Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. JANUAR 1998 tíðindablaðið oc, 15 Útgreiðing av Tollaksmessusamrø0u Likt er til, at summi hava havt eitt sindur ilt vid at síggja kjarnuna í bodskapi mínum í samrøduni, sum Sosialurin hevði við meg Tollaksmessudag um kommunal viðurskifti, og har eg dittaði mær at koma við einum boði uppá fram- tíðina. Tó er Finnur Johansen á beinari leið (Sos. 3/1-98), tå hann gitir, at „almenn fyrisiting einaferð verður løgd til kommunurnar, men verður tå ivaleyst talan um deildir, ið koma at taka sær a umsitingini av málum, sum júst hava við einstøku kommunurnar at gera. Hetta verður tó neyvan veruleiki fyrrenn landið er skipað í einar 8 kommunur, og sum hava orku og kvalifiserað fólk til at taka sær av hesi fyrisiting.“ Ikki orsøk til stúran Finni Johansen og ødrum nýtist ikki at stúra fyri, at eg gangi inn fyri at flyta aðalfyrisitingarnar úr høv- uðsstaðnum. Tað, sum eg hugsi mær, er, at ,,stGr- kommunur“ kring landið sjálvar — á ein kvalifiser- aðan hátt — skulu fyrisita kommunal mál, sum landið í dag umsitur kring landið við økisskrivstovum/deild- um. Hetta fyri m.a. at kunna bjóða fólki kvalifiseraði størv uttan fyri Havnina. Gjøgnum „stórkommun- ur“ kring landið ber til at servicera borgararnar á ein- um hægri stødi enn fyri- skrivað í kommunulógini, har sjålvstødugu uppgávur- nar eru so gott sum ongar, men har Tórshavnar komm- una er dómi um, at tilber hjá stórari kommunu at veita borgarunum stórri tænastur enn fyriskrivað er í kommunulógini. Hetta beinir ikki fyri stríðnum at varðveita tað virksemi, sum er í Havn. Tilflytingin til Havnar Viðvíkjandi tilflytingini til Havnar kann eg bert endur- taka, at eg onki havi ímóti, at kommunan veksur, men vøksturin má tålmast fyri at vit kunnu taka væl ímóti fólki, soleiðis at ungar familjur fyrst av øllum fáa børnini ansadi og síðani hava ein góðan skúla at lata tey fara í. Børnini hava eisini frí, og at hava frí í einum býi sum Havnini er ikki tað sama sum at hava frí í eini miðalstórari bygd. Tí má býráðið standa til- reiðar við frítíðartilboðum, soleiðis at børnini ikki enda á skeivari lívsleið. Ingi Mohr (Diml. 3/1-98) hevur misfatað mítt „neyð- arróp“ í sambandi við til- flytingina, sum vit hava upplivað seinastu tvey árini. Eg vil ikki „seta tiltøk í verk fyri at forða fólki at gerast borgarar í Havn“. Nei, hetta var meira at fata sum eitt varskó um, at vit ikki eru tilreiðar við frammanfyri- nevndu tilboðum til øll. Spádómurin ing Heldur In AR hjå Inga Mohr um, at helvtin av landsins íbúgvum býr í Havn um 20 ár, og fólka- talið í Føroyum tá er áleið 50.000, veksur kommunan við 9-10.000 fólkum í hes- um tíðarskeiði, ella áleið 450 um árið. Hetta ger avbjóðingina upp aftur stórri enn í dag, og hugsa vit um, at tey eldru fylgja teimum ungu (soleið- is sum gongdin er í Íslandi), stendur kommunan fyri stórum fløgum í stovnar til barnaansins og eldrargkt, har landið rindar millum 40 og 85 prosent av ílógunum. Spurningurin er, um landið er sinnað at luttaka við sínum lógarkravda íløgu og rakstrarparti ella loysir sín part við at áleggja kommununum útreiðslur- nar? Sambært fíggjarlógini fyri 1998 er líkt til, at landið ikki er sinnað at stuðla fleiri slíkum fløgum í landinum sum heild, tí landið hevur skorið sín part av rakstr- inum til barnaansing niður við fimm prosentum. Vit hava eitt býráð til m.a. at taka sær av slíkum málum. Midsavningarm6tstøduna hjá Jógvani í Løduni og Kommunufelagnum (Sos. 30/12-97) kunnu vit báðir Jógvan gera lítið við, tí tað stendur nú eina ferð fólki frítt fyri at búgva, har tey ynskja. Økispl Ingi Mohr er å rættari leid, tå hann sigur, at fleiri skatta- borgarar megna betur at bera skattabyrðuna, men hann tykist at gloyma, at fátækar kommunur íkki verða ríkari av samanlegg- ingum. Ríkidómið fyri komm- unurnar kmur — sum fleiri hava víst á — av gkisplan- leggingum, har vit koma burturúr verandi stóðu, har hver miðalstór kommuna í økinum kappast við aðra um iløgur, sum tildømis havnir og flakavirkir, og sum eru høvudsorsøkin til verandi kreppu. Vónandi verður komm- unulógin skjótt broytt, so- leiðis at kommunurnar und- ir ongum umstødum sleppa at halda fram við at spæla hasard við skyldum borgar- anna gjøgnum veðhald og við at seta pengar í ivasamar fyrittøkur Utjavningargrunnur Uppskotið hjá Finni Johan- sen um kommunalan útjavningargrunn, har tær kommunurnar, ið gjalda í grunnin fáa eina ávísa ávirkan á, hvussu studning- urin úr grunninum verður nýttur, taka vit her í Havn ikki undir við, og sum vit hava skilt er eisini lítil und- irtøka fyri hesum millum aðrar kommnur. Hetta merkir kortini ikki, at vit eru 6solidariskir mót- vegis ringast støddu komm- ununum. Tær skulu hjálp- ast. Men fyritreytin fyri hesum er, at kommunurnar verða skipaðar í stórri og færri eindir, einar 7 til 10 tilsamans. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at Kommunu- bólkurin (Føroya Byar- felag) å næsta fundi sinum fer at vidgera støduna hjå ringast støddu kommunun- um og gera uppskot um, hvussu hesar kunnu hjålp- ast. Slik uppskot verda sjálvandi løgd fyri komm- unurnar til stóðutakan. Métstødumadurin á Eiði Jógvan í Løduni sekir í grein síni sum ikki einaferð at Havnini, og forklárar hetta Inga Mohrsa spurning um, „hví Havnin fór úr Før- oya Kommunufelag“. Hetta forklárar eisini spurningin um, hví Klaksvík fór burtur- úr Føroya Kommunufelag, hví Runavíkar kommuna fór burturúr Føroya Komm- unufelag og hví tær størstu kommunurnar, ið eftir eru í Føroya Kommunufelag, kanska umhugsa at gera tað sama. Ein kann av røttum spyrja: Tolir Jógvan í Lød um ikki stórar kommunur við framburði? Tórshavnar kommuna vísir í verki samfelags ábyrgd í sínum dagliga virk- semi. Hetta sæst einabest á fløgum í vinnugki og í infrastrukturin annars. A havnargkinum bjóðar kommunan altjóða sam- felagnum av við at fremja fløgur, ið flytir virksemi higar úr útlondum og sam- stundis leggur lunnar undir meirvirksemi her á landi gjógnum m.a. alt tað tænatsuvirksemi, ið stendst av hesum gkta virkseminum sum síðuvinningur. Hetta er ikki bara nakað, sum merkist her í Havn, men onkur uttan fyri Havn- ina man óivað eisini njóta gott av hesum, og skal tað vera teimum væl unt. Høvudstadurin er fyri øll, og øll njóta gott av høvuds- staðnum. Við nyggjårskvødu Leivur Hansen býráðsformaður Ross í rennigarði Sjálvi hava vit nú í vetrar- hálvuni tvey fyl gangandi á 4-500 fermetrum, og hava fleiri spurt okkum, um hetta eru rættar umstødur at hava ross, um tað ikki er synd í teimum, at tey ganga úti. Onkur hevur enntá vent sær til okkurt blað við einum fyrispurningi um rossini fáa nakað at eta. Tað er sum áður nevnt gleðiligt, at fólk hava eitt vakið eyga og dámligt, at blaðið vendir sær beinleið- is til okkara fyri at vita, um viðurskiftini eru í lagi, hóast tað sum áður nevnt skuldi verið nóg mikið at ásanna, at tey eru væl í holdum. Í einum skýli er hoyggj og vatn fyri teimum alt sam- døgrid. Neyðugt er at av- marka kraftfóðurnýtsluna nakað fyri at tey ikki skulu gerast ov feit og svansa ov nógv við tí. Umframt gras- pillarar fáa tey kornúrdrátt- ir, rótarestir o.a. eins og vitaminir og mineralir og hava ein mineralsaltstein at sleikja eftir egnum huga Kálk fáa tey úr knústum skeljum, sum tey gramm liga eta. Ikki ber til at leggja fóðurið út, so fólk síggja, at vit geva teimum, tí tá spillist tað av regni, men hava vit nú hongt ein seðil upp utt anfyri, sum stutt greiðir frá hesum Talan er um tvey 1'/? ára gomul føroysk hestfyl, sum hava tørv á at beistast eitt sindur fyri at menna vøddar, vakstrar- og sinnalag. Ynskiligt kundi sjálvsagt al- tíð verið við meira av plássi. Grannastykkið var lænt til beiti, men tá tey ikki longur virdu el-hegnið, hóast ov- mikið av hoyggi, kraftfóð- uri og vatni var í skýlinum, máttu vit taka tey inn á okk- ara egna stykki, sum ikki krevur el-hegn. Ælanin er tó ikki, at hetta skal vera beiti hjá teimum, tað er stykkið sjálvsagt alt ov lítil til, men at tey í staðin fyri at standa bundin á bási allan vetur skulu sleppa at strekkja beinini. Í løtuni er tað nakað moldkent, men arbeitt verður uppá at fáa tað so turt, sum gjørligt Skeljar Hetta verður m.a. gjørt við at koyra knústar skeljar á bøin fyri at fáa meira pokn- ut tilfar og harvið luft niður í moldina, sum saman við kálkinum í skeljunum er neyðugt fyri, at moldin verður minni súrgað og plantur kunnu taka fødslu evnini úr moldini og gagn nýta tey til fulnar. Fylini eta nógv burturav knústu skeljunum moldini og syrgja annars sjålvi fyri at traðka og blanda skeljarnar niður í moldina, so maskin amboð til hetta eru ikki neyðug. Í løtuni er tað 6- fantaligt at síggja til, ti skeljarnar hvørva nærum beinanvegin niðurí mold- ina, men um meira verður koyrt á av hesum og ødrum tilfari gerst hógvurin sum frá líður turrari og fastari og eitt lag av mold og grasi fer at leggjast omaná. Kálkið í skeljunum og økta luftin í moldini geva eisini livium- stødur hjá nógv fleiri liv- andi verum, sum virka sum eitt slag av lívrunnum filtri, ið saman við kálkinum sjålvum bindir fødsluevnini og minkar um dålkingina og frárensl av fødsluevnum frå mold og tødum Her hjá okkum er tørvur í dyrasløgum, ið tola ring veður, og gerst tað bes: við at ala víðari uppá tey sum hóast harðbalið veðurlag, trívast best út: