leygardagur 3. januar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 1 — 3. JANUAR 1998
Edmund Joensen,
legmaður
Góðu landsmenn
Tá kveldið er av, standa vit
aftur á gáttini til eitt nýtt år
Gamlaårskvøld plaga vit at
líta aftur um bak, serliga á
ånd, sum júst er farið, sam-
stundis sum vrt meta um,
hverjar vónir vit tora at seta
til komandi árið, og serliga
í ár kanska tey komandi 4
ÁR ii
verður seinasta
í srødan í hesum val-
skeiðnum Legtingsval
erður útskrivað, 1valeyst
i mánað í kom-
v
ådrenn
renn ju
andi ári
Hvat var útgangssteð-
ið og hvørji mál vórðu
sett?
I 1994 fóru vit
u undir at
gu gongdini
vum. Låntøkurnar og
vurnytslan i seinnu helvt
av åttatiårunum gjørdi, at
føroyska samfelagið var far-
ruddiliga á husagang,
ein húsagangur sum bleiv
endaliga staðfestur í 1992
Fyrst í hesum valskeiði
fluttu føroyingar í hópatali
burtur í onnur lond at skapa
sær livilíkindi, sum ikki
funnust her heima
Vit settu okkum eisini fyri
at vinna tann partin av
heimastýrinum aftur, sum
varð sleptur í gjørdum av-
talum við danir
Hildið var, at vit høvdu
sett okkum sera stór mál, tá
vit m.a. settu okkum fyri at
fáa javnvág á fíggjarlógina
í seinasta lagi 1998. Hesum
máli, og nógvum ødrum
málum, náddu vit fyri tíði-
na.
Í fjør segði eg, at tað var
hugaligt at halda nýggjárs-
réðu. Tað er ikki minni hug-
aligt í kveld, nú fyribils úrs-
litini frá árinum 1997 eru
tek. Tað hevur gingið mun-
andi betri enn eg roknaði
við, tá eg átók mær starvið
sum Føroya løgmadur
Nyggjarsrø0a
løgmans 1997
Longu í 1995 sóust tekin
um, at tað fór at eydnast at
venda fíggjarligu gongdini
í Føroyum. Hagtelini fyri
1997 vísa eins og tølini fyri
1996, at tað av álvara gong-
ur framå í Føroyum.
Hvørji eru úrslitini?
Lat meg í stuttum nevna
nøkur dómi um hesa fram-
gongd:
* Fólkaveksturin heldur
fram. Aftur í ár er talan um
ein nettovøkstur í fólkatali-
num, sum nú er komið uppá
umleið 44.300 fólk.
+ Arbeiðsloysið, sum var
eini 25% við ársbyrjan
1994, og sum var 14% við
árslok 1995, er nú komið
niður á umleið 9%
* Lønarutgjaldingarnar í
januar til november 1997
eru øktar 7% í mun til sama
tíðarskeið í 1996
* Av hesum eru lønarit-
gjaldingarnar í marknaðar-
vinnunum gktar góð 7% og
almennu lønarutgjaldingar
øktar knøpp 6%
* Skatta- og avgjaldstrýstið,
sum var óvanliga stórt, er
minkað munandi
* Fíggjarognaravgjaldið er
nú tikið heilt burtur.
* Landingarprisirnir fyri
tosk, hýsu og partvíst fyrr
upsa, eru farnir 20 til 40%
upp
* Týðandi partar av før-
oyska fiskiflotanum, serliga
heimaflotanum, hava havt
eitt avbera gott ár
* Fiskiídnaðurin á landi vís-
ur tó eina ávísa niðurgongd.
Tað vendi eg aftur til
* Utflutningurin fyri 10
mánaðir í ár var 8% stórri
enn í fjør
* Innflutningurin fyri 10
mánaðir í ár var 7% stórri
enn í fjør. Økta virksemið
sæst aftur í samansetingini
av innflutninginum
* Handilsjavnin verður so-
statt helst betri enn í fjør,
eitt yvirskot uppá umleið
300 miljónir kr
* Gjaldsjavnin sær eisini út
til at verða minst líka góður
og í fjør, t.v.s. eitt yvirskot
uppá meira enn 1.100 mil-
jónir kr
* Tað vil siga, at nettoutt-
anlandsskuldin, sum við
årsbyrjan 1990 var uppá 8,5
miljardir kr. nå er komin
nidur um 2 miljardir kr.
Eg kundi nevnt hópin av
ødrum dómum, sum vísa, at
tað hevur eydnast okkum at
venda figgjarligu gongdini.
Men vit mugu minnast til,
at vit skulu ikki bara rokna
vid vidråki. Vit kunnu ikki
rokna við eini lika stórari
framgongd í komandi val-
skeiði
Tað er torført at ímynda
sær betri umstødur fyri fisk-
ivinnuna í 1998 enn í 1997,
tí nøgdir og prísir hava
verið á høgum stødi farna
árið. Veiðan á fjarleiðum
verður nakað skerd kom-
andi ár, eitt nú kvoturnar í
Barentshavinum. Tó liggur
ein ávísur reservi í at fáa
meira fisk vidgjørdan á
landi.
Eg nevndi í áðni, at fisk-
iidnadurin á landi hevur víst
afturgongd higartil i ár. Or-
søkirnar eru fyrst og fremst
tørvandi vilji at fáa veiðina
til lands, mótstøðan móti
verandi virksemi, og tørv-
andi áhugin hjá heimligum
kreftum at taka sær av teim-
um nógvu virkjunum, sum
hava verið og eru til sølu.
Tað tykist sum um ein á-
vís vend er komin í nú í
seinastuni, eina mest orsak-
að av øktum innflutningi av
frystum fiski.
Eisini kann ein ávísur re-
servi liggja í møguleikunum
fyri at gera varandi avtalur
við eystanlond. Fyrsta
handilsavtalan er júst gjørd
við Estland. Sum so ofta
fyrr nevnt tørvar okkum
betri samstarv við ES
Samanumtikið kann sig-
ast, at um framgongd ikki
verður í búskapinum av gðr-
um orsøkum enn fiskiveidu
og fiskaframleidslu, so er
vandi fyri einum falli i løn-
arútgjaldingum í 1998 og
frameftir, og tað fer at
merkjast hart hjá landskass-
anum og hjá kommununum
Tá lítið og onki avlop er
budgetterað hjá land og
kommunum, skal ein inn-
tøkumissur svarast við spar-
ingum, skattahækkingum
ella fíggjast á annan hátt
Eitt annað vandamál er
um rentan hækkar. Tað
hevði minkað um nýtslu-
møguleikarnar hjá landi,
kommunum, privata sektor-
inum og hjá einstøku húsar-
haldunum
Vit skulu heldur ikki
gloyma stóru skuldina hjá
landskassanum. Ein føst
afturgjaldsskipan fer iva-
leyst at seta stór krøv til
sparingar og skatting
Tað kundi verið
uppaftur betur
Aftaná at hava víst á, at tað
hevur gingist okkum betur,
enn roknað varð við, og at
týðuligir vandar liggja fyri
framman, kann eg nevna, at
tað kundi verið uppaftur
betur.
Í nyggjårsrøduni í fjør
fanst eg at løgtinginum fyri
at hava lorað ov nógv út í
1995 og 1996. Eg segði
meg vera samdan við lands-
stýrismannin í fíggjarmál-
um, sum lýsti fíggjarlógar-
viðgerðina sum eitt sjálv-
tøkubord. Hóast atfinningar
frå andstødu- og samgongu-
limum, loyvi eg mær at
halda fast vid hesar atfinn-
ingar.
Nåddu úrslitini kundu
verið munandi betri, um
slíkar loringar ikki vórðu
framdar í valskeiðnum.
Tá havi eg lættari við at
skilja, at politikkarar hava
lyndi til at slaka í ár, nú
løgtingsval stendur fyri dur-
um.
Og nakað er lorað í sam-
bandi við fíggjarlógina fyri
1998, í alt einar 25 miljónir
kr. Av hesum eru 8 játtaðar
til heilsuverkið og 14 til al-
mannaverkið, og 3 miljónir
kr. eru játtaðar til ymisk
endamál út um landið.
Hesar loringar havi eg í
høvudsheitum góðkent.
