Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 228 - 29. november 2003 Nr. 228 - 29. november 2003 47 UTTAN ÚR HEIMI Alkoholreklama skjótt loyvd Eins og í Føroyum er tað bannað at lýsa við rúsdrekka og øli í Noregi, men sambært einum løgfrøðiprofess- ara og einum fyrrverandi eftirlitsmanni hjá EFTA er tað ikki vist, at bannið verður galdandi so leingi afturat. Per Christiansen, sum er professari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Tromsø, sigur við Aftenposten, og norska bannið ímóti alkoholreklamu hongur í einum klønum tráð. Hann vísir á eitt mál í Svøríki. Har stevndi ein matstova myndugleikunum, tí hon slapp ikki at lýsa við rúsdrekka. Matstovan vann sakarmálið, tí rætturin kom til ta niðurstøðu, at bannið var ikki í samsvari við ES-reglur. Professarin ivast ikki í, at ger ein norsk matstova tað sama, fer hon eisini at vinna eitt tílíkt mál í norska dóms- valdinum. Í vikuni frættist, at ein norsk matstova umhugsar at almannakunngera eina alkoholreklamu fyri at sleppa at royna bannið. Hann er ikki einsamallur um hesa áskoðanina. Knut Almestad, sum hevur verið formaður í teirri eftir- litsnevndini hjá EFTA, sigur, at grundreglurnar í EBS-samstarvinum eru oman fyri norska lóg, kemur tað til skarpskeringar. Umhugsa rakettverju Ein viðgerð í amerikonsku kongressini kann gerast dýr fyri tey flogfeløgini, sum flúgva til og úr USA og sostatt eisini tað skandinaviska SAS. Málið snýr seg um at krevja, at flogfeløgini skulu seta eina serliga rakettverjuskipan í flogførini, sum flúgva til og úr USA. Sum er hava hernaðarflogfør eina skipan, sum sleingir eitt ótal av aluminiums- pettum frá sær, tá ein rakett er á veg ímóti tí. Pettini órógva rakettina, so hon fer aftan á teimum heldur enn flogfarinum. Tað er eina slíka skipan ameri- kanska kongressin umhugsar at krevja í ferðamanna- flogførum. Sum er er tað bara ísraelska flogfelagið El Al, sum hevur hesa útgerðina í sínum flogførum. Enn hevur SAS ikki fingið boð um at gera nakað slíkt, og leiðslan í felagnum dylir ikki fyri, at hetta verður ein dýr íløga, skal hon fremjast. Víst verður á, at tá SAS setti skottryggar hurðar í flogførini av slagnum Airbus, máttu tey takast úr flúgving í átta dagar. Sjáldsamt verkfall Sparingar í franska uttanríkisráðnum kunnu hava við sær, at franskar sendistovur um allan heimin verða stongar mánadagin. Starvsfólkini á sendistovunum siga, at sparingarnar fara at raka alt virksemið á øllum sendistovum og konsulátum, og tey seks fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini, boðaðu hósdagin frá, at broytir stjórnin ikki ætlanina, fara starvsfólkini í verkfall mána- morgunin. Upprunaliga var ætlanin, at bara starvs- fólkini í uttanríkisráðnum í París skuldu leggja arbeiðið niður, men hetta er nú víðkað til eisini at umfata tey, sum arbeiða á sendistovum og konsulátum uttanlands. Eftir ætlanini hjá fíggjarmálaráðnum skulu 200 milliónir krónur sparast. Fakfeløgini siga, at í veru- leikanum merkir tað, at reallønin hjá starvsfólkunum fer at minka, og tað góðtaka tey ikki. Gibson í øðini Tann kendi filmsleikarin Mel Gibson umhugsar at leggja sak ímóti amerikanska blaðnum New York Post, tí blaðið hevur víst nøkrum átrúnaðarligum leiðarum eitt sokallað "piratkopi" av filminum "The Passion Of Christ", sum Mel Gibson hevur gjørt, og sum ætlandi kemur í biohallirnar í februar næsta ár. . Teir átrúnaðarligu leiðararnir, sum sóu filmin, hava funnist hvassliga av innihaldinum, og filmurin hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum. Á New York Post halda tey seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Talsmaðurin hjá blaðnum sigur, at tann nógva umrøðan, sum filmurin hevur fingið, vísir, at talan var um eitt slag av tíðindaflutningi, tá blaðið gjørdi av at vísa átrúnaðarleiðarunum filmin. Heimssamfelagið er í ferð við at tapa bar- dagan ímóti AIDS, sigur ST-aðalskrivar- in, Kofi Annan, sum samanber sjúkuna við hópoyðingarvápn AIDS Árni Joensen fartekst@mail.dk Heimsins leiðarar mugu leggja størri dent á bar- dagan ímóti AIDS. Tað var tann greiði boð- skapurin hjá ST-aðalskriv- aranum, Kofi Annan, í einari samrøðu við útvarpið BBC World Service í gjár. Hann heldur ikki, at teir leiðandi í heiminum vísa sjúkuni nóg stóran áhuga, og tí mælir hann fólkinum til at ávirka sínar leiðarar. - Í summum londum er AIDS sum eitt hópoyðing- arvápn, men hvat gera vit við tað, spyr Kofi Annan. - Eg eri illur og stúrin, og eg kenni meg hjálparleysan at liva í einum heimi, sum hevur miðlarnar til at hjálpa øllum teimum sjúku, men sum ikki hevur po- litiskan vilja til tað, sigur hann. Í einari frágreiðing, sum ST kunngjørdi fyri stuttum, stendur at lesa, at AIDS hevur ongantíð kravt so mong mannalív sum í ár, og at talið á smittaðum hevur ongantíð verið størri enn nú. Umleið fimm milliónir fólk eru smittað í ár, og meiri enn tríggjar milliónir eru deyð av sjúkuni. ST heldur, at umleið 40 milliónir fólk hava AIDS, tey flestu í londunum sunnan fyri Sahara, og at talið bara veksur. James Garner, sum var tann fyrsti ameri- kanski umsitingar- leiðarin í Irak, ásannar nú, at ameri- kanararnir og hann sjálvur gjørdu fleiri mistøk í landinum IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk James Garner, sum er fyrr- verandi generalur, kom til Bagdad tann 21. apríl. Uppgáva hansara var at standa fyri arbeiðinum at endurreisa Irak eftir krígg- ið. Í dag ásannar hann, at bæði stjórnin í Washington og hann sjálvur gjørdu fleiri mistøk, og at onnur mistøk eru gjørd, síðani hann fór úr leiðarastarvin- um í summar. - Vit gjørdu alt ov lítið við at kunna irakar um endamálið við krígnum, áðrenn vit lupu á. Tí fingu irakar ikki onnur tíðindi enn tey, sum eitt nú sjón- varpsstøðin Al-Jazeera bar teimum, sigur James Garn- er við BBC. Hann heldur eisini, at irakar áttu at havt fingið størri ávirkan og vald longu beint aftan á kríggið. Fyrrverandi umsit- ingarleiðarin finst eisini at eftirmanni sínum, Paul Bremer, tí hann gjørdi av at upploysa irakska herin. - Tað var eitt mistak. Sjálvur ætlaði eg at nýta herin í endurbyggingarar- beiðinum, og avgerðin at upploysa hann sendi fleiri hundraðtúsund menn út í arbeiðsloysi, og tað er eingin ivi um, at hetta fekk nógvar at venda sær ímóti okkara hermonnum, sigur James Garner. Í samrøðuni við BBC nemur hann eisini við ósemjuna ímillum verju- málaráðið og uttanríkis- ráðið í Washington um, hvussu farast skuldi fram í Irak aftan á kríggið. - Ein dagin eg og Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harri, sótu á skrivstovuni, segði hann, at hann hevði hoyrt, at eg hevði ein Tom Warrick í mínari ráðlegg- ingarnevnd. Eg játtaði og segði, at maðurin var ein sera dugnaligur embætis- maður úr uttanríkisráðnum, men Rumsfeld bað meg koyra hann úr nevndini, sigur Garner við BBC. Nógvir eygleiðarar hava víst á, at tað var eitt mistak at lata verjumálaráðið standa fyri endurbygg-ing- ini í Irak, og at uttanríkis- ráðið hevði verið betur egn- að til uppgávuna. – Vit gjørdu fleiri mistøk í Irak Heimurin tapir bardagan ímóti AIDS Fyrradagin kom George W. Bush, forseti, óvæntað á vitjan í Bagdad, har hann takkaði hermonnunum fyri tað, teir gera í Irak