týsdagur 23. desember 1997síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 — 23. DESEMBER 1997
tíðindablaðið
23
Orðið á
Talan, sum Jógvan Fríðriksson, prestur
á Gjarðanesi, hevði fríggjadagin, tå
po?
Studentaskúlin og HF skeiðið i Eystur-
oy hevði jólagudstænastu i Gøtu kirkju
Jógvan Fríðriksson, prestur á
Gjarðanesi, sum fríggjadagin
talaði fyri studentaskúla- og HF-
Heilt síðani studentaskúli
varð settur á stovn í Eyst
uroy fyri fimtan árum síðani
hevur verið skipað fyri jóla
haldi. Partvís í skúlanum,
har tað hevur verið undir
hald og framførslur av
næmingum og lærarum og
partvís í kirkjuni, har kór og
orkestur, mannað við næm
ingum, hava sett dám á
Tá skúlin var við Getu
gjógv, vóru gudstænastur
nar í kirkjunum, sum eru í
økinum, ið skúlin fær næm
ingar frá. Skúlin vitjaði í
kirkjunum við Skålafjørdin,
á Eiði og í Klaksvík, um
framt í teimum í granna
lagnum. Hesi seinnu árini
hevur verið skift ímillum
kirkjurnar í Fuglafirði og í
Getu, sum báðar eru so
mikið stórar, at tær rúma
bæði teimum á studenta
skúlanum og handilsskúlan
um á Kambsdali
Aðrenn farið varð í kirkju
vóru tey á studentaskúlan
um í ítróttarhellini á
Kambsdali. Har hava tey
havt undirhald, síðani skúl-
in flutti frá Getugjógy og
inn á dalin. Hetta var sein
asta ferðin, tey vóru í ítrótt-
arhøllini, tí um alt gongur
sum tey roknað við, so verð-
ur høllin ella aulan, sum er
í gerð, liðug í summar-
frítíðini í 1998
Ríkt sang
og musikkliv
Tað er einki at taka seg aftur
í, at sangur og tónleikur eiga
nógv størri part í samkom
um í skúlunum, enn tey áttu
fyri einum ættarliði síðani
Orsøkirnar kunnu vera fleir
i, men tað er eyðsýnt, at
fruktirnar av arbeiðnum,
sum hevur verið gjørt í
musikkskúlunum tey sein
astu meiri enn tíggju årini,
vísa seg í, at nógv av unga
næmingum í Getu kirkju
fólkinum er væl fyri at
spæla og syngja. Og ein
onnur orsøk er, at undir
nýggju studentaskúlaskip-
anini eigur sangur og tón
leikur stórri rúm, enn undir
gomlu skipånini. Nú kunnu
næmingar velja tónleik
bæði á miðstigi og håstigi
Eyðun á Lakjuni er tón
leikalærari á Kambsdali, og
hann og næmingarnir settu
sín serliga dám á jólahaldið,
sum var fríggjadagin. Kórið
var mannað við umleið
hálvt hundrað sangarum
mannfólkini vóru ikki so
heilt fá — og framførslurnar
fleiri solosangarum
vóru á høgum staði, krydd
aðar við fjøltáttaðum und
irspæli
Jógvan Fríðriksson, prest
ur á Gjarðarnesi, hevur øll
árini undirvíst nakrar tímar
í skúlanum. Hann er fastur
fúsur at røda á jólahaldin-
um, og tað er álvarsama og
hugkveikjandi talan, sum
hann helt fríggjadagin, ið vit
prenta niðanfyri
við
Orðið á ranguni -
rangverga orðið
Oman úr teim høgu fjøll-
unum rennur áin. Vidhvørt
tykist hon at vera sovnað,
deyð burtur á síni endaleysu
ferð. Aðrar letur er ødrvisi,
tá hon rennur sum stríður
streymur. Hon floymir yvir
áarbakkan og tekur alt við
sær. Bilar, hús — alt hvert
um annað verður skolað
burtur, tí áin er vorðin ein
vatnflóð, ið skolar út um
