týsdagur 6. januar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
Nyrup rættir
hond út til
føroyingar
Eftir at hava avlýst seinastu vitjan síni i Fóroyum kemur
danski forsætisráðharrin nú
á vitjan og ynskir fegin at
hitta bæði landsstýrismenn, tingmenn, lesandi og
fjømidlarnar
Jan MULLER
Týsdagin 6. januar kemur
danski forsætisrådharrin til
Føroya í sambandi við ríkis-
fundin, sum skal vera mill-
um teir tríggjar leiðararnar
í Ríkisfelagsskapinum. Um-
framt Poul Nyrup Rasmus-
sen verða eisini Jonathan
Motzfeld og Edmund Joen-
sen vid å fundinum
Teir triggir skulu hava
ríkisfund týskveldið. A
fundinum verða vidgjørdir
ymsir spurningar, sum hava
áhuga fyri tei triggjar rik-
ispartarnar. Líknandi fundur
varð hildin í Keypmanna-
havn fyri einum ári síðani
Hóast tað er ríkisfundur-
in, sum er fremst á skránni
fyrr sitjanina ;hjå danska
forsætismálaráðharranum,
sø-ere stórur spenningur
um, hvat annað kemur fram
undir vitjanimi. Fleiri før-
yskir = politikarar hava
longu boðað frá, at teir ætla
ær ikki at hitta danska for-
sætisráðharran, nú bert eina
viku, áðrenn úrslitið av
bankakanningini = verður
kunngjørt.
Tað er einki dulsmál, at
fleiri føroyingar mistonkja
Poul Nyrup Rasmussen fyri
at vilja brúka hesa vitjanina
til at fáa føroyingar at
gloyma, hvussu hann hevur
borið seg at móti Føroyum
hesi seinastu árini. Hesar
gitingar hava ikki minst
fingið vind í seglini eftir tær
tríggjar SVF-sendingarnar
um bankakanningina
Men hóast flestu føroy-
ingar halda tíðina Nyrup
hevur valt at koma til Før-
oya sera illa valda, so kemur
hann kortini. Og fyribils
skráin fyri vitjanina sær
soleiðis út:
Nyrup fer við flogfari-
num hjá Atlantsflog úr Dan-
mark týsdagin kl. 15.15
Hann er í Vágum kl. 16.40.
Har taka Edmund Joensen,
løgmaður og Vibeke Lar-
sen, ríkisumboðsmaður
ímóti. Síðani verður koyrt
til Havnar, har Nyrup skal
búgva á Hotel Hafnia.
Klokkan 18.30 gongur leið-
in - til gongu um veðrið er
til vildar - út í Tinganes.
Ríkisfundurin byrjar klokk-
an 18.45 og endar kl. 22, tá
tíðindafundur verður hildin.
Á hesum fundinum verða
Poul Nyrup Rasmussen,
Jonathan Motzfeld og Ed-
mund Joensen.
Mikudagin gongur leiðin
aftur út í Tinganes. Hesa-
ferð verður fundur við løg-
mann. Fundurin er frá kl. 9
til 9.55. Frá kl. 10 til 10.45
er fundur vid landsstýrið.
Síðani verður fundur
millum danska forsætisráð-
harran og umboð fyri før-
oyska javnaðarflokkin.
Hesin fundurin varir í tveir
tímar og verður hildin á
Hotel Hafnia
Eftir tað er løgmaður
vertur við ein dógurða.
Klokkan 15 verður debat-
fundur á Fróðskaparsetr-
SLÅ
inum, har forsætisrådharrin
eftir ein stutt innlegg fer at
svara spurningum ur sali-
num.
Frá klokkan 16.30 verða
óformellar samráðingar við
føroyska politikarar vfl.
