Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Sosa Nr. 1 - 3. JANUAR 1998 Tó, lurta — grasið á grøvini grør J. H. O. Djurhuus III, Hanus Andreasen, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1997. Tridja og seinasta bókin i bókaverkinum um stórskald okkara J. H. O. Djurhuus, kom út beint uppundir jól. Tað er ikki hissini békaverk, ið við hesi seinastu bókini nú er liðugt. Tær tríggjar bøkurnar eru stórverk, sum við stóru umsorgan síni fyri tí neyva kanningararbeiði- num eru bókmentasegulig dokument við ómissandi virði. Neyvleikin i fråsøgn- ini eyðkennir alla hesa triðju bókina, sum lýsir tíð- arskeiðið 1929—1948 í lívi Janusar. Tað gevur at bíta, longu á teimum allarfyrstu síðunum, har Hanus skrivar um dómin, J. H. O. fekk fyri roknskaparsvik í 1929 og tíðina, hann so sat í Vestre Fængsel. Hanus Andreassen hevur kannað øll viður- skifti, sum kunnu siga frá hesum dapra tíðarbili í lív Janusar, so væl, at vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstødurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at >skriva vers< á pappírið, sum fangarnir fingu út- flýggjað! Bókin er býtt sundur í tíð- arskeið. Fyrst 1929 -34, sum byrjar í Vestre Fængsel og endar í Avebode, kleystrinum í Belgia, har Janus vistaðist ein mánaða í 1932. Greitt verður í hes- um tíðarskeiðnum frá m.ø eisini einari tíð á Bornholm og frá samlívinum við Rig- mor í íbúðini í Breidugøtu, og lívinum annars í Keyp- mannahavn hesi árini, ikki minst vertshúslívið. Annar parturin, >Leikir í longum talvi<, fevnir um tíðarskeiðið 1934 -38 og snýr seg einamast um stóru miðalhavsferð Janusar og aftur eitt tíðarskeið á Born- holm. Í fjórða parti 1938— 45, sum eitur >Viðburður vargøld« er Janus heima Føroyum, í Klaksvík og í Svínoy, og seinastu árini í lívi Janusar 1945—48 eru lýst í partinum, sum ber heitið >Tann sætti svanur- in«. Hver parturin endar við umrødu og viðgerð av skaldsligu avrikum Janusar í tíðarskeiðnum, sum part- urin umrødur Yrkingar Janusar verða nevndar uttanfyri hesar við- gerðirnar eisini, tilgongdin er tá sum heild ævisøgulig, og skaldskapurin er her meira ein partur av ævisgg- uni, enn hann er skaldskap- ur, sum fyri sina egnu skyld verður settur í miðjuna og kannaður ÆVISØGAN Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein per- són, sum hevur fingið so ymiskligt og so farsagnar- dæmt eftirmæli, sum J.H.O Djurhuus av ymsum grund- um fekk, tá verður týðandi lutur í arbeiðinum at taka dagar millum søgurnar, sum eru næstan uttan tal. Hanus greiðir sjálvur fleiri ferðir frá tí vandanum, sum er í tí, at talan er um persón, sum fólk hava lyndi til at skapa mýtur um. Hann sigur í epiloginum t.d. soleiðis um søgurnar: … Nýggjar koma í heilum undan kavi, spretta í myt- unnar urtagarði sum rót- frekur dái. Summar spretta úr einum kjarna av veru- leika. Summar eru kanska yrktar Summar fortaldi hann sjálvur, tí hann hevði — millum mangar aðrar eg- inleikar — eina fína sjálv- ironi av tí slagnum, sum bara eitt ríkt sinni = kann hava. Allar eru tær veftir í einum stórri vevnaði, hvørs høvudseydkenni ella hægri merking ein kann hava ilt við at hóma. Aðrastaðni í bókini vísir Hanus á, hvussu tað ber til at síggja ein felags bygnað