Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 »Islendska leiðin: er fyrsta stigið Tað rættasta at Føroyar verða sjålvstødugt ríki beinanvegin eins og Ísland í 1918. Tá verður talan um samstarv millum partar á jøvnum føti. Jóannes Eidesgaard, sum áður hevur víst á íslendsku aygerðina, hevur tí ein avgerandi leiklut í royndunum at finna eina breiða føroyska semju mm Olavur W Høgnesen samfelagsfrødingur & løgfrødingur BA I gjår kom danski forsætis- ráðharrin Poul Nyrup Ras- mussen til landið; nógv verður orðdrigið um, hvert tað er rættast at taka væl ímóti honum ella at venda honum baki. Kjarrin í mál- mum er sjálvandi ikki vitjan Nyrups í sjálvum sær, men viðurskiftini ímillum Fer oyar og Danmark Hendan greinin byggir á eitt sjónarmið, sum tað ikki er rúm fyri at leggja fram í hesi grein Tad ber ikki til at stjórna Føroyum og menna tær við teimum politisku og figgjarligu bindingum, sum vit hava til Danmark (hetta er vidgjørt nágreiniligari í grein í Sosialinum 14. sept 1996) Royndirnar frá 1946-48 Tað er kanska ómakin vert at líta afturá, tá ið stóða skal takast til, hvor ríkisrættar- liga og samfelagsliga fram- tidarstøda okkara eigur at vera. Eftir krigslok var flest- um greitt, at ikki bar til at venda aftur til amtsstøduna Eftir drúgvar samráðingar millum føroyingar og danir í Keypmannahavn og eina folkaatkvødu fekst heima- stýrisskipanin í lag. Meta vit um tað, sum hendi eftir krígslok við atliti til aktu- ellu støduna, so ber í hvussu er til at gera tvinnar stað- festingar |. Samráðingarnar í Keyp mannahavn og fólkaatk vød- an vístu, at bæði politisku flokkarnir og fólkið stóð spjatt í Yóskaparspurningi- num 2.Hóast tað leysliga varð tosað um menning av Før- oyum í sambandi við Heim- astyrislógina, so varð ong- antíð greitt staðfest polit- iskt, hvat hetta heimastyris- projektið gekk út uppá Tá ið føroyingar ikki kundu semjast sínamillum og held- ur ikki kundu semjast við danir um, hvat politiska per- spektivið við heimastyris- skipanini skuldi vera, so hevur gongdin eisini verið hareftir. Allir teir gomlu flokkarnir - Javnaðarflokk- urin, Sjálvstyrisflokkurin og Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisfokkurin hava í teirra praktiska politikki stuðla uppundir eina gongd, ið hevur gjørt okkum alt meiri heft av danska stats- stuðlinum Fastari binding Ta meirorkuna, sum lands- kassin hevur fingið við statsstuðlinum, hana hevur tann sokalladi liberali Fólk- aflokkurin brúkt til at byta út stuðul til vinnulívið. Javnaðarflokkurin hevur brúkt statsstuðulin til at inn- føra danskar vælferðarveit- ingar og -skipanir, ið bara kunnu halda fram í sama líki við framhaldandi ríkis- stuðli. Og Tjóðveldisflokk- urin hevur tikið undir - ikki minst gjøgnum sokallaðu $9-yvirtøkurnar uttan samstundis at hava sannført okkum um, at hetta er i tråd við eina miðvísa fullveldis- strategi, og sama er gald- andi fyri Sjálvstyrisflokkin, ið stig fyri stig hevur verið við til at knytt okkum fastari at Danmark. Nú vindist ikki meiri upp- á ta snælduna! Fólkaflokk- urin má síggja í eyguni, at studningsbúskapurin er ein saga blott. Politiska gongd- in í sambandi við kreppuna mugu hava sannført Javn- aðarflokkin um, at sokallaði ríkisfelagsskapurin er eingin trygd fyri einum donskum vælferdarstødi. Sjålvstyrisflokkurin má vera komin eftir, at *stig fyri stig'-politikkurin eru stig aftur eftir hæli. Og Tjóð- veldisflokkurin sleppur ikki undan at svara spurning- inum 'Sjålvstødugt ríki og hvat so? Breiða føroyska semju um 'islendska loysn' Stutt sagt: Nú er enn eina ferð komið hartil, at hesir flokkar greitt taka stóðu til spurningin um okkara ríkis- rættarligu støðu. Læran frá 1946-1948 er, at føroyingar mugu hava eina breida felagsstødu til spurningin, og at endamálið við eini av- kláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar — Alt tos vid Nyrup er og verður prát, so leingi førovingar ikki hava eina felags stødu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu stødu. Ti hevdi ein góða byrjan verid, at føroysku flokkarnir høvdu havt sett seg saman fyrist og vitad, um teir høvdu nakad at siga hvørjum ørdrum, áðrenn teir tóku stødu til, um teir høvdu nakad at siga Nyrup, heldur Olavur Waag Høgnesen so at siga beinanvegin verða eitt sjålvstødugt ríki; hetta er leiðin, íslendingar valdu í 1918. Við øðrum orðum: Tað skal vera staðfest longu frá byrjan, at endamálið við politisku avkláringini mill- um Føroyar og Danmark eru einar ríkisrættarliga su- verenar Føroyar, har alt politiskt vald frå byrjan skal vera i Føroyum uttan so at føroyskur myndugleiki hev- ur lagt tað aðrastaðni! Alt tos um eina 'sjålv- styrislóg, ið røkkur líka at loysingini" o.l. er bert við til at grugga eina politiska loysn: Tað ber í sær eina vanda fyri, at vit enn eina ferð enda í eini fløkjuni um, hvør myndugleiki hevur førleika til hvat. Og vandan fyri einum fullkomuliga vanskeplaðum orðaskifti - í Føroyum og i Danmark - um åbyrgdarplasering, har nógv politisk orka verða brúktar uppá at fokusera uppá leiklutin hjá dønum og minni uppá at taka í egnan barm. Og vandanum fyri, at føroysk og donsk áhugamál draga hvør sín veg, so danir