Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 6. JANUAR 1998 tíðindablaðið soslalufin 25 MAVn(27) A ——— Góðu tit bæði Hjartaliga tillukku á silvurbrúdleypsdegnum. Kærar heilsanir frá okkum á Orknoyaveg 5 Góði Dan Hjartaliga tillukku við 19 ára fødingardegnum í morgin 1. febr. Jesus verði hjá tær. Mamma, babba og Janita Góða elskaða Dagny Hjartaliga tillukku við 8 ára fødingardegnum 5.1. Heilsan mamma, babba, Maj-Britt, Angeleen og Anita Góða Linda Hjartaliga tillukku vid 2 åra degnum. Ynskja omma og abbi Hjartaliga takka vit øllum sum vid gåvum, telegrammum og å annan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegnum 29. nov. Gott nýggjár. Elisabeth, Rói, Angela, Sólvá og Heidi ný Viðmerking Gerðarrætturin gav fakfelagnum viðhald Tá kommunala løntakarafelagid í heyst var í verkfalli, samtykti býráðið at ábyrda nevndarlimirnirnar. Gerðarætturin gevur løntakarafelagnum viðhald og hvør skal nú ábyrdast, spyr Eyðólv Dimon m.a. Térshavnar byråd og kommunala starvs- og tæn- astumannafelagið gjørdu í heyst nýggjan sáttmála, men hóast hetta so hevur býráðið ikki hildið partar av tí, sum varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið lýsti verkfall fyri teirra limir, sum ikki fingu ta løn, nýggi såttmålin å- setti. Býráðið vardi seg vid, at landsstýrið ikki vildi góð- taka lønarhækkingina, og ti vildi býráðið hava fakfelag- ið at samráðast av nýggjum. Leggur eftir nevndarlimunum Verkfallið dróg út, og tå ongin loysn hómaðist, legði Leivur Hansen eftir nevnd- arlimunum í fakfelagnum. Borgmeistarin setti uppskot fram í býráðnum um at åbyrgda nevndarlimunum persónliga fyri verkfallið. Hesum primitiva uppskoti vistu byrådslimirnir hjå javnadarflokkinum, Hall- stein Sigurdsson og Elin Lindenskov, saman vid Hedini Mortensen og Klæminti Olsen, frá sær. Men restin av býráðnum stuðlaði borgmeistaranum, pe | | Í HR Leivur skyldar løntakarafelagnum eina umbering og havnafólki svar uppá hvør verður ábyrdaður og uppskotið varð samtykt. Rokningin bíða til eftir gerðarrættin So hendi tað, at partarnir samdust um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, og upp- skotið hjá Leivi Hansen skuldi tí bíða til gerðarrætt- urin hevði talað. Gerðar- rætturin hevur nú vidgjørt málið og hevur givið fak- felagnum viðhald. Men málið hjá borgmeistaranum, um persónliga at ábyrda nevndarlimirnar hongur nú i leysari luft. Grov provokation móti samgongufelaga At royna at berja fakfelags- rørsluna við at ræða fólk frå at åtaka sær nevndarsessir er ikki nakad nytt fyri- brygdi. — Arbeidsgevarar hava fyrr brúkt hetta skitna vápn, og dømid eru um fak- felagsformenn, ið eru settir á svarta lista og ongantíð fingu arbeiði aftur í Føroy- um. Men nógv ár eru síðan at fólkavald í londum, sum vit vilja samanberast við hava brúkt slík skitin vápn Harafturat er hetta stig ein ótrúlig provokatión mót vegis Javnaðarflokkinum, sum eisini er partur av bý- ráðsmeirilutanum, sum Leivur Hansen skal um- boða Hver skal nú ábyrdast Leivur? Sum sagt so hevur Gerðar rætturin talað og eftir stend ur at býráðið hevði ikki sítt bakland í lagi tá tað skrivaði undir sáttmálan við kommunalu løntakararnar Hetta kann løntakarafelagid ikki åbyrdast fyri, men spurningurin er so hvør skal åbyrdast ? Skal samtyktin i býráðnum feiast undir gålv- teppid og gloymast? Flestu okkara ógvaðust við tå hon varð gjørd, og Leivur Han- sen skyldar nú nevndarlim- um og limunum i starvs- og tænastumannafelagnum eina umbering, og borgaru- num í Havn eitt svar, hvat hann nú ger við samtyktina. Eyðólv Dimon Hvat