Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1998 tíðindablaðið KT Ríkisfundur í Foroyum 6. januar 1998 — Havi lurtað | við áhuga Forsætisráðharrin hitti í gjár føroyska Javnaðarflokkurin, sum greiddi hon- um gjølla frá ónggdina við donsku stjórnina og danska Javnaðarflokkin EIRIKUR LINDENSKOV — Vit hava havt ein góðan fund, ein opinskáraðan fund, har føroyski Javnaðar- flokkurin hevur havt høvi at føra fram sin kritikk Hetta sigur danski forsæt- isráðharrin og formaðurin í danska Javnaðarflokkinum, eftir fundin við føroyska Javnaðarflokkin. Seinastu árini hava báðir brødraflokkarnir ikki sitið ov væl um sátt, men seinn- apartin í gjár fingu teir kort- ini høvi at tosa saman. — Vit hava eisini tosað um bankamålid, og Javnaðar- flokkurin hevur greitt mær frå teirra hugsan um gongd- ina síðani 1993. Hetta havi eg noterað mær, men vit eru eisini vorðnir samdir um, at vit mugu bíða við banka- málinum, til bankakanning- in veðrur almannakunn- gjørd 16. januar, segði hann. — Men standa fóroyski og danski Javnaðarflokkurin nú saman - øksl móti øks,? — Nei, tað gera vit kortini ikki. Men eg eri sera fegin um, at føroyski Javnaðar- flokkurin, Jóannes Eides- gaard, Marita Petersen og hini - heva tosað so bein- leiðis við meg - eisini krit- iskt, sigur forsætisráðharrin. Hann leggur afturat, at | ORRA júst hetta er grundarlagið fyri, at komast kann víðari í málinum - og at vit kunnu finna eina loysn. — Men havt var á fund- inum stórsta ósemjan um? bå % 2 = = MA — Hóast nógva kritikkin frå føroyska Javnaðarflokkinum, so eri eg ikki samdur i — Tað vóru settir rættuliga nógvir spurningar, og eg havi skilt kritikkin frá Javn- aðarflokkinum, men eg eri kortini ikki samdur i øllum. Nógvu tíðindafólkini, á bæði donsk og føroysk, vildi fegin vita, hví forsæt- isrådharrin ikki hevði svar- að brøvum frá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins, Atla Dam og núverandi for- øllum, segdi Poul Nyrup Rasmussen manninum, Jóannes Eides- gaard — Nu starter vi på en frisk hann, og meinti, at nå skuldi lytast frameftir segði — Ein fundur loysir ikki allar trupulleikar — Tað er greitt, at hetta krevur ein innsats frá báðum pørtum, men vit hava sett hol á trupla samstarvið millum danska og føroyska Javnað- arflokkin, segði Jóannes Eides- gaard, formaður javnaðarfloksin eftir fundin, flokkurin hevði við forsætisráð- harran í gjár EIRIKUR LINDENSKOV — Vit fingu greitt forsætis- ráðharranum frá okkara 6- nøgd viðvíkjandi banka- málinum, og har fóru vit eisini inn á rættuliga nógvar smálutir í málinum. Vit vistu kortini framman und- an, at Poul Nyrup Rasmus- sen ikki kundi koma við nøkrum serligum aftursvari, tí sum hann og øll hini siga, at vit mugu bíða til úrslitið av bankakanningini er greitt. Hetta segði Jóannes Eid- esgaard, formaður Javnað- arfloksin eftir fundin mill- um danska og føroyska Jens Kristian Vang Poul Nyrup Rasmussen, formadur danska Javnadarfloksins, Dan Petersen, næst- formaður og Jóannes Eidesgaard, formaður føroyska Jaavnadarfloksins Javnaðarflokkin á Hotel Hafnia í gjár. Jóannes Eidesgaard sigur, at trygdin fyri at ríkisfelags- skapinum skal verða lív laga, er at partarnir viðra hvgnn annan. — Tað er komin bruni í ríkisfelagsskapin, og skal hesin bruni ikki vaksa til ein svull, so krevur tað ein innsats frá báðum pørtum, sum byggir á respekt hvør móti ðrum. Hetta er fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin = hevur havt høvi at greiða forsæt- isráðharranum frá uppskot- inum um eina sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkurin hev- ur tosað um seinnu árini. — Vit