Mynd: Reuters HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 29.11.kl. 2000 Leygardagin 29.11.kl. 2300 Sunnudagin 30.11.kl. 1930 Sunnudagin 30.11.kl. 2230 Leygardagin 29.11.kl. 2030 Sunnudagin 30.11.kl. 1915 Leygardagin 29.11.kl. 2330 Sunnudagin 30.11.kl. 2200 Billettprísur: 45,- kr. Leygardagin 29.11.kl. 1745 Sunnudagin 30.11.kl. 1715 Frumsýning Fríggjadagin 05.12. Frumsýning Mikudagin 17.12.kl. 1800 Mikudagin 17.12.kl. 2215 Forsølan byrjar mánadagin 01.12. kl. 1400 KOMANDI FILMAR Leygardagur 29. november 13.50 Okkara kokkar - frá hóskvøldinum 14.15 Breddin frá hóskvøldinum 14.30 MT frá fríggjakvøldinum 14.45 SATSA - frá leygarkvøldinum 15.20 Seyðamaður og granskari 1:2 - frá sunnukvøldinum 16.00 Hvussu spæla vit okkara kort? 16.30 Gandaspegilin 17.00 Magic Man 17.40 Vinir 18.00 Toktummas 19 18.05 Simba 3 18.30 Pingu 18.35 Svørðdrotningin 8 19.20 Oggy og kakkulakkarnir 19.30 PK og dansifólkið 4:4 - norsk røð 20.00 SATSA - Spurnarkapping, har tað ræður um at duga at satsa. 20.30 Løgreglumaður í barnagarðinum - am. skemtifilmur - Óhóskandi fyri smábørn 22.15 Sopranos 12 - am. spenningsrøð - Óhóskandi fyri børn 23.10 Boiler Room - am. spenningsfilmur - Óhóskandi fyri smábørn 01.05 Liðugt Sunnudagur 30. november 08.00-10.00 Klokkan er átta: Morgunsjónvarp fyri børn 08.00 Pyjamasbananir 18 & 19 08.10 Toktummas 17 & 18 08.20 Osvald 9 08.30 Kúgvin Konny 1 08.35 Eddi og Bjørn 8 08.45 Teir reyðu jólastivlarnir 09.10 Garasjan – Vestmanna 09.35 Miðlingurin Malcolm 44 10.00 Steðgur 14.00 Klassisk konsert: Carl Nielsen - ljósið og myrkrið 15.00 Okkara kokkar - frá hóskvøldinum 15.25 SATSA - frá leygarkvøldinum 16.00 Gudstænasta úr Sandavágs kirkju 17.10 Á heimsins útryðju 4:8 - do. ferðafrásøgn 18.00 Toktummas 19 18.05 Mumi 35 18.30 Krokk 4:22 18.55 Víkingasøgan 2:2 - svensk stuttrøð 19.50 Andakt 20.00 Seyðamaður og granskari 2:2 - Um Helga í Brekkunum, sum granskar í seyðahaldi. 20.40 Stoltleiki og fordómar 4:6 21.35 Rosewood – am. aut. filmur frá 1997 - Óhóskandi fyri smábørn 23.50 Jazzur 2003 00.35 Liðugt Mánadagur 1. desember 17.35 D&V við teknmálstulki 18.00 Jól á posthúsinum - Fyrsti partur av stóra jólakalendaranum - Skrivað og lagt til rættis: Páll Danielsen 19.00 Seyðamaður og granskari 2:2 – frá sunnukvøldinum 19.40 Ótrúligi blómuhandilin 20.00 Dagur og Vika 20.25 Ítróttarsendingin 3-2 20.55 Runt sjónarringin 21.20 Ein nýggj øld 5:6 – dokumentarrøð frá BBC 21.50 The Agency 11:22 - amerikonsk spenningsrøð 22.35 Lance Loud - am. dok. filmur 23.30 Liðugt Leygardagur 29. november 9:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10:00 Leysaløtan (e) - Endursending frá í gjár. - Innsløg, prát og tónleikur. - Sonne Smith leggur til rættis. 11:00 Hanky Panky (1. partur) - Innsløg, prát og tónleikur. - Undirhaldssend- ing fyri øll. - Rúni Ellingsgaard og Johan í Kollafirði eru vertir 12:00 Lýsingar 12:05 Hanky Panky (2. partur) - Innsløg, prát og tónleikur - Undirhaldssend- ing fyri øll. - Rúni Ellingsgaard og Johan í Kollafirði eru vertir. 13:00 Á Torginum (e) - Endursending frá týskvøldinum. - Svenning av Lofti hevur prát við lurtarnar. 14:30 Tónleikur 20:00 Beatin - Tónleikasending. - Eyðfinn Drewsen leggur til rættis. 21:00 Tónleikur 21:15Orðið (e) - Endursending frá í morgun - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Tónleikur 23:00 Liðugt Sunnudagur 30. november 9:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10:00 Tónleikur - Blandaður gospeltónleikur. 13:00 Kelduvaðið (EvR) 14:00 Tónleikur 17:00 Framhaldssøga 13. partur - Heine Lützen lesur úr bókini »Pílagríms- ferðin« av John Bunyan. Victor Danielsen týddi. 