Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Jens Kristjan Vang Postadr: Postsmoga 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teletax. 14720 e-mail: sosialur & post olivant.fo Nyrup funnið dialog- in, sum hvarv, aftur! Oddagrein TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmein- andi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur hava roynt at koma á tal við bæði forsætisráðharran og danska politiska valdið annars - uttan úrslit - ber nú bråddliga alt til. Einki er åført. Poul Nyrup Rasmussen hevur bert góðynski at bera føroyingum og vidurskift- unum millum Føroyar og Danmark. Vid at tosa saman skulu viðurskiftini millum ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig. HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini millum ríkispartarnar harra Nyrup Rasmussen! Hvussu ber tað til, at tygum nú leggja so stóran dent á at tosa og føra dialog við foroyingar, tá nettup tygum og tygara stjórn og tygara embætismenn nú í mong ár hava staðið fyri nettup tí evugta! Ja rætt og slætt hava eitrað tey annars so góðu viðurskifti, sum altíð hava verið millum førovingar og danir! Men betri seint enn ong- antíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin VIT hava á hesum stað boðið tygum vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av foroyskum politikarum ikki at vilja tosa við ella lurtað eftir tygum. Vit hava eisini altíð sæð dialogin sum fremsta amboð at fremja demokrati og fólkaræði. Tað gjørdu vit eisini, tá tygum fyri nøkrum árum síðani, gjørdu av ikki at koma til Foroya. Vit hartaðu tygum og stjórn tygara fyri at vanvirða Føroyar og føroyingar við tí avgerðini. Fyri at venda nettup dialoginum bakið Síðani tá hevur tøgnin valdað. Fjølmidlar við føroyska sjónvarpinum á odda hava avdúkað, hvat henda togn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið ram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir hjá hverjum av okkum at viðganga mistøk og rætta tey. Tað skal bankakann- ingin geva okkum svar uppá! Um henda kanning ikki megnar at koma til botns í málinum - hvat vit tó mugu vóna og rokna við - so er vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum foroyskt og danskt fara at standa við - og hver veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum katalysatorurin fyri eini slíkari óhepnari gongd. NÚ kom so lítið itøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samreðum, sum hava verið við forsæt- isrådharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum og tosa um, hvussu stóran tydning dialogurin - hetta at tosa saman hevur fyri framtíðar samstarvið og álitið - tá júst sami maður hevur verið borganin fyri júst tí ovugta. Nettup tað gevur okkum varhugan av, at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi mill- um jevnsett menniskju ella fólk. Nettup tervurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donsk- um ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran dent á Nyrup! Tygum skuldu havt tosað og lurtað meira, tå vit feroyingar eisini hevdu brúk fyri tí. Nú hava tygum brúk fyri at tosa, tí nú tænir hetta fyrst og fremt tygara sek. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grer. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjert nógv gott fyri Føroyar og at vit mugu taka fulla ábyrgd fyri egnum gerðum, men tygum skulu vita, at hevði virðingin og ikki minst vitanin og kunnleikin til Feroyar og viðurskiftini her verið sterri millum nógvar danskar embætismenn og politikarar, tá kundi nógv sæð eðrvísi út í dag Sosialurin Lesarabrøv Ja til rennibreyt i hovuðsstaðnum — men ikki við Torsvøll!!! Bæði eitt rættiligt fót- bóltsstadion og rennibreyt eru ílegur, sum óivað fyrr ella seinni verða gjørdar í høvudsståanum — tað er natúrligt. Men fyrireikar- arnir av Tórsvallar-ætl- anini gera eina fyri fót- bóltin sera óhepna saman- blanding, tá teir, hóast fleiri mótmæli, tvíhalda um, at rennibreyt skal leggjast við Tórsvell og onga aðrastaðni. Teir vilja ikki so mikið sum umhugsa at leggja rennibreytina á ødrum staði, sum td. við eitt »grøn« landsstadion fyri frælsan ítrótt í hevuðs- staðnum, har hesir áhuga- leikarar ótarnaðir høvdu kunnað skipað fyri sínum venjingum og tiltøkum. Hvi endiliga vid Tórsvell? Tað undrar okkum mongu, ið hava stóran áhuga í før- oyskum fótbólti, at fyrireik- ararnir halda so fast um, at rennibreytin má og skal leggjast við nýggja fótbólts- stadion'ið í hevuðsstað- num Enn er onki veruligt argu- ment komið fram, sum tal- ar fyri, at rennibreyt má leggjast júst inni i Føroya framtíðar fremsta fótbólts- landsstadion, heldur tvørt- urímóti Tá hugsað verður um oyggjaleikirnar, sum vit kunnu rokna við at hýsa umleið 20. hvert ár, kann ein Torsvøllur uttan renni- breyt væl og virðiliga hýsa setanini og endahátíðar- haldinum. Tey lutfalsliga fáu, sum íðka frælsan ítrótt, skulu sjálvsagt hava so góðar um- stødur sum gjørligt, men tað er órímiligt at lata fótbólt- in, sum á hverjum ári skal brúka (og gjalda) hetta stad- ion, líða undir einari feil- fløgu upp á umleið 60 milli- ónir krónur, sum aldrin gerst umaftur — hetta tí at nakrir åvisir fyrireikarar ikki vilja broyta sínar ann- ars frálíku tekningar og mo- dell. Ein hoyrir fólk tosa um at gera rennibreytina við Tórsvell so smala sum gjør- ligt (møguliga við færri rennibreytum v.m.?) Hetta er tokutala og vil bert elva til, at hverki fótbólturin ella frælsi ítrótturin fær réttu umstødurnar Vælsignaðir menn, síggið í eyguni, at tað er nógv betri fyri allar partar at leggja eitt bíligari »grønt« stadion fyri frælsan ítrótt aðrastaðni í høvudsstadnum, sum hevur rennibreyt í fullari altjóða breidd og tað, ið hartil hoyrir. Eitt slíkt anlegg krevur mestsum ongan rakstrar- kostnað, og kundi dagliga verðið brúkt av rennarum og ødrum amatørum, uttan eftirlit og serligan kostnað, sum eitt landsstadion har- afturímóti eigur at krevja av øllum sínum brúkarum. Tað skal vera legið, um nakar fótbóltsáskoðari er ímóti, at eitt slíkt stadion fyri frælsan ítrótt verður gjørt í hevuðsstaðnum, og neyvan vil henda broyting gera ta samlaðu iløguna dýrari enn verandi Tórs- vallarætlan Tað, sum føroyski fót- bóltsáskoðarin ynskir, er heilt einfalt, at Føroya fram- tíðar = fótbólts-stadion i høvudsstadnum verður fyrstafloks áskoðaravinar- ligt — ein søkallad >grýta<, har nakrir fåir tåsund før- oyskir åskodarar skulu kunna hoyrast og merkjast, sum vóru teir fleiri tíggju- túsund í tali — og tað verður Tórsvellur undir ongum umstødum, um rennibreyt- in sleppur at liggja inni i hesum stadion. Ætla tit veruliga at brúka ialt uml. 60 milliónir krónur til at gera eitt landsstadion, sum ikki verður fyrstafloks fyri áskoðaran og harvið lands- liðið? ætlar FSF veruliga at stuðla næstbestu loysn- ini? Eitt er heilt vist: Tá iløgan er sett í verk, vendist ikki aftur, so tað er nú fót- bóltsfólkið má gera sína stóðu galdandi. Útvarpssendingin nýggjársdag Ein dugnaligur og virkis- fúsur tíðindamaður (ikki minst innan ítrótt) hevdi nýggjársdag eina sending í Útvarpi Føroya um Lands- krona, Svangaskarð og ætl- aða Tørsvøllin. Tað er í lagi, at sending verður gjørd í útvarpinum um hetta mál, ið hevur stóran áhuga mill- um manna, men tað er ikki í lagi, tá tíðindamaðurin ikki lýsir allar síður av málin- um um Torsvøll. Fleiri ítróttaráhuga hava, bæði munnliga millum manna og skrivliga í blød- unum, gjørt var við