Nú stendur tað einum og
hverjum frítt at geva Føroya
fólki gylt lyfti um, hvat teir
ætla aftaná komandi løg-
tingsval.
Men nú havi eg hug at
siga sum íslendingurin
segði á sinni: “Nú er ballið
buðið" hesumegin løgtings-
valið.
Hví var tað so ikki
truplari?
Havandi í huga, at Føroyar
fyrst í nytiårunum sum ein-
asta land í vesturheiminum
var farið á húsagang, kann
tað tykjast margháttligt at
tað hóast alt hevur gingið
so mikið væl at rætta upp
búskaparligu gongdina í
Føroyum.
Sjålvur ivist eg ikki í, at
høvudsorsøkirnar eru tvinn-
ar
Tann fyrra høvudsorsøkin
er, at føroyingar hava vist
vilja og evni at virka fyri
einari góðari og skjótari
loysn.
Teir landsmenn, sum fyri-
bils leitaðu sær arbeidsmøg-
uleikar og livilíkindi uttan-
lands, serliga í ríkisfelags-
skapinum, heldur enn at
falla í fátt her heima, eiga
stóra tékk uppiborna. Fleiri
og fleiri av teimum leita sær
nú heimaftur, og skulu teir
vera væl afturkomnir. Vit
vilja halda fram at virka
fyri, at fleiri kunnu koma
heim aftur
Eisini teir landsmenn,
sum vóru eitt sindur betri
fyri, sum varðveittu sítt ar-
beiði, og sum tí blivu heima
á landi, hava stóra tøkk upp-
iborna. Tolni til at bera stór-
ar skattir og avgjøld, at tola
niðurgongd í inntøku, fyri
ikki at tala um minking í
tøkari nytsluupphædd, ar-
beidshugur og framfysni
annars vóru fyritreytirnar
fyri, at vit politikkarar
kundu fremja tað, sum
framt er.
Hin høvudsorsøkin er rik-
isfelagsskapurin. Tað, at
hin parturin av ríkinum átgk
sær at standa fyri allari utt-
anlandsskuld til londini utt-
an fyri Danmark, einar 7
milliardir kr., og tað, at vit
framvegis hava fingið um-
leið I milliard kr. í ríkis-
stuðli eru avgjørdar fyri-
treytir fyri teimum úrslitum,
sum nádd eru.
Vit skulu ikki gloyma, at
árligi ríkisstuðulin uppá
eina miljard krónur til okk-
ara samfelag er umleið tann
sama nettoupphæddin, sum
útflutningurin í teimum
vánaligastu árunum legði
eftir seg.
Viðurskiftini við
Danmark
Hesi viðurskifti hava fingið
drúgva umrødu í hesum val-
skeiðinum, fyrst og fremst
av bankamálinum. Viðgerð-
in í donskum og føroyskum
fjølmiðlum, av donskum og
føroyskum politikkarum á
løgtingi og á fólkatingi hava
í ávísan mun tarnað sam-
arbeiðinum millum Føroya
og Danmarkar.
Tað frøir meg, at úrslitið
av bankakanningini loksins
verður almannakunngjørt
um miðjan januar.Av góð-
um grundum veit eg onki
um, hvat úrslitið verður.
Uttan mun til, hvussu frå-
greiðingin verður orðað,
fari eg at biðja føroyingar,
løgtingsmenn og fólkatings-
menn og aðrar politikkarar,
eins og fjølmiðlar, ja, allar
føroyingar geva sær stundir
til at koma til rætta saman-
takið til veruliga innihaldið
í hesi frágreiðing, áðrenn
verður at leika í aftur
Føroya landsstýri fer
gjøgnum serkønar skjótast
gjørligt at útvega eitt sakligt
og rætt samantak av frá-
greidingini um banka-
kanningina.
Tykkum nytist ikki at
vera í iva um, at verður tað
mett rætt og neyðugt, fer
øgmadur at nýta tann sama
astleika mótvegis dønum,
sum nýttur varð at sleppa
okkum burturúr teimum
politisku bindingunum við
Danmark fyrst í hesum val-
skeiði, og tann sama fast-
eikan sum nýttur er í krav-
inum um, at danir átaka sær
kostnaðin av bankabjarg-
ingunum.
