Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 — Tað er einki prinsipielt til hindurs fyri, at Javnaðarflokkurin tekur støðu fyri, ríki. Heldur tverturímóti, in hevur altíð lagt dent á, at sjálvstýri er einki mál í sær sjálvum, búleikast í samfelagnum. Sostatt er >ríkisfela Ólavur Waag Hegnesen røkja síni egnu heldur enn okkara. O.s.frv. O.s.frv. Og eg eri púra sannførdur um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstyrislóg endar í eini blindgøtu, har flokk- urin kemur at renna seg í stórri og stórri fløkjur, tess meiri hann roynir at kon- kretisera útkastið. Javnaðaflokkurin i ødu Eftir minum tykki er tad púra greitt, at eitt sjålvstød- ugt ríki er einasta gongda leið; tað, sum flokkarnir tí- skil skulu leggja orku í, er heldur spurningurin um hvussu skift verður frá sam- bandi til sjålvstødugt ríki og hvussu vit innrætta okkum í einum sjålvstødugum ríki. Tað er greitt, at eftirsum før- oyski búskapurin gjøgnum áratíggju er lagaður eftir hesum, at ein árlig veiting kemur úr Danmark, so ber ikki til at kvetta á stokki- num og broyta hesi viður- skifti frá degi til dags. Ein skiftistíð má til og ein skift- isloysn, har føroyski bú- skapurin - tann almenni og privati - verður lagaður til broyttu fortreytirnar. Hvat skal til fyri at røkka eini slíkari semju? Tað er greitt, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin = og helst eisini Sjálvstyrisflokk- urin taka undir við eini av- gerð um at Føroyar verða sjålvstødugt ríki. Men hvussu vid Javnaðarflokki- num? Tað er einki prinsipi- elt er til hindurs fyri, at hann tekur stóðu fyri, at Føroyar verða sjálvstóðugt ríki. Heldur tvørturim6ti, og floksformaðurin hevur eis- ini víst á íslendsku avgerð- ina í 1918! Javnaðarflokk- urin hevur altíð lagt dent á, at sjålvstyri er einki mál í sær sjálvum, men at tað av- gerandi eru møguleikarnir at búleikast í samfelagnum. Sostatt er 'rikisfelagsskap- ur' ella samband heldur einki mál í sær sjálvum. Bæði Nyrup og Jóannes leggja javnan doyin á, at ríkið er eitt samstarv millum partar á jøvnum feti. Ti hevði tað verið heilt konse- kvent at samstarvið umfat- aði tvey (ella try) fullveldi, har viðurskiftini teirra mill- um ikki vórðu ásett í einari heimastyris- ella sjálv- styrislóg, sum gevur Dan- mark serstødu, men heldur grundað á politiskar avtalur millum ríkini. Tað er eingin logisk for- treyt fyri fíggjarligum ella ødrum stuðli úr Danmark, at vit skulu vera partur av danska ríkinum. Tí er verð- ur hetta eisini ein sam- ráðingarspurningur, har tað fyri Javnaðarflokkin ræður um at sannføra danir (og føroysku flokkarnar) um, at tad er skilagott at studla menningini av føroyska samfelagnum við eini åvis- ari upphædd (og skal tað endiliga vera, so kann danskur 'menningarstudul” brúkast nógv meiri kon- struktivt enn skipanin, sum nú er). sing og hvat so? Fólkaflokkurin hevur svar- að "kapitalisering av blokk- inum' og Tjóðveldisflokkur- in hevur svarað 'blokkin fyri uttanlandsskuld”. Slíkar slagorðsloysnir eru sjáldan álitisvekjandi einsamallar, og fólk krevja óivað eitt greiðari svar uppá spurning- in um gongdina "her frá" og "har til". Ein tridi møguleiki kundi verið ein stigvís minking av danska stuðli- num yvir eitt áramál. Saman um tikið: Eftirsum fullkom- in loysing av politisku bind- tíðindablaðið OA ingunum til Danmark er ein fortreyt fyri at menna hetta samfelagið politiskt, bú- skaparliga, sosialt og ment- annarliga, so má Javnaðar- flokkurin taka stóðu fyri Føroyum sum sjålvstødugt ríki, og Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eins og hinir flokkarnir mugu fara í aktivan dialog við Javnað- arflokkin á hesum grundar- lag og konkretisera skiftis- og framtíðarloysnina. Hon skal eisini umfata politisku viðurskifti okkara við Dan- mark framyvir (skulu vit hava okkurt slag av unión við Danmark