Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið Nr. 2 — 6. JANUAR 1998 Jórgen, Suni og Ívan settir uppá pláss, uttan at vita tað: Tað verður ongin undirsjóvartunnil tey fyrstu árini Hetta var genialt av løgmanni. Tað hevur eydnast honum og sam- gonguni at forða fyri, at undirsjóv- artunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini. AK! BERTHOLDSEN Eg eri påra sannførdur um, at tað verður ongin und- irsjóvartunnil gjørdur tey fyrstu, nógvu árini Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins sig- ur, at við semjuni, sum er gjørd í samgonguni um at seta 20 milliónir í grunn til fast samband um Vestmann- asund, hevur tað eydnast løgmanni at forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini Og samstundis eydnaðist tað honum at seta Jørgen Niclasen, Suna Jacobsen og Ivan Johannesen so dygg- liga uppá pláss — Men tað heilt geniala við semjuni er, at teir vita bara ikki av, at teir eru settir uppá pláss, sigur Jóannes Eidesgaard Tað kemur - einaferð Sjálvur ivast hann ikki i, at undirsjóvartunnil eigur at verða gjørdur um Vest- mannasund -einaferð Men spurningurin er, um hetta er rætta tíðin — Tað er ein sannroynd, at hesi seinastu seks árini eru alt ov litlar íløgur gjørd- ar í at útbyggja og halda samfelagið „viðlíka“ Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er ikki bara á sam- fersðlugkinum, hóast tey allarflestu strandfaraskipini eru uppslitin nú — Men tað er eisini harð- liga tiltrongt at gera fløgur í heilsuverkið t.d. er Lands- sjúkrahúsið eisini uppslitið, og tað hevði einki verið í vegin fyri at brúkt 100 mill- i0nir á Landssjúkrahúsinum beinanvegin - og tær høvdu allar fallið á eitt turt stað Jóannes Eidesgaard held- ur tí, at tað er sera trupult at geva fólkið tann boðskap, at ein iløga i fast samband um Vestmannasund er tann mest átrokandi, og tann alt avgerandi, beint nú Hann heldur, at ílegan í fast samband um Vestmann- asund má setast upp ímóti øðrum, neyðugum íløgum, m.a. í Landssjúkrahúsið. — Men hon eigur eisini at verða sett uppí mót møgu- leikunum at ferðast aðra- staðni í landinum Td. heldur formaður Javnaðarfloksins, at tað er ikki lætt hjá einum sudur- oyingi at svølgja, at und- irsjóvartunnil er tað einasta sáliggerandi beint nú, sam- stundis sum ferdasamband- ið til Suðuroyar er so våna- ligt, at verður tå ein minutt ov seinur til Smyril, skalt tú í flestu fórum bíða eitt heilt samdøgur, áðrenn tú fært kansin aftur. Ella, hvat halda sandoy- ingar? Jóannes Eidesgaard held- ur, at tað er púra náttúrligt, at vágafólk krevja tað besta sambandið. — Men tað er uppgávan hjá politiska valdinum at raðfesta ynskilistarnar. Og nettupp eina slíka, miðvísari fløguætlan, sakn- ar Jóannes Eidesgaard. — Eg haldi, at í hesum sambandi hevur hendan samgongan slept einum møguleika, sum var fyrr, at allir landsstýrisflokkar settu seg saman og samdust um at raðfesta tær íløgur, sum skuldu gerast. — Nú ger hver landsstýris- maður sína egnu raðfesting, men tær verða ikki sam- skipaðar. Semjan er trygd fyri at onki hendir Jóannes Eidesgaard harm- ast um, at Vágatunnilin nú er tikin fram úr leysum lofti og verður førdur fram sum tann mest åtrokandi fløgan av øllum at gera beint ni. — Vågatunnilin er gjørdur til eitt mål, sum teir triggir vågatingmenninir, Ivan Jo- hannesen, Suni Jacobsen og Jørgen Niclasen nå hava drigid fram fyri at markera seg í valstríðnum nú í vår og summar. — Hinvegin eru tað eisini nógv í samgonguni, sum eru so mikið at sær komin, at tey vita, at fyri samfelags- búskapin er hetta ikki rætta løtan at gera Vágatunnilin. — Tvs, at tveir týðandi bólkar í samgonguni eru settir upp ímóti hvørjum ðrum. — Men við eini genialari semju eydnadist tad løg- manni at gera bådar partar nøgdar, bådi teir, sum vilja hava tunnilin nú, og teir, sum ikk: vilja hava tunnilin rr fyribils. — Eftir semjuni hava teir triggir vågatingmenninir fingid eina tåtu, sum teir kunnu verja seg vid fyri veljarunum í Vágum, hóast eg ivist i, um vágafólk bíta á agnið. — Men samstundis hevur hin parturin í samgonguni fingið trygd fyri, at púra onki hendir, og at farið verður ikki undir undirsjóv- artunnil enn á sinnið. — Semjan ber nevniliga í sær, at 20 milliónir eru sett- ar í ein grunn til undirsjóv- artunnil. - Men grunnurin skal hava eina lóg at virka eftir, áðrenn tað ber til at brúka eina einastu krónu úr grunn- inum. — Tann lógin er ikki kom- in enn. Og verður hon løgd fram, er ongin trygd fyri, at hon verður samtykt. Jóannes Eidesgaard sigur, at við hesari ferðini, sum pengar verða settir av til arbeiðið, fara nógv Harrans ár at ganga, áðrenn Vága- tunnilin er veruleiki. — So nyttar onki at Vága- tingmenn siga, at tað fer at taka trý ár. — Tað sum er