Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-20, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1997síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 = 20. DESEMBER 1997 on, og eg eri júst liðugur við lesnaðin, tí havi eg rætt at kalla meg mister. Um kvinnan er sjúk, so høvdu tygum neyvan fingið nakran betri nekara at mett her?“ Gýðingurin hevði ikki givið sær far um tað, sum mister Matumbwe segði; hann turkaði vatn av knýti sínum og loysti snørisstubb- an, ið var bundin um tað „Hevði eg kunnað selt okk- urt til harrarnar ella damu- na? Eg havi nakrar sera á- hugaverdar lutir. Enn er ikki ov seint at keypa eina lítla gávu til ætt og vinir. Prísir- nir eru sámiligir.“ Friður var komin á tann fulla mannin. Hann stóð upp at húsalonini og lyfti halarnar uppfrá, men sakk so við og við eitt sindur saman, sum um hann gjørdi seg til reiðar at seta seg nið- ur. Hann stóð so inntonktur í sissheimi og fanglaðist við fingrarnar óskotligur Men maðurin við tí líð- andi konuni stunaði og segði: „Vil tað siga tygum eru lækni? Hví fan'in søgdu tygum tað ikki beinanveg- in? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkra- kassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk er fyri teimum. Ég var á veg til sjúkrahúsið við henni, so fekk hon verkir tað lítla kann koma hverja løtu.” „Aha - tað tonkti eg,“ segði mister Matumbwe og gjørdi seg til reiðar at koma upp á skráan, men kvinnan fór at skrýggja: ., Nei, nei, far burtur vid tær. Eg vil ikki hava ein låsa nekara at røra við meg...“ Men nekarin leyp alt í einum upp á skráan og tal- aði róliga og høviskliga við hana sum við eitt lítið barn „Shhh,“ segði hann.“Ver ikki bangin. Tygum hava nú lítið og einki at skula hava sagt í hesi sek, frúa. Men tygum fáa at síggja, at eg fari varliga til verka.“ Hann fór heilt yvir til hana, legði hondina eym- liga á búkin. Hóvliga og varisliga nart hann við hana. Hetta gjørdi hana róligari beinanvegin, og hon helt uppat at banna og svørja Bert fálig suff hoyrdist frá henni, meðan hon stardi upp á hann við bangnum, út- møddum eygum. Hon var ikki ung longur, men var enn vekur, stór og sterk. Eitt sindur reyðdæmd og korka- litt í andlitið Mister Matumbwe nikk- aði og segði:“ Um eina skamma stund.… ikki fer tað at vara leingi. Eg haldi ikki at hon er ein primipara?“ „Hvat er tað tygum siga?“ „Hetta er ikki fyrstu ferð hon eigur?“ Maðurin skar í ein ræl- andi látur.“"Nei hann komi til mín. Hon hevur átt fýra tandur, sum vit ikki vóru før fyri at føda. Hvi skal hon nú aftur eiga, tað listi meg at vita.“ „Tað átti tú at vita betur“ svaraði Matumbwe. Hann reisti seg og vendi sær til hinar menninar niðanfyri, sum um hann helt rødu frå einum talarastóli í einum fyrilestrarsali:“ Mínir harr- ar, vit eru staddir í svárari neyð. Til alla lukku eri eg so fyri, at eg havi førleika at klára hesa stæðu. hóast hetta verður fyrstu ferð, eg hjálpi barnakonu uttan fyri sjúkrahúsið. Men í hesum førinum tørvar mær stuðul, mær tykir, at vit mugu klára okkum undir hesum korum við tí, ið er fyri hondini.“ Hann leyp niður av skrá- anum yvir til tann fulla mannin, sum enn stóð í somu stødu, sum lagaður upp ímóti húsavegginum, og vendi sær ímóti honum kurtisliga: ,,Arsaka, mín harri, hver eru tygum, og hvat havast tygum at?“ Tann lítli knevilin hugdi upp á mister Matumbwe við einum skálkabragdi við samankiptum reyðum eyg- um og spurdi uttan at ilsk- ast: „Hvat er á vási?“ Mister Matumbwe var eitt gott fólk, sum bara var við tí góða orðinum og ikki gjørdist tykkin, um onkur var ólátaður ímóti honum.:“ A, tað var bara okkurt smá- vegis, sum eg vildi vita, um tygum høvdu okkurt serligt hegni, sum kundi koma okkum til góðar í hesi trongu støðu.....“ Londonbúgvin rætti seg upp, og legði havdið afturav og skar í ein skellilátur. „Um eg havi okkurt hegni? Harry Napes frá Eastchapel Skemtifimleikari mikli Kongur ímillum sínar javn- líkar á gøtuni, kalla teir meg. Hygg bara eftir mær og být merki í, at í mær er ein sýning í sjálvum sær.