hósdagur 8. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
NR pmeg m met,
8 |
KPMG Paul
Statsaut revisorar
Deildarleidari
Fyri ein av kundum okkara, ein størri handil
innan byggivinnuna, verdur søkt eftir deildar-
leiðara
Starvið
Starvið fevnir um leiðslu
deildini, herundir útbyggjan og tillagan av
konseptum, innkeypi, kundatænastu, starvs-
fólkamenning v.m
Talan er um eitt starv við nógvum spennandi
avbjóðingum, í eini vinnugrein sum er í
stødugum vøkstri, samstundis sum harða
kappingin vil seta stór krøv til tíni leiðsluevni.
Lenin verður ásett eftir avtalu.
Umsøkjarin
Tann, ið settur verður skal hava viðkomandi
útbúgving, ella grundleggjandi kunnleika til
handil, serstakliga innan detail. Krøv verða sett
til evnini at føra samráðingar við leverandørar
og fyriskipan av innanhysis/uttanhysis
marknaðarforing.
Enskt og danskt í skrift og talu eru krøv til
umsøkjaran, eins og umsøkjarin má hava evni
at leiða, fyriskipa og hava eftirlit við einum
arbeiðsplássi
Royndir innan yrki er ein
eitt krav
Umsóknin
Umsókn verður at senda til KPMG Pauli Ellefsen
p/f skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan 23.
januar 1998
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Paula Ellefsen ella Annfinn Simonsen.
Áhugað kunnu venda sær til Foroya Banka
í Tórshavn, tlf. 11350, lokal 2161 ella 2114.
Jarðarstykki til solu
Ognin, matr. nr. 1160 e, Tórshavn, óbygt
jarðarstykki til viddar 6.749 nr, ið liggur "uppi
á Miðhorni" í Flatnahaga (í Havnardali),
verður við hesum lýst til solu.
Ellefsen p/f
av byggimarknaðar-
fyrimunur, men ikki
RUSTVIÐGERÐ
Lat ikki bil tygara rustfarast og missa
virði.
Vit rustviðgera bil
tygara eftir FDM skip-
anini og virðini vara.
lvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63 -
FR-110 Tórshavn
TIf. 13666
tíðindablaðið so52ur
Nr. 4 — 8. JANUAR 1998
Nokur orð um
vilstar kúlur
Jóannes Nielsen rithøv-
undur hevur í grein í Sos-
ialinum 6. januar eina av
sínum eyðkendu bers-
øgnu viðmerkingum.
Hann hugleiðir um pol-
itikk, vinnulív, kreppu,
privatisering, list og
listastudlar, genir, ættar-
søgu og framtid føroy-
inga sum tjóð. Væl og
skemtiliga verður tikið
til orðanna. Skotið verð-
ur við skørpum, og sann-
iliga ikki við títlinga-
byrsu. Tey flestu skotini
raka óivað so meint, sum
tey eru ætlað, og eg skal
ikki gera viðmerkingar
til heildarnidurstøduna -
vit er øll í døpurhuga av
teirri ólukkuligu støðu,
Føroyar eru komnar í, og
av tí dirvisloysi og ráða-
loysi, ið nú valdar.
Jóannes sigur okkum
tann ræðuliga sannleik-
an á vreiðunnar degi.
Men okkurt skotið rak-
ar langt við síðuna av, og
hóast vit eru von við, at
ósek eisini verða særd av
kúlum, tá ið ein vreiður
maður fæst við maskin-
byrsu, so fari eg at gera
viðmerkingar til nøkur
av hesum vilstu skotum
Okkurt skot er beinleið-
is margháttligt - eitt nú,
at tað er skeivt at skriva
ættarsøgur og bygdar-
søgur, ti tær gera so stór-
an skada. Men plåss
verður ikki til at taka tey
høglini upp í hesi við-
merking.
Eftir mínum tykki
fløkir Jóannes á óhepnan
hátt eitt ummæli av stór-
um listaverki, ið Tor-
bjørn Olsen málaði i
1996, upp í essay sítt:
Altartalvan í Haldarsvík-
ar kirkju er >tað higartil
mest sjáldsama, ella í
hvussu so er, mest orig-
inala úrslitið av føroysku
kreppuni<. Sum tú kanst
siga tað, Jóannes! Eg
loyvi mær at tríva í tættir
í ummælinum: >Motivið
er rættiliga traditionelt<
- Ja, so sanniliga. Mynd-
evnið Hin heilaga kvøld-
máltíðin er óivað eitt tað
mest brúkta yvirhøvur í
okkara vesturlendsku
mentan í hvussu so er tey
semastu 1400 árini. Vit
kenna tað úr hundraðvís
av halgiðómum longu í
fornkirkjuni og tíðliga í
miðgld. Í renessansuni
kundu kvøldmåltidar-
málningarnir teljast í tús-
undum. Nú skilji eg iki,
hvussu Jóannes kann
leggja Torbjørn undir at
hava kopierað Michel-
angelo - eg kenni satt at
siga ikki nakra kvøld-
máltíðarmynd eftir hann,
ið Jóannes kann sipa til
Men altartalvan hjá Tor-
birni cr ein rættiliga fri
parafrasa yvir tann gitna
veggjamálningin eftir
Leonardo da Vinci frá
1496-97 í Castello
Sforzesco í Milano - eitt
av heimslistarinnar høv-
uðsverkum. Og Torbjørn
nevnir eisini málning sín
Heilaga Kveldmáltíðin.