Politisku viðurskiftini
innanlands
Sum nátúrligt er aftaná ein
húsagang hjá einum heilum
samfelag, hevur verið ávís-
ur politiskur turbulensur
hetta valskeiðið.
Tað byrjaði við drúgvum
samráðingum og einum
samgonguskjali við Fólka-
flokkin, Kristiliga Fólka-
flokkin og Miðflokkin. I-
staðin bleiv tað ein sam-
gonga við Javnaðarflokkin,
Verkamannafylkingina og
Sjálvstýrisflokkin. Ein
sambandstingmaður tók seg
úr tí samgonguni. Tá Javn-
aðarflokkurin gav upp, varð
samgonga gjørd við Fólka-
flokkin, Sjálvstýrisflokkin
og størra partin av Verka-
mannafylkingini. Tå Sjålv-
styrisflokkurin gav upp, helt
samgongan fram sum minn-
iluti í valbólki vid Kristiliga
Fólkaflokkin og frálarna
sambandstingmannin
Hesir trupulleikar hava av
skiftandi andstødum og av
fjølmidlunum verið týddir
sum ein veikleiki fyri pol-
itisku leiðsluna í landinum.
Men góvu vit eftir fyri
Fólkaflokkinum frá byrjan-
ini av, góvu vit eftir yvir fyri
Javnaðarflokkinum í miðj-
um valskeiðinum, góvu vit
eftir fyri tí einstaka lands-
stýrismanninum og góvu vit
eftir fyri einstøkum ting-
monnum, so høvdu vit ikki
kunna víst á tey góðu úrs-
litini í dag.
Ein eigur at leggja til
merkis, at rikni politikkurin
av ymiskt politiskt saman-
settum samgongum hevur
stórt sæð verið tann sami.
Vit settu okkum nøkur mål,
sum í stuttum vóru:
* at venda fíggjarligu gong-
dini
* at sleppa undan binding-
unum við danir
* at lætta um hjá vinnuliv-
inum og
* ikki minst hjá einstaka
borgarum
So kunnu vit meta um,
hvert tað var ósemja ella
politiskur fastleiki, sum
gjørdi, at vit náddu longur
enn tey settu málini.
Skuldi eg fingið høvi til
at gjørt tað umaftur, hevði
eg roynt at sýnt upp aftur
stórri politiskan fastleika,
hóast vanda fyri ávísum
politiskum spenningum og
sostatt nátt enn betri úrs-
litum.
Onnur viðurskifti
Ov drúgt verður at fara um
øll mál í einari nýggjárs-
rødu. Nevnast kunnu nøkur
stórmál.
Vit hava arbeitt við spurn-
inginum um landgruns-
markið við Bretland, men
striltið hevur gingist. Fyri-
reikingar verða gjørdar til
eina oljuvinnu, og uppskot
til oljulóggávu er lagt fyri
tingið
Komið er undir land at
umskipa miðfyrisitingina í
landsstýrinum til broyttu
stýrisskipanina. Allir aðal-
stjórar eru settir, eins og
fulltrúar og skrivstovufólk
Hetta eru neyðug tiltøk,
tí vit fingu nýggja stýris-
skipanarlóg, um umsitingin
skuldi virka á nøktandi hátt
Góðu landsmenn.
Eg vil enda hesa nýggjárs-
réðu við tí tydningarmesta,
eg havi at bera fram.
Tað er ein tøkk til allar
landsmenn, hvgnn einstak-
an fyri hennara og hansara
lut í tí endurbyggingarar-
beiði, vit hava framt fyri
okkara land hesi fýra árini.
Fyri Føroyar og fyri flestu
føroyingar hava hetta verið
4 strævin, men góð ár.
I øllum viðrákinum mega
vit ikki gloyma at hava
Harran við okkum í gllum
lutum. Okkara tankar leita í
samkenslu til tykkara, ið
mist hava á einhvgnn hátt í
farna ári. Harrin styrki tykk-
um, ið hava verið fyri stór-
um missi, og har sorg kenn-
ist sár.
Vegna Føroya landsstýri
fari eg at ynskja øllum Før-
oya fólki, burturi sum
heima, eitt av Harranum
signað nýggjár.