í øllum hesum søgunum um skaldið J. H. O. Djurhuus, og hansara egnu fyrivarni síggjast ofta, tá ið hann sjálvur greiðir lesaranum frá, hvat sannleikavirði hann metir tær einstøku søgurnar at hava: Mangar av krønikunum um Janus eru bygdar upp rund- an um hansara vertshúsvitj- anir. Tú krevur ikki at kanna tær gjølla fyri at síggja, at at kalla allar hava ein bygn- að, sum vit eisini kenna frá Janusar leikluti í ødrum felags skapi, i føroyskum feløgum, í veitslum, í einum talvfelag. Væl er valt burturúr rúgv- uni, tí søgurnar eru at kalla allar slíkar, sum siga nakað um Janus Djurhuus sum persón og persónligheit. Tað kann vera freistandi hjá honum, sum hevur ser- ligan tokka til persónin, hann skrivar ævisøgu um, at pynta uppá, ella bara at skava útyvir tey lýtini, sum persónurin hevur, men hetta lyndið haldi eg íkki, at høvundurin hevur í serliga stóran mun. Hann lýsir Janus, sum hann var, tá hann var allargrefligastur og eisini tá hann var hjartastór- ur og mildur, uttan sjálvur at taka annað fram um hitt. Tað anekdotiska í frá- sagnarstílinum hevur sjálv- andi eisini tann týðandi fyri- munin, at bókin verður so ógvuliga stuttlig at lesa. Tú situr sum í vertskapi mest- sum, har søgurnar flúgva millum fólk, ið hava funnið sær eitthvørt áhugavert at endavenda í góðari sam- réðu. Í føroyskari tradition hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turris- ligari stíl. Javnvigast må kortini millum tað, sum kann tykj- ast óneyðuga privat, t.v.s. tað sum lýsir serliga sárar og inniligar hendingar, uttan at hetta er neyðugt fyri heildarfatanina og so tað, sum kann tykjast privat, men kortini má sigast í summum førum. I ødrum bindi av heildar- verkinum t6kti mær til dømis, at fråsøgnin um Onnu og kærleikssamband hennara vid Sophus Djur- huus, sum var fylkislækni í Klaksvík, var ov nærgang- andi, serliga tí at hetta sam- bandið ikki hevði áður- nevnda týdningin fyri heild- arfatanina, men í hesi bók- ini haldi eg ongantíð, at høvundurin fer um tað markið. Ein vandi, sum kann verða í tí at skriva ævisøgu um stórskald sum Janus Djurhuus, er, at verkið lætt kann gerast patetiskt, sjálv- hátíðarligt. Hanus Andreas- sen sleppur undan hesum við at hava humoristiska fråstødu, sum skínir fgjøgn- um her og har. Summa- staðni er lýsingin kortini ikki dæmd av humori, held- ur er hon poetisk og sár. Soleiðis eru t.d. lýsingarnar av Rigmor og samlívi Janusar við Rigmor í summum pørtum. Rigmor Lútzen, sum Janus livdi saman vid fittan part av vaksnu ævi síni, verður her lýst við sama takkseminum, sum hevur verið týðilig hjá fleiri teirra, sum hava um- røtt hana. Hon átti lívið í Janusi, verður sagt, og hon livdi við Janusi, sum hann var. Mangan gjørdi Janus henni støduna trupla og beiska, men hon sá eisini tað piprandi og nakna menniskja, og hon tók okið á seg. Hetta er so, vit góð- taka tað, men kortini loyvi eg mær at gera eina við- merking til hetta eitt sindur romantiserandi takksemi til kvinnuna, sum hevur latið seg kúgað útum alt rímiligt og sømiligt mark, og, sam- bært fråsøgnini, kortini gleðist tá dagur endar, tí at hesin særdi >falkin grá< setti seg hjá henni. Tá ið Janus rak hana av songini at gera sær >rósu- vatn<, tá hann kom