Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1998 tíðindablaðið SS Pauli Einarsson, formaður í Fóroya Oljuídnað: Vit mugu royna at bjóða tað besta út -Tað er eingin løtt uppgáva, sum okkara myndugleikar hava, nú tað skal ger- ast av, hvórji óki skulu vera við í 1. útbjóðing. Men nummar eitt vildi verið, um vit buðu tey bestu økini út nú tvs. økini, sum liggja nær markinum heldur Pauli Einarsson. Hann ber ótta fyri, at vit verða lagdir á ís av oljufelógunum um vit ikki taka eina útbjóðing nú sum ætlað. JAN MØLLER Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnað sigur við útvarpið nýggjarsdag, at talan verður neyvan um tað heilt stóra virksemið á før- oyskum øki í 1998, nú ein útbjóðingarrunda verður hetta árið. -Vit mugu vóna, at tað verða góð gki, sum verða boðin út, soleiðis at áhugin fyri økinum verður stórur. Pauli Einarsson heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó ringt at siga, tí lógin sigur, at tað er ikki neyðugt at skráseta eitt felag her heima. Tað er nokk at hava eina deild. Og tað koma tey undir øllum umstødum at hava, bæði oljufelggini og kontractorfeløgini ikki minst heldur formaðurin í Føroya Oljuídnað. Alt yvir føroyska jørd Pauli Einarsson sigur við útvarpið, at tað er týdning- armikið, at tað greitt og týðuligt stendur í sjálvari oljulóggávuni, at alt tað sum bæði loft- og sjóvegis skal brúkast í oljuvinnuni, verður at koma yvir før- oyska jørd. Umframt at tað fer at geva nógv virksemi, fer tað eisini at verða við til byggja upp ekspertisu, og tí er tað umráðandi, at tað er við frá fyrsta degi. Um oljufeløgini finna nakað og veruligt virksemi fer í gongd, so verður brúk fyri tí stóru ekspertisuni í Før- oyum. Pauli Einarsson vísir eis- ini á týdningin, sum virk- semi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt felag, sum er skrásett í ES, til Føroya at arbeiða, so kann tað ar- beiða tvørtur um markið, tvs. at tað kann verða eta- blerað í Føroyum og sam- tíðis kann tað veita tænastur yvir á bretska gkið. Tá fara Føroyar óbeinleiðis at koma inn á bretskt øki at arbeiða. Bjóða tað besta út Formaðurin í Føroya Olju- ídnað vónar, at tað sum ætlað verður ein útbjóðing í 98, og at her verður eitt øki at bjóða út. Hann vónar eisini, at tað økid verður so nær markinum sum gjørligt men leggur tó aftrat, at tað er ringt at siga, hvat kann skaða føroysku samráðing- arnevndina í samráðing- inum. Hann heldur, at tað må vera upp til nevndina at avgera, og roknar hann við, at hon nokk skal finna eina loysn. -Tað besta hevði sjálvandi verið, at ein fór út móti markinum og segði, at hetta er tað, sum vit hava lagt út sum føroyskt øki, og at vit so buðu tað út. Tað hevði verið nummar eitt. Men verður ein innan fyri tað Hvíta økid, nærri at landi og vekk frá tí mest um- stridda økinum og bjóðar tað út - so kundi tað eisini skatt seinni, um ein endaði í rættinum við restini av tí umstrídda. So tað er sera ringt at siga, hvat er rætt og hvat skeivt. Pauli Einarsson vísir á, at eru føroyingar komnir til tað, at vit eiga bert hetta og hetta økid og hetta kunnu vit bjóða út, so kunnu vit fáa rætt í tí. Tá vil rætturin kanska siga, at tå tit ikki hava sett krav um meira og tit eru so fá og lítið fólk, so er