Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 Tingmenn í Vág- um vilja ikki seta tíðarætlan fyri arbeiðið at gera undirsjóvartunnil Og um nakað hendir fyri valið er ógreitt. Mest ítókiligur er Jórgin Niclasen, sum vónar, at klárt verður at bora í heyst AK! BERTHOLDSEN — Nú hava vit fingið peng- ar. Og tað var tað, vit vildu hava — Men nær nakað hendir, er ilt at siga. Vágatingmenn vilja ikki seta tíðarfreist á, nær ar- beiðið uppá undirsjóvar- tunnil skal byrja Hesar seinastu mánaðir- nar hava tingmenn í Vágum sett politiska stýrið í Før- oyum í veg fyri at fáa fast samband um Vestmanna- sund Tí hóast vágatingmenn í samgonguni eru fyri und- irsjóvartunli, eru tað nógv onnur í samgonguni sum halda, at fyri samfelagsbú- skapin er tað skeivt at gera tunnilin nú. M.a. heldur meginpartur- in av sambandsflokkinum, við sjálvum løgmanni á odda, at tíðin er ikki búgv- in til so stóra íløgu nú. Kreppan í samgonguni endaði við eini neyðsemju um, at 20 milliónir verða settar í grunn til arbeiðið. Tað tulkaði Jóannes Eid- esgaard formaður í Javn- aðarflokkinum í Sosialinum í gjár sum eina salomonska semju, sum ger báðar partar nøgdar, báði teir, sum vilja hava tunnil og tey, sum ikki taka undir við tí nú. — Vágatingmenn kunnu fara í valstríð at føra fram, at pengar eru settir í grunn til endamálið. Og tey, sum eru ímóti at gera tunnil nú, hava vissu fyri, at onki hendir enn á sinni Tí fyrst skal lóg gerast fyri grunnin, og tað málsgkið umsitur løgmadur, og hann skal nokk syrgja fyri at súlta málið. Hann helt eisini, at tað fara nógv ár at ganga, verð- ur ikki stórri ferð sett á inn- gjaldingar í grunnin enn nakrar milliónir um árið. Jó annes Eidesgaard helt, at Hvorki nakra tidarfreist fyri, nær byrjast skal uppá undirsjóv- artunnilin. Suni Jacobsen heldur, at tað vildi verið løgid at sett fram krøv beint nú, pengarnir eru jåttadir. Jørgin Niclasen heldur, at tað ber til hjá løgmanni at súltað málið, men pengarnir kunnu ikki rørast ætlaði samgongan veruliga undir arbeiðið, vóru peng- arnir settir beinleiðis á fíggj- arlógina, eins og gjørt var í 1988, tá ið byrjað varð uppá arbeiðið, hóast tað skjótt varð steðgað aftur. Suni Jacobsen, ella tíðindablaðið 5052 Eg voni at tað er klárt at bora einaferð í heyst Jórgin Niclasen hava sett Ongin tíðarfreist Vit hava spurt teir báðar vágatingmenninar, sum skoraðu harðast á fyri at fáa undirsjóvartunnilin, = um nøkur tidarfreist er sett á fyri, nær arbeiðið skal byrja Men bådi Jørgin Nicla sen, og Suni Jacobsen siga, at tað er tað ikki Og hvørgin kann lova, at nakað hendir fyri løgtings valið, sum verður í vár, ella í seinasta lagi í summar. Suni Jacobsen sigur, at tað er ein góður spurningur, nær nakað hendir. Tað liggur í hondunum á landsstýrismanninum, sum umsitur málið og tað er løg- maður. Men løgmaður hevur al ment sagt, at tíðin er ikki búgvin at gera undirsjóvar- tunnil nú? — Ja, men tað er ongin sum forðar honum í at gera tað fyrireikandi arbeiði og ta lóggávu, sum skal til Hann heldur, at tað hevði verið undarligt at sett frám krøv um eina ávísa tíðar- freist, beint nú pengarnir eru avsettir og fyrrenn tað er staðfest, at málið gongur ov seint. — Og hóast onki hendir enn, hava vit vunnið eitt sindur - nevniliga 20 milli- ónir. Hann heldur eisini, at tað tænir ongum endamáliðat royna at grugga málið pol- itiskt. Heldur ikki Jørgin Nicl- asen vil áseta nakra tíðar- freist. — Eg rokni við, at arbeitt verður við málinum. Men tað er so nógv at fáa uppá pláss, at eg vænti ikki, at tað verður greitt at bora fyrrenn eftir valið, sigur hann. Hann sigur, at fyrst skal ein lóg gerast fyri grunnin. — Síðani skal grunnurin mannast, Og so skulu vit semjast um, hvønn målsetn- ing grunnurin skal hava. Vit skulu finna fram til, hvussu nógv skal fíggjast uttanum landskassan. Fíggingin skal finnast, vit skulu finna fram til, um landsverkfrødingur in skal gera arbeiði hóast hann ikki kann tryggja fast an prís uttan landskassaveð hald, ella um arbeiðið skal bjóðast út til eitt felag, sum kann tryggja ein fastan prís Kann seinka málið Jørgin Niclasen roknar ti ikki, at tað verður klárt at bora fyri valið Hann roknar við vali í vár, og fyri tað væntar hann ikki, at stundir verða at gera tað stóra við málið — Men eg vóni kortini, at tað verður klárt at bora eina- ferð í heyst, sigur Jørgin Niclasen Nú hevur løgmaður fing ið málið at umsita. Og tað er ongin loyna,at hann er ímóti at gera undirsjóvar- tunnil nú. Er hetta ikki bara uppá kvamsvís, so tit kunnu verja tykkum fyri veljarun- um í Vágum? - Sjálvandi kann løgmad- ur súltað málið eitt sindur, er tað tað, hann vil. Men eg gang! út frá, at hann er sinn- aður at fremja løgtingsins vilja og fer í holt við arbeiði Jørgin Niclasen sigur, at tað, sum vágatingmenn kravdu, var, at pengar vórðu settir av til endamálið — Og tað blivu pengar settir av til endamálið Báði Suni Jacobsen oig Jørgin Niclasen siga, at or- søkin til, at teir vórðu settir í grunn, er, at so kunnu teir ikki rørast, uttan til undir- sjóvartunnil. — 20 milliónir eru settar í grunnin. 10 milliónir eru frá 1997. Vórðu tær ikki settir í grunn, fullu teir aftur til landskassan 1. januar í ár, og so mistu vit teir til und irsjóvartunnil Hinar 10 milliónir í grunninum eru av fíggjar- 5 lógini fyri í ár. Vórðu teir ikki settar í grunn, fullu tær etsint aftur til landskassan |. januar komandi ár, eydn ast tað løgmanni at forhåla málið til tá, so at pengarnir ikki verða brúktir Tí er tað nógv tryggari fyri okkum, at pengarnir vórðu settir í grunn, heldur enn á fíggjarlóg, siga teir báðir løgtingsmenninir . Nú hava vit vart fyri, at ein pol itiskur métstødumadur ikk sleppur at sabotera málið leggja teir afturat Tað átti ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharri at vita skoytir JørginNiclasen uppí Ein sambandstrupul- leiki Annars er Jørgin Niclasen ónggdur við, hvussu máls økini hjá Sámali Peturi í Grund, vórðu býtt ímillum hinar landsstýrismenninar — Tað hevði púra náttúr ligt, at Eilif Samuelsen, sum umsitur mentamálastýrið fekk mentamál. Men tey fekk vinnumálaráðharrin Ivan Johannesen Hinvegin fekk vinnumål aráðharrin, Ivan Johannesen øll samskiftismál, uttan samferðsluna, sum løgmad ur tók — Tys, at nú hava tey yms u styrini fingid åbyrgd fyri fleiri landsstyrismonnum - Umsitingarliga er tað ikki serliga klókt Men tað er eisini púra greitt í stríð við bygnaðar broytingarnar, sum løgmad- ur hevur hildid rimmar fast um - til nå Men hetta er ikki okk- ara trupulleiki Fyri mær at siggja er hetta ein avleiding av eini ålitiskreppu i sambands flokkinum, sigur Niclasen Jørgin Vit eru ikki bidin um at skunda okkum vid