fullur heim á nátt, ella tá hann var grovur og óflýggjaligur við hana og m.a. tosaði >niðr- andi um útsjónd hennara«, meðan fólk var hjá, fyri nú bert at nevna okkurt heilt lítið av tí, sum Rigmor so tolin lat um seg ganga, so noyðist eg at spyrja meg sjálva, um tað er »at eiga lívið f« einum gðrum menn- iskja, tað sum hon gjørd.. Hon forsyrgdi honum, gav honum eta, streyk honum skjúrturnar og lat hann fara við sær sum hansara skift- andi sinnisstødur góvu or- søk til. Í hesum er leiklutur hennara beiskliga líkur hon- um hjá so mongum kvinn- um. Tó at eg væl veit, at Rigmor hevði opin eygu, var gávuríkt og væl at sær komið menniskja, so er onkustaðni á leiðini hetta >offurið< í mínum eygum, hvussu víkir og vendir, eitt kvinnuligt martyrium, sum ikki tykist mær rættvisgjørt við at veiga lívið í< einum úrmælingi. Ævisgga Janusar er virð- ismikil tidarlysing, og ser- liga fólk í Keypmannahavn- arumhvgrvinum tíðliga í hesi øldini kennast so for- kunnug at síggja, tá ljósið fellir á tey, tí at lívið gav teimum ein leiklut í lívi Janusar. Í sambandi við frá- søgnini frá jarðarferð Trond Olsens í Kirkjubø í 1962, hevur høvundurin hesa vøkru hugleiðing: Sum Hógoyggj eru tey á ein hátt øll sveipt í morgungull — hesi merkiligu og gávu- ríku og stuttligu fólkini, sum mólu rundan um Janus sum gongustjórnur um eina — gaman í við hvørt heldur óstøðugt singlandi sól. Tey og teirra ættarlið. Fús at virka fyri sínum hugsjónum uttan nakrantíð = at spyrja um vinning umboðaðu tey eina mentan, sum var um at hvørva um tað mundið Janus andaðist, og sum fáur man duga at fata í dag. Í mínum huga hevur hetta ættarliðið í mong ár staðið sum edilingaliðið. Tíðarlýsingin er, sum áður nevnt, neyv og nærløgd, og kanningararbeiðið, sum hevur verið neyðugt, má hava verið risastórt. Valla eiga vit nakað annað verk, sum so væl lýsir livihátt og hugsunarhátt hjá intellektu- ellum føroyingum í útlegd og heima fyrru helvt av hesi øldini. Eina lítla atfinning havi eg til sjálva framsetingina, har eg haldi, at høvundurin hevur lyndi til at brúka tann í fyrilestrum hóskiligari sið- in at sleppa einum tráð við lyfti um seinni at venda aft- ur til evnið og gera tað lið- ugt. >Hetta skal eg koma aftur til um eina løtu..« er ilt hjá lesaranum at hava eftirlit við, og slepta evnid kennist sum >leysur endi< SKALDSKAPURIN Í hesi bókini hevur Hanus Andreassen valt at viðgera skaldskapin í pørtum fyri seg, tó skipað sundur so- leiðis, at ein gjøgnumgongd av skaldskapinum í um- rødda tíðarskeiðnum mest- sum tekur samanum hvørt tíðarskeiðið. Viðgerðir høvundsins av yrkingum Janusar eru ikki nógv dæmdar av strongum vísindaligum háttalagi. Tað sæst her, sum í øllum verki- num, at høvundurin er bæði skald og bókmentagransk- ari, og tað stranga metod- iska í viðgerðini av skald- skapinum hevði neyvan hóskað til verkheildina, sum hon er. Heldur eru viðgerð- irnar intuitivar og sansandi, og stórur og djúpur kunn- leiki til heimsbókmentirnar ger samstundis, at høvund- urin er førur fyri við skald- skaparligum åstødi og sam- anberingum at vísa lesara- num, hvussu vidfevnandi og vitskyggjandi skaldið er. Tilgongdin til skaldskapin er her eisini ævisggulig, sagt verður frá tíðar- og me he,