Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 11 10 Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 Danski sosialstaturin undir broyting SAMLEIKI Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com "Tað nationala verður hertikið av ekstremistum, um tey moderatu setast aftur" Øyvind Østerud 1994 Tjóðskaparlig symbol rúma og umboða tankan um ein tjóðskaparligan felagsskap. Hesi symbol eru sum so fyri øll fólk í landinum og taka ikki hædd fyri stættarmuni. Slík symbol eru eisini við til at legitimera ein stat ella eina tjóð í mun til umheimin. Ríkisvápn, flagg, konga- familjan, grundlógin, tjóðsangur, pass, peningur, frímerki, mál, sangir, søga, mytur, landsløg, alt er ein partur av teim almennu symbolunum í Danmark. Hesi avmarka statir í mun til aðrar statir, tí sjálvt um allir statir brúka national symbol, hoyrir tað til at síggja hesi sum serstøk fyri tað einstaka landið. At búgva í eini tjóð merkir vanliga ikki bert at hava lógar- fest rættindi, so sum t.d. ríkis- borgaraskap ella eitt pass. At vera ein partur av eini tjóð er sum at vera partur av einum symbolskum felagsskapi, ið skapar ella verjir nakrar mentan- arligar hugsjónir. Nógv halda, at tjóðskaparlig symbol eru fram- komin fyri nógvum áðrum síðani sum ein natúrligur partur av fólksligu tulkingini av søguligu mentanini, men soleiðis er tað nærum ongantíð; hetta er bert ein tulking av nationala symbolikkinum. Tjóðskaparlig symbol byrjaðu at koma fram í seinnu helvt av 1700-talinum, har tankin um nationalstatin og tankin um ein nationalan felags- skap millum fólk gjørdist ein statsberandi faktorur. Til hesa hugsan varð knýttur tankin um, at øll vóru fødd sum eins nógv verd. Felagsskapskenslan kom fram á ymiskar mátar, serliga sjónskt gjøgnum tjóðskaparligan symbolikk, ið umfatar skjaldar- merki, sangir, flag, lógir, minnis- merki, landskap, mytologiskar hendingar og mangt annað. Í hesi myndverð sóu vit nationala felagsskapin vaksa fram. Serliga gjøgnum Fólkaskúlan varð hesin hugaheimur spjaddur út í hvønn krók í Danska Ríkinum, eisini til Føroyar, har børn lærdu um Holger Danske, um Jellinge- stenen og um Chr. IV. National symbol skuldu sjóða fólkið saman. Ein sterk kensluborin nationalisma merkir eisini, at tey kúgaðu og t.d. etniskir minni- lutabólkar vóru hildnir niðri og nærum livdu í trældómi, og vóru blendað inn í tjóðskaparliga sementblanding. Vit sóu so etniska minnilutar sum íslend- ingar, føroyingar og seinni grøn- lendingar vilja gera av við hesa valdsjavnvág og tað fyrsta, ið gjørt varð var at sleppa sær av við Ríkisins symbol, men enn vilja bæði føroyingar og grøn- lendingar varðveita sambandið til Kongahúsið, ið er eitt tað størsta og mest savnandi symbolið í dag fyri Danska Statin. Nationalisering og symbolbardagi "Én er Fader for os her! vi har fælles Moder: Danmark er vor Moder kær Danmarks Søn vor Broder" Ingemann "Dannevang" 1817 Nationaliseringin og symbolbar- dagin varð ikki vunnin allar staðir í danska samfelagnum, t.d. var tað ikki so lætt yvir fyri trúgvandi fólki at fáa hesi at góðtaka nýggj symbol, hesi høvdu longu ein annan symbolik, t.d. krossar, dúgvur, jesusmyndir, Jomfrú Mariu o.s.fv. Enn í dag síggja vit, allar verðsligar (sekulerar) statir og einaræðisstatir brúka tjóðskapar- lig symbol, men lond har, stýrið fær sín legitimitet frá eini religión ikki brúka hesi symbol. Júst hetta er áhugavert og prógvar á ein hátt modernistisku grundhugsanina hjá Benedict Anderson og Ernest Gellner, sum m.a. sigur at nationalisman oftani er skapt millum útisetar í eini tíð, har vanligu savnandi faktorarnir sum trúgv, regionalur samleiki, kongavald og politiskar skipanir broyttust. Nationalisman er eitt svar uppá modernitetin og ídnaðarkollveltingina. Hesin savnandi faktorur kom í tøkum tíma, og hesin skapti felags- skapur kom tí at fáa stóran týdning sum ein altulking av lívinum í nationalstatinum. Moder Danmark eitt symbol Í Danmark kom "Moder Dan- mark" sum symbol fram fyri 150 árum síðani. Hetta sama er hent í nógvum nationalstatum í Europa um sama mundi. Vit síggja hetta symbol frá Ingemann, Grundtvig (hann tosaði um Móður Dan- mark sum eina nornu), Blicher ("Brødre og Søstre/ ved Danne- moders Bryster"), Oehlen- schläger ("Danmark er min anden Moder"), Pontoppidan (..en røvet datter, dybt begrædt/ er komen frelst tilbage!