Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 MIÐEYSTUR Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Mevaseret Zion, Ísrael: Tað eru nógvar orsøkir til trupul- leikarnar í Miðeystri, og teir eru ikki so lættir at loysa, heldur Carmi Gillon, fyrrveandi ísraelskur sendiharri í Danmark. Vit kenna fleiri teirra, men tað skulu fleiri partar til at skapa semju. Fyrsta treytin fyri friði er demokrati, og tað finst ikki í palestinsku økjunum, sum støðan nú er har, vísir hann á. Vit sita inni hjá Gillon hjúnun- um í býnum Mevaseret Zion, sum liggur beint vestan fyri Jerusalem. Hebraiska navnið merkir boðberi til Zion, ið aftur vísir til at hiðani sæst Jerusalem á fyrsta sinni av tí, ið ferðast vestaneftir. Nú komi eg, boðar hann so Heilaga Staðnum, Zion, frá hiðani úr Mevaseret. Her hevur júst veirð borgar- stjóraval, og Carmi Gillon, sum í summar var í Føroyum og vitjaði sum ísraelskur sendiharri í Dan- mark, varð valdur til borgarstjóra komandi fimm árini. Býurin er lítil. Bara 26.000 íbúgvar, sigur hann, so tað var ikki politiskt val sum so. Tað vil siga, at hann stillaði ikki upp fyir nakran avísan politiskan flokk, men bara á einum lista. Hesin listin varð so aftur stuðlaður av fleiri ymsum landspolitiskum flokkum. Millum øðrum av bæði Arbeiðaraflokkinum og Likud. Fólk eru bangin Tað er greitt, at fók eru bangin, tá ein terrorbumba brestur soleiðis beint har, tey daglig ferðast, sigur kona Carmi Gillon, Sari Gillon. -Eg tosaði við eitt týskt par, sum býr í grannalagnum, har seinasta bumban varð sprongd í Jerusalem. Tey vístu á, at her plaga børn teirra vanliga at ganga og spæla. Tá so slíkt hendir, gerast tey ræðslusligin og tað endar so í eini reaktión, sum ger, at tey hata øll, sum møgu- liga kunnu hugsast at hava við slíkt at gera. Og so verður ikki gjørdur munur á einum palestinskum terroristi ella einum palestinskum skilafólki. So melur myllan víðari, og vit fáa ongan frið, tá soleiðis er. Alt endar aftur í sama tvaðpottinum. Men fólk vilja hava frið, sigur hon og vísir til eina nýggja veljarakanning, sum júst er kunngjørd. Hendan kanningin vísir, sigur hon, at heili 60 prosent av ísraelska fólkinum ynskir eina politiska loysn á stríðnum við grannarnar, og bara 30 prosent halda, at ein hernaðarlig loysn er tann rætta. Sari Gillon heldur, at hendan hugsanin eisini er galdandi hinu- megin. Tað vil siga í palestinska partinum av fólkinum. Arafat er trupulleikin Men friðinum verður ikki so lætt at náa soleiðis í bræði, heldur Carmi Gillon. Tí friður krevur demokrati, og slíkt kenna palestinar ikki til. Yassir Arafat er diktatorur og stýrir øllum einaveldugur. So leingi tað heldur við, verður eingin friður. Og hann hevur heldur ikki álit á, at tað fer at henda nakað tann rætta vegin, hóast Arafat hvørvur úr myndini. Tað verður bara onkur annar av sama slagi, sum tekur við. - Skulu vit tosa um veruligt demokrati, skal tað koma innan úr fólkinum. Og tað ger tað ikki í hesum førinum. Hann ásannar tó, at tað ber til at liva friðaliga saman við einum granna, sum ikki hevur demo- krati í okkara týdningi. Her vísir hann til bæði Egyptaland og Jordan, har einaræðisharrar sita í báðu londunum, men kortini hava góð viðurskifti við Ísrael. - Tað er tí, at teir báðir vilja tað. Fyrst Sadat og síðani Mubarak í Egyptalandi. Og Hussein og nú Abdullah í Jordan. Øðrvísi er í Palestina. Har er eingin vilji, vil hann vera við. Hann vísir til seinastu avdúkingarnar, sum vísa Yassir Arafat sum ein gjøgnum- korruptan einaræðisharra, ið hevur eina ta feitastu banka- bókina, hann veit um. Og sum samstundis flytir konu síni hundratúsundtals krónur um mánaðan til París, har hon býr. - Hetta eru sponsorpengar, sum eitt nú Týskland og Danmark senda palestinum, ið soleiðs verða stolnir, sigur Carmi Gillon. Vit bakka ikki Carmi Gillon heldur ikki, at Ísrael hevur so nógvar møgu- leikar í hesi støðuni, sum er. Hann heldur ikki, at hvørki niðursetupolitikkurin, sum rikin verður, ella tann sonevndi múrurin, sum Ísrael setir upp, kundi verið fyri uttan. - Taka vit niðursetubygdirnar fyrst, er kravið frá palestinum, at teir skulu hava tær og landið, tær standa á aftur. Og tað er ein reyð strika at fara um, sum vit ongan- tíð fara at góðtaka. - Múrurin er gjørdur í sjálv- verju, og hann er neyðugur fyri at kunna tálma ferðsluni hjá palestinskum ófriðakroppum nakað, sigur Carmi Gillon. Hann ásannar tó, at tað oyðileggur eisini búskapin hjá