Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-20, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1997síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. DESEMBER 1997 fn *íðindablaðið / > f men eisini spennandi. So vónandi loysast trupulleik arnir å tann hått, at eg kann fara uppaftur ul Føroyar Tonleikararnir í mínum orkestri søgdu: »Der skal vi altså op igen og have en endnu bedre oplevelse af publikum og så finde et bedre tidspunkt og på for hånd vide, at tingene er i orden«. Vit hava lært nógv av hesum, tað er heilt vist Vid hvørt ert tå noyddur at fara um mørk Hvat heldur tú um før oyska tónleikalívið eftir at hava verðs Eg fór avstað fyri at fáa nýggjar avbjóðingar, sum eg ikki fekk tá og heldur ikki hevði havt fingið, um eg búði har uppi. So á has um økinum havi eg ikki broytt hugsan, men tað er nógv, sum eg síggi ødrvisi upp á, tå eg nú komi heim Taka vit førøysku plátu vinnuna, so haldi eg, at alt ov nógv verður givið út í sama stíli. Eg skilji tað væl tað snýr seg um at tora at fara um mørkini. Tað er nakað, sum føroyingar hava ógvuliga trupult við at gera, men sum eg mátti læra, tá eg kom til Danmarkar. Ég havi gjørt tað spakuliga, og eg haldi sjálv, at eg havi gjørt tað trygt. Trupulleikin er, at tað er ringt at menna seg í einum lítlum samfelag sum í Føroyum. Har eru so nógv listarfólk - og serliga nógvir sangarar - men teir verið úti í >stóru tora ikki at bróta tey mørk, sum eg haldi, teir áttu at brotið. Tað er neyðugt. tí tú mennir teg bert, um tú fer um mørkini í tær sjálvum, og letur teg upp fyri nýggj um tingum Tad er ótrúligta tydning armikið, at tú hevur antenn urnar úti alla tíðina har, sum nakað hendir. Har er jú út varpið og plátuhandlarnir við nógvum útlendskum plátum, sum tú átti at fingið inspiratiónir frá. Tað kundi givið fólkið mót til at kasta seg út og tikið nakrar kjans ir. Eg havi tikið nógvar kjansir í mínum lívi. Tað hevur ikki altíð gingið væl men tað gongur eisini væl Tad eru tvinnar síður við hesum, og tað eigur tú at taka við í hesi bransju Mugu hava fjøltåttadan tónleik Er tað eftir tíni hugsan hent nakað nýtt í foroyskum rocktónleiki seinnu árint Taka vit plátuna hjá mínum (Regini Guttesen), haldi eg, at ein menning er hend. Hann hevur blandað nakrar inspir ationir frá einum orkestrið sum Toto við onkrum, ið líkist hip hop. Tað haldi eg er spennandi - og at fara um mørk. Tú veitst ikki, um fólk keypa slíkan tónleik Tad er óútrokniligt - serliga i Føroyum. Tað, sum selur mest, er enn tað sama sum Jodle Birge í Danmark - alt so uttan at:vera frek, men soleiðis er tað - tað er slíkt, ið fær pengar í kassan. Has- um stílinum er ov nógv av í Føroyum í mun til so nógv listarfólk, sum eru. Tað er synd, at vit ikki nýta teir eitt sindur meira, og at teir ikki brúka seg sjálvan. Teir geva áhoyrarum tað, sum teir ('arin — Eg biði altíð til Gud, áðrenn eg fari á pallin halda, fólk fegin vilja hava Men tað ber ikki til at menna oyrini, um tú ong antíð hoyrir annað enn tað Tempoid í Føroyum er ikki serliga høgt, og fólk hava góða tíð, sum kundi verið nýtt til at royna okkurt nýtt. Føroyar hava eisini eitt avmarkað áhoyraratal, og um tú vil nakað við tónleiki- num, skalt tú eisini hava ein vilja til at koma út um land oddarnar Hvat við at vísa, at eg eri føroyingur, og at eg eis ini eri før fyri at klára meg? Tað veit eg, at vit kunnu, um viljin er har. Tað krevur nógva megi, men eg haldi at tað er vert at royna. Eg gjørdi tað, og tað er gingið framá hóast spakuliga alla tíðina. Eg hav: so avgjørt ment meg og geri tað fram vegis. Altso - takið nakrar kjansir fleiri fyri tykkara egnu skyld! Eg veit, at tað eru nógvir tónleikarar, sum skki tíma at spæla tann tón leik, teir eru noyddir at spæla, og tað er eitt sindur spell Glað fyri mín kristna uppvøkstur Hvønn tydning hevur upp vøksturin í einum baptist iskum umhvørvi havt fyri teg, og hvat merkir tað fyri teg í dag? Eg eri uppvaksin í ein um kristnum heimi, har eg havi lært at seta mørk. Nú havi eg júst tosað um at fara um merk - at bróta merk, men tað eru jú tvær síður av somu sek. Tú ert noydd- ur til at