leygardagur 29. november 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 228 - 29. november 2003
Hósdagin høvdu M’as
Blues Band konsert í
Christinanskirkjuni í
Klaksvík. Tað vóru
skúlarnir í Norð-
oyggjum, ið høvdu
fingið innbjóðing til
konsertina, sum var í
samband við, at
onnur fløgan í røðini,
"Hetta er eisini mítt
land", kom út
KONSERT
Myndir: Bárður Lydersen
Orð: Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
M’as Blues Band setti
veruliga lív í bæði næming-
ar og lærarar í Christians-
kirkjuni hósdagin.
Tað vóru 1.- 7. flokkarnir
í Norðoyggjum, sum vóru
komin at lurta eftir Emmu
og teimum, ið væl uppløgd
sum altíð fingu øll at
syngja við av hjarta.
Í samband við eina verk-
ætlan, ferðast bólkurin runt
landið at halda konsert fyri
fólkaskúlanæmingum.
Eisini hava tey givið út
enn eina fløgu, sum kom í
handlarnar hósdagin.
Jóanes Jakobsen sigur, at
hetta er ein liður í at skapa
forstáilsi
fyri
teimum
menningartarnaðu.
Konsertin hósdagin var
sera væl eydnað, og hetta
var fyrtsu ferð, at tey hava
sungið fyri so nógvum
áhoyrarum á eini innadura
framførslu.
Á fløguni, "Hetta er
eisini mítt land II", sum
hevur 12 løg, fara ivaleyst
fleiri at gerast landaplágur.
M’as í Christians-
kirkjuni
M’as Blues Band vælnøgd eftir eina framúr væleydnaða
konsert í Christianskirkjuni hósdagin. Frá vinstru:
Jóanes, Olfert, Emma, Demmis, Lennart, Eyðstein og
Árni. Hósdagin kom onnur fløgan hjá teimum í røðini,
"Hetta er eisini mítt land"
Pallvand, sum Emma er, fekk hon áhoyrarnar bæði
at flenna og syngja við
Um 500 næmingar úr 1.-7. flokkunum í Norðoyggjum vóru komin at lurta eftir Emmu og
teimum
Eyðstein mitt í
verðini, væl
fagnaður av
ovfarakátum
áhoyrarum
Meðan Emma syngur og Árni spælir guitar, spælir Eyðstein
hund
Tað
eydnaðist
Emmu og
teimum
fáa bæði
børn og
vaksin at
syngja við
av hjarta
Nr. 228 • leygardagur • 29. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Óttin skapar vreiðina
Óttin fyri tí ókenda ger, at fólk ganga og eru vreið inn á øll, sum bara
síggja út sum ein, sum kann finna upp á at spreingja eina bumbu. Við
slíkum hugburði verður langt til semju og frið, heldur Carmi Gillon,
fyrrverandi ísraelskur fregnarovasti og sendiharri í Danmark
Lesið síðu 4
HUGLEIÐING
Edvard Joensen
Jerusalem: Tað skyggir í gyltum
kuplum báðu megin Kedron-
dalin. Innanvert múrarnar er tað
stóri Klettahalgidómur muslim-
anna, sum sýnir sítt skínandi
hválv vítt um vegir. Og her í
líðunum á Oljufjallinum, oman-
vert gamla Getsemane urta-
garðin, stendur tann prýðiliga,
russiska Maria Magdalenu
kirkjan við sínum mongu gull-
taktu kuplum og spírum og
kappast við stóra halgidómin
hinumegin.
Einir fýra-fimm arabarar
koma rennandi við ymiskum, teir
vilja selja fremmandamanninum,
sum stígur úr hýruvogninum her
ovast á Oljufjallinum. Teir eru
fáir í dag, fremmandu ferða-
menninir, sum leggja leiðina
hendaveg. Ferðaleiðarin var
heldur einki fyri at fara higar.
Helt, at tað var helst ikki so nógv
við at fara á Oljufjallið, tí hetta
er jú arabiskt øki.
Men sett var uppá, at Olju-
fjallið skal vitjast á eini ferð í
Jerusalem. Annars er ferðin sum
einki at rokna. Og tí boygdi hann
seg so fyri.
Arabararnir eru hálvfirtnir
soleiðis, tá eingin keypshugur er.
- Tit handla kanska bara við
jødarnar? halda teir eitt sindur
forhánisliga og leggja dýran við,
hvussu stóra familju teir hava
gangandi heima, sum skal for-
syrgjast. Og av ávum jødanna
ganga teir nú arbeiðsleysir, so
her er ein møguleiki fyri at gera
eina góða gerð.
Hvussu var og ikki endaði øll
parlamenteranin við, at ein mynd
av staðnum varð keypt, hóast
hon myndaði tað sama, sum
longu var komið í fototólið
frammanundan. Men tað hildu
hesir vera í so gírugt av einum
vesturlendskum pílagrími. Teir
um tað.
Og her liggur so søgan fyri
tær. Oman fjallasíðuna tann stóri,
jødiski kirkjugarðurin. Getse-
mane. Kedrondalurin. Og upp
hinumegin teir veldugu múrarnir
kring Heilaga Staðin við múraða
Gylta Liðnum, har Messias »pá
tann eina dag« skal koma aftur
ígjøgnum.
Men tí hava muslimarnir
effektivt syrgt fyri at steðga,
halda teir. Teir hava múrað
portrið heilt. Og so hava teir lagt
ein muslimskan kirkjugarð niður
við múrinum beint uttan fyri
grindina.
Jødiski Messias, vænta teir,
verður helst ein prestur, og ein
slíkur kann ikki fara um ein
kirkjugarð. Og als ikki ein
muslimskan. Tí so gerst hann
óreinur.
Men her er hann kortini farin
um dalin, lítillátin á ásna ríðandi,
á ungum klyvjadjórsfyli.
Tá hevur dalurin ikki sæð út
sum í dag, og ivaleyst hevur
maðurin hildið aðra leið enn
hana, vit í dag ganga beint oman
fjallasíðuna.
Hann kom úr Betfage og
Betániu, sum liggja eystanvert
Oljufjallið, og er tískil uttan iva
farin sunnanfyri og síðan niðan
móti Dungaportrinum, sum vit tó
eisini fara at ganga ígjøgnum, tá
vit um eina stund fara inn í býin.
Á ungum ásna kom hann og
ikki í prangandi krígsvogni,
drignum av fleiri hestum við
levint og gangi.
Ella sum vit komu øvugtan
veg í dag. Í Mercedes. Nei, var
tað í dag, kom hann ivaleyst á
eini gamlari, kanska rustaðari
súkklu, sum lænt var frá einum
og hvørjum arbeiðsleysum araba,
sum sat undir veggi og royndi at
selja ein og hvønn meira ella
minni virðisleysan minnislut til
fremmanda mannin, sum her
kom ferðandi.
Hann fór um grindina inn í
halgidómin, sum stóð stutt
haðani. Og tað var ikki við
mýkindum, har varð farið fram.
Men tað er ein onnur søga, vit
fara at venda aftur til í seinni
frásøgn.
Tað vekir ongan stórvegis ans, at tveir vesturlendingar í fylgi við einum ísraelitta
í dag fara um Kedrondalin niðan móti Jerusalems portrum. Men onkuntíð
hevur innreiðin í Jerusalem verið øðrvísi
Innreið í Jerusalem
C
M
Y
K
23
22