týsdagur 30. desember 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 — 30. DESEMBER 1997
Hans
Holm
skrivar
Tá ið talan er um tikarar
nar í Suðureysturasta, er
tað ikki tann stóra kettan
har livir, menn meina við
men ávís lond, sum sein
astu tiggju til tjúgu árini
hava havt ein buskapar
ligan vøkstur, ið hevur
fylt vesturheimin við
undran, virðing og ikki
sért av øvund
Øll mugu vit hava hoyrt
um japanska búskapar
liga undurverkið, og fólk
yvirhevur hava eisini
hoyrt um, at í Suðurkorea
hevur gingið strúkandi
framá, men bæði Singa
pore og Taiwan (og Hong
Kong. sum nú er vorðin
partur av Kina) hava høgt
búskaparligt virksemi
Men aftrat hesum kemur
Kina, Malaysia
Thailand Indonesia
Filippinurnar og eisini
Vietnam liggja millum
tey lond, sum hava havt
størsta búskaparliga
vøksturin í heiminum
Tå ið tað snýr seg um
BTU (bruttotjóðarúrteka
tað er: Samlaða virðið av
framleiddum verum og
veittum tænastum). hggjå
hesi londini nakað soleið
is fyri (telini eru uppgjørd
í amerikanskum dollarum
pr. persón um árið)
so, at
Singapore 17.000
Taiwan 10.000
Suðurkorea 8.000
Malaysia 4.000
Thailand 3.000
Indonesia 2 000
Kina 1 000
Filippinurnar I 000
Til samanlíkningar kann
Lesarabrev
UMHEIMURIN
Í dag: Miðeystur
tíðindablaðið 7)"
Tikararnir í
Suðureysturasia
nevnast, at bestu ES
londini liggja um 20.000
dollarar um árið fyri
hvønn persón
Men tá ið tað snýr seg
um búskaparligan vøkst
ur, verða tølint nøkur onn
ur. Medan ES-londini
vanliga hava ligið við ein
um BTU-vøkstri upp á 0
til 2% um árið hesi sein
astu árini, høvdu suður
eysturasiatisku londini í
1994 henda %-vøksturin
Kina II
Singapore 9
Malaysia 8
Suðurkorea 8
Thailand x
Indonesia 7
Taiwan 6
Filippinurnar 5
Hesi tel fyri vøkstri eru
jú heilt onnur tel enn tey
vit kenna úr Vestureuropa
og Norðuramerika, og
spurningurin hvussu
hetta kundi bera til, er eis
mi heilt natúrligur
Svarið var vanliga tað
at hesi lond gjørdu tað
sum IMF og Heimsbank
in hava altíð sagt er neyð
ugt fyri at fáa búskapar
hgan vøkstur
I Lønarvøksturin var lítil
(løna lagið sjålvt er lágt
frammanundan)
2 lutfalsliga uppsparingin
var stór
3 inflatiónin var lítil
4 marknaðarmekanism
urnar innan vinnulívið
valdaðu alt ting, sum
føra framburð við sær
skal ein trúgva før
andi buskaparfrøding-
um í ES og Norður
amerika. Hesi ung
hoyra vit eisini dagliga
eru neyðug, um broyt
ing skal koma í sam
felagsgongdina
So hendi tað tó fyrr í ár, at
fyrst búskapurin í Thai
landi fór at rylla við tí
fylgju. at neyðugt varð at
lata bhatin (tharllendska
gjaldoyrað) flóta, og hetta
førdi beinanvegin við sær
at hann fall 17% í mun til
amerikanska dollaran
Síðan er tað sama hent
Filippinunum, Malaysia
og Indonesia, og Suður
korea hevur verið noytt at
lána hundraðtals millsarðir
frá Heimsbankanum. Eis
ini í Japan hevur tað víst
seg at vera galið. Fjórð
størsta fíggingarfelagið í
landinum, Yamaichi, er
farið av knóranum við eini
skuld upp á 138 milliardir
krónur, og tað sama er
hent Sanyo Securitas, eitt
børsmeklarafelag og
Hokkaido Takushoku
tiggjundi størsti bankin i
landinum
Hvi hetta er hent
mangla neoklassisku bu
skaparfrødingarnir = hjá