17:30 Tónleikur 20:00 Kelduvaðið (EvR) (e) - Endursending frá kl. 13.00 í dag. 21:00 Tónleikur 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morg- un - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Tónleikur 23:00 Liðugt Mánadagur 1. desember 9:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 10:00 Framhaldssøga 13. partur - Endur- sending frá ígjár. - Heine Lützen lesur úr bókini »Pílagrímsferðin« - av John Bunyan. Victor Danielsen týddi 10:30 Tónleikur 12:00 Tíðindir og Lýsingar - Tíðindir frá Dimmalætting. 12:15 Tónleikur 13:00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurtarum. 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan (framhald) 15:00 Lýsingar 15:05 Ynskiløtan (framhald) - Lurtarin velur løg. 16:00 Tíðindir og Lýsingar - Tíðindir frá Dimmalætting. 16:15 Leysaløtan - Innsløg, prát og tón- leikur - Sonne Smith leggur til rættis 17:00 Tónleikur 18:00 Tíðindir og Lýsingar - Tíðindir frá Dimmalætting. 18:15 Tónleikur 19:00 Orð á Leiðini (EvR) (e) - Endursend- ing frá hósdegnum. - Jógvan Zachariassen leggur til rættis. 19:40 Tónleikur 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun. - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Halleluja - Andalig tónleikasending. - Jógvan Poulsen leggur til rættis. 22:30 Tónleikur 23:00 Liðugt Týsdagur 2. desember 9:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10:00 Leysaløtan (e) - Endursending frá í gjár. - Innsløg, prát og tónleikur. - Sonne Smith leggur til rættis. 11:00 Tónleikur 12:00 Tíðindir og Lýsingar - Tíðindir frá Dimmalætting. Leygardagur 29. november 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Emil Olsen, prestur, lesur 07.15 Morguntónleikur 07.30 Tíðindi 07.35 Morguntónleikur 08.00 Tíðindi 08.03 Leygarmorgun í studio 5 - Arne Thomsen velur løgini 09.00 Tíðindi 09.03 Løg mær dámar (e) - 4. og seinasta sending hjá Rógva Rasmussen 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Emil Olsen, prestur, lesur 10.00 Tíðindi 10.05 Fimleikaløtan 1 10.10 Barnatímin - Kári Sólstein stílar fyri 11.00 Rót og rútma - Petur Rouch velur country tónleik 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindi 12.40 Døgurðatónar 13.00 Vikan ið fer - Gunnar Skúvadal skipar fyri 14.00 Vespan (e) - Óluva Zachariasen og Dánjal Højgaard leggur til rættis 15.00 Menuettin - Jóannes S. Hansen leggur til rættis 17.00 Suggan - Gissur Patursson velur tónleikin 18.00 Tónasláttur - Hans Egholm stílar fyri 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindi 18.40 Ítróttatíðindi 19.00 V4-dráttur 19.05 Hans Hedtoft - tað danska Titanic - Frásøgumynd, sum Árni Joensen hevur skrivað eftir bók hjá Thomas Rockwell 20.00 15 tær bestu - Niels Uni Dam stílar fyri 21.00 Harmonikutónar - Flóvin Jacobsen skipar fyri 21.50 Hetta heilaga evangeliið skrivar - David Johannesen, prestur, leggur til rættis 22.00 Tíðindi 22.05 Afturhvarv - Birgar Johannesen og Djóni Andreassen skipa fyri 01.00 Liðugt Sunnudagur 30. november 10.00 Tíðindi 10.05 Sunnudagsløtan - Kári Sólstein og Vivian Gudmundsson stíla fyri 10.30 Sálmar og sangir (e) - Jógvan við Keldu leggur til rættis 11.00 Guðstænasta í Nes kirkju - Kirkjan 160 ár. Martin Restorff Jacobsen, prestur, prædikar. 12.10 Crescendo (e) - Kári Olsen stílar fyri 13.10 Fransar undir Íslandi - Fyrsti partur av frásøgn um franskan fiskiskap undir Íslandi. Elin Pálmadóttir skrivaði. Árni Joensen føroyskaði. 