/ (...) Hil dig, vor Moders øjesten (...)) og til danskar fótbóltssangir frá nýggjari tíð ((meiri smaksleyst) "Moder Danmark elsker alle drenge der kan knalde, bolden ud til verdens skue som en lille ny havfrue"). Vit koma at hugsa um hugtakið um "skjoldmøen", ið bæði kundi vera ein kvinnu- ligur vetrarsvimjari, ella ein sterk og djørv kvinna. Vert er eisini at hugsa um søgnina um Tyru Danebod. Slík donsk symbol sum Moder Danmark hava sum t.d. flaggið sína søgu, men áhugavert at at síggja, at Moder Danmark hevur sínar systrar í Norðurlondum, bæði í Noreg og í Svøríki. Serliga fekk modernaða ímyndin um Moder Danmark stóran týdning tí Danmark varð hótt av Týsklandi bæði í 1848 og í 1864. Trúgvandi hava ikki í sama mun havt brúk fyri tjóðskapar- ligum symbolum, hetta kom bæði av at tey høvdu síni egnu, og at tey ikki høvdu somu kensluna av, at samfelagið var við at skrædna. Modernitetur er ein hóttan til allar eindarment- anir, kristnar sum modernaðar tjóðskaparligar. Hetta merkir ikki beinleiðis, at tey modernaðu kristnu liva í einum anti- modernaðum ella pre-modernað- um støði, tí teirra symbolbardagi er mangan eins refleksivt modernaður sum hann hjá eitt nú tjóðskaparrørslum. Í Danmark er nærum eingin bardagi longur millum trúgv og sekulera mentan, annað enn hann sum t.d. Søren Krarup roynir at halda á við. At knýta fortíð og nútíð saman Inge Adriansen skrivar í bókini: "Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000" frá 2003, at national symbol mangan hálova einari stórari og ljómandi fortíð og royna at skapa eina væntaða eydnuríka framtíð fyri tjóðina. Hesi symbol knýta eina meiri abstrakta kenslu av tjóð- skaparligum samleika til okkurt meiri konkret. Hetta verður gjørt við myndum, sum kunnu binda tað individuella saman við tí kollektiva. Adriansen vísir á, at slík symbol lova ein søguligan kontinuitet, ið roynir at fáa fortíð, nútíð og framtíð at møtast. National symbol, sigur hon, eru við til at geva innihald í tilveruna og skapar bæði persónliga og samfelagssam- leikan hjá nógvum fólki. National symbol eru kollektiv savnandi "merki", ið ikki altíð er tað sama sum staturin. Politiskt snildi Tað er kent, at staturin er ein politisk konstruktión, meðan tjóðin er ein mentunarlig kon- struktión. Nationalismugransk- arar sum Kohn, Gellner og Hobsbawm meina, at tjóðskapar- rørslur í teim flestu europeisku londunum hava roynt at savna hugtøkini "statur" og "tjóð" og at "nationalisera" etniskar bólkar. Lætt er at síggja í øllum hesum, at national symbol hava verið og eru hent í hesum høpi. Politiskir flokkar hava brúkt og barst um at brúka nationalan symbolik. Fasistar, nazistar og kommunistar hava t.d. eisini í danskari søgu havt egin symbol. Í 30-unum hevði DNSAP, danska nazista- flokkurin t.d. fyri at brúka kend donsk symbol sum steinvarðar við svastikarakrossinum aftan fyri. Tað var Julian Benda, ið tók til, at bardagin í modernaðu mentanini, er bardagin millum t.d. politiskar, kristnar og tjóð- skaparligar rørslur og at hesin bardagin snýr seg um at kolonialisera kenslurnar hjá fólkinum. Einki er meiri væl- egnað til politiska manipulatión enn national symbol. Hetta ger at nationalismugranskarar mangan vilja leggja sjógv millum seg og hesi symbol. Men møguligt er, at vit noyðast at læra okkum at síggja, at vit liva enn fyri ein stóran part í einum heimi, har tað at vilja vera ella gerast ein partur av einum felagsskapi er ein stórur menniskjaligur tørvur. Nationalisman vil »skapa« tjóðskaparligar myndir og súmbol, ið síðani vera søgd at vera upprunalig og at stava úr fortíðini. Mest umráðandi fyri nationalismuna er, at tað er tað mest upprunaliga, tað elsta og tað reina, ið skal setast í hásæti. Slík tjóðarbygging er national- romantisk og vil siga okkum, at øll mentan er statisk: »Soleiðis hevur tað altíð verið!