merk og byrgingar
Eins og ein áarstreymur
floyma orðini inn yvir til
veru manna. Orð um orð,
og orð um tøgn Fátt er
feingi hjá fámæltum. Infor
matiónssamfelagið — um
heimur og alheimur á
skíggja. Flóðaldan skolar
yvir mannasinnið. Aldan, ið
tekur aldu við hond, floym
ur út yvir aldargamla rás og
kennir áarbakkan trongan
Slóðar sær rás, har víðari
ræsur í óavmarkaðari vídd
liggja sum ónomið land
Orðið hevur vunnið sær
hevd millum manna. Orðið
er nakað í sær sjálvum, og
vegna fær tað bestu
sømdir. Hitt talaða orðið var
rist inn í rúnir, høgt í klett
og skrivað á talvu. Prent
smidjur, bøkur og blød bera
tidindi, vitan og undirhald
Tøknin setti orðið í há
sætið, stenografi, telefon og
fax. Aður ókendar víddir
verða troyttar. Og við tøkni
á alheimsstigi nemur yngra
ættarliðið sær førleika. A
alheims miðum uttanfyri
landa- og sjómark verður
fiskað við tráðu, og tey, ið
vilja verða ivaleys kasta
nótina. Sjáldan ella kanska
ongantíð væntar fongur. Er
veiðan ikki nøktandi, slagið
ikki til vildar, innihaldið
ikki tað, ein søkti, so legg
út á ókenda dýpið enn eina
setu
Við hesum seinast nevnda
verða vit spakuliga bend inn
á orð sum innihald og virði.
Orð hava tað við sær, at tey
vidhvørt eru tóm, klingandi
bjølla. Orðloysingur verður
maður nevndur, ið nýtir orð
við ongum innihaldi — mað-
ur, ið ikki er orðhaldin. Tóm
tunna er sjáldan berari av
høgari góðsku.
Millum tey nógvu orðini
húsast vit. Vit eru gyrd í orð,
og tey tykjast týðum sum
ein ófrávíkilig fortreyt — til
verunnnar kor. Samskiftid
manna millum. Samskiftið
millum lond og þjóðir. Bæði
í viðurskiftum út- og inn
eftir eru orðini skapandi. Vit
samskifta og samstarva, og
samtalan er neyðug bæði
tess
millum fólk og tjóðir
Eisini sålarstødan verður
borin út á víðavang og
skoða. Sálin verður løgd á
borðið, og viðkvamar
kenslur koma út úr sínum
loynda króki. Kenslurnar,
hesin løgni og ul tíðir
undirmetti veruleikin
Sálarlívið, hitt dulda dýpið
av kærleika og sterkum
kenslum. Orðini venda
ranguna út á fólki, tað
minnir ikki sért um pátrúgv
og gand, tá farið var í
troyggju ella klædnaplagg,
ið var rangvørt
Tey seinnu árini er stórur
dentur lagdur á, at vit skulu
vera før fyri at seta orð á
tilveruna. Talan er um eima
frígerðing av orðum, har
frælsa orðavalið mangan er
mál í sjálvum sær. Málsliga
frígerðingin er bæði heppin
og óheppin. Tað hepna er,
at vit við orðum kunnu
koma veruleikanum nærri,
møguliga nærri einum
sannleika
Málsliga frígerðingin er
eisini óheppin, tí um orðini
eru mál í sjálvum sær, er
vandi fyri, at innihaldið
viknar. Tað royndist altíð
sum ein dygd at vanda sær
um orðini. Rákið í tíðini ber
tann vegin, at vit skulu seta
orð á kor og umstødur, seta
orð á tilveruna. Vit skulu
siga okkara hjartans mein-
ing. Møguliga verður í so
líti! dentur lagdur á hetta at
spyrja seg sjálvan, hvat ein
hevur at hava sína meining
í På
I øllum samskifti og til-
veru manna eru stólpar, sum
í sær sjálvum bera heildina