13.40 Grýtut grund og vøkur valling - Før- oyskir sangir. Janus Mohr leggur til rættis 14.00 Tíðindini 14.15 Framvið ánni - Jónheðin H. Tróndheim leggur til rættis 15.00 Kvøðuljómar 16.30 Latín (e) - Tónleikasending hjá Heðini Arge 17.30 Fólk og frítíð (e) - Gunnar Nolsøe stílar fyri 18.30 Tíðindi 18.40 Ítróttatíðindi 19.00 Partita - Kári Olsen, Edvard Nyholm Debess og Ove Olsen leggja til rættis 21.00 Liðugt Mánadagur 1. desember 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Hans Jørgensen í Miðvági lesur 07.15 Jólaløtan 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar - Jákup Magnussen er vertur 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Tilvera: Nú leiti eg til Tína náði (e) - Armgarð Arge leggur til rættis 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Hans Jørgensen í Miðvági lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 3 10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur Egholm stílar fyri 12.00 Veðurtíðindi 12.03 Middagstónleikur 12.20 Tíðindi 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Hans Hedtoft - tað danska Titanic (e) - Frásøgumynd, sum Árni Joen- sen hevur skrivað eftir bók hjá Thomas Rockwell 15.00 Tíðindi 15.03 Nón - Seinnapartssending við tón- leiki, sum Jákup Magnussen stílar fyri 16.00 Tíðindi 16.03 15 tær bestu (e) - Niels Uni Dam stílar fyri 17.00 Tíðindi 17.05 Hvat nú? - Elis Poulsen skipar fyri 18.00 Jólaløtan (e) 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Kult - Mentanarreportasja, sum Eyðun Klakstein leggur til rættis 19.30 Løg mær dámar 20.00 Kallkyn - Rúni Korsgaard stílar fyri 20.30 Menniskjan og maktirnar - Høgni Joensen lesur 1. part av framhalds- søgu eftir Olav Duun. Bjarni Niclasen týddi 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Rúni Jákupsson skipar fyri 21.50 Komin er heilaga jólafest - Fyrsta sending við adventssálmum. Johs. Andr. Næs leggur til rættis. 22.00 Estudio 2000 - Kári Annand Berg ger sendingina 23.00 Tíðindi Týsdagur 2. desember 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Hans Jørgensen í Miðvági lesur 07.15 Jólaløtan 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar - Bjarni Mohr er vertur 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar - Bjarni Mohr er vertur 09.00 Tíðindi 09.03 Menniskjan og maktirnar (e) - Høgni Joensen lesur 1. part av framhaldssøgu eftir Olav Duun. Bjarni Niclasen týddi 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Hans Jørgensen í Miðvági lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 3 10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur Egholm stílar fyri 11.00 Fransar undir Íslandi (e) - Fyrsti partur av frásøgn um franskan fiski- skap undir Íslandi 11.30 Tónasláttur (e) - Hans Egholm stílar fyri 12.00 Veðurtíðindi ÚT- OG SJÓNVARPSSKRÁ Stórt úrval av DVD-filmum til sølu C M Y K 47 46 www.smyril-line.fo Uppgávurnar eru: · Samskifti og samstarv við leiðaran á terminalinum og farmadeildini. · Viðlíkahald av útgerð · Handfaring av farmi og útgerð · Skjóta fráboðan í sambandi við skaða á farm og útgerð · Dagføra starvsfólk í pakkhúsinum um virksemi sum er í gongd · Tryggja trygga goymslu og úr skilj ing av vandamiklum vørum · Uppteljing av farmi Umsøkjarin skal hava trukk koyri kort. Løn eftir avtalu. Roknast skal við skiftandi arbeiðs tíð um. Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Rólant Høj sted á tlf. 34 59 76 ella 21 34 65. Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.12.03. Umsóknir við møguligum prógvum/CV skulu send ast til: Smyril Line, Postboks 370, FO-110 Tórshavn, Ella við telduposti til rolanth@smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Søkt verður eftir pakkhúsformanni