Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, feet ri, uppseting og prent: | Telefon: 11820 Randi Jacobsen Eyðun Klakkstein, ob gg Teletax. 14720 Edvard Joensen : Blaðfólk: á Argjavegur 26, Argjum e-mail: og : Áki Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur & post olivant fo Jonhard Hammer | Eiríkur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Nyrup - vælkomin å rikisfund Oddagrein FORSÆTISRÅDHARRIN kemur til Føroya i dag, og hann skal vera vælkomin å rikis- fund millum teir triggjar rikispartarnar - Grønland, Føroyar og Danmark. Men vitj- anin hevur fingið eina aðra dimensión, og nógvir føroyingar halda lítið um tað, at Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya eina viku, áðrenn »bankakanningin« verður kunngjørd. MEN haðani - at halda, at tað er óheppið, at hann kemur júst nú - og til at nokta fyri at hitta forsætisráðharran á máli, sigur nakað um, hvussu óbúnir nakrir flokkar eru. Enn vita vit ikki við vissu, um forsætisráðharrin hevur verið uppi í ráðagerðini móti foroy- ingum, og hvussu nógv hann hevur verið uppi í, ella hvat hann sum ovasti politiski myndugleiki í ríkinum hevur góðkent. I OLLUM forum mugu vit bara staðfesta, at eingin kemur víðari í einum máli, ella fær loyst ein trupulleika við at halda seg burtur. Einasti máti at koma víðari er at tosa saman, og nógv skuldi verið at spurt fortisráðharran um,-eins og Miðflokkurin vísti á. TAÐ er eisini.tí,.at ikki so fá tjóðveldisfólk eru org, tí formaðurin í tingbólkinum, Heini O. Heinesen, boðaði frá, at Tjóðveldisflokk- urin fór ikki at hitta forsætisráðharran. Eins og í fleiri ødrum forum tók formaðurin upp aftur gamla ókonstruktiva leiklutin hjá Tjóð- veldisflokkinum at síta uttan fyri ávirkan, og pussa prinsippini skyggjandi rein. MEN nú kemur forsætisráðharrin fyrst og fremst á ríkisfund, og tað er at gleðast um, at skipanin við rikisfundum verður tikin upp- aftur, tí so leingi vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvenn annan og gongdina hjá hverjum ødrum. NU er bara at vóna, at forsætisráðharrin hevur eitt erligt ynski eisini at hitta foroy- ingar, og at vitjanin ikki er ein liður í eini nýggjari ætlan - ella ráðagerð - sum vit hava hoyrt og sæð danskar stjórnarmyndugleikar leggja móti heimastýrinum. BANKAKREPPAN gjørdi eisini, at kinkur kom í samstarvi millum foroyska og danska javnaðarflokkin. Flokkarnir hava áður sam- starvað væl, tí teir hava ásannað, at teir eru partar í eini rørslu, sum gongur tvørtur um landamørk, og tað er at vóna, at vitjanin kann bera í sær, at flokkarnir finna stevið aftur til gans fyri Føroyar og føroyska løn- arbeiðaran Sostalurin »Måsin« Nólsoyar Páll nr. 2 Helt meg at lesa eitt nýtt- ársskemt í Sosialinum. »Måsanum« eru játtaðar 5 milliónir, at leingja hann 2 metur og annað eftir krøv- um frá skipasýninum tí >Hann er so vælegnaður til hesa sigling, Svínoy, Fugl- oy “< Fugloyingar kunnu sjálvir svara fyri sína oyggj. Svín- oyingar vilja hava eitt nógv stórri skip, hetta skip skal kunna taka bilar, traktorar, gravimaskinur, t.v.s. øll am- boð sum vit nýta í arbeiði okkara Skipið skal vera breitt og grunt, lossikranin skal lyfta minst 10 tons/metur. Ferða- fólkarúm til 80 fólk, hava 2 motorar og 2 skrúðir Mín meting um »Måsan« er, hann hevur ongantíð ver- ið vælegnaður at sigla uppá Svínoynna, alt siglir ov seint Solomon prestur skrivaði eina ferð í Dimmalætting um vandan, ið kundi stand- ast av 1 * ov lítil og at >Másin< bert hev- ur ein motor og dagliga sig! r framvid bjørgum | | Abyrgdarmenn hava ver- ið motorpassarar við >Más- anum<, men, sum gamal maskinmeistari, veit eg, at ein kann vera tikimav báli, og at óhappið hendir nettur tå ið tað ikki skal. Ikki er ringt at ímynda sær, hvat tá kann henda Stjórin á Strandferðsluni sigur við Sosialin 30/12 > Vit og klassin eru sannførd um, at tá ið alt hetta er gjørt, kann skipið rekja siglingina minst 20 ár afturat; víðari sigur hann seg hava ráðfort seg við