sína 6- nøgd við, at rennibreyt verður løgd júst inni í okk- ara framtíðar fremsta fót- bóltsstadion í høvudsstad- num, men nevnda tíðinda- sending tók ikki henda spurning upp á tungu. Ein tíðindamaður hevur skyldu at lýsa eitt mál frá so nógvum síðum sum gjør- ligt. Tað varð ikki gjørt í hesum føri. Ístaðin bleiv seinna helvt av sendingini meir ella minni ein reklamusending til frama fyri Torsvøll — einki orð og ikki so mikið sum eitt spurnartekin við rennibreyt- ina! Lærið av ødrum! Latið okkum taka fram nøk- ur dómi um vellir við og uttan rennibreyt, har før- oyskir fótbóltsleikarar hava spælt og spæla: l.í tí lítla landinum San Marino er eitt stadion við rennibreyt, ið, so vítt eg minnist, ein ríkisleiðari í einum grannalandi hevur givið hesum landi sum gávu. Føroyska landsliðið spældi her í oktober 1995 og vann dystin 3-1. Vit minnast, at Todi gjørði øll málini fyri Føroyar Men vit minnast eisini, hvussu stórt og óegnað stadion'ið var til eina so lítla tjóð sum San Marino. Tað merkist heilt týðuliga, at frástóðan frá áskoðarunum til leikar- arnar var alt ov stór, og eingin rættiligur fótbólts- dámur var. .] hesi seinastu undan- kappingini spældu Føroy- ar ímóti einari aðrari lítlari tjóð, Malta, sum eisini hevur eitt lands- stadion við rennibreyt. Eisini her merktist týðu- liga, at hóast teirra á- skoðarar vóru ógvuliga spentir upp til tann dyst- in, gav hetta stadion teim- um ikki nóg góðar um- stødur til at leggja før- oyska liðið undir trýst við réttum fótbóltsstemningi og dámi. Í einum tættari stadion uttan rennibreyt høvdu hesar umstóður verið heilt ødrvisi — og hvør veit, kanska eisini úrslitið. Tað eru jú teir smáu marginalarnir, sum eru avgerandi í fótbólti. 3. Føroyska landsliðið hev- ur neyvan nakrantid spælt å vøllinum hjå Lyngby Boldklub, men hesin verdur nevndur her, eftir- sum hann var heimavøll- urin hjå Toda Jonsson tey tJ árini, hann spældi við Lyngby. Hesin vøllur, ið hevur rennibreyt, fær reinan dumpikarakter frá donsk- um fótbólts-serfróðingum fyri sín út av lagi vána- liga fótbóltsdám. Heima- áskoðararnir hava, sam- anborið við onnur lið í donsku superliguni, lítlan og ongan møguleika fyri at seta dám á heimadyst- irnar hjá Lyngby. 4 Heimavøllurin hjá B68 (við síðuna av Tofta Leik- vøllum) hevur rennibreyt, og tann áskoðari, ið hev- ur verið til dystir har, veit, hvussu keðiligt tað er at vera áskoðari til dystir- nar har, tí frástóðan frá leikarum út til áskoðarar er ov stór. „Grikkar hava á Kreta eitt fótbóltsstadion uttan rennibreyt, sum í altjóða høpi ikki er serliga stórt. Tá fóroyska landsliðið í november 1995 spældi ímóti Grikkalandi á hes- um vølli, vóru umleið 10.000 áskoðarar. men av teirri orsøk, at hetta stad- ion er so tættbygt, gevur tað góðar umstødur fyri røttum fótbóltsdámi, og ti merktust hesir áskoðarar, sum vóru teir fleiri ferðir 10-túsund. in Nidurstødan av neyndu dómum er heilt greið, at ein lítil fótbóltstjóð sum Føroyar ikki eigur at leggja eina rennibreyt inn í sítt framtíðar fótbóltsstadion, men heldur skal satsa upp á eitt rættiliga »tætt« fót- bóltsstadion, ið gevur 12. manninum, áskoðarunum, umstødur at virka sum ein veruligur studul. Trupul- leikarnir hjå frælsa itrøtt- inum mugu og kunn, sum áður nevnt, loysast á ann- an hátt, ið ikki er til bága fyri fótbóltin, og sum eisini er betri og meira hóskandi fyri frælsa ítróttin. Við itrottarkvødu John William Joensen P.S.: Ein minni útbygging av Tofta Leikvøllum, har ein lættliga og bíliga kann byggja tak oman yvir øll áskoðaraplássini, vildi gjørt umstødurnar á Svanga- skarði munandi betri, bæði fyri leikarar og áskoðarar, og heyði harumframt hindr- að tí vindi og veðri, ið ofta er har.