Vestanveldunum eitt gott
svar uppá; teir tala um
ovurhitaðan búskap, men
fleiri og fleir serfrøding
ar seta í dag spurnartekin
vid, um rikni politikkurin
man vera tann rætti
Hetta skulu vit venda
aftur til í øðrum saman
hangi; men ein ting er vist
Virkningurin av, at tað
gongur illa í Suðureystur
asia fara vit øll at merkja
Tøkk til Felagskórið
Geta/Leirvík
21. des. var eg á konsert í
Gøtu kirkju. Felagskórið
Gøta/Leirvik saman við so
listum, lucia-gentum og
hirðum vóru við til at gera
kveldið ógloymandi. Tað
var eins og ein bleiv lyftur
hægri upp, meðan ein sat
har og lurtaði. Tit skulu
hava tøkk fyri hetta. Tøkk
fyri at tit leggja so nógva
orku í at gera okkum áhoyr
arum gerandisdagin lættari
Tf eitt vita vit, og tað er, at
tað liggur eitt stórt arbeiði
aftan fyri slíka framferslu
Og so kann eg ikki lata vera
við at nevna unga solistin
Eivør Pálsdóttir. Hennara
klokkureina rødd setti
prikkin yvir i-ið
Bert spell, at hvørki sjón
varp ella útvarp vóru til
staðar, tí hesa løtu hevdi eg
unt øllum Føroya fólki. Tó
høvdu nógv leitað sær í
Gøtu kirkju hendan sunnu
dagin. Ja, í kirkjum var
neyvan stólur tomur; og var
tað við til at geva hendan
serliga »stemningin«
Tøkk til tykkum øll, ið
skipadu fyri, og ikki at
gloyma kórleiðaran Hegin
Kambsdal. Hasum komst tú
væl frá
áhoyrari
sosialurin
- vit seta út í kortið
Minningarorð um
21
Heina S. Johannesen
Svárur var saknurin, og endaleyst tykist
tómrúmið, tá ið elskaði faðir mín tann
4. oktober varð tíkin heim til tað lovaða
landið, har gott er at vera
Pápi var borin í heim tann 17. mars
1918 í Seldarfirði. Longu sum 4 ára
gamal misti hann faðir sín, og sat
mamman eftir við trimum børnum. Ikki
er ilt at skilja ta neydarstødu, hetta heim
nú var komið í, men við einum ófatilig
um áræði og Guðgivnari styrki strev
aðist omma gjøgnum hetta dapra tíðar
skeið og bar so í bandi, at øll børn
hennara komu væl undan
Fá ið pápi var 16 ára gamal, fór hann
at sigla. Tey fyrstu trý árini var hann
við føroyskum skipum, til hann sum 19
ára gamal fór at sigla við donskum
skipum. Burturi í hermi og einamest hjá
A. P. Møller sigldi pápi meginpartin av
ævi síni, sæð burtur frå ti tíðarskeiði
hann gekk til stýrimann í 1944 og til
skipsførara í 1961 og onkrum millum
bili, tá iðhann sigldi her heima
Umborð arbeiddi pápi seg upp frá ti
lægsta til tann hægsta; hann hevði
royndir sum kamardrongur, fyrbøtari,
matrósur, stýrimaður og skipari, og
høvdu hesar royndir ivaleyst við sær, at
hann so væl dugdi at skilja og samstarva
við skipsfelagar sínar
Í fimtiårunum vóru útmynstringarnar
um 18 mánaðir langar, og var hetta í
barnsins málistokki eitt nærum enda-
leyst tíðarskeið, men tá ið so umsíðir
dagurin upprann, at pápi kom heim at
ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis-
og hátíðardagur. Nú var onki 6ført, øll
familjan fór út á >Tjaldrið< ella
»Drotningina« at veittra pápa væl heim
afturkomnum. Abbi, sum hevði bil
stongdi Sandgarðin og var fusur at koyra
fólk og vidføri til heim okkara í
Tórfinsgetu, har mamma hevði fyri
reikað alt so væl. Ahugin fyri teimum
stóru kuffertum, sum vóru borin inn á
gólvið, var ringur at dylja hjá okkum,