Frå klokkan 18 er so
møguleiki hjá fjølmidlun-
um at tosa vid forsætisråd-
harran. Um kveldið bjóðar
Poul Nyrup Rasmussen til
døgurda á Hotel Føroyum
Hósdagin fer forsætisráð-
harrin heimaftur til Dan-
markar, men áðrenn tað fer
hann at vitja Oil Wind í Mið-
vági og síðani støkkur hann
inn á gólvið í húsinum hjá
Beintu, kent frá filminum
um Barbaru
Poul Nyrup Rasmussen
fer aftur til Danmarkar
klokkan 11 við Atlantsflog.
(Vit skulu gera vart við, at
skráin er fyribils)
Umframt Poul Nyrup
Ramussen koma eisini fleiri
av hansara næstu embæt-
ismonnum við til Føroyar.
Teir eru Nils Bernstein,
departementsstjóri, Uffe
Toudal Pedersen, departe-
mentsráð, Peter Mogensen,
skrivstovustjóri, Steen Ryd
Larsen, ráðgevi og Søren
Krarup, ráðharra skrivari.
Sosialurin skilur, at fleiri
danskir blaðmenn verða við
á ferðini. Eisini bleð í
hinum Norðurlondum vísa
vitjanini ans. Eitt nú kemur
Ole Martin Laren, sum
arbeiða fyri norska blaðið
Aftenpoasten, úr
Keypmannahavn til Føroya
Nr. 2 — 6. JANUAR 1998
Poul Nyrup Rasmussen vil
fegin hitta føroyingar á
máli
at skriva um vitjanina.
Hann sigur við Sosialin,
at Aftenposten ætlar sær at
gera meira burtur úr
Førcyum í framtíðini og er
ætlan hansara = undir
Nyrupvitjanini eisini. at
dekka onnur — førøysk
samtelagsvidurskittt so sum
støðuna í búskapinunum,
fiskivinnuni, olju- og
marknamálið oa
Atli Dam, fyrrv. løgmaður og formaður javnaðarfloksins
Skuldin býtast
millum partarnar
-Hví fekk eg ongantíð svar uppá bræv mítt til Nyrup Ras-
mussen frá 30. januar 1993. Í Fóroyum verður tað mett
sum ógvuliga lítil virðing ikki at svara aftur uppá brøv.
Hevði Nyrup valt nakrar av teimum loysnum, sum eg vísti
á í tí brævinum, so heyði hetta ongantíð fingið slíkar dim-
ensiónir. Tá høvdu vit sjálvir kunnað bjargað Sjónvinnu-
bankanum saman við teimum stóru innskjótarunum.
Stjórnin valdi heldur eina loysn, har Den Danske Bank
fekk møguleika at tóma Føroya Banka sigur Atli Dam,
sum er burturstæddur, bæði tá Nyrup kemur á vitjan, og
tå úrslitið av bankakanningini fyriliggur.
Jan MULLER
Ein av hevuðspersónunum
i føroyskum politikki i
mong mong år, Atli Dam,
og ein teirra, sum hevur ver-
10 mest drigin uppi banka-
málið og onnur mål, ið hava
havt tilknýti til kreppurnar,
sum verið hava seinastu ár-
im, verður ikki í Føroyum,
hvørki tá danski forsætis-
ráðharrin vitjar ella tá úrs-
litið av bankakanningini
fyriliggur.
Sosialurin hevur tí vent
sær til Atla Dam og spurt
hann, hverjar viðmerkingar
hann vildi havt til bæði
vitjan Nyrups og úrslitið av
bankakanningini, um so var,
at hann var stæddur í Før-
oyum!
Hann sigur, at tå danski
forsætisrådharrin so fegin
vil sleppa at vitja Føroyar
nú, so eiga føroyingar sjålv-
andi at taka væl ímóti hon-
um.
Sjónvarpsendingarnar
-Men er tú ikki vónsvikin
av ikki at kunna vera hjå-
stæddur tá Poul Nyrup
Rasmussen kemur at vitja!
-Tað er eitt sindur torført
at meta um, hvat ein missur
við ikki at vera heima. Nú
visti føroyska sjónvarpið á.
Atli Dam og Poul Nyrup
Rasmussen koma ikki at
hittast hesaferð
at føroyskir politikarar
høvdu spælt við í leikinum
sum statistar og hóast teir