Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1998 Studentar og HF-arar: Vit krevja skjóta loysn - Vit hava roynt okkara, og nú kunnu vit neyvan gera meira. Partarnir fáast ikki til samráðingarborðið, sigur Næmingafelagið í Hoydólum JAN ERIK JENSEN OG BRANDUR OLSEN MYNDIR: JENS Kr. VANG Studenta- og HF-skúla- næmingar úr øllum Føroy- um gingu í gjár mótmæl- isgongu úr Gundadali oman í Tinganes. Hetta varð gjørt orsakað av verkfallinum, ið lærarar teirra fóru undir mánadagin. Bæði lærarar og næming- ar eru samdir í hesum: Tað skulu ikki vera fleiri enn 24 næmingar í hverjum flokki. Hetta, siga tey, fer at gera undirvísingina verri. A teimum flestu skeltum, næmingarnir bóru, vístu tey á, at tey vildu hava húgvuna fyri Glavsøku. Tá ið tey vóru komin oman í Tinganes, vildu tey sleppa at tosa við Eilif Samuelsen. Tey sungu eitt lag hjá Frændum, har tey høvdu broytt tekstin til nakað, ið hóskaði hesum. Tey vóru ikki liðug við at syngja, tá kom landsstýris- maðurin út at tosa við tey. Eftir at tey høvdu kjakast eina løtu, fekk Eilif handað av næmingunum eitt skriv, ið ljóðaði so >Til Eilif Samuelsen Við at hava tingast við næmingaráðini fyri allar studentar og HF-arar, eru vit komin ásamt um at mót- mæla gerð landsstýrisins um at hækka næmingatalið pr. flokk. Vit halda hetta vera órímiligt og í núver- andi létu órógvandi fyri undirvísingina. Um 3 g'arnir og 2 HF'amir ikki sleppa aftur í skúla skjótast gjørligt, verður ov strævið ella kanska ógjørligt at Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkislærarafelagnum, var við Eilif Samuelsen, men Eilif vildi ikki hava fund tíðindablaðið Sosialurin Eilif Samuelsen vildi ikki hoyra talan um, at málið verður tikið upp á landsstýrisfundi koma igjøgnum tað pens- um, ið krevst. Hetta kann føra við sær, at teir ikki fáa studentahúgvuna til åløgdu tíð. Vísast skal eisini á, at nógvir flokkar hava høv- uðsuppgávuna beint fyri framman. Tað skal undirstrikast at vit eisini eru ónggd við Yrk- isfelagið, tí tað leggur ar- beiðið niður og vit tískil ikki sleppa í skúla. Men tó hevur tað okkara stuðul, tí vit eru eisini í Tinganesi fyri at tosa samd um kvalitetsspurn- ingin um ikki meir enn 24 í flokkinum, og at farast skal aftur til verka skjótast møguligt. Onnur møgulig krøv, so sum løn, koma okkum ikki við. Hetta skriv skal ikki upp- fatast sum ein hóttan, ella sum um at vit vilja taka lut í stríðnum. Vit vilja bert vísa á stóðu og 6nøgd okka- ra. Tað eru vit næmingar, ið verða raktir, so vit halda tað verða rímiligt at krevja eina skjóta loysn.< Aftaná mótmælisgong- una søgdu umboð fyri Næmingaráðið, at tey høvdu boðið Eilif Samuel- sen á pallborðsfund, men hann hevði sagt nei takk - Vit hava roynt okkara og kunnu nú neyvan gera meira. Partarnir fáast ikki til samráðingarborðið. Men fyri tað fylgja vit væl við, sigur Næmingaráðið Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frá Eilif Samuelsen, men hann var upptikin av vitjan Nyrups > OL avsøku , Ymiskir litir Std. 2-16 år EINANS 5 DADDAN Á HÁLSI SMYRILSVEGUR 7 TLF. 12138 OrUu MOINUÆUSSKI I, har teir mintu á, at:teir vilja hava undirvising, tí teir skulu til prøvtøku í summar