Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 228 - 29. november 2003 Nr. 228 - 29. november 2003 21 Okkara felags norðurlendska søga og norðurlendski samleiki hingu tjúkk yvir Norðurbryggjuni eftir at hava verið tikin fram, vend og hildin uppi til áskoð- an av núverandi og fyrrverandi forsetum, løgmanni og lands- stýrisformanni. Tað var ein søguligur dagur - og vit kenna okkum norðurlendsk sum ongantíð fyrr. NORÐURBRYGGJAN Marjun Dalsgaard Fleiri hundrað fólk vitjaðu Norðurbryggjuna hósdagin 27. november, tá hon lat upp við listaframsýningum og tónleiki, víni og fínum pinnamati. Til sjálva vígsl- una vóru heiðursgestirnir politiski toppurin úr Dan- mark og Útnorði, Mar- gretha Drotning og størsti vinnulívsmaðurin í Dan- mark, Mærsk McKinney Møller, hvørs stuðuls- grunnur hevur latið Norð- urbryggjuni 20 milliónir krónur. Til listaframsýn- ingina aftaná tustu føroy- ingar inn at síggja nýggju mentunarhúsini. Vigdís Finnbogadóttir, formaður í nevndini fyri grunnin "Den Nordatlant- iske Brygge", lýsti Norður- bryggjuna opna, og hon leitaði aftur til 14. øld við orðunum, "Den snor som lægges af strenge tre, hun brister fuldnæppelig", sum Margrethe Drotning tann fyrsta, skal hava sagt um styrkina av felagsskapinum í Norðurlondum, tá ið hon savnaði tey undir sær. Portur til Europa Vigdís Finnbogadóttir takk- aði donsku stjórnini fyri at hava givið pakkhúsini til verkætlanina, og legði dent á týdningin av, at miðstøðin er í Keypmannahavn - at Den Grønlandske Handels Plads hevur verið portrið hjá londunum í Útnorði til Europa og somuleiðis eitt portur hjá dønum og øðrum til vindblástu londini í Út- norði - at hetta samstarvið er millum fýra lond - ein fýrsmæra har myndin bert er fullkomin, um øll londini eru við. - Vit hava eina felags søgu saman, og vit skulu síggja tað sum eina barlast - ikki sum ein trupulleika, segði hon. Síðan segði danski for- setisráðharrin Anders Fogh Rasmussen nøkur orð. Hann fegnaðist um ment- unarmiðdepilin og segði seg vóna at ung sum gomul, danir sum útlendingar fáa gleði av Norðurbryggjuni. Annfinn Kallsberg, løg- maður, legði dent á tann týdning, sum mentan og list hava fyri búskapin og vinnulívið og á teir møgu- leikar, ið Norðurbryggjan gevur føroyskum mentun- arlívi. - Her á Bryggjuni kunnu vit vísa hvørji vit eru, og hvat vit hava at bjóða Norðurlondum og Europa, segði hann og legði aftrat, at vit skulu loysa gomul bond og knýta nýggj.. Eivør fantastisk Inn í millum røðurnar hjá teimum politisku yvirhøvd- unum úr Danmark, Føroy- um, Grønlandi og Íslandi var tónleikur framførdur frá teimum fýra londunum. Eivør Pállasdóttir, ið var Norðurbryggjan vígd fyri fullum húsi Danska stjórnin hevur givið verkætlanini pakkhúsini á Den Grønlandske handels Plads Løgmaður heilsar uppá Margrethu Drotning føroyska listarliga ískoytið undir vígsluni, var fantast- isk - ikki bara tí hon syngur ómetaliga vakurt, men tí ein kingosálmur sungin á føroyskum/donskum júst sýndi okkara felags røtur best hendan dagin. Húsakórið sang, meðan Margretha Drotning vitjaði Sendistovu Føroya, har hon fekk ein bita av sera leski- ligu buffetini, sum Hotel Hafnia stóð fyri. Síðan helt løgmaður eina røðu og lýsti Sendistovu Føroya opna. Eftir at tann meiri hátíðar- ligi dámurin hevði lagt seg, og fólk ikki longur stóðu sum sild í tunnu, var ein avslappaður og sera góður stemmningur. Fólk vitjaðu ymiskar framsýningar og grannalondini - og kvøldið endaði sjálvsagt við før- oyskum dansi, hóast tað als ikki var partur av skránni hendan dagin. Vigdís Finnbogadóttir hevur verið ein avgerandi drívmegi aftanfyri Norðurbryggjuna Løgmaður legði dent á, at norðurlendska samarbeiði er neyðugt Tróndur Patursson inni í Igloo-formaða listaverkinum, sum varð avdúkað, tá Norðurbryggjan lat upp Mærsk McKinney Møller var ein av gestunum á Norðurbryggjuni hósdagin. Grunnurin hjá A.P. Møller "A.P.Møller og Hustru Chastine Mærsk-McKinney Møllers Fond til Almene Formaal" hevur latið Norðurbryggjuni 20 milliónir krónur Eivør Pálldóttir var fantastisk Margretha Drotning vitjaði Sendistovu Føroya, har hon fekk ein bita av sera leskiligu buffetini, sum Hotel Hafnia stóð fyri C M Y K 21 20