mikudagur 7. januar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 3 — 7. JANUAR 1998
Rikisfundurin:
Motzfeldt hevur
ein trupulleika
Orsakad av at frågreidingini hjå bankakanningarnevnd-
ini „sum kemur í næstum, so ljóðar tað, sum er ríkisfund-
urin bert millum fóroyska og danska leiðaran. Men grøn-
lendski leiðarin, Jonathan Motzfeldt, er eisini við.
SVEINUR POULSEN
Tað hevur mest verið tosað
um, at Poul Nyrup Rasmus-
sen kemur á vitjan í Før-
oyum. Tað er eisini skilligt,
nú so stutt tíð er eftir, til
frágreiðingin frá banka-
kanningarnevndini verður
almannakunngjørd.
Men vid å rikisfundinum
verður eisini grønlendski
leiðarin, Jonathan Motz-
feldt. Onki er at ivast i, at
hann kennir møguleika fyri
at rikisfundurin druknar i
føroysku bankakanningini
Við danska blaðið Akutelt
sigur hann
- Hesin fundurin hevur
nógv størri tydning, enn
málið um føroyska bankan
Tað málið skal ikki oyði-
leggja henda fundin
Men, sum Aktuelt skrivar
víðari, so vert Motzfeldt, at
henda greiða stóða ikki
verður so løtt at halda fast
við, tá til stykkis kemur
- Blaðið skrivar víðari at
i Føroyum upptekur banka-
kanningin øll sinnini, og at
bankakanningin kann enda
sum eitt vandamál í donsk-
um politikki.
Jonathan Motzfeldt hevur
annars sjálvur fingið trup-
ulleikar at dragast við. Tá
Margretha drotning beyð
til nýggjársborðhald, á
slottinum hjá Chr. VII,
møtti hann ikki.
Bíðað varð góða letu
eftir grønlendska leiðar-
anum, men líka lítið hjálpti.
Har kom ongin maður
Ekstra Blaðið ger, sum
vera man, søguna til eina
gølu, og sagt verður mill-
um annad, at Motzfeldt
ikki í framtíðini nýtist at
hugsa um, at hann skal til
Keypmannahavnar nýggj-
ársdag, at eta saman við
drotningini, tí hann verður
nokk ikki boðin við fram-
yvir.
Hvat er hent, er ikki vist,
men sidameistarin hjá Mar-
grethu drotning, Cristian
Eugen-Olsen, sigur, at tey
hava sent innbjóðingina til
Grenlands, og at tey hava
fingið váttan um, at hon er
móttikin.
Hinvegin verður sagt úr
Grønlandi, at tey hava sent
avboð vegna Jonathan Motz-
feldt, men avboðini eru so
ikki komin vegin fram. Her
stendur orð móti orði.
Hvussu er og ikki, so hev-
ur Jonathan Motzfeldt valt
at verða í Grønlandi í sam-
bandi við nyggjårsrødu sína.
Men av tí at hon var upptikin
29. desember, so heldur Eks-
tra Blaðið ikki, at tað kann
brúkast sum undanførsla.
Undirsáttar
Í oddagreinini leygardagin,
skrivar Ekstra Blaðið, at or-
søkin til, at Jonathan Motz-
Hevur grønlendski leidarin, Jonathan Motzfeldt givid drotningini avbod til døgverdan
nyggjårsdag ? Tad er í løtuni ein gáta. Hann var í øllum fórum ikki til staðar.
feldt ikki kom, er ein heilt
onnur.
Hann vil heilt einfalt ikki
verða mettur sum undir-
sáttur sum Nyrup og allir
hinir forfeingiligu hanarnir
og hønurnar. Motzfeldt vil
ikki verða leikari í hesi
låturligu framførslu. Hann
er grønlendingur, frælsur og
demokratiskt valdur og ikki
statistur í einum einaræðis-
leiki.
Um tað nú er so, sum
blaðið skrivar. skulu vit ikki
taka stóðu til, men vit kunnu
leggja afturat, at okkara løg-
maður, Edmund Joensen,
var til staðar í Keypmanna-
havn, nýggjársdag
Hóast hesa politisku-roy-
alu geluna, so er onki at
ivast í, at Motzfelt verður
eins vælkomin til Danmark-
ar í framtíðini, og hann hev-
ur verið fyrr, hóast Ekstra
Blaðið ivast.
Donsku blóðini skriva:
Tað løgna rikið
Sjálvdan hava Føroyar og fóroyingar fingið so nógva
umtalu í donsku fjólmiðlum. Donsku sjónvarpsrásirnar
hava gjórt sendingar undan vitjan Nyrups, og i blødini
hava nógvar viðmerkingar.
SVEINUR POULSEN
Í danska blaðnum Inform-
tjón er ein grein sum ber
heitið „Tað løgna ríkið“
Greinin setur eitt stórt
spurnartekin við framferð-
ina hjá Poul Nyrup Ras-
mussen mótvegis føroying-
um
Sagt verður millum ann-
að, at orsøkin til tann stóra
áhugan fyri hesum ríkis-
fundinum skal finnast í mát-
anum, Nyrup-stjórnin hev-
ur handfarið føroyska
bankamálið
Millum annað tí, fundurin
verður hildin í Føroyum,
har skaðin er hendur. og tí,
at fundurin verður hildin
einans níggju dagar, áðrenn
frágreiðingin verður al-
mannakunngjørd
Greinskrivarin spyr m. a
um høgtstandandi embætis
menn ella ráðharrar vóru
vavdir inn í gøluna um Før-
oya Banka.
