár. Í prát- inum okkara millum havi eg skilt, at hetta er nakað, sum Ove Flindt Bjerg gongur høgt uppí. Men eg má enn eina ferð undir- strika, at eingin avgerð er fallin um venjarasamstarv enn, sigur Gestur Hov- gaard. Minnisríka løtan Ove Flindt Bjerg er ættaður úr Aalborg. Hann er føddur 21. juli 1948 og er sostatt 55 ára gamalur. Hann spældi fleiri enn trý hundr- að dystir við AaB, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari. Fyrst var hann í Wacker Innsbruck í Eysturríki og so í Karlsruher SC í Týsk- landi. Seinni var hann í USA og í Linz í Eysturríki, áðrenn hann hjálpti barn- dómsfelagnum í Aalborg. Ove Flindt Bjerg hevur spælt átjan landsdystir. Fyrsta ferðin, hann var á landsliðnum, var 7. juli í 1970, tá ið Danmark spældi ímóti Íslandi í Reykjavík. Úrslitið var 0-0. Eingin ivi er um, hvør minnisríkasti landsdysturin hjá Ove Flindt Bjerg mundi vera. Tað var 11. mai í 1976, tá ið Danmark vann 2-1 á Svø- ríki á útivølli. Hetta var fyrsti danski sigurin á grannunum á útivølli í næstan fjøruti ár. Ove Flindt Bjerg skoraði sigurs- málið. Hetta var einasta málið, sum hann skoraði á landsliðnum, men tað var vorðið sum mál. Síðani hann gavst sum spælari, hevur Ove Flindt Bjerg eitt nú verið venjari í Tokyo í Japan, og hann hevur verið ítróttarstjóri í SC Tirol í Eysturríki. Frá 2000 og til 2002 var hann venjari í SV Brehens. Ove Flindt Bjerg og konan búgva í Eysturríki. Tey eiga tvey børn. Sonurin, sum eitur Christian, spælir fót- bólt í Skien í Noregi. Hann umboðar Odd Greenland. Dótturin býr í Danmark. Gestur Hovgaard sigur, at teir higartil als ikki hava tosað um, hvussu liðið møguliga skal styrkjast. Fleiri eru í myndini Hóast tað framvegis tykist eitt sindur óvist, um tað verður hesin ella kanska onkur annar, sum skal hava ábyrgdina av KÍ næsta ár, so sigur Gestur Hovgaard seg ikki stúra fyri, at tað ikki fer at eydnast at fáa venjara. - Hetta tekur ta tíðina, sum nú eina ferð skal til. Tað kom út í Danmark, at Flemming Nielsen møgu- liga skuldi henda vegin. Vit hava ikki avskrivað Flem- ming Nielsen. Hann ynskti ikki at taka endaligu av- gerðina enn. Men hann skilti væl, at vit arbeiða við øðrum møguleikum. Ove Flindt Bjerg og Flemming Nielsen eru teir, sum hava verið frammi sum møgulig venjaraevni. Vit hava eisini samband við onkran annan, men í løtuni er tað Ove Flindt Bjerg, sum vit bíða eftir, sigur KÍ formaðurin. Heini kemur til Neistan Heini Hanusarson fer í endaspælinum at styrkja um hópin hjá Neistanum, og tað er einki at ivast í, at við hesi tilgongdini hevur Neistin fingið ein sera sterka trumf til hópin í endaspælinum Ove Flindt Bjerg skattar dýpið í Klaksvík 17 Bæði hjá kvinnum og monnum verður talan um satt brak, tá ávíkavist Stjørnan og StÍF vitja HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri tann stóra partin av Vestmanna bygd, sum hevur áhuga í hondbólti, verður sunnudagurin í mangar mátar heilt serligur. Bæði kvinnur og menn hava her møguleikan at gera nakað við stríðið í oddinum, har tey helst vilja vera ein av luttakarunum, men har tað higartil bert hevur eydnast kvinnunum at røkka hesum setningi í ár. Avgjørt oddastríð Og nú hava kvinnurnar so møguleika at leggja seg einsamallar á odda í deildini. Mótstøðuliðið er Stjørnan úr Klaksvík, sum eftir venjaraskiftið tíðliga á árinum veruliga hevur gjørt um seg. Somikið nógv, at liðið nú er á odda takkað verið einum betri málmuni enn VÍF, so sigast má í øll- um førum, at talan er um avgjørda oddadystin í kvinnudeildini. Ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu partarnir fáa eyð- kenda kontraspælið at rigga. Fæst hetta í rættlag, so er einki at ivast í, at áskoðaranrir verða vitni til ein ferðmiklan, spennandi og undirhaldandi dyst, og so er spurningurin, hvør parturin í størstan mun megnar at halda dampinum uppi í samfullar 60 minutt- ir. Tveir aðrir dystir eru eis- ini á skránni í kvinnu- deildini. Meistaranrir úr VB, sum nú loksins tykjast hava fingið eitt nøktandi svar upp á útlendingamálið kunnu væntast at vera í nakað, sum líkist sterkastu uppstilling móti Kyndli. Og hetta eigur uttan stórvegis hóvasták at kasta tvey stig av sær. Á Skála fær StÍF vitjan av Neistanum í tí, sum líkist einum dysti um, hvør skal sleppa at fylgja við tríbólkinum heilt frammi í oddinum. Her eydnaðist Neistanum fyri stuttum at basa StÍF á heimavølli, og so er spurningurin, hvørt tær eisini megna hetta á Skála. VÍF hevur eingi ráð Hjá monnunum verður sum sagt eisini talan um brak í Vestmanna. Her er talan um tey bæði liðini, sum hava drigið flestu sigrarnar í land seinastu árini, og tí er einki at ivast í, at talan fyri báðar partar er um dyst av tí heilt serliga slagnum. Og hjá VÍF er hann kanska meira enn tað. Liðið hevur snøgt sagt ikki ráð at missa nakað sum helst, um sambandið við oddin skal haldast bara nøkunlunda við líka, men skal hetta verða so, so krevst undir øllum umstøðum, at liðið spælir meira enn ein góðan hávleik. Og ikki minst skulu teir møguleikar, sum koma í dystinum, gagn- nýtast betri. Í Hoyvík fer Neistin á vitjan hjá H71. Hoyvíking- arnir hava ikki gjørt stór- vegis um seg í ár, men púra óvæntað megnaðu teir tó fyri stuttum at vinna á Kyndli. Spurningurin er so, hvørt teir eisini megna hetta móti hinum havnar- liðnum, sum í sínum lag hevur eitt pláss í oddinum at berjast fyri. Seinasti dysturin er uppi á Hálsi, har oddaliðið, Kyndil, tekur ímóti KÍF. Á pappírinum skuldi hetta ikki verið nakar trupul dystur hjá Kyndli, men sum liðið hevur spælt í ár, so tykjast allir dystir líka truplir. Móti hinum odda- liðunum stríðast leikararnir sum úlvar á skóg fyri sigrinum, og tá mótstøðan so ikki er eins hørð, tykist innsatsurin hjá einstaka leikaranum at falla tilsvar- andi. Men skal liðið halda fast um oddasessin, so eru ikki ráð til fleiri av teimum mistøkunum, sum vórðu framd móti H71, og tað man eingin vita betri enn júst leikararnir. Nr. 228 • leygardagur • 29. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Ítróttin fær undan- taksloyvi Høgni Hoydal og Bertil Haarder eru komnir ásamt um, hvussu farast skal fram í útlendinga- málum framyvir ÚTLENDINGA- MÁLIÐ Jákup Mørk Eingin útlendingur verður tveittur av land- inum her og nú, og har loyvini enn ikki eru komin í rættlag, fáa fe- løgini eitt stutt skot- bráð til at taka sær av hesum. Hesi eru boðini, sum ítróttarfeløgini kring landið fingu, tá Høgni Hoydal hevði verið á fundi við Bertil Haard- er, integratiónsminist- ara, um útlendsku ar- beiðsmegina í Føroy- um. Yvir høvur verður talan framyvir um strangari reglur við- víkjandi útlendskari arbeiðsmegi, men ítróttafeløg kunnu fegnast um, at tey koma at hava eina ser- støðu í hesum. Júst hvussu orðingin verður, er enn ikki endaliga greitt, men í Danmark hava tey eina reglu um, at professio- nel ítróttafólk kunnu sleppa til landið uttan stórvegis hóvasták. Yrkisítróttur er ikki formliga til í Føroyum, men væntandi kann hetta gerast soleiðis, at ítróttafólk sum hava sáttmála við føroyskt felag kunnu sleppa skjótari til landið, og at neyðuga pappírsar- beiðið so verður gjørt, eftir at hesi eru komin til felagið. Og í Vági mundi lættin vera stórur, tá tað eisini varð staðfest, at tey fáa loyvi at hava sínar útlendingar í fe- lagnum. Ístaðin verður eitt stutt skotbrá givið, so tey nú fáa møgu- leika at fáa loyvini í rættlag, og soleiðis er líkt til, at tær báðar út- lendsku nú aftur kunnu gera um seg á vøllin- um. Tað skrivaðu vit annars eisini undan seinasta vikuskifti, men í VB valdu tey heldur at vera varin, og spældu tey tí dystin móti Søljuni uttan nakran útlending á liðnum. Spurningurin er so, hvørt tey í Vági nú tveita hetta var- semið til viks. Stórdystir í Vestmanna Talan verður um sannan toppdyst, tá VÍF tekur ímóti Stjørnuni í bestu kvinnudeildini C M Y K 16