hetta nóg mikið. Oljufeløgini rýma Hann vísir eisini á vandan fyri, at oljufeløgini missa hugin at arbreiða við Før- oyar, hendir ikki okkurt nú. Tey fara kanska at halda eitt lítið bluss gangandi her heima aftrat, men hendir einki, so kann ein rokna við, at tey brúka sínar fløgur aðrastaðni. -Vanliga vil tú seta pengar av til kanningar í nýggjum økjum, og tíðin hevur fyri so vítt arbeitt fyri okkum hesi seinastu árini, tá hugs- að verður um áhugan frá oljufeløgunum. Oljuprisir- nir hava verid vaksandi og tað hevur ikki verið so nógv bjóðað út aðrastaðni. Alt hevur tí verið til okkara fyrimun. Men verður alt hetta seinkað eini fimm til seks ár, so kann ein rokna við, at vit verða lagdir á ís. Tað skal nógv til fyri at fáa tað tiðnað uppafur. Nú koma teir henda veg av egnari interessu. Men er tú fyrst lagdur á is, so skulu vit før- oyingar út seinni at skapa interessu fyri Føroyum aftur, og tað kann vera nokk so tung og dýr prosess at fara ígjógnum einaferð af- trat, og tað er slettis íkki vist, at feløgini = hyggja henda vegin aftur. Tað veldst so alt um áhugan og prísin annars. Pauli Einarsson sigur, at tað er eisini rætt at vísa til útbjóðingarrundur kring okkum. Har kunnu verða heilt áhugaverd gki, sum verða boðin út, men tað kann eisini henda, at tað t.d. í írskum øki ella í granna- lagnum verða nøkur turr hol, sum kundu gjørt Før- oyar enn minni attraktivar til ta tíð. So hann heldur, at ein skal royna at halda blussið uppi, meðan tað er har. Lagt nógvar pengar í kanningar Pauli Einarsson vísir á, at , Pauli Einarsson heldur, at samráðingarneynd okkara fer helst at finna eina skilagóða loysn, soleiðis at ein útbjóðing kann verða í ár feløg og bólkar hava gjørt fløgur fyri hundraðtals mill- iónir á føroyaøkinum og hetta gera ikki til stuttleikar. Hann vísir eisini á pro- jektini, sum eru í gongd við kanning av streymi og veðri og umhvørvi annars verða gjørd og fíggjað við boring fyri eygað. Tað verður bert gjørt ti hildið verður, at nakad er at leita eftir, sum kanska kundi givid profitt seinni. Uppå fyrispurning hvat Pauli Einarsson vildi mælt til, nå politikararnir skulu taka stødu til, um ein skal byrja at bora i umstriddum øki, áðrenn spurningurin um markið er loystur, sigur hann, at tað hann sigur er fyri hansara persónligu rokning og ikki sum for- maður i Føroya Oljuídnað. -Tað verður ein sats- ningur, og eg haldi, at eg hevði satstað og bjóðað út í 98, og um eg hevði satsað ordiligt, so hevði eg farið út móti markinum. Pauli Einarsson viðgong- ur, at tað kann vera okkurt, sum lúrir aftanfyri í samráð- ingunum seinni, tá ein skal fastleggja markið endaliga. Ein veit ikki, hvar markið liggur, eftir at tú er byrjaður at bora. Nú um dagarnar segði umboð fyri útlendska oljufelagið Total, at hann vildi ikki verið í skónum hjá føroyskum politikarum, sum skulu taka stóðu til eina útbjóðing, nú markið ikki er ásett. Pauli Einarsson sigur við útvarpið, at hann bert kann taka undir við tí, at hetta er eingin løtt uppgáva. Verður ein útbjóðing í ár fara feløgini sum tað fyrsta helst at brúka nógva orku til víðari seismiskar kanningar KOYRIKORT | Eysturoyingar NYTT SKEIÐ BYRJAR „hósdagin 8.1.98. kl. 19 | KOYRISKÚLIN | | Á KAMBSDALI v/ Johan Beder