undirsjovartunlinum Umsitingin i Tinganesi er ikki bidin um at skunda sær vid undirsjóvartunl- inum. Og skal ar- beiðast eftir ætl- anini, sum er far- in ígongd, fer tað at taka fleiri ár AK! BERTHOLDSEN Enn hevur umsitingin í Tinganesi ikki fingið nakrar politiskar ábendingar um at hon skal skunda sær at fyri- reika arbeiðið at gera undir sjóvartunnil um Vestmanna- sund. Men Sigmund Isfeld, full- trúi í samferðslumálum sig ur, at arbeitt verður við eini samferðsluætlan og fyribils gongur tað arbeiðið eftir ætlanini, sum varð løgd. Sigmundur Ísfeld sigur, at samferðsluætlanin = skal verða liðug 1. desember. Tann ætlanin skal umfata eina lýsing av øllum sam- ferðslunetinum í Føroyum, hvar tørvur er á åbøtum og útbyggingum og, hvar tað er bráðneyðugt at gera í- løgur. — Av brådneydugum fløg- um verður fyrst og fremst hugsað um strandfaraskip- ini, sum koma undir nýggj, strong og rættiliga dýr skip- asyniskrøv. Sigmund Isfeld sigur, at sambandid um Vestmanna sund er sjålvandi eisini ein partur i hesi ætlan Men eftir, hvat skilst verður ikki hugsað um tær stóru iløgurnar í Vest mannasund við tað fyrsta Enn er ikki annað hent í málinum, enn at heimild er fingin at brúka 20 milli ónir til endamålid. Hann sigur, at samferðsl- uætlanin er í fýra pørtum: I: Eitt yvirlit skal gerast yvir støðuna. 2: Greiða skal fáast á, hverjar bráðneyðugar fløg- ur eru at gera. 3: Hvørjar útbyggingar skulu gerast í framtíðini. 4: Alt lógarverkið á sam- ferðslugkinum skal savnast fyri at hava betri yvirlit Sigmundur Isfeld sigur, at tað er undir triðja punktið um framtíðarútbyggingar, at undirsjóvartunnilin liggur Fyribils hevur hann sæð fyri sær, at ein undirsjóv artunnil liggur eini tvey val skeið, tvs, eini átta ár frammi í tíðini Men so leggur hann aft urat, at alt er sálvandi ein politiskur spurningur Og enn er umsitingin so ikki biðin um at taka und Irsjóvartunnilin = framum nakað annað, so arbeitt verður sum vant við upp runaligu ætlænini. Hann sigur, at samferðsl- uætlanin er rættiliga umfat- andi. Hon umfatar alt, sum vit vanliga skilja við sam- ferðslu, tað eru vegir, havn- ir, skip, loftferðslu o.s.fr Ikki bara samferðslu í sambandi við ferðafólka- flutning, men eisini sam ferðslu, sum hevur við vinn ulív at gera Tvs, at m.a. skulu havn avidurskiftini í Føroyum kannast vid atliti til vinnu lívið Fyrimunir og vansar Sigmundur Ísfeld sigur, at í sambandið við Vestmanna sund verður tann stóra av bjóðingin at seta teir ymsu møguleikarnar upp ímóti hvørjum ødrum Kanska kemur sam ferðsluætlanin til ta niður stóðu, at undirsjóvartunnilin loysir seg best í longdini Kanska verður niður stødan tann, at:tað loysir seg best at hava siglandi - Sjålvur ivast hann íkki i, at ein undirsjóvartunnil er tann besta loysnin - Spurningurin er, um vit samfelagsbúskaparliga megna at yvirskoða at gera eina so stóra íløgu Og tað er eisini ein spurningur, um tað er sam felagsbúskaparliga loysir seg al gera eina so stóra í løgu sum hesa, ið tað tekur kanska 20-40 ár at vinna innaftur Higartil hava vit klárað okkum vid eina ferju Spurningurin er, um vit ikki høvdu klårad okkum nøkur år afturat vid at ment siglingina til tvær kanska Ti tað hevdi ikki kravt so ovurhonds iløgur sum undirsjóvartunnilin er Tad eru slíkar metingar og lýsingar, vit mugu gera sigur Sigmund Isfeld tvær ferjur ferjur