Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 228 - 29. november 2003 Sørvingar fara á vitjan á Kambsdali, har nýggja oddaliðið tekur ímóti, og í Hoyvík skal KÍF royna at halda fast, nú Mjølnir kemur á vitjan FLOGBÓLTUR FBF Eftir eina góða byrjan upp á kappingarárið, hava teir seinastu dystirnir hjá KÍF verið ein long mótbrekka, og liðið hevur havt trupul- leikar við at klára seg ímóti hinum liðunum, og hevur tap allar teir seinastu dyst- irnar. Skal gongdin vend- ast, er neyðugt at liðið fær ein sigur leygardagin, men mótstøðan er ikki hvør sum helst. Eitt vælkoyrandi lið úr Mjølni, sum eisini var liðið, ið steðgaði kollfirð- ingunum fyrr í ár, so einki er at ivast í, at tað verður tungt hjá KÍF. Dagin eftir spælir TB í Havn móti Fleyr. Á pappír- inum er einki at ivast í, at tvørakvinnurnar eru favor- ittar, og alt annað enn ein tryggur sigur til tær vil eis- ini vera ein sensatión av teimum heilt stóru. Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður á Kambsdali sunnudagin, tá Dráttur vitjar hjá meistar- unum. Liðini hava ikki leikt ímóti hvørjum øðrum hig- artil í kappingini, so spenn- andi verður at síggja, hvat av teimum verður omaná eftir dystin sunnudagin. ÍF hevur higartil í kappingini havt trupulleikar við at finna meistaraspælið fram frá seinasta ári, meðan Dráttur harafturímóti hevur byrja betri enn seinasta ár. Men hetta verður uttan iva ein dystur, har úrslitið ikki er avgjørt fyrr enn seinasti bóltu er leiktur. Brak á Kambsdali Hjá monnunum eru tveir dystir á skránni. Leygar- dagin tekur Fram ímóti Mjølnir, og tó at klaksvík- ingarnir júst hava tapt sín fyrsta dyst, so mugu teir roknast sum favorittar her. Fram hevur higartil í kapp- ingini bert fingið ein sigur til høldar, og var hesin móti botnliðinum, Fleyr. Skal Fram framvegis gera sær vónir at venda gongdini og hava eitt bein innanfyri heiðurmerkjini, er tíð upp á at fáa nøkur fleiri stig í skjáttuna. Liðið hevur leikt onkran tættan dyst, t.d. ímóti SÍ, men gjørdist ov stuttir í avgerandi løtuni. Mjølnir harafturímóti hevur sum nevnt havt eitt gott kappingarár, og hevur tí uttan iva styrkina til at geva Fram ein truplan dyst. Seinasti dysturin er á Kambsdali, har SÍ kemur á vitjan, og hetta líkist einum sonnum braki. Seinast lið- ini leiktu, gjørdist úrslitið ein 3-2 sigur til ÍF, meðan t.d. SÍ vann finaluna í FK- steypakappingini 3-1. Síð- ani seinasta dyst hevur ÍF harumframt styrkt sær um liðið við einum útlendingi afturat, og harafturat hevur SÍ higartil ikki havt tey góðu úrslitini á Kambsdali, tí liðið hevur ikki heinta nógv stig har á leiðini. Fyri at halda fast í ÍF og Mjølni, er næstan neyðugt, at SÍ vinnur dystin leygardagin, men ÍF gevur ikki nakað ókeypis. Hóast teir høvdu fleiri gyltar møgu- leikar, so megnaðu FCK álopsspælararn- ir ikki at syrgja fyri málunum, sum kun- du havt við sær, at FCK framvegis var við í UEFA Cup, har Brøndby eitt sindur óvæntað framvegis eigur pláss UEFA CUP Jóannes Hansen Tað eru tveir føroyskir spælarar í donsku superlig- uni. Felags fyri Toda Jóns- son í FCK og Jón Róa Jacobsen í Brøndby er, at teir eru skaddir. Tað er eis- ini felags fyri feløgini hjá teimum báðum, at tey hós- kvøldið stríddust fyri lívin- um í UEFA Cup. Hjá FCK eydnaðist tað ikki at halda vetrarfrí sum partur av UEFA Cup. Tað gjørdi tað hjá Brøndby. FCK var á Mallorca, har teir skuldu royna at vinna tað aftur, sum teir mistu á heimavølli, tá ið Mallorca í Parkini fyri trimum vikum síðani vann 2-1. Úrslitið hóskvøldið var frægari, men tað var ikki nóg gott. Mallorca legði seg á odda, men fimm