leygardagur 3. januar 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 3. JANUAR 1998
tidindabla
høvissamanhangi og frå å-
virkan, sum fólk og umstød-
ur hava havt.
Gott dómi um, hvussu
Hanus í viðgerðini sansar
yrkingina, heldur enn at
greina hana eftir meira skip-
aðum reglum, síggja vit í
umrøduni av yrkingini
»Cello«, frá 1933. Hann
sigur m.a.:
At lesa hana er sum at sita
einsamallur inni á eini vín-
stovu ein seinnapart í einum
stórbýi — kanska við einum
javnara — og hoyra
streingjaljóð syndra alla tíð-
arbundna trygd: natúrina,
menniskjað, alla trúgv, allar
hugsjónir og til seinast — í
einum minniligum grindi —
sjålvt heim landið:
Leyvið dettur, dettur -
havið slettir, slettir -
tá um aldarød er farið,
hvat av Føroyum
er tá eftir?
Hetta er sera vekjandi háttur
at umrøda skaldskap. Hann
krevur, vegna sítt subjektiva
lyndi, tó ein strangan og
ikki minst ógvuliga skald-
skaparkønan umsitara. Tað
er skilligt, at Hanus An-
dreassen er samvitskufullur
tulkari, sum ongantíð fellur
til tómt orðaskvaldur ella
klisjénýtslu.
Hanus ger, í umrødunum
av skaldskapi Janusar, fitt
burturúr týðingunum, og
eitt lítið dómi kann her vísa,
hvussu neyvliga og væl hes-
ar metingar eisini eru frá-
gingnar. Tað er í viðgerðini
av týðing Janusar av >The
Raven< hjá Edgar Allan
Poe. Hann greiðir fyrst frá
sambandi Janusar við yrk-
ingina, hansara kunnleika til
Poe, hvussu hann, í brøvum
til Onnu citerar úr >The Ra-
ven« og »Ulalume«. Hann
metir um týðingina, hvussu
frí hon er, hennara lættleika,
og heftir seg so víðari við
tað so tortýdda >never-
more<, sum grindini enda
við í hesi víðagitnu yrking.
Til tess at kunna greiða
spurningin og seta loysn
Janusar í eitt perspektiv,
hevur hann kannað
svensku, donsku, norsku og
íslendsku týðingarnar - og
kemur so aftur til týðing
Janusar — eingi ráð — . Hann
kannar síðani ljóðligu árin-
ini og rímvirðið og metir at
enda, at slíkt skaldskapar-
ligt sjálvbjargni, sum hetta
er dómi um, kemur hugs-
andi úr tí keldu, sum kvæð-
ini hava verið hjá skaldi-
num. Hetta verður so aftur
neyvari staðfest við øðrum
dómi, tá ið reglan »Is there
— is there — balm in Gilead«
verður umsett til hitt næstan
ófatiliga lætta og rætta
»Grøda smyrsl meg hinu-
megin<, har orðið smyrsl í
akkurát hesari merkingini
hevur fyridømi í einum ør-
indi í Regin Smiði.
EPILOGUR
Verkið um J. H. O. Djur-
huus endar við ellivu síðum
longum epilogi, har Hanus
Andreassen skilliga vísir,
hvussu væl hann er komin
at kenna skaldið og menn-
iskjað Janus Djurhuus.
Hann brúkar myndina
»tvørsagnarportrid«, sum
lesarin má fara igjøgnum,
skal hann skilja tvørsagnir-
nar — paradoksini, sum stød-
ugt takast í Janusi. Hann
kannar sjarmuhugtakið —
heilt upp ímóti tí minni
góðsliga psykopatihugtaki-
num og hann ger meting av
politiska og tjóðskaparliga
lyndi Janusar. Hann ger sær
tankar um vit ella intelli-
gens hansara, um hugflogið
og um vitan hansara og tek-
ur at enda samanum skaldið
við tankavekjandi sjónar-
miðum um, hví hann yrkti,
sum hann yrkti. Janus er
romantiskt skald í ávísari
andsøgn til samtíðarrákið,
sum var súmbolisma, ung
modernisma, realisma og
samanumtikið frígering úr
formligum heftum.
Seinasta reglubrotið í
verkinum er ein, kanska í
so stutt, eftirmeting av yrk-
ingum Janusar. Sera bein-
rakið punktum at enda verk-
ið við, er seinasti setning-
urin, kar sagt verður um
yrkingarnar, at tær eru:
>Sum lið í tí framhaldandi
millumtekstaliga dansi-
num.<
Nú eru so hesi trý bindini
í verkinum um lív og skald-
skap J. H. O. Djurhuusar
komin at standa í míni bók-
reól — undir liðini á stóra
savninum , har Kristian Ma-
tras fekk saman í eina út-
gávu allar yrkingar Janusar.
Eg kenni meg vísan í, at eg
fari ofta at venda aftur til
hesar bøkur, at lesa í teim-
um, tí tær eru væl skrivaðar
og fragd at lesa til undir-
halds, at hava gleði av teim-
um, tí tær vísa mær tulk-
ingar á høgum stødi av ti
besta vit eiga í føroyskum
skaldskapi, og tí at tær geva
mær livandi og sannførandi
mynd av skaldinum og inn-
lit í eitt spennandi tíðarskeið
í føroyskari mentanarsøgu.
Gudrun Gaard
Ein heilsan til pabba
å 90 åra fødingardegnum
Leygardagin 3. januar fyllir hesin væl-
kendi madur 90 år.