« Sjálvt um tjóðskaparligu ikonini nýliga eru tikin úr fortíðini og hava fingið heilt aðra merking, ið er at um- boða tað sermerkta við einum landi. Norski antropologurin Thomas Hylland Eriksen sigur, at fólk, ið liva við fjølmiðlunum og nærum ikki gera annað, enda við at missa teirra sjálvsfatan. Vansin er, at fólk kunnu enda við at spæla seg sjálvi sum ein leiklut og at skilja seg sjálvi sum fjøl- miðlar og umboða ein samleika. Hetta sama ger seg kanska gald- andi fyri tjóðir, har tjóðskaparlig nalvaskoðan er høvuðsítrótt. Serliga hart leikar á, tá mentanarliga semjan og tjóðin eru fyri hóttan. Tað, ið national- istisk tjóðarbygging ikki hevur, er tolsemi ella rúm, rúm fyri at tað finnast fleiri virði. Serliga eru tað minnilutarnir, ið kenna sviðan av vantandi tolsemi. Nær er ein t. d. dani? Er tað tá ein tosar danskt, hevur eina danska dialekt, er danskur ríkisborgari, er tað tá ein er hvítur og kristin (ið Søren Krarup meiri ella minni meinar). Hin kulturradi- kali sigur: vit eru øll menniskju, um vit so eru svørt ella hvít, kristin ella muslimar, tí vit hava øll dreymar um frælsi og vilja liva okkara lív á hesi jørð. Donsk symbol og virði Danska klassaskipanin hevur verið sera sterk, men har eru hendar stórar broytingar. Longu Stauning hevði tann dreym at fáa hvørjari danskari familju egin hús. Hetta hevur verið aðalmálið hjá donskum javnaðarmonnum, og gjørdist longu í sekstiárunum og sjeytiárunum veruleiki, har danir bert í sekstiarunum bygdu 900 kilomterar av sethúsavegi. Hetta fekk longu tá tey vinstra- vendu, tey frá 1968 og triðju bylgjuna av mentanarradikal- ismuni at finnast harðliga at hesum lívihátti. Hvørji eru donsk virð, og hvussu vilja danir umboða seg sjálvar? Ein partur vil hava, at tey virði, ið umboðast, skulu sum verandi »veruliga« donsk, er t.d. gardar, Tivoli, Drotningin, bóndagarðar, Amalienborg, Den Lille Havfrue o.s.fr. Meðan onnur halda, at hesar turistsymbol umboða líka so lítið tjóðina sum Christiania, Bang og Olufsen, LEGO, Den Sorte Diamant og Søren Kierkegaard. Í stóra verkinum »Represent- ing the Nation "Histories, Heritage and Museums" greiða kendir granskarar frá ástøði aftan fyri tað at umboða eina tjóð. Tað er torført at umseta traditiónir og mentan, og at umboða fortíðina er heldur lættari enn at vilja umboða nútíðar mentan, men eisini fortíðin skal finnast. Tað er als ikki hvørsmansføri at umboða eina tjóð í tann mun, tað letur seg gera. Tað finnast nógvar fláir og nógv virði, og henda grein er ein roynd at vísa á hetta. Inge Adriansen: »Nationale symboler i Det Danske Rige 1830- 2000«. 2 bd. 2003 Søren Krarup: »Det moderne sammenbrud 1789-1984«. Gyldendal, 1984. David Boswell og Jessica Ewans (red.): »Representing the Nation Ð Histories, Heritage and Museums. A Reader«. Routledge, 1999. Nationalism. Red. John Hutchingson & Anthony D. Smith (Greinasavn við m.a. Ernest Gellner, Anthony Giddens, Eric Hobsbawm, Benedict Anderson, Hans Kohn, Anthony D. Smith). 1994 Øyvind Østerud: »Hva er nasjonalisme«. 1994. Danski sosialstaturin undir broyting Donsk ósemja um virði og samleika í dag. Fimti partur. Enn vilja bæði føroyingar og grønlendingar varðveita sambandið til Kongahúsið, ið er eitt tað størsta og mest savnandi symbolið í dag fyri Danska Statin Trúgvandi hava ikki í sama mun havt brúk fyri tjóðskaparligum symbolum, hetta kom bæði av at tey høvdu síni egnu, og at tey ikki høvdu somu kensluna av, at samfelagið var við at skrædn C M Y K 33 32