Ein slíkur stólpi er t.d. hug-
takið „sannleikin“. Navn-
orðið sannleikin ber alt tað,
sum satt er. Ella sagt á ann-
an hátt, sannleikin hvílir í
sær sjálvum. Lýsingarorðið
„sannur“ má berast av ein-
um stólpa. Orðið sannur er
í sær sjálvum uttan týdning,
so leingi tað stendur einsa-
malt. Fyrst tá orðið verður
hildið saman við einum
navnorði ella orði av navn
orðsvirði fær tað meining
og innihald. T.d. í setning-
inum: „Maðurin er sannur í
síni utsøgn”
Vert er at umhugsa, um
vit í málsligu frígerðingini
ikki kunnu læra nakað av
einfaldari filosofi. Mín á-
skoðan kann vera sonn, um
hon ikki er sannleikin. Mín
áskoðan tykist sonn, tá hon
er sonn fyri mær. Er so
fjøldin samd við mær, tykist
mín áskoðan so mikið sann-
ari. Um tað skuldi hent, at
mín áskoðan ikki longur er
sonn fyri mær, ja so er sann-
leikavirðið í åskodanini
viknandi
At halda, meina ella
trúgva eitthvert er ikki av
sær sjálvum tað sama sum,
at hetta er sannleikin, tí
sannleikin er sannur, sjálvt
um eingin trýr honum
Sannleikin er sannur í sjálv-
um sær
Hetta kunnu vit hóskandi
lýsa út frá søguni. Í øldir
varð tað hildið fyri „satt“,
at jørdin var fløt. Satt er, at
so varð hildið, men hetta
hevur ongantíð verið sann-
leikin um jørðina. Hon er í
sniði og skapi, sum hon
hevur verið.
Út frá skriftini er eitt ann-
að dómi væl kent. Tá Jesus
á sinni varð førdur fram fyri
Pilatus, komu hesir báðir at
tosa um sannleikan. Pilatus
ynskti at fáa svar uppá
spurningin, um nú Jesus
veruliga var ein kongur. Jes-
us svarar: „So er, sum tú
sigur, eg eri kongur. Til tess
eri eg føddur og til tess kom
eg í heimin, at eg skal vitna
um sannleikan; ein og hver,
sum er av sannleikanum,
hoyrir rødd mína“
Pilatus spyr tá Jesus
hendan djúpa klassíska
spurningin: „Hvat er sann-
leiki“. (Jóhannes 18,37f)
Vit sleppa hesum áhuga
verda spurninginum og
staðfesta, at hann, ið segði
seg at vera „sannleikan“
varð krossfestur fyri sína
utsøgn. Jesus varð dømdur
til deyða, tí fólkið metti, at
tala hansara ikki var „sønn“
Sannleikin varð krossfestur
Kristna trúgvin hevur
hildið fast við henda mót
setning, at sannleikin ikki
verður mettur sannur at
vera. Kristna trúgvin hevur
í skjótt tvey túsund ár
prædikad, at Jesus er sann-
leikin, sjålvt um fjøldin av
fólkinum hevdi aðra áskoð
an og rópti Krossfest
krossfest“
Eisini jólaevangeluð vísir
á sama fyribrigdið, hesa tví
støðuna millum tað at vera
og hetta at verða hildin fyri
at vera: „Hann kom til sítt
egna, og hansara egnu tóku
ikki ímóti honum. — Men so
mongum, sum tóku ímóti
honum, teimum gav hann
mátt til at verða Guðs børn,
teimum, sum trúgva á navn
hansara“. (Jóhannes 1,11f)
Um jólagestin kundu vit
hugleitt og vidgjørt meira
gjølla spurningin: Er Jesus
„sannleikin“ ella bara
„sannur“ fyri trúgvandi? Er
hann sannleikin fult og
heilt? Ella er tala hansara
bara sonn fyri tey, ið
trúgva?
Ella er tað so, sum sungið
verður
„Guð er Guð, um land alt
legðist Oy Mo,
Gud er Gud, um menn-
iskjan øll doyði“