teirri hálvu milliónini av palestinum, sum dagliga arbeiddu í Ísrael. - Saman við einum heldur illa kroystum ísraelskum búskapi ger hetta bara støðuna upp aftur verri og skapar nýggjar trupulleikar, sum so aftur seinka eini friðar- ligari loysn, sum fyri mær tykist liggja langt úti í framtíðini, sigur nývaldi borgarstjórin í Mevaseret Zion, Carmi Gillon. Óttin skapar vreiðina Óttin fyri tí ókenda ger, at fólk ganga og eru vreið inn á øll, sum bara síggja út sum ein, sum kann finna upp á at spreingja eina bumbu. Við slíkum hugburði verður langt til semju og frið, heldur Carmi Gillon, fyrrverandi ísraelskur fregnarovasti og sendiharri í Danmark Tað eru nógvar orsøkir til trupulleikarnar í Miðeystri, og teir eru ikki so lættir at loysa, heldur Carmi Gillon, fyrrverandi ísraelskur sendiharri í Danmark. Vit kenna fleiri teirra, men tað skulu fleiri partar til at skapa semju. Fyrsta treytin fyri friði er demokrati, og tað finst ikki í palestinsku økjunum, sum støðan nú er har, vísir hann á. Sosialurin Nr. 228 - 29. november 2003 5 Leyvan hjá Z. Heinesen, kom til Føroya í 1925. Christian Martin Rubbeksen í Havn keypti eina karrusel úr Danmark og hevði hana standandi í havanum hjá sær til 1936. Karrusellin má hava verið nakað stór, tí á henni vóru: tvær leyvur, tveir tikarar, tveir elefantar, fýra brúnir hestar og tveir hvítir hestar, eins og fleiri kondolir (kanoir). Hvønn sunnudag ella á ólavsøku og til aðrar høgtíðir var karusellin í brúk við musikki frá einum gomlum lirikassa. Í 1936 varð hildið uppat við hesi karusellini, og øll dýrini endaðu ymsastaðni í Føroyum. Til dømis endaði tann eina leyvan í handlinum hjá Zacharias Heinesen í Vágsbotni. Her stóð hon fram til 1953, tá hon bleiv flutt heim til sonin, William Heinesen, á Varðagøtu. Mynd: Jens Kristian Vang FYRITØKA 50 Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Byrjað verður longu í dag 29. november, tá langur leygardagur er í miðbýðnum í Havn. Handilin er nýliga umbygdur, soleiðis at hann nú er meiri ljósur og innbjóðandi. Nógv nýtt er komið heim, so handilin er á tremur við alskyns gávuhug- skotum. Dentur verður lagdur á at hava so breitt úrval av gávu- hugskotum sum gjørligt, soleiðis at pláss er fyri øllum, frá køks & búnýtum til meira stílfullar gávulutir, har designið er í hásæti. Stóra brakið verður so mána- dagin 1. desember. Tá byrjar hátíðarhaldið frá morgunstundini av, við tað at teir fyrstu 50 kundarnir fáa ein gávupakka til eitt virði av 150 krónum. Stórur 50 krónu jólagávumarknaður verður allan dagin. Har møgu- leiki er at ogna sær eina jólagávu til familju ella vin fyri einans 50 krónur. Frá kl. 15-18 verða kakao og køkur at fáa til øll við- skiftafólkini. Veitslan steðgar tó ikki her, tí fyrireikararnir hava verið víða um fyri at fáa fatur á tveimun "heimskendum kenningum í Føroyum". Meðalaldurin á teim- um man liggja um tey hálvt- hundrað, og man ikki hvørt mansbarn yvir 25 ár kenna í hvussu er annan gestin, tey eldru minnast kanska hin. Tann eldri gesturin er 78 ára gamla leyvan, sum stóð í handl- inum hjá Z. Heinesen. Í sam- bandi við føðingardagin vitjar leyvan nú aftur í Vágsbotni. Hetta má metast sum ein forkunnug og nostalgisk vitjan. Hin gesturin, ja, er hann nevndur, so er hann kendur. Talan er um jólamannin sum í nógv ár stóð í framsýningar- vindeyganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin í Havn. Hann hevur verið burtur í nøkur ár, men nú hevur hann hildið leiðina aftur til Havnar í sambandi við føðingardagshaldið hjá Valdemar Lützen. Hann letur heilsa og væntar at síggja nógv børn í desember mánað. Tá hann sær børnini, ið koma fram við, skrivar hann jólagávuynski teirra niður á eitt ark. Jólamaðurin verður staddur í Vágsbotni frá 29. november til 7. desember 2003. Síðan flytur hann út til amboðsdeildina á Skálatrøð, har hann verður til jólaaftan. Hesum jólamanninum hava nógv børn í Havn havt stóra gleði av gjøgnum árini. Hann stóð í framsýningarvindeyganum hjá Katrinu Christiansen á Áarvegnum og skrivaði niður, hvat tey ynsktu sær í jólagávu Mynd: Jens Kristian Vang Leyvan og jólamaðurin Í sambandi við at køks & búnýti og gávudeildin í Vágsbotni verður 50 ár tann 1. desember, verður føðingardagurin hátíðarhildin við nógvum ymiskum tiltøkum í jólamánaðinum. Millum gestirnar verða ein leyva og ein jólamaður Hugnalig vetrarmynd úr Vágsbotni fyrst í 70-unum. Mynd: Evald Larsen. Føroya-kalendarin 1973 C M Y K 27 26