seta nøkur mørk fyri at kunna fara um tey. Ég hugsi meg altíð væl um, áðrenn eg taki eitt nýtt stig, og tað haldi eg avgjørt er nakað, sum foreldur míni hava lært meg. Ég eri ótrú liga glað fyri mín kristna uppvekstur, tí eg kenni, at eg nýti hann framvegis. Tað hevur givið mær eina fan- tastiska styrki hverja ferð, eg skal inn á pallin. Eg eri ógvuliga spontan av nátúr men eg biði til Gud, áðrenn eg skal framføra og fár eina styrki, sum ger, at eg fram vegis kann vera eg sjálv Tónleikaliga er tað mest innan heimið eg havi fingið loyvi til at vera nátúrlgi. Eg eri ongantíð pressað til at spæla tónleik, og tað eri eg ótrúliga glað fyri. Annars haldi eg, at eg hevdi vamlast vid tad. Bædi foreldur mini eru ógvuliga musikalsk, og tað hevur altíð verið nógvur tónleikur rundan um meg Påpi mín hevur sitið og spælt gittara í einum horni uttan at føra seg fram, men tað hevur givið mær so nógv, at hann bara hevur verið har við tí rytmikki sum liggur í honum. Og so mamma mín við sínum stóru musikalsku oyrum eg havi ongantíð hoyrt hana syngja ein falskan tóna Alt hetta fór fram á einum slíkum stæði, at vit hugnadu okkum við tí. Tað vóru ikki serliga nógv ljóðfari í okk- ara heimi, so vit máttu syngja fyri restina. Mamma mín elskaði at ganga runt og syngja, og so løgdu vit aðrar stemmur til. Ég minn- ist, at eg var tann, ið royndi at fáa øll onnur við, so vit kundu fáa okkurt fleirrædd- að fram. Soleiðis gjørdu vit bara - tað er ikki beinleiðis arransjeraður tónleikur, eg eri uppvaksin við. Tað var ikki fyrr enn eg gjørdist tannåringur, at eg for ut at finna tann tónleik, mær dámdi. Men hitt hevur givið mær nógv - at vit kundu sleppa at vera nátúrlig og gera tónleik úr ongum - Hevur tú havt trupul- leikar við at skapa tær ett publikum uttan fyri tað um hvørvid, tú ert vaksin upp i? Sjålvandi havi eg gjørt mær nakrar tankar um tad Men nú havi eg ongantíð givið mær sjálvari loyvi til at vera eg sjálv, og ongantíð verið fanatisk, tí tað haldi eg ikki, at nøkur orsøk er til. Tí havi eg eisini havt ein rættuliga kenningar uttan fyri samkomuna, og tað hevur sum menniska givið mær møgulerkar fyri at menna nakrar aðrar síður Eg havi í dag eitt publikum, sum bæði kemur uttanífrá og innanífrá tí umhvørvi, eg sjálv eri vaksin upp í. Og tað er júst ti, at eg sjálv havi flutt meg frítt. Eg havi ong- antíð verið bangin fyri at læra fólk at kenna. Tað er so týdningarmikið, at tú ger tað, tú kennir er best Komi helst aftur higar at undirvísa - Hverjar eru tína framtíð arætlanir? - Eg havi altíð onkrar æt- lanir, men eisini nøkur alt- ernativ. Eg hugsi altíð í alt- ernativum, so tað er nakað, sum kann taka yvir, tá okk- urt annað ikki ber til. Fram- tíðarætlanirnar eru fyrst og fremst at gera konservatori- jútbúgvingina lidna og síð- an at royan at fáa eima nýggja fløgu út og í tí sam bandi at skipa fyri eini norð- urlendskari turné. Tað er tað, eg arbeiði við nú við tí orkestri, sum eg eri so glað fyri og arbeiði væl saman við. Og síðani kundi eg hugsað mær at komið aftur til Føroyar og hildið skeið bæði í samanspæli og sangi bæði í stórum bólkum og sum einkultundirvísing kist ti at eg haldi, at tað er so stórur mangul upp á und- irvising í rútmiskum sangi har uppi. Tað havi eg havt hug til leingi og vóni, at tað verður møguligt. Eg havi altíð havt hug at læra onnur - Nær kemur tú aftur við Nordic Band? Tad tori eg als ikki at tosa um. Eg skal fyrst sodna seinasta túrin. Og so skulu vit hava eitt ógvusligt kjak um, hvussu tað skal gerast næstu ferð. Men fyribils er eingin fyrireikari, ið hevur vent sær til mín, so eg bíði eitt sindur Hevur tú hug at siga okkurt at enda? So skuldi tað verið okk- urt, so sum: »Flong Føroy- um!«, >Tveit teg út í okkurt nýtt. Tað er synd ikki at menna seg. Tú ert eitt líuð land, men í mun til fólka talið hevur tú so ótrúliga nógv listarfólk. Tað er ein sensation! So út við ti - eis- ini út um Føroyar. Fólk hava tíð at fyrireika seg har upp! millum tráu fjøllini! Ég gráti, hverja ferð, eg lendi í Føroyum. Tað er so fantast- iskt, tá fjøllini heilsa tær vælkomnum heim. Eg eri stolt av at vera føroyingur