Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 FERÐAFRÁSØGN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Wellington, Ný Sæland: Ný Sæland er býtt upp í tvær oyggjar. Norðuroyggin og Suður- oyggin. Tveir teir størstu býirnir, høvuðsstaðurin Wellington og Auckland, sum er tann størsti við sínum 1,3 milliónum íbúgvum, liggja báðir á Norðuroynni. Felags fyri báðar oyggjarnar er tað vakra landslagið.. At koma frá Aucklandi til Wellington er ongin trupulleiki. Um ein vil koma skjótt fram, so tekur tað ein tíma at flúgva. Men um ein vil síggja landið og oynna, so er biltúrurin eitt satt upplivilsi. "Hot-pools" Tað tekur úti við átta tímar at koyra úr Aucklandi til Welling- ton. Men um ein steðgar á vegnum nakrar ferðir, so er tað als ikki strævið. Og tað eru mong vøkur støð á vegnum. Millum annað hot-pools frítíðarstaðið í Tapou. Tað er einastandandi vakurt at síggja niður yvir býin, tá ein kemur koyrandi. Í Taupo ber til at svimja í heitum vatni, sum er heitt av nátúr. Og hvat land kemur einum til hugs, tá ein er úr Skandinavia, tá ein hoyrir um náttúrliga heitt vatn? Við Taupo er eitt sera stórt vatn. Tað er so stórt, at um ein ikki veit av tí, so heldur ein, at tað er hav. Men tað er altso Lake Taupo. Eitt sokallað "Crater- Lake". Crater er sjálv holan í einum gosfjalli. Søgan handan Lake Taupo er, at tað einaferð var eitt stórt gos- fjall har, ið vatnið liggur, sum sprongdist. Hetta gosfjallið var til ta tíð tað hægsta fjallið í landinum, men tað hvarv sum sagt, og í dag er Mount Cook við sínum góðu 4.000 metrum tað hægsta. Tapou er eitt frítíðarstað, har mong ferðafólk vitja. Og mong, sum koyra, nýta høvi til at steðga á eina løtu í Taupo fyri at taka sær av løttum í teimum heitu hyljunum. Og tað er ikki sørt, at hugurin leitar til Íslands, tá ein situr í einum teimum av náttúrunnar hond heitu hyljunum. Munurin er tó umhvørvið rundanum. Har eru pálmar og trø av alskyns sløgum. Oyðimørk Eftir Tapou er aftur ein langur biltúrur gjøgnum avbera vakurt landslag, har býir og smáar landsbygdir liggja framvið. Flest øll staðarnøvnini eru á Maori máli, og tað kann gera tað trupult at lesa kortið og minnast nøvnini. Men vøkur eru tey og hugtakandi. Mitt í øllum varnast ein, at ein er langt uppi í fjøllunum og koyrir. So líðandi fer man hægri og hægri upp, uttan at ein í veruleikanum varnast tað. Men tað verður kaldari av fjallaluftini, og framvið liggja stór øki við trøum, sum verða nýtt til ídnað. So skiftir landsslagið aftur. Frá tí vøkru náttúruni koyrir ein inn í nakað, sum minnir eina mest um oyðimørk. Tó munurin er, at tað er ikki sandur, men steindeytt øki, har so gott sum onki uttan illgras grør. Fjart burturi sær ein trý høg fjøll, Mount Tongariro (1.968 m), Mount Ngauruhoe (2.291 m) og gosfjallið Mount Ruapehu ( 2.797 m), sum seinast goysti miðskeiðis í nítiárunum. Kavi liggur í fjallatoppunum, og kuldin er ikki at taka feil av. Allastaðni fram við vegnum standa skelti, har tað verður ávarað móti at koyra ov skjótt, og at tað kann vera hált um veturin. Her kann eisini leggjast afturat, at hesin landsvegur, sum liggur á yvir 1.000 metra hædd, tá hann er hægstur, mangan