Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Roar H. Olsen: Heitt hevur verið á meg um at greiða eitt sindur frá hug- takinum djóravælferð. Evn- 3 fevnir sera víða. Her skal bert verða nortið eitt sindur við grundleggjandi tørv og fóður. hold, luft, ljós, rørslu, fjós og vedurlag. Tey eru nógv. ið halda tað vera synd í húsdýrum — rossum, neyt- um, ja sjálvt seyði. at hesi ganga úti um veturin. Hetta er stór misskiljing. Nógv eru eisini í iva um, nær tað er tíð uppá at fara víðari við einum varhuga um djóra- misrøkt, hvat ið er umråd- andi. og hvussu skal metast, um dýrini hava tað gott Sorgarleikur hevur stundum staðist av, at folk, ið vara av dýrum, eru vorðin sålar- iga sjúk — makta ikki annað enn egnar trupulleikar og kanska eru løgst at drekka Í flestum, kanska øllum hes- um førum, er talan um dýr, sum hava verið stongd inni, bundin á båsi, so tey ikki sluppu til rýmingar og eing- fremmandur kundi síggja 5 Tað Miligt SK 120 er gleðiligt, at Ik nú hava eitt vakið ey ga »g fylgja við. at eisini dýrini hjá ødrum verða passað nc g væl. fáa nóg mikið av fóðuri g at tey um neyðugt boða ðrum avvarandi og mynd- ugleikum: frá. Ikki bert fyri dyrini, men eisini fyri fólk- ið, sum annars eigur at vara av dýrunum, er tað betri, at stig verða tíkin, áðrenn beinleiðis djórapínsla stendst av Hverjum skal eftir? Fyri ikki at órógva mynd- ugleikarnar óneyðugt og koma í klammarí við djóra- eigarar, har viðurskiftini eru í lagi, er tó neyðugt við eitt sindur av grundleggjandi vitan at miða seg eftir, kanska serliga hjá býarfólki, sum mangan hava flutt seg í so langt burtur frá náttúr- uni. > Vís mær ikki keraldið, vís mær mannin<, sigur eitt gamalt orðatak. Um dýrini fáa nóg mikið av fóðuri verður mett eftir holdinum, ikki eftir lendinum tey ganga á, tí møguliga verður fóður borið dýrunum ella sleppa tey at fóðuri, sum eygleiðarin ikki sær. Ávíst fyrivarni skal takast fyri neyt. Bert drápsneyt eiga at vera fet. Nútímans mjólki- neyt klára ikki at eta ímóti tí, tey mjólka fyrstu mán- aðirnar eftir, at tey hava kálvað og kunnu tá gerast rættuliga rak. áðrenn tey aft- ur fitna. Tey eiga ikki at vera alt ov feit, áðrenn tey kálva, heldur í soltnara lagi Tað er ti í lagi, at beina- grindin hómast á mjólki- kúm, men eru dýr so út av lagi rak, at ryggjageislarnir standa sum tindar uppúr, tá er lítið at ivast i, at her er galid Trivnadur åti og inni Dyr hava altíð gingið úti. I náttúruni hava tey sum slag ment seg við, at tey sterk- astu yvirlivdu, tå ið harðast leikaði á, og at tey sterkastu kalldýrini sluppu at føra sína ætt víðari, meðan við- føddir veikleikar hjá ødrum soleiðis blivu soldaðir frá í alingini. Í seinni tíðum hev- ur hetta hildið áfram, men fyri ein part í samspæli við menniskjuni, sum umframt styrki hava lagt dent á aðrar eginleikar, vakstrar- og mjólkievni, kjøtsmakk, ull- ferð osfr. Ullferðin er tó framvegis soleiðis skikkað, at hon yvirhøvur ger dýrini egnað at vera úti í øllum veðri At húsdýr vanliga standa í fjósi í Føroyum kemur ikki av, at tað er betri fyri tey at standa inni — tverturímóti Tey verða vanliga tíkin inn, tí tey um veturin kleyva endið meira upp, enn jarð- ánarin kann góðtaka ella ti, at tað annars ikki slepst til teirra, at geva og hava eftir- lit við teimum, eitt nú í lembing. At seyður, um ikki alneyðugt, verður hildin á båsi er stór misskiljing av teirra veruliga tørvi og bein- leiðis skaðiligt fyri alingina, tí her hjá okkum er tørvur á dyrasløgum, ið tola ringt veður, og gerst tað best við at ala víðari uppá tey, sum hóast harðbalið veðurlag, trívast best úti. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at tað er skeivt at geva afturat um veturin, men sjálvt tað skal gerast við varni og um gjør- ligt heldur úti enn inni ella soleiðis, at seyðurin frítt kann ganga út og inn Seyðahús fíggjarliga Fíggjarliga hongur bygg- ingin av hesum nógvu nýggju seyðahúsum ikki saman, serliga um tað varð fíggjað fyri somu rentu, sum samfelagið skal gjalda fyri at útvega lánspening til endamálið. Við seyðahús- um slepst undan stórum seyðafelli hvørji 20 til 40 ár, um so er, at stórkavin legst meðan seyðurin er inni, men hesin vinningur klárar ikki at gjalda rentuna av seyðahúsunum. Sjálv- sagt er tað ikki serliga djóra- vinarligt at lata seyð doyggja í kulda og kava, og hava vit sjálvsagt skyldu at gera alt vit eru ment fyri at hjálpa seyðinum. Men møguliga skulu vit fyri ein part finna aðrar og bíligari loysnir enn at byggja seyða- hús, har tað ikki er alney- ugt. Kanska er ávíst felli tey ringastu árini eisini neyð- Djóravælferð úti og inni ugur prísur fyri, at eginleik- arnir hjá eftirverandi seyða- stovninum at yvirliva og trívast í okkara náttúru eru sum frægast, eisini tann partin av árinum, seyðurin ikki er inni Fleiri sjúkur inni enn úti Tá ið menn byggja >góð< og tøtt fjós, fáa teir helst sær sjálvum eitt gott arbeiðsum- hvervi, men fyri dýrini gev- ur tað ofta verri trivnað og fleiri sjúkur, serliga um út- luftingin ikki er einastand- andi góð. Slævin luft og rámur ammoniak-deymur í einum fjósi eru tekin um, at útluftingin er út av lagi vánalig og má betrast mun- andi. Eisini hevði tað verið betri fyri dýrini, um tey í staðin fyri bundin á bási sluppu at ganga frítt ella í einari boks við í minsta lagi 6 fermetrum til hvert stór- dýrið. Best er tó, um tey eisini sleppa at ganga úti, um ikki annað í uttandura rennigarði og at viðbrekin dyr, smákálvar og småfyl, onkursvegna sleppa at kroka, tá vindur og avfall er av tí mesta, Ld. í einum bóli, aftur undir einum bakka, húsaveggi ella undir hálvtekju ella líkandi. Hjá hesum hevur tað serliga tydning, at tey kunnu standa turr. Betri er við fullkomi- liga opnum ella hálvopnum skúri enn at dýrini í annars góðum fjósi standa í bein- leiðis trekki av vindi, sum vit eisini vita frá okkum sjálvum Kuldi eingin trupulleiki Sjálvt um dýrini hava møguleika fyri at kroka, tå tey hava hug, skal vedrid vera rættuliga ófantaligt, fyrr enn tey ikki heldur velja at ganga ella liggja úti enn inni, hóast tað hjá fólki, serliga býbúgvum, sær 6- tespuligt út. Orsøkin er, at mesti fenaður á okkara leið- um, m.a. neyt, seyður og ross, trivist best í umhvørvi frá umleið minus 10 til pluss 10 hitastig. Dýrini krevja sjálvsagt nóg mikið av vatni og fóðuri, eisini stráfóðuri , vitaminir og mineralir, sera gott luft- skifti, ljós og møguleika fyri at røra seg. Sleppa dýrini afturundir, tá ið harðast leik- ar á, og fáa tey nóg mikið av fóðuri, framleiða tey sjálvi ovmikið av hita av hesum. Um kuldin tá kemur væl niður um 10 kuldastig, hevur hetta einki at siga. Heit, slævin luft Øl vita vit, at tå hiti, væta ella slævin luft og lívrunnin evni eru til staðar, fleirfalda bakteriur seg við ørandi ferð. Standa dýr tá tætt sam- an í tøttum fjósi, er vandi á ferð, serliga hjá teimum viðbreknu, kviðin dýr, smá- kálvar og fyl. Í londum har ávísar bakteriur og virus, sum eitt nú elva til lungna- bruna hjá húsdýrum er van- ligur, doyggja dýrini — ser- liga kálvar, lomb og fyl — frá hond, um tey standa í »g6dum« og tøttum fjósum. Tey tola ikki ta slævnu luft- ina, sum er at finna í fleiri føroyskum fjósum. Men tær herviligastu av hesum sjúkuelvandi verum eru ti- betur ikki til í Féroyum enn Verða hesar smittur førdar inn, kann hetta hava álvars- ligar avleiðingar við sær, um ikki orsøkin og neyd- ugar broytingar í fjósunum verða framdar beinanvegin Hetta verður ikki skrivað fyri at harta tey, sum hava dyrini í fjósi, umstødurnar loyva mangan ikki ødrum, bert fyri at kunna fólki, sum hava ilt av, at dýrini ganga úti um veturin. Flestu ross sleppa tó eisini út um vet- urin, um ikki dagliga, so í vikuskiftunum. Er fjósið turt, ikki beinleiðis heitt og eingin ammoniakroykur at merkja, er hetta vanliga tek- in um, at luftskiftið er á góð- ari leið. Frægast hevði tó verið, um dýrini høvdu ein teig ella ein uttandura renni- garð, har tey dagliga kundu sleppa út. Luft Sum høvudsregla skal luft- inntakið í annars tøttum fjósi stýrast soleiðis, at tað er í vindeygahædd ella hægri, at kalda luftin, ið kemur inn, ikki dettir beint niður á smákálvar, smáfyl og lomb, um hesi standa við ein útvegg. og at heita og slævna luftin, ið søkir upp- eftir, sleppur út aftur ovar- liga ella í sjálvari mønini. Um opini eru nóg stór, er