Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1998síða 1

allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Manglandi og dialogur Oddagrein SUM sidur hevur verid i mong mong år helt løgmadur aftur i år nyggjårsrødu, sum vard send beinleiðis i bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er ein góður siður. Men vit hava eitt stórt hjartasuff at bera fram eins og vit hevdu tað undanfarna ár, tá vit høvdu viðmerkingar til røduna hjá Edmundi Joensen, løgmanni EIN nyggjårsrødu hjå Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær TAÐ er ein misskiljing, um verandi logmaður ur, at nýggjársreða hansara skal vera ein valt: la fyri egna flokk sín. Tíanverri var mangt í i i ár júst ein valtala har sambandsflokkurin varð hevjadur til skíggja og traðkað varð niður á onnur. Løgmadur átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nyggjårsrødum sínum grundarlagið undan hesum sínum vekru orðum. Ger tey til einkis TAÐ, sum løgmadur fortelur Føroya fólki við síni 1yggjårsrødu, er hvussu vánaliga og ábyrgdarleyst allir aðrir hava stýrt - og hvussu fantastiskur sambandsflokkurin við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár ÁLVARATOS harra løgmadur. Tú, sum sjálvur nist gera løgmansembætid meira tignarligt og hátíðarligt - ja at vilja geva tí dám av einum ríkisleiðara - ertann fyrsti til at máa stoðið undan hesum sama, nevniliga við at brúka eina slíka tignarliga og hátíðarliga lotu sum nýggjárið er - til sambandspolitiskt valpropaganda. % 1 KH synist Viija VIT ætla okkum ikki út i smålutir, men tå løgmadur breggjar sær so nef av ollum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og folk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki, at betraða stødan skyldast ikki sambandskum handverki, men harafturímóti í stóran mun góðum fiskaprísum og mentum fiskastovnum - nakað, sum hvorki sambandsflokkur ella sambandsløgmadur hava havt serliga ávirkan a! ANDIN við nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársreða løgmans í ár beyð til nakran dialog, tíansheldur varð merkt av stórvegis virðing fyri eðrum politiskum flokkum. Við slíkum framferðarhátti sagar løgmadur og harvið sam- bandsflokkurin av ta grein, sum teir sjálvir sita á. Tað kemur nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar samstarvsfelagar í legtinginum. Hver flokkur og ábyrdarfullur politikari hevur hug at visa tí virðing og fera dialog við tann, sum als onga virðing hevur víst! Um hetta verður tað, sum sambandsflokkurin ætlar sær til val uppá, kann hann einsvæl pakka saman. Tí hvor flokkur við virðing fyri sær sjálvum - og ødrum - fer í samarbeiði vid ein okk og ein floksleiðara, sum bert vísir oðrum vanvisting Sosialurin png og prent Bústaður . Argjavegur 26, Argjum Postadr: 76, 110 Tórshavn — Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail ) Gpost.olivant.fo eru bankatrygd hjá vinnulivsmonnunum Ikki kann roknast vid nøkr- um bata so leingi sum ver- andi borgarliga samgongan heldur saman. Teir hava væl dugað at troytt landskassan teimum til fyrimunar. Tann vanligi borgarin, hann sum stóð við endan, tá alt sam- felagið var um at fara av knóranum, hver røkir teirra áhugamál Nú eru teir komnir til, at inmekutrygd útróðrar manna skal skerjast, hetta fyri at gjalda fyri útgjarð ing teirra, dýru stóru skandaluna við keypi teirra av vaktarskipinum, eingin hevur ábyrgd av hesum Tann samtykti skattalætti hjá okkara sjófólki, sum eingin hevur nakað at mót- mæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast av vinnulivsmonn- unumrog teirra skrivstovum. Við hesm eru rættindi fiski- mannsins førd 70 ár aftur í tíðina Samtyktin um skatta- broytingarnar er í veruleik- anum fyri at bøta um viður- skiftini hjá okkara sokall- aðu vinnulívsmonnum. F6lkaflokkurin hevur kunn- gjørt, at skattabroytingarnar verða fylgdar upp við ein- um lønarnidurskurdi, og ein skal ikki undrast, um tað næsta verður, at inntøku- trygdin verður tíkin burtur soleiðis, sum teir hava gjørt við okkara útróðrarmenn Tað, sum alt hetta fer at kosta, verður ikki goldið av okkara sokallaðu vinnulívs- monnum. Teir hava framm- anundan fingið strikad milliónir av skuld, og hava so sanniliga fingið låni- gjøldini útsett til seinni at verða strikad Tey, sum koma at gjalda gildið, verða okkara fiski- menn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild. Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna út Tað eru framdar lóggávur, sum bert hava eina upp- gåvu: at beta um viður- skiftini hjá okkara vinnu- Lesarabræv lívsmonnum, og teir og tey sum koma at gjalda gildið, eru okkara sjómenn og okk- ara timaløntu. Tað var eing- in, sum mótmælti, at skatta- lættin skal sambært fólka- flokkinum mótroknast í einum lønarnidurskurdi, og hetta eftir at milliónir eru strikadar ella niðurfrystar. Jú, vinnulívsmenn kunnu virðing | Skattabroytingarnar bæði halda jól og nýggjár, tí teirra viðurskifti eru væl úr hondum greidd, og sum sagt, ágangurin heldur fram. Teir næstu, sum standa fyri skotum, eru okkara útróðr- armenn, —inntøkutrygdin skal skerjast, og við verandi samgongu og stuðli frá teimum sokallaðu kristiligu er eingin ivi um, at so verð- ur. Tað er greitt, at okkara sjófólk og okkara útróðrar menn ongan góðan eiga innan karmarnar av verandi meiriluta. Fakfelagsrætturin hjá okkara sjófólki sjálvir at ráða yvir inntøku síni, er nú avtikin og rættindi teirra eru førd 70 ár aftur í tíðina Tað verða tung tøk at venda hesum ágangi, men Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til, at rættindi hjá okkara sjófólki og verka- fólki verða vird, og tí krevst ein politisk broyting, ong- antíð ov skjótt Sverre Midjord Gummitíðindi og bankamálið í SVF Ein hyggjari skrivaði her- fyri um gummitíðina í sjón- varpinum, og hann hevði púra rætt. Ein tíð sendur á skránni, men hon verður ongantíð hildin. Soleiðis er tað eisini við tíðindunum. Tíðindi verða borin fram sum genial, og hóast tey ikki eru eftirfarandi, verða tey ikki rættað. Sjónvarpið tekur sær einarætt at tulka, hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta eru gummi- tíðindi eftir teirra høvdi. Teirra einasta eina meining skal passa inn, hvussu víkir og vendir. Sum tað seinasta hevur sjónvarpið gjørt seg til sjålvgjørdan dómara í bankamálinum. Men eisini hetta er ein gummidómur. Aftanfyri standa tveir journ- alistar, hvør meira subjekt- ivur enn annar við tøttum tilknýti til amatørarnar í bankamálinum. Trúvirðið gerst eisini gummi. Men hyggjarin er ikki býttur. Tit halda tykkum kunna liva og látast sum tykkum lystir fyri hyggjar- ans dýrt goldnu pengar, men hyggjarin hevur krav uppá saklig tíðindi, tvs. sæð frá øðrum síðum enn tí einastu einu hjá journalistunum Til sjónvarpið. Sleppið tykkara einastu einu mein- ing og haldið tykkum til fleiri. Tá verður størri møguleiki fyri, at tann rætta er ímillum teirra. P.J Utvarps- og sjónvarps- jolasendingar fyri børn! Jólahátíðin stóra stendur fyri durum. og øll, stór og smá, gleða seg til jóla. Ella er tað nú rætt, at øll gleða seg? Tað eru foreldur, sum eru undir so stórum trýsti av børnum, sum vilja hava hetta og hatta, men sum tey íkki hava ráð til Vidhvørt hava vit varhug- an av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt Tey smáu byrja við jóla- kalendara, ikki bert einum, nei helst fleiri ymsar at velja í. Útvarp og sjónvarp hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri per- sónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát og einki um Jesusbarnið, krubbu ella einglar. Overuligt prát upp í saman — allan desember mánaða — nissur — vættrar og so er ein væltalandi jóla- rotta komin (ístaðinfyri krubbuna?) Alvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, kribbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykk- um er í dag ein frelsari fødd- ur!!! Og tað er høvudsenda- málið. Gleðilig jól. Hanna Lisberg