leygardagur 29. november 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
35
Flest øll kenna belgiska
høvuðsstaðin sum heimið hjá
Evropasamveldinum. Orsøkin
til tess, er, at høvuðskontórið
hjá ES Tinginum, ES-Ráðnum
og ES-Nevndini eru í Brússel.
Hetta merkist eisini, tá ið ein
kemur til býin. Risa stórir
bygningar liggja runt um
kring, flott hotell síggjast við
fløggum frá limalondunum
uttanfyri. Eisini leggur ein til
merkis bilmerki, ið sjáldan eru
at síggja heima hjá okkum,
umframt at flest allir menn og
allar kvinnur eru í dýrum
jakkasettum, blankum skóm og
dokumentmappum. Tó, so er
Evropasamveldið ikki tað
einasta, ið ein festir minnið
við, eftir at hava verið í
Brússel.
Fyrst av øllum er tað ikki
nógva staðni í heiminum, at alt
alment, so sum bygningar,
umráði og vegir verða merkti á
tveimum málum. Í Brússel,
sum einasti býur í Belgia, er
tað lóggivið at nýta bæði
franskt og flamskt. Hetta hevur
tískil við sær, at alt alment
hevur tvey nøvn og eru flest
allir íbúgvar, vaksin sum børn,
før fyri at skifta ímillum hesi
bæði ymisku málini, uttan
stórvegis trupulleikar. Um-
framt at vera vertur fyri
Evropasamveldið og hava tvey
almenn mál, eru eisini nógvir
tilflytarar frá Norður Afrika,
Turkalandi, Miðjararhavslond-
unum og fyrrverandi hjálond-
um hjá Belgia. Hetta hevur við
sær, at Brússel er ein tann
mest altjóði býurin í heiminum
– fullur av ymiskum mentan-
um og siðum.
Viðvíkjandi gomlum bygn-
ingum, fornminnissøvnum og
øðrum, er Brússel ein tann
mest áhugaverdi býurin í
Evropa. Miðbýurin, ið verður
róptur "Le Grand-Place", er
upprunaliga frá 1200-talinum
og bleiv nýttur sum ein
marknaður, har ið møguleiki
var at keypa breyð, kjøt og
klæði. Í 1500 talinum bleiv
kommunuhúsið, Hôtel de
Ville, reist á staðnum. Tíverri
er einans ein partur av Hôtel
de Ville at síggja í dag, eftir at
Frakland bumbaði mest sum
allan býin í 1695. Gjøgnum
tíðuna er Grand-Place vorðið
nýtt til mangt og hvat, so sum
miðdepil fyri átrúnaðarligum
tiltøkum í 1500-talinum, tá ið
katolikkar royndu at niður-
leggja protestantar. Nu á
døgum eru vanliga ymiskir
marknaðir at síggja har, til
dømis í desember verður
Grand-Place nýttur sum ein
jólamarknaður, har bæði
matur, jólaprýði og annað fæst
til keyps. Annað áhugavert, ið
er at síggja á Grand-Place, eru
til dømis Maison du Roi frá
síðst í 1800-talinum og Musée
De La Ville De Bruxelles, ið
fevnir um gamla og nýggja
list.
Eisini er nakað í Brússel, ið
aldeilis ikki er at síggja heima
á klettunum, nevnliga tað
sokallaða "Read District
Light". Tað er umráðið, har
skøkjulevnaður er mest at
síggja. Skøkjulevnaður er
sjálvandi ikki nakað óvanligt
at síggja í høvuðsstøðum runt í
Evropa. Tað sermerkta við
Brússel í hesum førinum, er, at
konufólkini standa nakin til
útstillingar í vindeygum.
Umframt mangt annað
áhugavert og "minni áhuga-
vert", ið vit tíverri ikki hava
stundir at nevna í hesum
teldbrævi, er býurin kendur
fyri tey góðu og mongu
matstøðini, caféir, náttarlívið,
klædnahandlar, sunnudags-
marknaðir, sukurlata, vín, ost,
øl og annað.
Tíverri kann ikki umgang-
ast, at fólk leggja til merkis
gamlar bygningar, vegir og
annað, ið ikki eru viðlíka-
hildnir runt um í Brússel.
Hetta er nakað, ið sjálvandi
ger býin minni vakran, men tó
ikki minni áhugaverdan.
Brússel – høvuðsstaðurin í Evropa
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Gudny Langgaard, gudny78@msn.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Fróði Holm Knudsen,
journalistur á BT
Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri?
– Ja, klaveri.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Nei.
Syngur tú undir brúsuni?
– Ja, millum annað.
Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast
tónleikari?
– Ja, tað býr ein Barbara Streisand djúpt
inni í mær, hehe...
Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?
– Alt. Eg kann til dømis ikki hava ein
sjeik, sum hevur ein heilt annan smak,
enn eg havi.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur
tú?
– No idea, men nógvar.
Hvat er tín yndisfløga?
– »Guilty« vid Barbaru Streisand og
Barry Gibb. Suverent besta
poppalbummið nakrantíð!
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú
so fekst pengar afturfyri?
– Gudiligar fløgur generelt. Eg vil heldur
í fongsul enn at eiga sovorðið.
Hvør sangur skuldi ongantíð verið
skrivaður?
– Ymiskir homofobiskir reggae-sangir frá
Jamaica!
Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú
eigur?
– Sissel Kyrkjebø (sjálvt um hon sum
persónur er øgiliga fitt!).
Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi
sungið karaoke?
– »Beautiful« hjá Christina Aguilera.
Hvat er tann besti tónleikurin til eitt
hugnaligt kvøld?
– »Malan« við Maluni Eyðunsdóttir.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Beint áðrenn eg fari heim úr býnum
sunnumorgun, vil eg hoyra »Slow« við
Kylie Minogue.
Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?
– Gudiligur tónleikur.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »Music« vid Madonnu.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú
minnist teg dáma?
– Nú spyrt tú so nær...
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »Never Give Up« hjá Barbaru
Streisand.
Hvat er tann besta konsertin, sum tú
hevur verið til?
– Madonna.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt?
– Madonnu.
100 Tórshavn - Tlf. 313442
Stjóri til P/F Fjarhitafelagið
Í sambandi við at stjórin í P/F Fjarhitafelagnum leggur frá sær vegna aldur,
verður við hesum lýst eftir nýggjum stjóra.
Hetta er áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum og uppgávum
fyri framman.
Stjórin í P/F Fjarhitafelagnum hevur um hendi dagligu leiðsluni av felagnum
og skal saman við starvsfólkunum skipa fyri nýgerð og rakstri umframt dagligu
fyrisitingini. Somuleiðis skal stjórin taka lut á nevndarfundum sum skrivari og
annars samstarva við formann felagsins.
Førleikakrøv
Tann, ið søkir starvið sum stjóri í P/F Fjarhitafelagnum, skal hava
•
útbúgving sum verkfrøðingur ella aðra líknandi útbúgving
•
leiðsluroyndir
•
góð samstarvsevni
Fyrimunur er,um umsøkjari áður hevur arbeitt við fjarhita og fjarhitaskipanum.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og/ella
avtalu partanna millum.
Umsókn
Skrivlig umsókn við CV, arbeiðsváttanum, prógvum og møguligum viðmælum
skal verða P/F Fjarhitafelagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2003.
Starvið er ætlað til setan: 1. mars 2004
Umsóknir skulu stílast til :
P/F Fjarhitafelagið
Att. Beate L. Samuelsen, formaður
Postboks 3215
FO 110 Tórshavn
Viðmerkt: Stjórastarv
P/F Fjarhitafelagið er felag, stovnað av Tórshavnar Kommunu og SEV í 1988. Endamál
felagsins er at veita fjarhita í Tórshavnar Kommunu og at gagnnýta avlopshitan frá
Kommunalu Brennistøðini á Hjalla og elverkinum á Sundi.Í løtuni hevur Fjarhitafelagið 450
brúkarar.Í felagnum starvast 5 fólk.Nettosølan er 3,6 mió.kr.árliga.
P/F Fjarhitafelagið
Tinghúsvegur 15
Postboks 3215
110 Tórshavn
Søkt verður eftir
dagrøktarum
til Dagrøktarskipanina
í Hósvíkar kommunu.
At byrja 2. januar 2004
Søkt verður eftur dagrøktarum at ansa børnum frá
0 til 10 ár.
Umsøkjarin skal vera vanur við børn, og somuleiðis
hava hegni og áhuga í at menna børnini í spæli og
álvara, bæði innan- og uttandura.
Krøv:
Tað verður kravt at umsøkjarin hevur góðar
umstøður innandura og hevur girðing uttandura so
børnini kunnu spæla í tryggum umstøðum.
Umsóknarfreist:
12. desember 2003.
Skrivlig umsókn verður at senda til
Dagrøktarskipanin í Hósvík
Rættarvegur 10 · 420 Hósvík
Frá Leirvíkar
Arbeiðsmannafelag
Eykaaðalfundur verður í hølum felagsins
11. desember 2003, kl. 19.00.
Dagsskrá. Limagjaldið 2004.
Nevndin
Mikines plakatir
Nakrar vakrar Mikines plakatir – Toftavatn, Kirkja
– til sølu.
Tlf. 456529 · 756529
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
35
34