Olaf Frits Krossteig — sunnanfjørds
bara róptur Krossteig — er føddur í Lor-
vik tann 3/1-1908 og var elstur og ein-
asti beiggi av seks systkjum. Av teimum
fimm systrunum eru bert tvær enn eftir
á lívi. Foreldrini vóru Oli Krossteig, Oli
hjá Ola réptur, og Maria Trossteig úr
Niðristovu.
Krossteig traðkaði sínar barnaskógvar
í Lorvík, og mundu tað vera nøkur rík
ár, at vaksa upp ímillum sjómenn og
bøndur. Neyvan mundi tú nakrantíð
droyma um, at títt yrki her í lívinum
skuldi verða skúlalærari.
Mær kemur til hugs ein morgun í maí
"94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin
á Økrum, tå ein slupp kom við fullum
seglum inn um boðarnar í fjørdinum, og
tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt
skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið
úr Havn, sum kom til Regattasiglingina,
ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag.
Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði
tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vågsfjørd
var við einum deyðsiglara, sum æt
>Norðlýsið< (tøgn eina løtu) — ja og var
hetta fyrstu ferð í lívinum, okur sóu
elektrisk ljós, tað var nevniliga komið í
Vági árið fyri.
Ikki mundi tú hugsa tá, at tú skuldi
koma at liva ein stóran part av lívi tínum
á sunnara armi av Vágsfirði.
Hesin túrur kom at standa sum eitt
minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein
royndartúrur, sum pápi tín tók teg við
suður til Vágs á beding. Hann var skipari
á Norðlýsinum; men á veg norður bleiv
illveður á landsynningi, og var tú meira
deyður enn livandi. Tá tykur komu á
Fuglafjørd, segði hin gamli: Nei, eg havi
ikki kreftir at taka teg við í ár og síggja
teg liggja so sjúkan, so tú má bíða til
næsta ár. Hesin minniligi túrur skuldi
verða tann seinasti, sum tú var saman
við pápa tínum, tí um heystið gekk hann
burtur við Norðlýsinum og allari mann-
ingini.
Hetta vóru sjálvsagt tungir dagar hjá
tykum, og komu tí omma tín og yngsti
sonur hennara, Jákup Olivar, inn til
tykum at búgva, men heldur ikki honum
var lívið lagað, tí hann fórst við Onnu
árið eftir 24 ára gamal, og mundi hetta
seta stopp fyri tínum dreymum at blíva
sjómaður.
Krossteig fór 18 ára gamal til Havnar
í 1926 á læraraskúla, haðani hann fekk
prógv í 1929
Tá var ikki so lætt at fáa lærarastarv
so tey fyrstu árini starvaðist hann sum
ferðalærari runt um í Føroyum
Fyrst við Gjógv, í Lorvík og Kaldbak
So í Akrabergi og Víkarbyrgi. Síðani í
Norðradali og Saksun. Eftir hetta aftur í
Suðuroy — fyrst á Økrum og i Lopra,
síðani í Vági og til endans aftur á Leiti
tey seinastu 26 árini
Fråsøgumadur ert tú góður, minnið er
sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg
siga frá ymiskum hendingum og fólki
sum tú kom at kenna runt um á hesum
plássum
Hvor minnist ikki tær frálíku sending-
arnar í Utvarpi Føroya, har Niels Juel
Arge hevdi samrødu vid teg, og tå so
hugtakandi greiddi frå.
Mong eru børnini, sum hava gingið í
skúla hjá tær tey 45 árini, tú var lærari,
og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin
um at bera tær, tá eg eri komin í prát við
onkran fyrrverandi næming hjá tær
Tað man eisini fløva eitt gamalt kenn-
arahjarta at fáa heilsanir á hverjum ári
sendandi úr útlondum, eitt nú Stórabret-
landi og so fjarskotnum londum sum úr
USA.
Hugurnar til jørd og seyð hevur altíð
eyðkent teg, og var tú seyðamaður bæði
á Leiti og Bláabergi í nógv ár. Tá lemb-
ingin var fyri, skuldi tíðliga verða farið
frá húsum fyri at náa runt og vera aftur
til skúlan kl. 8.00 um morgunin, og
mangar góðar lýtur burtur í haga minnist
eg aftur á við takksemi.
Skúlin og húsini á Leiti bleiv heim
okra, í 1957 kom eisini kirkjan, og var
tú deknur og organistur har til í oktober
1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta
stendur sum ein karmur um míni barna-
og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd
— hvørki her á landi ella aðrastaðni —
sum kann metast við tann uppvøkstur
og lærdóm, eg her fekk frá mammu og
ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur
fyri.
Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva
90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur
á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: >Ég
taki ein dag í senn og takki Guði fyri
teir, sum eg fái<. Og júst hetta at takka
Guði fyri tað, sum tú hevur fingið, hevur
sermerkt teg, tí ongantíð havi eg sæð teg
ónggdan við nakað, tú hevur fingið, men
altíð takksamur. At kunna siga takk er
ein góð gáva at eiga her í lívinum, og er
hetta nakað, sum tú enn minnir okkum
á, tá ið høvi býðst, hóast vit øll eru vaksin
og flogin úr reiðri.
Góði pabba, hjartaliga tillukku á tínum
90 ára degi, og mamma tillukku við teim-
um 80, sum var í mai, og må Harrin vera
hjá tykkum og styrkja tykkum og geva
okum nógvar góðar løtur saman afturat
ÓJK
»sialurin
Á - vit seta út í kortið!