leygardagur 29. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003
Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003
7
FYRITØKA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyri flest allar føroyingar hevur
fyritøkan P/F Valdemar Lützen
altíð verið til, hon er nevniliga
ein av teimum elstu í landinum.
Fyritøkan er stovnað fyri næstan
hundrað árum síðan, í 1904, og
verður sostatt 100 ár í desember
2004.
P/F Valdemar Lützen er kend
sum ein ógvuliga stabil fyritøka.
Fyri uttanfyristandandi hevur tað
sæð út, sum at fyritøkan ikki
letur seg ávirka av góðum ella
ringum tíðum.
Kul, koks, Brænde
Valdemar Lützen var føddur í
Havn 8. oktober 1878. Valdemar
og bróðurin Herluf Lützen,
arbeiddu báðir í fyritøkuni hjá
pápanum, Jacob Lützen, sum
hevði handil við Áarvegin og eitt
fiskabollavirki í gomlu
fabrikkini hjá Østrøm úti í
Rættará. Tá pápin legði frá sær,
yvirtók Herluf handilin við
Áarvegin, handilin sum vit
kendu undir navninum Jacob
Lützen, yvir av Hotel Hafnia.
Jacob Lützen var sonur A.C.
Lützen, ið var tann fyrsti Lützen
í Føroyum.
Valdemar yvirtók virkið í
Rættará og stovnar sína egnu
fyritøku í 1904, har hann m.a.
seldi byggitilfar og kol. Hann
keypti eisini skip, sum sigldu við
farmi til handilsvirkið, umframt
aðra frakt til Føroya úr útlond-
um. Fyrsta skipið hjá Valdemar
Lützen var "Forældersminde",
sum hann keypti úr Danmark.
Seinni læt hann skonnartina
"Sjeysystrar" byggja, sum sigldi
við frakt millum lond. Eisini
hevði hann lossijaktina
"Diddan", sum sigldi við farmi
millum oyggjarnar og út til størri
farmaskip, sum ikki kundu
leggja til bryggju.
Umleið 1930 víðkaði Valde-
mar fyritøkuna við at stovna eitt
frystivirki í Rættará, serliga
ætlað fiskiførum sum fóru á
ísfisk. Saman við Niels Nielsen
(Niels í Heiðunum), keypti
Valdemar sandbátin "Slúkur".
Niels førdi bátin, sum legði
sandin upp í Rættará.
1. mars 1911 gjørdi Valdemar
Lützen sáttmála við nakrar
jarðaeigarar á vestara armi á
Skálafjørðinum um at leiga eitt
øki innan fyri býlingin við Sjógv
á Strondum, sum varð kallað
Hulkur. Har fekk hann sær
kolagoymslu, og ein atløgubrúgv
varð eisini bygd á staðnum.
Í 1929 fær Valdemar umboð
fyri "Det Danske Petroleums
Aktieselskab" DDPA . Tá fekk
hann sær eisini oljugoymslu inni
á Hulki. Ein fyrimunur við at
hava goymslu á Hulki, var, at har
var eisini gott vatn. Soleiðis
kundu skipini fáa kol, olju og
vatn á sama stað og sera høgliga.
Har var eisini sera veðurgott.
Valdemar Lützen hevði stórar
kolagoymslur í Havn. Hann
leigaði stór skip til Føroya við
koli og byggitilfari nakrar ferðir
um árið. Tey sum eru komin
nakað upp í árini minnast
ivaleyst ta høgu træbrúnna, sum
á hvørjum sumri varð sett út í
sjógvin frá Høgukai og haðani
inn yvir kolagarðin. Kolið bleiv
koyrt í land við trillibørum.
Teir gulu kolabilarnar hjá
Valdemar Lützen við áskriftini
"Kul, Koks, Brænde" vóru ein
býarmynd í Havn.
