Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 6. JANUAR 1998 tíðindablaðið S08alurfn Forsætismálaráðharravitjanin: Nyrup på besøg i fjendeland - skrivar danska bladi Berlingske Tidende i eini grein sum ber heitið „Bitterheden trives". Greinin er skrivað í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum byrjar seinnapartin í dag SVEINUR POULSEN Donsku blødini gera nógv burturúr vitjanini hjá dansk- a forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen. Tað er, sum vera man, búskaparkreppan og banka- kanningin, sum eru bein- leiðis orsøkin til tann stóra áhugan, sum er fyri vitja- nini. Donsku + fjølmidlarnir minnast eisini, at Nyrup av- lýsti vitjan sína í 1995, og tí verður spurningin við- gjørdur, um hví hann skal til Føroya júst nú, bert níggju dagar áðrenn kann- ingarnevndin almanna- kunnger úrslitið í banka- kanningini. Berlingske Tidende hevur tosað við hotelstarvsfólk í Havn, sum sigur: - Sjálvandi taka vit væl ímóti Poul Nyrup Rasmus- sen, men var hann ein fiskur og lá á keiuni, so varð hann sparkaður í havið. Greitt verður donsku les- arunum frá, hvussu krepp- an er íkomin, og hví før- oyingar eru so illir inn á Poul Nyrup Rasmussen. Kreppan og bankayvirtøkan verða gjøgnumgingin, og sagt verður, at hetta er orsøkin til, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er tann per- sónur, vit helst vildu havt sum gest í Føroyum júst nú. Men hetta tekur Poul Nyrup Rasmussen ikki so tungt. Hann sigur við blað- ið, at vitjanin ikki hevur nakað sum helst við banka- kanningina at gera. Einasta orsøk er ríkisfundurin mill- um politisku leiðarnar í Før- oyum, Grønlandi og Dan- mark. Eisini heldur hann, at før- oyingar skulu síggja vitjan- ina sum eitt tekin um gktan áhuga fyri Føroyum og før- oyskum viðurskiftum. Tí eftir upprunaligu ætlanini skuldi fundurin ikki vera í Havn. Hann varð fluttur í seinastu løtu. Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins og Helena Dam á Neystabø, formaður sjálvstýrisfloksins gera eisini viðmerkingar til vitjanina. Jóannes Eidesgaard verð- ur endurgivin fyri at siga, at brúk er fyri broytingum í samstarvinum millum Før oyar og Danmark. Eftir kreppuna, sum byrjaði í 1992-93, er åhugin fyri før oyskum sjålvsstyri stødugt vaksin. Danmark gav før- oyingum harraboð um, hvussu kreppan skuldi loysast, uttan at føroyingar fingu ávirkan á nakað sum helst. - Men sambandið mill- um Føroyar og Danmark er ørdvisi, enn tað er millum ein debitor og ein kreditor. Ti er tørvur á broytingum í samstarvinum millum londini bæði. Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýris- flokkinum, sigur í sínari viðmerking: - Hann kemur í skeivari létu. Tað er møguligt, at Nyrup bara er klossutur. Hann roynir Giva at slætta sjógvin, áðrenn illveðrið kemur. Vit fáa ikki tosað um nakað sum helst, fyrr enn øll hava lisið frá- greiðingina frá kanningar- nevndini. Rikisfelagsskapurin er ein lygn Hans Joensen, handilsmað- ur í Havn, hevur brúkt møguleikan at skjóta við skørpum nú hann er biðin um eina viðmerking Fyrst verður greitt frá søguni hjá Hans Joensen og handli hansara f Havn. Frå byrjan f 1889, til hann fyrst lat aftur f Han- dilskjarnanum, og síðani lat uppaftur. Hans Joensen er argur inn á føroysku bankaverð- ina og ikki minni inn á Den Danske Bank og stjórnina. -Landsstýrið noyddist til samráðingar í Danmark við revolvaranum fyri pann- una. Tá skuldi avgerðin fella innan nakrar fáar dag- ar. Nú situr Nyrup við kro- kodillutárum og sigur, at vit hava góða tíð at tosa um støduna. - Men ålitid å danir er burtur. Vit trúgva ikki tí, tey siga í forsætismálaráð- num, sigur Hans Joensen - Vit halda at tað er skeivt, at hann kemur áðrenn bankakanningin er liðug. Hann skuldi bíða eftir eini innbjóðing úr Føroyum. So kundi hann komið til Føroya og sitið við revolvaranum fyri pannuna. Hans