góvu honum eintak av uppskotinum um setan av sjálvsstýrislóg, og greiddu honum frá, at vit í løgtinginum arbeiða við at fáa ein meiraluta við einara loysn, sum breiddin av løg- tinginum kann taka undir. — Vit greiddu honum eis- ini frá, at sum málið liggur í løtuni, so eru tað teir vid- gongdu flokkarnir í ríkis- málinum, Sambandsflokk- urin og Tjóðveldisflokkur- in, sum liggja uttanfyri, og at vit arbeiða fyri at fáa eina breiða semju, sigur Jóannes Eidesgaard. Á tidindafundi á Hotel Hafnia tyskvøldid segði for- sætisráðharrin Sosialinum, at hann ikki fór at siga nak- að um, hverja stóðu hann hevur til hesi viðurskifti, men hann helt, at hetta átti ein breiður politiskur meir- iluti á tingi at taka støðu til. — Forsætisráðharrin skilti væl okkara sjónarmið, men hann segði seg ikki kunna koma við nøkrum svari, sig- ur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat: — Hann segði seg verða tiknan av seingini í hesum máli, sum hann ikki hevði kunnað sett seg inn í áðrenn fundin. Jóannes Eidesgaard gav eisini forsætisráðharranum eitt eintak av bókini »Fylking«, sum Jóannes Dalsgaard hevur skrivað Hann bað forsætisráðharran blaða upp á blaðsíðu 70, har ein mynd var av Stauningi og umboði fyri fakrørsluna á Tvøroyri. — Eg segði honum, at so- leiðis átti eitt samstarv at verið millum tveir brødra flokkar, og at soleðis virk- aði tað í tríatiárunum. Tá vóru skip kallað upp eftir Stauningi og eftir Hans Nielsen, sum eisini var danskur fólkatingsmaður í tríatiárunum. Jóannes Eidesgaard segði eisini, at forsætisráðharrin ikki var samdur við øllum, sum Javnaðarflokkurin førdi fram Tað er klárt, at hann hevur sítt at verja, men á henda hátt fingu vit høvi at greiða honum frá okkara stóðu, og so fær hann nakað at hugsa um - Eru viðurskiftini millum flokkarnar báðar so í lagi aftur nú? — Nei, tað er ov naivt at halda, at hetta bara kann ornast við einum fundi. Tað krevur meira arbeiði enn so, og ein innsats frá báðum pørtum. Men vit hava nú fingið sett hol á, sigur Jó- annes Eidesgaard A fundinum formaður danska Javnaðarfloksins eisini at vita, at um føroyski Javnaðarflokkurin aftur fær eitt fólkatingsumboð, so fer tað ikki av sær sjálvum bara at detta inn í hópin hjá danska Javnaðarflokkinum — Vit vilja tá tryggja okk um, at vit tá fáa ein týðandi leiklut í øllum málum, sum hava við féroysk viðurskifti at gera, segð formaðurin í føroyska Javnaðarflokki num, Jóannes Eidesgaard Eg eri fegin um fundin Vit høvdu fyrireikad okkum væl - og eg haldi, at vit hava fingið væl burtur úr. Vit hava nú avtalað tættari sam- starv í framtíðini, og at verða skjótari at tosa saman, tá trupulleikar stinga seg upp, heldur enn at tosa gjøgnum fjølmiðlarnar segði Jóannes Eidesgaard at enda aftan á fundin, sum tingmanning og starvsstjórn Javnaðarfloksins og umboð fyri Sosialistiskt Ungmann afelag høvdu vid Poul Nyr up Rasmussen Landid skal eiga Frøoya Banka A fundinum millum Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokkin varð eisini tosað um Feroya Banka. — Føroya Banki er vorðin eitt aktivt fyri landskassan, og vit hald- a, at hann skal gerast eitt enn betur aktiv, tá ein møgulig oljuvinna fer at taka seg upp, sigur J6- annes Eidesgaard. — Tí ávaraðu vit ímóti ætlanunum hjá borgar- liga landsstýrinum um at privatisera bankan. — Skal hann privatiser- ast, so skal tad ikki ger- ast, fyrr enn hann er vorðin eitt veruligt ak- tiv, og hevur latið landi- num pengarnar aftur, hann hevur kostað. — Tá kann hann selj- ast - og fyri rætta kurs- in Hesi sjónarmið skilti forsætisráðharrin væl, sigur Jóannes Eides- gaard -el