minuttir undan dystarenda stútaði miðverj- in Martin Albrechtsen, sum eisini skoraði FCK málið í Parkini, til 1-1. So var møguleikin fyri FCK sigri har. Zuma og Santos høvdu góðar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Mallorca hevði fleiri eykaspælarar á liðnum. Teir undirmettu FCK, men teir vórðu ikki sektaðir fyri tað. FCK hevði møguleikarnar, men teir megnaðu ikki at umseta til mál og harvið framhaldandi luttøku í UEFA Cup. Framúr hjá Brøndby Fleiri enn 25.000 áskoðarar vóru hóskvøldið í Brøndby. Lagið á teimum var í toppi. Eftir stríðið í Gelsenkirch- en var Brøndby aftanfyri 2- 1. Á heimavølli vunnu teir 2-1. So var neyðugt við longdari leiktíð. Tá var danska liðið illa fyri. Men teir hóraðu undan, og í brotssparkskappingini vunnu teir 3-1. Brøndby málverjin, Karim Zaza, var framúr. Sjálvur helt hann seg ikki hava spælt so væl áður. Bæði í vanligu leik- tíðini og ikki minst í brots- sparkskappingini, tá ið hann tvær ferðir bjargaði royndum hjá mótstøðu- monnunum. Ebbe Sand var á beinkin- um hjá Schalke 04. Hann varð skiftur inn til longdu leiktíðina. Hann royndi at arbeiða, men honum eydn- aðist ikki at skjóta mál. Tað hevur hann ikki megnað í einar tríggjar mánaðir. Í Brøndby vita teir ikki, hvørjum beini teir skulu standa á. Unga liðið hjá Michael Laudrup og John Faxe Jensen hevur ment seg uppaftur skjótari, enn tað frammanundan varð roknað við. Hóskvøldið var spælið einki at reypa av. Men teir stríddust, og tað var nóg mikið til samlaðan sigur. Tað fer at hava við sær, at Brøndby verður væl fyri í vár. Bæði til UEFA Cup kappingina og til stríðið um DM heitið, sum teir framvegis eru nógv besta boðið at vinna. Toppdystir á Kambs- dali og í Hoyvík Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 7 5 - 1 - 1 178 133 45 11 2 VÍF 7 5 - 1 - 1 180 153 27 11 3 VB 7 5 - 0 - 2 163 127 36 10 4 StÍF 7 4 - 1 - 2 174 166 8 9 5 Neistin 7 3 - 1 - 3 190 166 24 7 6 Søljan 9 1 - 0 - 8 153 214 -61 2 7 Kyndil 8 1 - 0 - 7 126 205 -79 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 6 4 - 1 - 1 171 170 1 9 2 Neistin 6 3 - 2 - 1 173 150 23 8 3 StÍF 6 4 - 0 - 2 151 142 9 8 4 VÍF 6 2 - 1 - 3 154 147 7 5 5 H71 6 1 - 1 - 4 143 158 -15 3 6 KÍF 6 1 - 1 - 4 142 167 -25 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 7 5 - 2 18 6 12 10 2 Mjølnir 7 5 - 2 16 8 8 10 3 KÍF 7 4 - 3 13 14 -1 8 4 Dráttur 6 3 - 3 13 12 1 6 5 ÍF 6 2 - 4 7 12 -5 4 6 Fleyr 7 1 - 6 5 20 -15 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 6 5 - 1 15 5 10 10 2 Mjølnir 5 4 - 1 12 3 9 8 3 SÍ 6 4 - 2 14 8 6 8 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 Fleyr 6 0 - 6 1 18 -17 0 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 30.11 14.30 VÍF-Stjørnan 30.11 14.30 Kyndil-VB 30.11 15.00 StÍF-Neistin 1. deild menn 30.11 16.00 VÍF-StÍF 30.11 16.00 H71-Neistin 30.11 16.00 Kyndil-KÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 29.11 14.00 KÍF-Mjølnir 30.11 14.00 ÍF-Dráttur 30.11 14.00 Fleyr-TB Meistaradeild menn 29.11 16.00 Fram-Mjølnir 30.11 16.00 ÍF-SÍ Brøndby heldur fram á sigurskósini Fram hevur trupla uppgávu, tá teir á heimavølli taka ímóti Mjølnir C M Y K 18 Nr. 228 - 29. november 2003 19 Pedagogur Søkt verður eftir pedagogi til útibarnagarðin Láti- pípuna í Vestmanna at byrja 5.januar 2004 ella eftir avtalu. Stovnslýsing: Látipípan er ein grønur stovnur, har vit m.a. læra børnini at virða og fara væl um náttúruna. Í stovninum ganga 25 børn í aldrinum 5-7 ár, nøkur eru 1/2 tíð aðru hvørja viku. Starvið: Starvið er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er skift- andi ímillum kl. 7.30 og 17.15. Vit vænta av tær: • at tú hevur góð samstarvsevni • at tú tímir væl at vera uttandura • at tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt • at tú sært møguleikarnar fram um avmarkingar- nar Lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Før- oya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felag Føroya. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður hjálpar- fólk sett í staðin. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Malan Stórá, leiðara, tlf. 424130 ella 229108. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum ummælum skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. desember 2003. Vestmanna kommuna Húsavørður søkist Hjálp....Okkara fitti húsavørður gevst at arbeiða hjá okkum, og tískil hava vit brúk fyri einum øðrum fittum húsavørði at starvast hjá okkum frá 1. februar 2004. Í Sankta Jósefs barnagarði er eitt starv sum húsa- vørður leyst at søkja 25 tímar um vikuna. At starv- ast sum húsavørður í einum barnagarði er eitt sera fjølbroytt og spennandi starv. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Ein av upp- gávunum er at halda økið kring barnagarðin viðlíka og annars alt fyrifallandi arbeiði. Vit vænta av um- søkjaranum, at hann er tolin og góður við børn. Um hetta hevur tín áhuga, so eru tygum vælkomin at søkja starvið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Louisu Smets, leiðara, á tlf. 312854. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 17. desember 2003 og sendast til: Sanda Jósefs Barnagarður Att. Louisa Smets Varðagøta 12 100 Tórshavn Fulltrúi í Løgtinginum Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja. Arbeiðsuppgávurvnar hjá fulltrúanum verða hesar: • Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3 ting- nevndum • Eftirkanna lógaruppskot og vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í málum, sum natúrliga hoyra til omanfyrinevndu nevndir • At luttaka í vanligari málsviðgerð í umsiting Løg- tingsins, og eru uppgávur hennara í stuttum hesar: • at taka sær av øllum umsitingarligum uppgáv- um Løgtingsins • at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtingsnevnd- um í øllum løgfrøðiligum spurningum, herundir at ansa eftir, at øll mál eru løgfrøðiliga og máls- liga røtt • at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum og løgtingsnevndum • at taka sær av skrivarauppgávum hjá Løgtings- ins sendinevndum í Norðurlandaráðnum og Út- norðurráðnum Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 9 fólk, harav 2 løgfrøðingar. Ynskiligt er, at tann, sum settur verður, hevur lokið prógv í løgfrøði,men fólk við aðrari útbúgving kunnu eisini søkja.Tann,ið settur verður,skal hava áhuga fyri politiskum og samfelagsligum viðurskiftum. Fólk, sum hava lokið útbúgving í summar ella vænta at verða liðug í januar,eru vælkomin at søkja. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella avvarðandi yrkisfelag. Tann, sum settur verður, má tola broytingar í ar- beiðsuppgávunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Løgtingið, telefon 311000, Súsonnu Danielsen, stjóra. Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing um størv frammanundan og møgulig ummæli skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegi 1-3, Post- boks 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. desember 2003 kl. 16.00. Løgtingið tann 26. november 2003 Til sølu Toyota Carina E 2.0 Gli 133 hk Árg. juli 1996. Koyrt 125.000. 17’’ sportfelgur 215/40 dekk, Kenwood fløgu- spælara.Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 220071 ella 757087 19