Joensen ivast ikki, at tað er rætt at loysa nú Ríkisfelagsskapurin hevur víst seg at byggja upp á eina lygn, og tí er ongin vegur aftur. Ríkis- felagsskapurin kann ikki halda fram sum er, og eg haldi, at føroyingar eru til reiðar at taka stigið móti fullum sjálvsstýri nú. Færøerne melder storm Eisini Jyllands-Posten ger nógv burtur år vitjanina hjá Nyrup. Teir siga í greinini Færøerne melder storm", at Poul Nyrup Rasmussen kann vænta sær munnligan undir vangan, tå hann lendir f Før- oyum. Sagt verdur millum annad frå, at fimm av åtta flokkum í Løgtinginum ikki vilja tosad vid Poul Nyrup Ras- mussen, umframt at MFS heldur ikki ynskir, at møta honum. Jyllands-Posten leggur dent á, at túrurin hjá for- sætismálaráðharranum tak- tiskt er væl tilrættalagdur. Sagt verður, at kemur tað til beinleiðis samanbrest mill- um føroyingar og danska forsætismálaráðharran, so er ikki vist, at hetta verður til fyrimun fyri féroyingar.. Tað hevði verið ein ljót sjón at sæð í donskum sjón- varpið, um Nyrup fekk eina tomat í andlitið. Tá hevði vælvildin frá danska fólk- inum verið burtur. í íva Politikken hevur í blaðnum í dag samrødu við Peter Duetoft år CD, Holger K. Nielsen år SF og Uffe Elle- mann-Jensen úr Vinstra- flokkinum. Teir eru allir samdir um, at Poul Nyrup verður noyddur at fyrireika seg til enn ein túr til Føroya, um bankakanningin átalar leiklutin hjá forsætismála- ráðnum. - Tá verður hann noyddur, at fara aftur til Føroya við einum einasta endamáli - at loysa trupulleikan, sum tá uppstendur. Vit kunnu ikki liva við orðastríði viku eftir viku, sigur Peter Duetoft, og hann fær stuðul frá Holger K. Nielsen. - Verður leiklutur Nyrups í bankamálinum kritiseraður, so må hann aftur til Føroya beinanvegin. Uffe Ellemann Jensen hevur biðið Poul Nyrup Ras- mussen avlýsa túrin til Før- oya. - Nyrup hevur sagt, at hann ikki tosar um banka- kanningina, meðan hann er í Føroyum, og tað er óivað skilagott so stutt undan al- Danski forsætismálaráðharrin Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya í dag. Hann vil ikki tosað um bankakanningina, men á Ríksisfund við Edmund Joensen og Jona- than Motzfeldt. mannakunngeringini av frá- greidingini. - Men tad er hetta, sum upptekur sinnini f Føroyum f løtuni, og tad er sam- stundis tann sakin, sum hev- ur verid mest tyngjandi fyri sambandid millum londini bædi. So hvi f allari vidu verð skal hann til Føroya beint nå. Hasin fundurin Innihald: kundi saktans verid fluttur ein månad. Kemur i dag Og f dag kemur hann, um vit vilja tad ella ikki. Hann flygur vid Atlantsflog. Ti felagnum, sum danska stjórnin hevði so ilt av á sinni. Ahugin fyri tårinum er, sum vera man, sera stórur, serliga í Danmark. Men eisini í hinum Norðurlond- unum fylgja tey við, hvuss- u leikur ferð. Vit fara at hoyra nógv meiri til ferðina hjá Nyrupi í Føroyum komandi dag- arnar. Tað verður spenn- andi at síggja, hvussu leikur ferð. Kvøldskeid å Føroya Sjomansskula Skeið í vedur- og streymlæru Veðurlæran: Nakað av teori um veðurlæru. Avlesa luftina. Lesa veðurkort, hátrýst kontra lágtrýst v.m. Veðurkortmóttakarin. Veðurkort yvir INTERNET. Streymlæran: Ålmanakkin. Streymtalvur. Før- oyski loðsurin. Lokal streymviðurskifti (ýður v.m.). Byrjar: yvir tvær vikur. Skeiðhaldarar: Ólavur á Heygum og Ambjørn Borgarlíð. 12. januar og 20. apríl. Skeiðini vara 20 tímar Skeið í siglingarlæru 8 tólkunnleika Innihald: Siglingarlæran: Grundleggjandi teori í sigl- ingarlæru, nakað um vitar í Føroyum, - um deviatión og misvisning, og nakað um sjó- reglur. Tólkunnleikin: Nýtsla av kumpass og korti, - GPS, - radara og loran. Byrjar: 9. februar og varar 20 tímar yvir tvær vikur. Skeiðhaldarar: Christian Poulsen og Petur Hans Dahl. Tekning: 11749, fax 18122. Kostnaður: Føroya Sjómansskúli, Nóatún, Tórshavn tlf. Kr. 1.200,00 fyri hvort skeiði.