Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1998 tíðindablaðið 13 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun Gsosialurin.fo VB fer við í Intertoto-Cup Fótbóltur: Vågbingar ætla at gera eina roynd at sleppa at spæla Intertoto-Cup heimadystin á vøllinum í Hvalba EYÐUN KLAKKSTEIN Vágbingar vóru annað árið á rað við í toppinum í bestu fótbóltdeildini í fjør. Fyri tveimum árum síðani náddu teir ikki fram millum liðini, sum vunnu sær rætt at lut- taka í europeiskum kapp- ingum, men í fjør eydnadist tað at enda á einum fjórða plássi, og tað hevur við sær møguleika at spæla við í Intertoto-Cup. Men tað er eingin loyna, at Intertoto-Cup hevur verið tann minst lokkandi kapp- ingin av øllum teimum, sum UEFA skipar fyri, og áður hevur B71 takka nei til at luttaka í hesi kapping. Men hóast stórur ivi hev- ur verið um luttøkuna hjá VB, og allir vágbingar sjálvir ikki hava havt hug at melda til kappingina, er nú greitt, at VB verður við í hesi kapping. Avgerðin er tikin nakað síðani, og nú kemur tað sum ein kærkomin hjálp hjá vág- bingum, at UEFA hevur broytt kappingina. Vit bóru tíðindini um hesar broyt- ingar í blaðnum týsdagin, og tær hava við sær, at lut- tøkan verður minni krevj- andi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av. Hevur kravt nógv av feløgunum Adur hevur tad verid so- leidis, at spælt hevur verid í innleidandi bólkaspæli, har fimm lið hava verið í hvgrjum bólki, og so hava tey spælt einaferð móti hvørjum ødrum. I hesi skipan hava før- oysku lidini å hvørjum åri havt tveir heimadystir og tveir útidystir. Og tå sam- synginin hjá UEFA ikki hevur verid tann sama, sum í ødrum kappingum hjá fel- agsskapinum, hevur Inter- toto-Cup kravt nógv av feløgunum fíggjarliga. Tað hevur eisini verið ein risastór ítróttarliga avbjóð- ing at spæla fýra europe- iskar dystir, tá aðrir spælarar hava summarfrí. Bæði HB og B68 hava sannað, at tað kostar. Alt hetta hevur havt við sær, at vågbingar hava ivast í, um teir nú skuldu taka av tilbodnum um at spæla í Int- ertoto-Cup. Men tað ætla teir at gera, og tá FSF 30. januar skal gera tilmelding- ina, verður hon gjørd við VB, sum føroyskum luttak- ara. Kærkomnar broytingar UEFA hevur gjørt av at broyta Intertoto-Cup kapp- ingina, og tad fegnast tey um i Vågi, ti nå fer kapp- ingin at krevja minni av fel- agnum. Felagið skal spæla ein heimadyst og ein útidyst, og vinna teir samanlagt sleppa teir longri við í kappingini. Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosíalurin.fo 7 Fyri hvert umfar, sum VB sleppur at luttaka í fáa teir 50.000 sveisarfrankar (svar- Eyðun Jacobsen og VB fara í summar royna seg í europeiskari fótbólts- kapping andi til umleið 240.00 krónur), og tað eru nógv betri fíggjarligar treytir enn tær hava verið fyri kapping ini. Itråttarligi parturin er eisini vordin åhugaverdari nú, ti feløg úr teimum stóru europeisku londunum koma ikki við i Intertoto-Cup kappingina fyrrenn í triðja umfari, og tí kemur VB ikki at møta teimum sterkastu liðunum í kappingini Fyrsta umfar í Intertoto verður spælt 20. og 27. juni, og hesin seinni dagurin er leygardagurin á jóansgku Vágbingar ætla sær at gera eina roynd, at sleppa at spæla heimadystin á gras- vellinum í Hvalba. Hesin vøllurin er ikki góðkendur til slíkar dystir, og tað skal hann gerast, um VB skal spæla á honum Ymsar treytir skulu lúk- ast, áðrenn vøllurin kann góðtakast av UEFA, og ein treyt, sum helst verður størsta fordingin, er støddin å vøllinum. Men VB er sinnað at gera eina roynd fyri at få vøllin góðkendan, og tað hevði verið ein framúr gáva til Suðuroynna, at VB spældi Intertoto-Cup dyst í Hvalba á joansøku FSF ætlar at verða vertur fyri altjóða kapping á graslíkinum í Gundadali Fótbóltur: Mótstýðulondini í EM undan- kappingini fyri U-16 landslið hava tikið av innbjóðing um at spæla í Gundadali. JÓANNES HANSEN Gongur, sum Fótbóltssam- bandið ætlar, so verður ein altjóða fótbóltskapping á graslikisvøllunum í Gunda- dali seinni í ár. Tað snýr seg um EM und- ankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til und- ankappingina var 18. des- ember, og Føroyar komu í bólk við Noregi, Finnlandi og Wales. Dagin eftir luta- kastið heitti FSF á fótbólts- sambondini í hesum trimum londunum um at taka undir við, at kappingin verður spæld á graslíkisvallunm í Gundadali, og bæði Noreg og Wales hava svarað, at icy vilja fegin koma til Føroya at svara. Finnland hevur ikki svarað. Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir hildu tað vera upplagt, at føroyingar bjóðaðu seg fram sum vert- ir, tá tað var greitt, hvgrji mótstýðulondini fóru at verða í hesari kappingini: — Tá vit í 1993 vóru vertir fyri NM kappingin: fyri U- 16 landslið luttóku øll hesi trý londini í kappingini. Tá var spælt á graslíkisvallun- um í Gundadali, og tað vil siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til um- støðurnar í Havnini, bæði tå tað ræður um vallirnar og um umstødurnar fyri uppi- haldi og ødrum, sum er av týdningi í sambandi við eina sovorna kapping. Fyrireikingarnar til NM kappingina i 1993 fingu av- bera gott skoðsmál frå teim- um, sum tóku lut. Alt gekk uppá stás, og tað er einki at ivast í, at tað hevur talt nógv, tá bæði norðmenn og walisar hava tikið undir við at koma til Føroya. UEFA skal geva ljós uropeiska fótbóltssam- gongan avgjørdi í 1986, at allar = altjóða kappingar skuldu ganga fyri seg á nátt- úrugrasi. Tað hevði m.a. við sær, at føroyingar noyddust at spæla fyrstu dystirnar i altjóða kapping i Lands- krona í Noregi. FSF royndi tá at fáa undantaksloyvi, mer. UEFA var hvørki at høgga ella at stinga i, og ti vórðu eingir dystir i Føroy- um, fyrrenn grasvøllurin á Svangaskarði var klárur. At NM kappingin fyri U- 16 landslið í 1993 var í Før- oyum hevði einki við UEFA at gera. Hetta var ein kapp- ing, sum norðurlendsku fót- bóltssambondini høvdu á- byrgdina av. Tað er ikki avgjørt, um kappingin verður í Føroyum ella ikki, men tað kann ikki sigast annað, enn at Fót- bóltssambandið hevur ar- beitt sera hegnisliga í hesum málinum. Aðrenn teir settu seg í sambandi við UEFA syrgdu teir fyri at tvey av trimum måtstødulondum góvu til kennar, at tey vilja koma til Føroyar at spæla á graslíki. — Nú hava vit kunnað UEFA um ætlanirnar hjá okkum, og hvat Noreg og Wales hava svarað. UEFA visti okkum á, hvør almenn- a stødan hjá teimum er til undirlagið, sum altjóða kappingar skulu spælast á, og teir bóðu okkum senda eina umsókn um undantaks- loyvi. Umsóknin skuldi stíl- ast til stadionnevndina hjá UEFA, og hon er farin av- stað, sigur Ísak Mikladal Týdningurin Tað ber ikki til at hava eina sovorna kapping á Svanga- skarði, tí talan er seks dystir, sum skulu fáast frå hondini eftir nøkrum fáum døgum, og tað hevði verið ov nógv at spælt á einum og sama grasvølli. Men hvi leggja tit so nógva orku í at verða vertir fyri slíkum kappingum, tá tað krevst undantaksloyvi? — Vit halda tad vera nåt- årligt, at vit vidhvørt eru vertir, tå vit taka lut i kapp- ingum og ferðast í øðrum londum fyri at spæla. ltrótt- arliga halda vit, at tað hevur stóran týdning — fyri spæl- ararnar, FSF og fótbólts- hugaðu føroyingarnar — og tað hevur eisini nógv at siga fíggjarliga, sigur Isak Mikladal, sum saman við nevndini i FSF bíðar í spenningi eftir, hvørja nid- urstødu UEFA fer at koma til: Vit vita, at vit megna at standa fyri einum tiltaki av hesum slagnum. Tad hava royndirnar lært okkum Men vit vera ikki vónsvikn- ir, um vit ikki fáa vertsskap- in. Vit hava víst ein góðan vilja, og tá mótstøðulondini hava víst áhuga fyri at koma henda vegin, so ber tað ikki til hjá UEFA at skjóta seg inn undir, at fótbóltssam- bondini í hesum londum ikki vilja víkja frá galdandi ásetingum. Um UEFA ikki vil geva okkum undantaks loyvi, so má onkur onnur undanførsla nýtast, enn tá teir noktaðu landsliðnum at spæla á Svangaskarði í 1991, men nú fáa vit at síggja. U-18 landsliðið er komið í bólk saman við Estlandi, Noregi og Týskalandi Týskararnir hava bjóðað seg fram sum verur fyri kappingini, og tað hava teir í Estlandi tíkið undir við FSF hevur einki ímóti. at kappingin verður í Týska- landi, og tí bendir alt á, at hon verður har. Bæði EM undankapping in hjá U-18 og hon hjá U- 16 landsliðunum skulu av- greiðast í oktober mánaði