sum børn vóru, tí av royndum vístu vit,
at okkurt tinganes var til okkara, og
ongantíð minnist eg, at nakar var svikin
Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl
at gleða bernini, tað, sum honum
sjálvum ikki lutaðist vegna trongu
barnakor hansara, gav hann okkum í
ríkum máli
Seinni fór eg sjálvur at sigla í sama
reiðarfi, har pápi sigldi, og komi soleið-
is tíðum í prát við menn, sum áður
17.03.18. — 04.10.97
høvdu siglt saman við pápa; ein teirra
, »Ja, Johannes, hvis
du vil leve op til din far, så har du meget
at leve op til;< her var sipað til såmiliga
atburð fadirs míns. Tó at hetta eru
umleið 15 ár síðan, standa hesi orð sum
høgd í stein framman fyri mær enn
berandi boð um, at eins og pápi var ein
fyrimynd heima, so var hann tað eisini
umborð
Í árini 1982 varð pápi pensioneraður
og kundi nú i sorgblídni líta aftur á sítt
virkisskeið, takkandi tí Almáttuga fyri
at hann var spardur frá eimi vatari grøv
hetta sæð í skugganum av tí tíðarskeiði
sum pápi sigldi í, fyrst undir krígnum
millum minur og undan týskum
torpedoum og seinni á brúnni so manga
vøkunått, tá ið havsins stormar hóttu
stóra og kortini so lítla skip hansara, og
øgiligir sjógvar svølgdu allari manna-
styrki og vitan. Mundi pápi í slíkum
løtum ikki rópa til Várharra um hjálp,
og mundi hann ikki eisini vera skjótur
at takka Honum, tá ið kríggið var av, og
havið aftur lá í silvitni
Tå ið eg tosaði við pápa í seinastun!,
bar tos hansra brá av, at hann ikki kendi
seg so birgan longur, og soleiðis fyri
reikaði hann meg til, at hann skjótt fór
at fara frá okkum. Við brennandi vón
um, at hetta ikki var so, royndi eg at
eggja hann til lívsmót, kortini vitandi
um og fjaldandi fyri mær sjálvum, at
lívssól hansara var um at hvørva í havs
brúnni
Stutta tíð seinni, tá ið eg stóð við
deyðslegu faðirs míns, tyktist tað sum
um í fluttum týdningi, at skipið nú var
komið á reduna og bíðaði eftir loðsin
um, sum skuldi føra tað inn í ta ævigu
hvílunnar havn, og tá ið pápi dró sín
seinast: andadrátt, visti eg, at allir endar
nú vóru fastir í landi, og at hetta — í
mínum eygum so stásiliga skip — nú
ekkaleyst var vágbundið í teirri havn,
har jarðarinnar ódnir ikki hóttu longur
Nú kundi pápi óttaleysur ganga oman
landgongina ella fara úr líkami sínum
og verða vegvístur til bústaðin, honum
er gjørdur til reiðar
Góða mamma, má Harrin styrkja teg
í hesi tíð. Latum okkum stilla stund
drýpa hevur og minnast henda mann,
sum við myndugleika, førleika og stórar
ábyrgd setti so manga kósina út í kortið
á teim sjey høvunum og sum aftan á
lokna utmynstring so litillåtin, kærleiks-
fullur og eyðmjúkur kom heim til síni
kæru, sum hann elskaði so høgt
Friður veri við minninum um elskaða
faðir mín, sum telist millum teirra, sum
sálmaskaldið Ambrosius Stub yrkir so
vakurt um
málbar seg soleiðis
Hvad vindes pá verdens det vildsomme hav?
Ak, tusinde farer í skummende trav!
Man véd kun to havne
bekendte af navn
Dene ene vor vugge, Den anden vor grav
Frå Stråluni
Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár.
Stóra tøkk oll tit, ið hava hjålpt
og stuðlað okkum í 1997.
Strálan