ikki neyðugt við mekanisk- ari útlufting og streym- nýtslu til hetta. Hitin frá dýrunum syrgir sjálvur fyri hesum luftrensli. Sum landsmaður okkara Niels Finsen vísti á, hevur eisini ljós sera stóran týdn- ing fyri heilsuna. Hetta er ikki einans galdandi hjá fólki. Millum annað hevur ljós tydning fyri evnini at Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 upptaka ávís vitamin og mineral og fyri hormon- skipanina annars, eitt nú kynshormonini, ið stýra eggjaloysingini hjá hondýr- um, t.e. at neyt verða til tarv, ær á blesmanna og ryssur á áløgum (á riði). Hjá dýrum, sum standa á bási, eru tekin um hetta av somu orsek ofta óreglulig og ótýðilig og við hvort als ikki til staðar. Serliga stórt árin hevur ljós á D-vitamin, ið hevur týdning fyri tey hormon, sum stýra upptøku av kálki úr gørnunum og goymslu av kálki í beinagrindini. Høv- uðsatvoldin til Eingilska- sjúku (bleyt og veik beina- grind, innsmokkad rivja- bein og lidapina), sum eftir idnadarkollveltingina var stórur trupulleiki hjá ensk- um børnum, serliga teimum í kolanámsvinnuni og hjá føroyskum børnum, sum fyrr blivu hildin ov nógv inni um veturin, er júst tørv- ur á D-vitamini, sum m.a. stendst av ljóstroti. Trivnadur svirhaver Í Noregi verður frå komandi ári helst bannað at hava neyt á bási alt árið, og er tað púra beint. Fyrr ella seinni kann slíkt bann væntast hjá okk- um eisini. Eg kenni ikki tjakið aftanfyri hesum í Noregi. Umframt omanfyri- nevndu orsakir, hevur tjakið í ødrum londum um hesi viðurskifti tó eisini við kropsligan og sosialan trivnað hjá dýrunum yvir- høvur at gera, møguleika- num hjá teimum at vera saman við ødrum av sínum egna slagi, at sleppa at strekkja beinini, renna, menna beinagrind, vøddar, vakstrar- og sinnalag undir umstødum, ið eru so nær gjørligt teimum, ið tey eru skapað til. At fólk sum- staðni hava dýr gangandi á einum lutfallsliga lítlum stykki, sum verður traðkað illa upp og einki strá sæst eftir, merkir sostatt ikki, at hesi fara verri við dýrunum enn hini, sum hava tey inni, heldur hinvegin, um tey bert geva nóg mikið av vatni og fóðuri. At t.d. ross við hvort leggjast at eta mold nýtist heldur ikki at vera tekin um, at tey einki ella ov lítið fóð- ur fáa, men heldur, at teim- um tørva ávís mineral, sum ikki er nóg nógv av í ver- andi fóðuri og mineral- Dýr hava altíð gingið úti. Tey verða vanliga tikin inn, tí um veturin kleyva tey lendið blanding, men sum tey sjálvi fáa sær úr moldini. Einki er galið við tí. At tey við hvert tykjast standa og bína við eitt garðslið, er helst tekin um, at tey eru von við at fáa kraftfóður innan næstu tímarnar, ikki at tey verða svøltad. Tá høvdu tey heldur brotið garð. Tervur á kappingar- førum loysnum Innan fá ár kann væntast, at latið verður upp fyri fríum innflutningi av øllum land- búnaðarvgrum, eisini låg- pasteuriseraðari mjólk. I EU, har mjólkaprísurin vegna studning og harav standandi høgum jarðarprís- um er »kunstiga« høgur, verða iløgur til fjós, súr- hoyggjabrunnar osfr. uppá einar 30.000 kr. fyri hvørja kúgv roknað sum evstamark fyri at kunna kappast. Í Før- oyum er vanlig iløga frá 100.000 kr. og uppeftir uppå fjósplássið. Fyri at klára seg í framtíðarkappingini er sjálvt 30.000 kr. ov nógv, tí roknað verður við, at mjólkaprísurin á altjóða stóði komandi árini fer at falla við um 4% um árið. Hetta sigur okkum eisini eitt sindur um tørvin á framtíðar ætlanarlegging fyri vanliga landbúnaðin í Føroyum. Tørvur er á loysnum, sum eru lagaðar eftir veruliga tørvinum hjá okkara hús- dýrum og samstundis so einfaldar og bíligar, at vit eru kappingarfør við lond, har djóravælferð langt síðan er slept í peningajagstran og dýrini dagliga verða givin hormon og pensilin fyri at kroysta framleiðsluna enn hægri upp. Slíkar loysnir kunnu bera í sær, at dýrini ganga í haga ella undirhaga so leingi sum gjørligt og at tey alt árið kunnu ganga úti ella út og inn og bara hava okurt slag av skýli at kroka í, sum eisini er betri fyri tey enn tætt fjós. Hartil krevst bert, at roynt verður at gera eitt sindur við lendið rundan um fjós ella skýli, at dýrini fáa gingið og íkki gerast føst í evju. er ed