manningina á >Más- anum« t.v.s. at strandferðsl an rådførir seg við seg sjålv- an ella 2 klaksvikingar + 2 hvannasundsmenn skulu siga myndugleikunum, hvat ið svíningum tørvar, ein óavmarkaður frekleiki at ómynduggera svínoyingar Vit eru ikki eftirspurdir um nakað í hesum fyri okkum so týðandi máli, ja ikki minni enn ein lívæði Eg heiti á tykkum, polit ikkarar okkara i Norðoyggj um, steðgið hasum beinan- vegin Oyggj okkara skal ikk uppgevast sum ein vónleys útoyggj, tað er hon hledur ikki Vit eiga eina smoltstød Svínoy, sum kann ala | millión smolt um árið, til eitt virði av 10 milliónir kr Smoltstødin leverar smolt til alistødir okkara, sum liggja i Nólsoyarfirði og Funningsfirði. Tilsamans útflyta tær laks fyri 80 milli- ónir kr. um árið. Vit hava stórt brúk fyri góðum sam- bandi við Hvannasund Smoltið verður flutt av oynni á heysti og á våri. Vegna tað lítla strandfara- skipið ið vit hava, vóru vit noyddir at byggja okkum ein brunnbát á Tórshavnar skipasmiðju fyri 2,5 milli- ónir kr. at flyta smolt við Tit sum meina at eitt træskip er best egnað til hesa sigl- ing. hava skeiva uppfatan Sóu tit skipini við Eystur- grønland í sjónvarpinum á jólum, ár inn og ár út, troka tey seg igjøgnum is við nógvari ferð, í høgari aldu, uttan at vera skadd. Hvussu leingi halda tit, at >Másin< hevði hildið til hasa viðferð? Eg vildi mett, hægst ] tíma. Eg veit hvat eg tosi um, tí eg havi verið við líknandi skipum, og fiskað í íshevunum í fleiri ar Byggið nýtt skip, setið 5 milliónir játtaðu 5 teimum milliónunum á fíggjarlógina næsta ár og laid >Másan< sigla, til nýggja skipið er liðugt. Lat- ið okkum vera við ul at mynda skipið, so fáa VIT eitt skip sum VIT hava brúk fyri nógv ár fram í tíðina aitural I Svinoy eru lastbilar dumparar, gravimaskinur og onnur tung amboð. Last bilarnir viga umleið 3 tons Fáa vit boð frá Bileftirlit inum at meta til sýn við eir um av lastbilunum, er bert ein møguleiki, leiga eir sandbát at flyta bilin av oynni og aftur. Hetta kostar 7.000 kr. hvønn vegin, alts« 14.000 kr. at fåa ein lastbil synadan. Sama ger, hvat ið verður gjørt við »Måsan«, hann er og verður nógv ov líti Hann klárar illa nokk at lyfta I tons av dekkinum og uppá keiina Skilji eg uppskotið frá Jóanis Eidesgaard rætt un at líkasulla útoyggjarnar við tær stóru, so ber til nú, at flyta bilar so nógv sum eir vil úr Hvannasundi til Svír oyar og hinvegin. Rokning in verður goldin av tí menna ella Strandferðslun Eitt er, at koma við einum uppskoti, annað er at før: tað út í lívið Einaferð enn nýtt skip< Gamlaárskveld 1997 Vinarliga Bjarni Jacobsen Um gøtuljes á Tvøroyri Tá ið eg las í Sosialinum 3 des um at tvgráfólk nú fáa gøtuljøs aftur alla nåttina, fegnaðist eg um tað. Tað er eingin meining í at sløkkja ljósini um nåttina, tí ein sær ikki framm fyri sær. Eg kann í hesum sam- bandi ikki lata vera við at spyrja býráðslimirnar á Tvøroyri um, hví teir ikki tonkja uppá ØLL fólkini, ið búgva her Eg havi nú bidid um gøtu ljós til mini hús ferð eftir ferð, og sjálvt um eg nú havi búð í húsinum í 16 ár, havi eg ikki fingið eitt einasta ljós til tey. Tað vil siga tað sama sum, at ætli eg mær ein gøngutúr aftaná kl. 5 um dagin, má eg hava lumma- lykt við, fyri at finna veg Eg vil tí biða tykkum taka hetta upp, næstu ferð tit fara á fund, og fáa skil á hesum, tí hetta er ein stór skomm fyri tykkum Heilsan Malan, ið býr uppi á Støglinum Sekt verður eftir tænara til okkara hugnaligu matstovu. MARCO POLO Sverrisgøta 12 - Tlf. 13430 maður, pápi og verpåpi ar, 51 ára gamal 6/1 kl. 18.00 dagin kl. 14.00 t Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæri EYÐBJOØRN OLSEN Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 3. janu- Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týsdagin Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum miku- Familjunar vegna Petry, Halldis, Rannvá og Sigurður Tey ið vilja minnast Eyðbjørn, kunnu ístaðin lata eima peningagåvu á konto í Føroya Sparikassa