hent, er, at ein politiskur trupulleiki er langtíðar-parkeraður. — Tapararnir verða tey vágafólk, sum hava droymt um fast samband nú. Jóannes Eidesgaard sigur, at vildi samgongan hava ar- beiðið ígongd, vórðu peng- arnir settir av á fíggjarlógini fyri komandi ár. — Tí so kundi verið farið undir arbeiðið. Allar aðrar loysnir eru burturforklár- ingar. Tí sum er, hava tey aftur- haldssinnaðu í samgonguni fingið ein eyka møguleika at forða fyri, at farið verður undir arbeiðið: Fyrsti møguleikin er at syrgja fyri, at so lítið sum møguligt verður sett av í grunnin. Hin møguleikin er at forða fyri at grunnurin fær eina lóg at virka eftir. — Síðani Edmund tók við samferðslumálum er eisini tann broyting í fíggjarlóg- ini, at pengar eru settir av til åbøtur á ferjuleguna á Oyragjógv. Tað er væl ein ásannan av, at fast samband — Hetta var heilt genialt av lógmann- i. Hann gav Suna, Ivani og Jørgen eina tåtu, teir kunnu verja seg vid fyri vágafólki. men sam- stundis tryggjaði hann hinum partin- um í samgonguni, at púra onki fer at henda. Tí við hesum hevur løgmadur effektivt parkerað málið um undir- sjóvartunnil langt framm í tíðina. Eg eri púra vísir í, at semjan í samgong- uni um undirsjóvar- tunnil hevur við sær, at einki fer at henda í málinum í nógv ár, sigur Jóan- nes Eidesgaard um Vestmannasund kemur ikki enn á sinnd, heldur Jó- annes Eidesgaard. Mistu tamarhaldið Annars heldur hann, at tað er hugstoytt, at sam- gonganaftur er farið at gera grunnar aftur, eftir eitt miðvíst arbeiði í fleiri ár at taka allar grunnar av. — Grunnar hava verið illa dámdir. Tí avleiðingin av teimum hava verið, at vit hava fingið eitt virksemið við síðurnar av landskass- anum, sum vit politiskt ikki høvdu fult tamarhald á. — Tí tá vit høvdu grunn- arnar, vóru tað ikki sam- felagsbúskaparligar ørsøkir til at fara undir ílgur. Tað veldist alt um, hvussu nógv- ir pengar vóru í onkrum grunni her, ella har, hvørji arbeiði vórðu sett ígongd. — Tað vil siga, at tað eru pengarnir, sum stýra ílggu- raðfestingini. — Tað, vit tvørturim6ti hava roynt við at avtaka grunnarnar, er, at alt alment virksemið í landinum skal síggjast á fíggjarlógini. Tí eru sjálvt stovnar á fíggj- arlógini, sum ikki fáa peng- ar á fíggjarlógini. Tað hava vit gjørt fyri at fáa fult tam- arhald á almenna virksem- inum. Jóannes Eidesgaard minnir á, at tað var Jógvan Sundstein, sum í síni tíð í landsstýrinum setti rættiliga ferð av avtøkuna av grunn- um. Ti undrar tað hann, at partamenninir hjá Sundstein í Tinganesi nú aftur eru farnir at endurtaka mistøk- ini við grunnum. Ikki búgvið enn Annars heldur Jóannes Eid- esgaard ikki, at málið um fat samband um Vestmann- asund er búgvið til politiska stødutakan enn. — Vit hava onki fingið at vita um tad tekniska i mål- inum. Og vit hava onki fingið at vita um aðrar møg- uleikar. Kanska vórðu báði byrging og brúgv umrødd fyri 10 árum síðani, men alt tað vita øll vit, sum eru yngri enn so í politikki, púra onki um. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er sjálvur fyri føst- um sambandi, táið tíðin er búgvin. Men tað er hon ikki løt- uni. Tí heitir hann á vága- fólk um at sláa kalt vatn í blóðið. — Enn ridlar búskapurin so illa, at tað krevur størsta varsemi. Tað hevur gingið gott, tí fiskiskapurin hevur verið óvanliga góður. Men bara tað, at hann kemur nið- ur aftur á vanligt stødi, fer tað at merkjast. Tí skal so ómataliga lítið til, áðrenn tað aftur verður galið. Og tí undrar tað meg, at Anfinn Kallsberg, sum mælti til varligan íløgupolitikk, nú fullkomiliga hevur slept endanum. — Hetta, sum nú hendir, er ein står háðan ímóti øll- um teimum føroyingum sum fóru igjøgum so nógv í kreppuárunum, og enn gera tað av teimum tiltøkum, vit noyddust at seta í verk. Long bíðitíð Jóannes Eidesgaard sigur, at sum hann hevur skilt trup- ulleikan, er tað ikki sigl- ingin, men bíðitíðin, sum er tann stóri trupulleikin. — Hvussu stórur trupul- leik í tað er, veit ongin betri enn vit, sum ferðast javnan til Suðuroyar. --Tosar tú við sjómenn, sum koma uttan úr heimi, siga teir allir, at tað er onki at koma úr Singapore ella New York til Havnar. Takið er at koma úr Havn til Suð- uroyar. — Men er bíðitíðin um Vestmannasund ein trupul- leiki, hví so ikki ásanna, at onki fast samband kemur tey fyrstu 10 árini, og royna at stytta bíðitíðina eitt sind- ur. Hví ikki kanna møgu- leikan fyri at seta tvær góð- ar ferjur, sum Sam, í sigl- ing, so tað ongantíð bleiv meiri enn 20 minuttir ímill- um hverja fráferð. — Og hví ikki kanna eftir, um tað ikki kann bera til at bíleggja sær ferðaætlan frammaundan, sum mann kann í øðrum londum. — Tá er tað ikki vist, at trupulleikin hevði verið so stórur, heldur Jóannes Eid- esgard.