ella hvat?) Hvat pláss hevur so Dan- mark í øllum hesum? Tað er greitt, at við einum sam- bandi, id formliga røkkur aftur til 1380 og reelt í hvussu er aftur til umleið 1600, so er tað einki meiri enn sjálvsagt, at Danmark kennir eina ávísa politiska skyldu til at lynna undir eina føroyska eginmenning innan politiskar karmar, sum føroyingar sjálvir ynskja. Og fólkarættarliga hevur Danmark eisini plikt- að seg til tað, eftirsum Dan- mark hevur ratifiserað ST- yvirlysingina frá 1945 við- víkjandi londum, ið ikki hava sjálvræði. Tað er sjålv- sagt, at einar sjålvstødugar Føroyar ikki fara at isolera seg, men tvgrturímóti noyð- ast at samstarva við onnur fræls lond á ymiskum økjum: Um uttanríkispoli- tikk, um atgongd til hægri útbúgvingar og til sjúkra- hús, um marknaðaratgongd etc. Av søguligum grundum verður Danmark eitt tað fremsta av hesum sam- starvslondum. Akkurát hvat slag av samstarvi og hverjar møguligar sersømdir, talan verdur um, tad mugu flokk- arnir gera sær greitt og at Føroyar verða sjålvstødugt og floksformaðurn hevur eisini víst á íslendsku avgerðina í 1918! Javnaðarflokkur- men at tað avgerandi eru meguleikarnir at gsskapur< ella samband heldur einki mál í sær sjálvum, skrivar leggja fram fyri okkum og fyri danir (ella norðmenn ella íslendingar ella ...) Hvat sigur Nyrup? Aftur til Nyrup-vitjanina. Alt tos við Nyrup er og verður prát, so leingi før- oyingar ikki hava eina fel- ags stóðu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu stóðu. Tí hevði tað verið ein góð byrjan, at føroysku flokkarnir høvdu havt sett seg saman fyrst og vitað, um teir høvdu nakað at siga hvgrjum ðrum, áðrenn teir tóku stóðu til, um teir høvdu nakað at siga Nyrup ... Bæði tað sjónarmið at vilja hitta Nyrup og at lata vera hava góðar grundir fyri sær; men tað, sum er hugvekj- andi, er hetta, at vit liva í einum landi, har fólkið og politikkarar ivast í, um tey skulu hitta sín egna ríkis- leiðara! Tá ið Nyrup er komin og farin, so man vera upp á høgu tíð, at føroysku flokkarnir uttan fyri Sam- bandsflokkin sessast við sama borð at avklára, hvussu hetta kann bera til og hvussu tað kann broyt- ast. Halda fram kann tað so ikki! Og byrjanin til eina slíkan fund millum féroysku flokkarnar skuldi verið so uppløgd: Eftirsum formað- urin i Javnaðarflokkinum fer å fund vid Nyrup, og eftirsum Nyrup bara vil okkum tad besta, so kundi Jóannes hóskandi spurt Ny- rup, um fortreytin fyri figgj- arligum stuðli til Føroyar er, at Føroyar partú skulu vera partur av danska rikinum; síðani kundi hann kunnað hinar um svarið hjá Nyrup. Verður svarið antin eitt greitt ja ella eitt greitt nei, so eru vit komin eitt avger- andi stig víðari! BALLETT 8 AEROBIC Byrjað verður aftur mánadagin 5. januar og halda vit á til 5. apríl BALLETT Tíðirnar verða hesar: Týsdag Hósdag Fríggjadag 169-179 | 1167-17% | [180.190 | an | Í 7-9 ár 10-12 ár 13-18 ár | 3. januar 31 kl. 15-17 174 | Kostnaður fyri alt skeiðið: | yviri í Yndi 17"-17 4- 6 ár 430 kr. |tlf. 11311 4-6 år 7-12 år 490 kr. |tlf. 12868 13-18 år 560 kr. Tidirnar veråa hesar: Månadag Tysdag Mikudag Hósdag 17'%-1 8% 16'5-17'5 1759-18 | Byrjarar Byrjarar Stepbonkur | byrjarar = | 188-195 17'5-18'* | 118'5-19'5 | Vand Callanetics Vand LC J 19-20 19.20 "Felttknuseri ———— 18'S-19* vard [vane | 199 20-21 15 Tri = * Fyri at vera við skalt 20*-21 tú viga minst 10 kg ov |Trimmari nógv Kostnaður fyri alt skeiðið: 1 ferð um vikuna 450 kr. 375 kr. 2 ferðir um vikuna 680 kr. 590 kr. 3 ferðir um vikuna 780 kr. 4 ferðir um vikuna — 1040 kr. Goldið verður fyrsta kveldið. Tilmelding verður yviri í Yndi ella ringið á tif. 11311 - 12868 - 10025 YNDI v/ Elsu Mariu Bærentsen DR GR T PÅ Tjóðveldisfólk og tey, ið hava áhuga fyri føroyskum tjóðveldi, hittast til prát og hugna Í Mettustovu - fyrstu ferð hóskvoldið 8. januar kl. 19.30