Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 Heimsins sterkast gera Regali sterkari Sterkir menn: Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, fer nú til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson, sum fleiri ferðir hevur vunnið kapping- ina heimsins sterkasti maður EmiL L. JACOBSEN Tað hevur seinastu tíðina verið trupult hjá Føroya sterkasta manni Regini Vágadal at fáa nóg góða venjing í Føroyum, ti mót- stødan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Ís- lands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar. — Eg havi fingið í boði at sleppa til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson, greiðir Regin frá Hann sigur, at hann eisini hevur fingið eitt tilboð um at sleppa til Danmarkar at venja saman við sterkum monnum har, men at hann valdi Ísland, tí hann og Magnus Ver Magnusson semjast væl. Magnus Ver Magnusson hevur verið i Føroyum tvær ferðir, seinast beint eftir jól, tá hann saman við Regini og dananum Flemming Christensen var við í kapp- ingini »Heimsins kempur< i Havn og å Kambsdali. Regin vann eina kapping- argrein í Havn og eina á Kambsdali. I Havn vann hann kappingina um at lyfta tvær tunnur og halda teim- tíðindablaðið 13 Regin Vágadal fer nú til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson um uppi so leingi sum gjør- ligt, og á Kambsdali var hann raskastur at renna við bobbens. Taðer ikki greitt, júst nær Regin fer til Íslands. — Magnus er jú rættiliga upptikin. Hann er við í onk- rari kapping næstan annað- hvert vikuskifti, sigur Reg- in, sum vísir á, at tað ikki er tí, at hann ikki hevur fingið góða hjálp í Føroyum, at hann nú fer til Íslands at venja. Tað er stutt og greitt ti, at måtstødan er ov lítil. Sjúkur Hjá Regini ræður tað fram- vegis um at vera við í so nógvum altjóða kappingum sum gjørligt, so hann veru- liga kann gera seg galdandi millum heimsins bestu. Hann er bjóðaður við til eina kapping í ungarska høvudsstadnum Budapest í juni-juli, og tann 8. august verður ein liðkapping í Hol- landi. Fyri Regin verður her talan um eitt danskt lið, eftir sum Føroyar eru ein partur av Danmark Annars hevur Regin ligið sjúkur við fepuri seinastu dagarnar, og tað er sjálvandi eitt sindur mergsúgvandi Men hann sigur, at tað er betri, at hann gjørdist sjúkur nú, enn um hann hevði ver- 10 tad, tå kappingin var i Føroyum millum jól og nýggjár. Harafturat hevði hann kortini ætlað sær at tikið ein steðg í venjingun um um hesa tíðina Hesar myndirnar tók Álvur Haraldsen, tá kappingin >Heimsins kempur< varð hildin í itrøttarhøllini á Hálsi i Havn. Vinstrumegin er tað Magnus Ver Magnusson úr Íslandi, og niðast høgrumegin Flemming Christensen, sum vann kappingina