“ Hann fór at syngja:” Bi di, bi-da, bidiit-do-do!“ Hann spjálkaði sær og trampaði, so tað gnelti eftir i Mister Matumbwe hugdi undrunnarsamur upp á hann, men so smiltist hann og tær hvítu tennirnar skygdu í kveldarmyrkri num. ,, A ja, ein gatiskemti fimleikari førir fram sítt kemt á breytum og gøtum har fólk tyrpast framman fyri sjónleikarhúsum, og letur hattin ganga runt. Og tygum er kongur teirra?“ „Spyr ein og hvønn í Eastchapel um hann kennir Harry Napes. Eg havi eisini mítt egna orkestur. Ég vann minst tvey pund framman fyri Palladium í kveld. Mín egna framførsla er minst lika góð! Lurta eftir: Hey, tiddeliumti, bidiip ba buup ah biddeli um bum,“ sang hann og dansaði ein livligan góðan stepdans afturvið Í døpurhuga setti Mr Matumbwe hendurnar móti pannuni, og peikaði hann móti Harry Napes við svarta fingri sínum: „Hetta var frá- líkt. Tygum skulu verða , tann sum leiðir tankarnar burtur hjá henni, tá ið tímin er komin Hann vendi sær moti gýð inginum. „Og tygum, harri mín, tygum eru handils maður? Moshe Konig, til tæn astu. Men ce skilji akki hvat fyrifert. Tygum søgdu okk urt um emma neyðstóðu barnin erðina A. armi stakkal! slíka nátt á sovorånum stað Hvat kann eg gera fyri at Eina hjálpa henni?“ „Tygum hava kanska ein dropa av brennivíni í knýti- num - í vørugoymsluni?” Konig risti við høvdi- num.“ Brennivín selji eg ikki, men bíða mær eitt bil, eg havi eina fram úr góða eau de cologne og nakrar fløskur av parfumu, næstan so góð sum fronsk parfuma og sera billig. Eg royni altíð at útvega tað bestu vøruna til lægsta prísi. Eg skal geva tygum tað, ið eg havi. Strammur spritroykur gongur at hesum.“ Eitt sker av brosi fór yvir ásjón mister Matumbwes „Ja, í hesi stødug kan tað brúkast at roynsa við. Sera vinarligt av tygum. Tygum hava ikki eisini køksbinitt- ur?“ „Eitt sindur havi eg. Men knívarnir eru tíverri ikki so hvassir. Við teimum prísu- num vit hava í dag, eru vør- urnar ikki sum fyrr.“ „Á nei, ikki knivar, men høvdu tygum ein lut, sum var bogaður og flatur - sum t. d. sum ein lagkøku- skeið....“ Getuseljarin var longu í ferð við at róta í knýtinum. Tók lutirnar upp og breiddi teir út.“Ja, harra Konig hetta er frálíkt. Hasir har kunnu sanniliga brúkast Ég eri vísur í, at hetta ikki verður nakar ringur barns- burður.“ „Hov.“ rópu maðurin uppi á skráanum, hov, mister,” hann fekk ikki navnið upp og helt tí á fram:“.....harra lækni. skulu tygum ikki skjótt fara undir hetta?“ Mister Matumbwe vendi sær ímóti honum.“ Kona tygara fer Órva at geva seg til kennar, tå ið hon er til reiðar. Aðrenn tað vildi eg fegin vita navn tygara, og hvat tygum gera, og navnið á konuni og hvussu gomul hon er? Maðurin hugdi vrantin niður á tann unga læknan og mutlað Sam Boles Havnaarbeiðari. Konan er tríatitvey ára gomul. Hon eitur Anna „Ja so, havnaarbeiðari Tygum mugu vera glaður yvir at verkfallið er av, nú eitt lítið verður borið í heim.“ Orðið verkfall fór sum ein ylur igjøgnum hann „Ha,“ skríggjaði hann.“ Ja, tað verkfallið! Ég misti tríggjar månadarlønir av hasum lisa verk-fallinum, eg sum havi eina stora fam- ilju, og so vunnu vit bert seks pence. Tad tekur mær tvey år at vinna inn aftur, tað eg listi, tí teir ikki vildu lata meg arbeiðja. Og hverj- ir eru hesir teir? Tað listi meg at vita. Far í verkfall siga teir; far undir aftur at arbeiða; siga teir: teir hava sett prisirnar upp. siga ten Ná já. tygun yallari tyg h sk teir N Matui nt H i ti i SV L sú in Kanska skuldu vit heldur spurt hver, 10 HANN ef „Hann? Hver er hasin hann? Hvat er tað tygum siga?“ „um HANN,“ segði mister Matumbwe.“ Hann sum er meira enn teir allir, og meira enn vit, tilsamans Honum hvers dreymar í øll- um.…" „Ho. ho, ho,“ læt í Harry Napes, sum var komin nærri I til skráan. „Tú ljóðar sum ein úrsýndur prædikumað- ur.” Tað syntist, sum um hetta frøddi mister Matumbwe »Heldur tú? Ja, tað var ein- aferð, at eg var í iva um hvat eg skuldi velja at lesa til prest ella til lækna, men eg eri glaður, at eg valdi at lesa …”