Í Danmark hendi tað eftir
kríggið, at DDPA, sum hevði
havt umboð fyri Standard Oil
(Esso), varð gjørt til dóttirfelagið
"A/S Dansk Esso". Teir vildu
hava eina deild í Føroyum og
ikki einans ein umboðsmann. Tá
læt Valdemar Lützen umboðið
frá sær og Esmar Fuglø, sum
hevði oljufelagið "Føroysk
Oljusøla", gavst við sínum
virksemi, og bleiv ístaðin stjóri á
A/S Dansk Esso.
Tá Valdemar Lützen legði frá
sær, tók sonurin, Mogens Lützen,
við sum stjóri á fyritøkuni.
Handilin í Vágsbotni
Valdemar Lützen, yngri, sonur
Mogens, fór í 1949 sum 16 ára
gamal til Danmarkar í handils-
læru hjá handilsfyritøkuni
"Bjørns Efterfølger" í Holbæk. Í
somu fyritøku hevði pápin staðið
í læru 20 ár frammanundan. Tá
lærutíðin var liðug, arbeiddi
Valdemar sum skrivstovumaður í
Newcastle í Onglandi eitt tíðar-
skeið.
Tá Valdemar kom aftur til
Føroya í 1953, keypti fyritøkan
klædnahandilin hjá Zacharias
Heinesen í Vágsbotni, Zacharias
var pápi William Heinesen,
listamann og skald.
1. desember 1953 læt Valde-
mar upp ein isenkramhandil í
niðaru hæddini í hesum húsum.
Fyrstu árini leigaði Sildasølan
seg inn í ovaru hæddina. Fyrst í
60-unum víðkaði hann handilin
og tók ovaru hæddina í brúk. Tá
varð amboðsdeildin í niðaru
hæddini, meðan glas og
postalínsdeildin var í erva.
Í 1982 bleiv ein nýggjur
bygningur bygdur á Skálatrøð,
har amboðsdeild, byggimarkn-
aður, urtagarðsrøkt og fiskireið-
skapur eru.
Í handlinum í Vágsbotni er í
dag køks & búnýti og gávulutir í
báðum hæddunum. Í fyritøkuni
arbeiða tilsamans 12 fólk og
Valdemar er stjóri í P/F Valde-
mar Lützen.
P/F Valdemar Lützen handlað 50 ár í Vágsbotni
Mánadagin 1. desember 2003 eru liðin 50 ár síðan
handilin hjá Valdemar Lützen læt upp í fyrrverandi
klædnahandlinum hjá Zacharias Heinsen í Vágsbotni.
Komandi ár verða 100 ár síðan fyritøkan varð stovnað
Starvsfólkini hjá P/F Valdemar Lützen í Vágsbotni í dag, f.v. Sunneva Myllhamar, Halldis Lützen og pápin
Valdemar Lützen
Mynd: Jens Kristian Vang
Umhvørvið í Vágsbotni í 30-unum. Markisir hanga við vindeyguni á klædnahandlinum hjá Heinesen, Valdemar Lützen keypti
bygningin í 1953
Hendan træbrúgvin bleiv sett upp á hvørjum sumri úti í Rættará.
Skipini løgdu at við endan á brúnni og kolið bleiv koyrt í land við
trillibørum
Vágsbotnur í 30-unum.
Valdemar Lützen eigur
fyrsta bygningin, har Esso
bensinpumpan stendur.
Næsta bygningin átti
Christian Holm Jacobsen,
sum umboðaði Shell.
Síðan eru bygningarnir
hjá Poul Hansen og tann
hjá S.H. Jacobsens
Radiohandli. Bilurin er
ein Ford TT av sama slagi
sum fyrsti bilur, ið kom til
landi í 1922
Kul, koks, Brænde, stóð á kolabilunum hjá Valdemar Lützen. Myndin er tikin úti í Rættará. Hesir bilarnir koyrdu til
húsarhaldini í býnum við koli
Trý ættarlið. Valdemar Lützen, yngri, saman við pápanum, Mogens Lützen, og abbanum,
Valdemar Lützen, sum stovnaði fyritøkuna í 1904
C
M
Y
K
29
28