er stongdur um veturin. Hesin vegur eitur av góðum grundum Desert Road, og livir hann so sanniliga upp til sítt heiti. Tað er rættuliga rotið at koyra eftir honum, tí onki er at síggja á einum teini upp á 65 km. Aftur til paradís So líðandi koma vøkru lands- løgini fram aftur, tá ein kemur oman av Desert Road. Tað er hugtakandi at kunna hyggja so langt sum eygað ber og bara síggja landslag og vakurleika rundan um seg. Havið kemur ikki fram aftur fyrr enn ein góðan tíma áðrenn høvuðsstaðin Wellington. Inn á motorvegin, og áðrenn ein veit av, koyrir ein framvið skeltinum við býarnavninum á. Ein langur, men sera hugtakandi biltúrur er komin at enda. Og niðurstøðan er uttan nakran iva hon, at Desert Road undan- tikin, so má Ný Sæland sigast at vera eitt paradís á jørð. Ný Sæland er eitt avbera vakurt land. Tess fjølbroytni ger, at ferðafólk óansæð hvar tey koma frá, kunnu samanbera tað við okkurt kent. Grøna landslagið, fjøllini, støðini og býirnir blandað saman við pálmunum og øðrum forkunnugum træsløgum og einum nærum tropiskum veðurlagi, so er ikki ov nógv sagt, at hetta má vera paradís á jørð Paradís á jørð Taupo er við sínum góða veðurlagi og sínari avbera hugtakandi náttúru vorðið til eitt satt frítíðarpláss á norðuroynni í Ný Sælandi, sum hugtekur eitt og hvørt ferðafólk, sum neyvan fer úr Taupo uttan at vitja "hot-poolarnar" Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 9 ÚTVARP OG TUNLAR Victoria Absalonsen Mánadagur er, eg eri liðug við skúlan og skundi mær norður til Viðareiðis til børnini, sum ótolin bíða. Hvussu skal eg stytta mær stundir á veg úr Havnini til Leirvíkar, hugsi eg, sum eg seti meg inn í bilin. Seti eina fløgu í fløguspæl- aran, men sløkki skjótt. Hon hevur sjangrað nú í skjótt tveir mánaðar, og eg orki hana ikki meiri. Rás 2, hugsi eg so, og seti meg væl til rættis at lurta; men ak og ve, har er bert tónleikur. Eg tími ikki at lurta eftir honum og seti á Útvarp Føroya. Teir hava ofta góðar og áhugaverdar sendingar mitt á degi. Sera, sera spennandi Jú mín sann, eydnan er við mær, endi mitt inni í sendingini hjá Gunnari Nolsøe; ein spurnar- kapping, sum fyri summarfrí- tíðina var ímillum okkara politikarar, men nú er hon ímill- um tíðindafólk. Í dag eru tað starvsfólkini á Dimmalætting og í sjónvarpin- um, ið kappast. Sendingin er byrjað, men eg blívi beinanvegin spent. Minnist frá seinast, hvussu stuttlig sendingin plagar at vera. Tey á Dimmalætting eru við undirlutan, og sjónvarpsmenninir eru, sum vera man, spentir. - So eru vit komin til seinasta spurning, áðrenn teir skjóttsøgdu spurningarnar. Har er møguleiki at velja millum eina sangkapping ella ein tungvektara, sum er ein SERA, SERA, SERA stór av- bjóðing, sigur Gunnar Nolsøe, við eini rødd, sum ger avbjóð- ingina enn meiri spennandi. Hesin parturin av sendingini plagar at vera stuttligur, hugsi eg, men so rennir mær í huga, hvussu "tómir" okkara politikarar vóru. Ræðuskítar og Kaj Leo Eg lurtaði eftir næstan hvørji einastu sending, men ongantíð eydnaðist mær at hoyra, hvat henda vælsignaða avbjóðing gekk út uppá, tí ongin teirra hevði mót upp á hesa avbjóðing... uttan Kaj Leo. Men hann