Greinskrivarin kemur
millum annað inn á ríkis-
stuðulin, sum vit fáa úr
Danmark. Føroyingar fáa
908 milliónir í verandi ári,
men ein partur verður
sendur aftur til Danmarkar
sum rentugjalding og ein
annar partur sum vørukeyp
úr Danmark. Tí kunnu
nógv stuttlig roknistykki
setast upp um henda blokk-
stuðul
Einki er at ivast í, sigur
blaðið, at tann samlaði
blokkstudulin, til Grønland
og Føroyar, er í milliard-
klassanum, uttan t6, at dan-
ir eru illir um tað. Tad er
bara Framburðsflokkurin
sum hevur grenjad, tå dan-
ska fíggjarlógin hevur ver-
ið til viðgerðar
Nyrup vánaligur
PR-maður
Annars heldur Informatión,
at Poul Nyrup Rasmussen
skuldi fingið prísin fyri
vánaligastu donsku PR-
framførsluna.
Hann hevur goymt upp-
lýsingar, hann hótti føroys-
kar politikarar í 1993, og tá
ynskini um dómarakanning
komu fram, noktaði hann at
spæla við opnum kortum, og
gav føroyingum eina aftur-
lætna kanningarnevnd.
Henda kanning brúkti ein
sakførara, sum måtti vid-
ganga, at hann var inhabilur.
Aftanå hesar brølarar hev-
ur Nyrup gloymt allar møgu-
lerkar at koma til Føroya fyri
at bjarga støduni.
Sera undrunarsamt í eini
so stórari niðurgangstíð, sum
henni Føroyar hava verið í,
heldur Informati6n.
Nú roynir Poul Nyru
Rasmussen, at bjarga stød-
uni, men heldur Informa-
tion:
- Hann skal flenna so, at
oyrini detta av, fyri at bóta
um skadan. Ti sjålvt um teir
nu royna at endurreisa sam-
bandi landanna millum, so
hava vit eina kenslu av, at
tað er ein frágreiðing uppá,
hví hetta mál hevur gingið,
sum tað hevur, og tað er
helst tí, at Poul Nyrup innast
í síni politisku sál, ikki dám-
ar ríkisfelagsskapin so væl.
Eisini Politikken skrivar
nógv um Føroyar í dag.
Millum annað verður í eini
grein sagt frá, at embætis-
menninir í forsætismálaráð-
num alla tíðina halda seg
kunnaðar um slatur, misálit
og samansvørjingarteoriir.
Tað er Vibeke Larsen,
ríkisumboðsmaður, sum
javnan skrivar til Danmark-
ar um, hvat føroysku fjøl-
miðlarnir, fåast við. Hon
sigur við Politikken:
- Meginpartin av tíðini
hava danir tíkið avgerðirnar
i Føroyum, og føroyingar
eru ikki vanir vid, at danir
hava hildið sínar avtalur.
Hon sigur eisini:
- Samfelagið her er lítið,
og nokkso avbyrgt. Her
hendir alt á ein ørdvisi hátt
enn aðrastaðni, og við að
rari ferð. Tá føroyingar møt-
a einum „toptunaðum“,
effektivum donskum em-
bætisverki, so kann tað
virka ræðandi.
Løgmadur verður, úr ein-
um tidindaskrivi, endur-
givin fyri at siga, at hann er
keddur av at fjølmidlarnir
ferð eftir ferð seta kílar í
sambandið millum Dan-
mark og Føroyar.
T6 skrivar Politikken:
- Danska forsætismåla-
ráðið hevur gjørt sítt til, at
halda slatrinum uppi, mill-
um annað við at nokta før-
oyingum innlit í málið um
undirgrundina.
Politikken hevur roynt, at
fingið eina viðmerking frá
Niels Bernstein, sum er
stjóri í forsætismálaráðnum,
men hann vil onga viðmerk-
ingar gera.
Sjálvir
Í eini leiðandi grein, við
heitinum „Framtíð Føroya”
slær Politikken fast, at tað
eru føroyingar sjálvir, sum
hava skyldina.
Føroyingar hava brúkt ov
nógvar pengar, bæði alment
og privat, og føroyska sam-
felagið var farið á húsa-
gang.
Politikken sigur hetta, tí
blaðið heldur, at hetta ofta
verður gloymt í kjakinum í
Føroyum
- Ja, vistu vit ikki betri,
so kundi kjakid i Løgtingi-
num og Fólkatinginum bent
á, at tað var stjórnin, sum
skapti kreppuna í Føroyum,
og at teir hava snýtt før-
oyingar til at yvirtaka tapið
hjá Den Danske Bank í før-
oyska samfelagnum.
Sagt verður, at bankamál-
ið ikki er orsøkin til
kreppuna, men ein fylgja av
henni.
Nidurstødan í greinini er,
at líkamikið hvør nidurstød-
an av bankakanningini er,
so broytir tað ikki tørvin fyri
eini framhaldandi endur-
reisingararbeiði av føroyska
buskapinum.
Abyrgdin fyri kreppuni
liggur fyrst og fremst hjå
Landstyrid og Løgtingid, og
møguliga eisini hjå donsku
stjórnini og leidsluni í Den
Danske Bank. Hetta kjak
kann ikki longur forða fyri
einum skilagóðum kjaki
millum føroyingar um
framtíð Føroya.
Soleiðis siga danskir
greinskrivarar, og ikki kann
sigast annað enn, at tað er
ymsikt sum eyguni síggja
støðuna.
I donsku bløðunum hava
næstan ongar viðmerkingar
frá føroyingum. Tað er helst
tí, at teir ikki hava brúk fyri
teimum. Tað sýnist sum
danir kenna støðuna betri
enn føroyingar gera.