er at siga um vitjanina hjá danska forsætismálaráðharranum Tað er orðatak sum sigur „Ringt er at broyta hugburð í góðum tíðum<. Hin før- oyski hugburður sær ikki út til at kunna broytast, sjálvt í ringum tíðum. Vit hava livað sum eitt ella annað slag av føroyingum, undir útlendskum valdi í mong hundrað ár, og alla hesa longu tíð, í ringum og minni ringum tíðum, hava føroy- ingar ikki kunna tíkið seg saman, og tikið róður í hond fyri at stýra egnum landi. Hyggur ein aftur í tíðina, sæst at føroyingar mangan hava gjørt ferðir til Danm- arkar at tala við kong og stjórn, um at fáa bøtt um teirra livikor, sum á mangan hátt, hava verið so ring, at illa var liviligt fyri vanliga fólkið; men fáar ferðir at komið nakað gott burtur úr. Føroyingurin hevur aftur í tolni, livad síni vanligu kor, og vóna at tað einaferð vildi verða betri tíðir. Jólafundurin í 1888 setti síni stóru spor eftir seg, tá vit hugsa um mál okkar aog merki: men hesir fram- skygdu menn vildu nógv meira enn bert mál og merki. Teir sóu eisini hvussu tung gongdin var at koma víðari fram. Jóannes bóndi, var ein av hesum monnum - og enn ikki heilt útkoyrdir av at stríðast fyri sjålvstyrid Føroya - segði í 1946, tá áttati ára gamal, við ein tá ungan mann, sum fekst eitt sindur við politikk. >Túgv ikki Dønum alt ov nógv til, teir vilja bert halda okkum sum kúgv á heima- beiti«. Ja sum kúgv á heimabeiti eru sannleiks orð. 14. september sama ár, sá tó út til, at loysn vildi koma á hesa naggatódn. Vit fingu Félkaatkvødu um spurn- ingin: Loysing ella sam- band. Tá Jóannes bóndi frætti um félkaatkvøduna, sum hann tíverri, til stóran skaða fyri tjóðina ikki upplivdi Hann andaðist skamma stund undan, yrkti hann hesa yrking, sum eg haldi er líka, og kanska meira sannleikin í dag enn tá. Danski boðskapurin 27. mars 1946. Lag: Billu Símun Tey boð vit hava fingið frå Danastjórn og tingi tá Tjaldur kom á sker: >Tit kunnu sjálvir velja, at eiga ella selja, tað land, sum tykkar er. Antin ræðið tykkum frá at greiða lata Danmark Føroya- landið eiga, líkverju um Føroyatj60 at breiða, Danmark kann ei lutast betur veiða. Men vilja tit ei tiggja sum deyðseyður at liggja, so takið onnur ráð, so verði ikki hálvir, men taki Føroyar sjálvir og sigi okkum frá. Vit tá skulu í friði allir semja Ribbaldar vit allir skulu temja klandursevni øll til heljar lemja, sáttmálar á frælsum fundum fremja<. So Dana orð seg snara. Vit sjálvir skulu svara, hvat okkum hóðar best. Tí verði nú til reiða vårt Føroyaland at eiga, og gevi ongum frest. Aldri nakar eydnu hevur funnið, at tiggja breyð úr annans manna munn, nú skal sláast fast við kúlvi runni, at landaræðið várt er aftur vunnið. Kanska var tað lagnan sum gjørdi, at hesin maður ikki skuldi uppliva svikarådini í 1946 og 1948. Tað er ikki ringt at hugsa sær til, hvat hesin maður vildi sagt við Nyrup, nú hann setur kós móti oyggjalandi okkara. Eg havi ongantíð ivast í, hvat er besta leiðin fyri Før- oyar. Aftaná allan ágangin frå Dønum seinastu árini, sjálvt um úrslitið av banka- kanningini ikki er almann- akunngjørt, eri eg ikki í iva í, at Føroyar ongantíð hevur verið nærri loysing enn nú Tað er bert ein loysn á hesu stóðu, fyri at gera upp við Danir og fáa reint borð; og tað er at loysa fyrst, síð- ani sum líka menn gera støðuna upp Eg haldi, at vit gjøgnum so nógv hundrað ár hava sannað orðini í omanfyri standandi yrking »Aldri nakar eydnu hevur funnið, at tiggja breyð úr annans manna munni«. Vegurin er bert ein, vit mugu loysa ongantíð ov skjótt Gott nýggjár Gamlaársdag 97 Páll Patursson