ljóðar nú altíð, sum hevur hann hug at bjóða allari verðini av. Júst ta sendingina, tá hann var við, eydnaðist mær tíverri ikki at hoyra. Men at allir hinir kundu vera tað bekentir!!! Eg skal ikki her koma nærri inn á, hvat tað var, sum fekk meg at hugsa um teir. Men aftur til sendingina. Sum eg skilji á lagnum, er hon broytt nú, tí nú hava teir tríggjar møguleikar, tungvektaran, sang- kappingina og so nakað nýtt, ið er at seta yvirskrift á eina søgu, sum verður lisin fyri teimum. Søgan, sum sjónvarpsmann- ingin fær, er um ein, sum í bili mitt í rundkoyringini á ringveg- num í Havn fær eygað á eina eldri konu, ið stendur við stavinum og bukar ein ungan drong. Maðurin í bilinum leypur út, men fær ikki tíð at umráða seg, fyrrenn drongurin er lopin av stað við orðunum: "Hon er pillsvøk, eg spurdi bara, um hon hevði eina sigarett!" "Tú skalt ikki tosa um mítt korsett!" sigur konan, meðan hon blívur við at veipa við stavinum. Líkvognurin í tunlinum Sjónvarpsmenninir koma við fleiri uppskotum til yvirskrift, fleiri eru skemtilig, men "biiiib" - nú eri eg komin til Kaldbaks- tunnilin og má velja ímillum at hoyra sendingina ella klára Dúgvuna, Ternuna ella hvør tað nú man vera, sum siglir har í dag. Við ringum tannabiti fari eg inn í tunnilin, meðan sjónvarps- maðurin sigur: "Gomul kona... Eg skundi mær tað, eg kann, tí eg vil so fegin hoyra endan á hesi skemtiligu yvirskrift. Men ikki eri eg komin langt, fyrrenn eg komi at koyra aftaná einum bili, har førarin allarhelst plagar at koyra líkbil. Av tí, at eg einaferð HAVI gjørt tað lort, tá eg var ov sein til eina jarðarferð í Árnafirði og floytaði eftir líkbilinum inni í tunlinum, velji eg at bíta ótolnið í meg. Hví í víðu verð, líkbilurin var ov seinur til jarðarferðina, er so ein annar spurningur. Tá vit langt um leingi koma út Kollfjarðarmegin, hoyri eg endan á yvirskriftini "...koppaði í ánna". 5 tunlar og eingin antenna Forvitni og argilsi fáa meg at hugsa um, hví í víðu verð antennur ikki eru í tunlunum. Hvønn dag koyri eg gjøgnum fimm tunlar, tvær ferðir um dagin. Og tað skal ikki gretta, at tá tað er allarbest, so er ein av teimum fimm fyri framman. Útvarpsgjaldið er í sjálvum sær væl givnir pengar, um eg fekk nakra gleði av teimum, tí at ÚF hevur góðar og fjølbroyttar sendingar. Men tá ið møguleikin at lurta eftir útvarpinum er størstur, meðan eg koyri, kann argilsi skjótt standast av tí. Tí ikki er tað bert í tunlunum, at tað ikki eru hoyrilíkindi. Tá koyrt verður, er signalið ofta veikt og tað, sum sent verður, kemur inn í brotum. Eftir situr so lurtarin og "kundin" við stóru uppgávuni at seta hesi góðu brot saman og við spurninginum: Hví skalt tú noyðast at gjalda fyri nakað, tú í veruleikanum ikki fært fulla nyttu av? Tunlar til føði – ella møði Tunlar eru góðir, tað er so púra vist. Men tá ein tunnil er fyri framman, júst tá ið tað, eg lurti eftir í útvarpinum, er allarmest spennandi - tá ynski eg tunlar har, sum piparið grør ..."biiiib" - nú eri eg komin til Kaldbakstunnilin og má velja ímillum at hoyra sendingina ella klára Dúgvuna, Ternuna ella hvør tað nú man vera, sum siglir har í dag Mynd: Bárður Lydersen C M Y K 31 30