Hugkveiking: Leonardo
Da Vinci. At gera para-
frasu er vælkent í mynd-
listaheiminum, eins og
umyrking ella leyslig
týðing í skaldaheimin-
um. Hetta hevur als einki
við kopiering at gera, og
ein og hver, ið kennir
verkið hjá Leonardo og
hevur minstu hylling á
myndlist kann síggja, at
verkið hjá Torbirni er
sera persónligt og sjálv-
støðugt, og ber ikki á brá
at vera avmynding. Men
júst hugkveiking.
Myndevnini - motivini
- í heimslistini eru í
roynd og veru ótrúliga
få, og tí eru tey eisini øll
á ein hátt meira ella
minni traditionel. Men
myndevnið er eitt - listin
er tað, ið um ræður. Ein
skál við appelsinum ella
ein genta, ið vaskar hár
fara at vera góð mynd-
evni, so leingi appelsinir
og gentur eru til. Lista-
fólk eru ymisk, hver
leggur dent á sítt. Jóan-
nes hevst at Torbirni, at
hann hugsar um symbol-
virði - har fer hann skeiv-
ur, tað kundi Torbjørn als
ikki funnið uppá. Men at
Torbjørn Olsen ikki
leggur dent å sålarliga
dypd, tað er rætt. Men
hann hugsar nú einaferð
meira málandi, og inn-
arligheitin kemur annan
veg. Torbjørn Olsen er
litamålari - hann hevur
serliga kenslu fyri litum,
og hann hevur eisini ser-
ligar gåvur at kompon-
era vid litflatum. Altar-
talvan í Haldarsvik er ein
sera væleydnað kompos-
itión, har litir, formar og
stillar rørslur ganga upp
í eina góða heild. Hon er
sostatt eitt gott listaverk,
og av tí stendst djúp
kensla og innarligheit.
»Eg haldi ikki, at tað ber
til at lesa nakra djúpa rel-
igiøsa kenslu burtur úr
målninginum« - tað er
sjálvsagt ein tulkingar-
spurningur, sum hevur
nakað við trúgv at gera.
Sum Tróndur gamli
segði Á sinni: >Kredd-
urnar eru so ymiskar«.
Men kirkjufólkið í Hal-
darsvík hevur nú fingið
eitt høvudsverk í før-
oyskari málningalist í sítt
hús - tað er í øllum fórum
eitt vælsignilsi.
Eitt korn hevur Jóan-
nes funnið. Lýsingin av
Judasi - »døkki yvir-
kroppurin við sínum
kreptu ørmum, minnir
um frambeinini á eini
sperdari rottu, tilbúgvin
at leypa á< - er beinrakin.
Tað, hann sigur um, at
»dyrkan av tí reina, siði-
liga, nossliga og vakra<
kann vera eitt vandamál,
ið hóttir við at kvala
listina, er eisini gott og
rætt. Men tað merkir
ikki, at vakurleikin ikki
er til - honum fáa vit ikki
forkomið, hvussu syrg-
ilig politiska stødan enn
er. Vakurleikin í hesi alt-
artalvu er eftir mínum
tykki als ikki tómur, men
vellir stórbærur fram úr
eini stórt hugsaðari
kompositión.
Nú skal eg taka upp
annan tátt - um tað at
stuðla list. Ja, her ber til
at skjóta. Hvat stuðli til
skapandi listafólk við-
víkur, er føroyskur pol-
itikkur síðan 1948 ein
skomm. Ein køld og
kynisk misnýtsla av
hugagóðum idealistum,
ið ofra sítt hjartablóð til
tess at menna okkum
sum tjóð. Tá ið heima-
stýrið kom í 1948, yvir-
tóku politikkararnir men-
tamál. Hví yvirtóku teir
júst hesi mål, men ikki
skålamål? Sjålvsagt, ti
teir ætladu sær ikki at
brúka eitt oyra. Lista-
fólkini = arbeiddu jú
ókeypis. Tey yrktu,
skrivaðu og måladu,
spældu sjónleik og tón-
leik - hetta gekk jú av
sær sjålvum. Gamani,
fyri skomm skyld kom
eitt eiti av einum ment-
anargrunni, hann var
ongantíð annað enn ein
píningur og ein háð.
Onkur slunkin og pírin
bókmentaprísur.
Okkara donsku vinir
varnaðust brátt, hvussu
føroyingar misrøktu sína
skyldu ímóti listafólkun-
um. Og teir hava verið
fúsir at hjálpa. Danska
mentamálaráðið virkar
ikki í Føroyum, tí menta-
mál hava vit yvirtikið.
Tey skiftandi stýrini fyri
Statens Kunstfond vita
væl, at tey eiga ikki at
blanda seg uppí føroysk-
an >mentanarpolitikk<,
og at tað er ikki teirra
uppgáva at stuðla her,
men tey orka ikki at lata
um seg ganga, at før-
oyska politiska valdið
sleppir sínum dugnaligu
listafólkum upp á fjall.
Eitt slíkt barbarí kanst tú
sjálvsagt ikki hava í ein-
um mentaðum ríki. Og
sum tú veitst, Jóannes,
hevur hesin grunnur
stuðlað mongum før-
oyskum listafólkum
gjøgnum árini. Eg sigi
ongan illa fyri at taka
ímóti (tað havi eg sjálvur
gjørt), men hetta er í
roynd og veru dupult-
moralskt og vanæruligt.
Vilja vit ikki stuðla okk-
ara listafólkum, eiga vit
at gera eina avtalu við
Danmark, um at teir
yvirtaka hendan part av
mentamálunum aftur -
veit meintu einki við
teimum. Men í góðum
heimastýrisanda látast
politikkarar okkara sum
einki. Danir betala, er so
ikki alt í lagi?
>Heimastýrislógin er
góð< sigur okkara størsti
politiski flokkur - >vit
síggja onga orsøk til at
broyta hana<.
Her kundi ein skotríð
farið - men hverjum
skýtur Jóannes Nielsen
eftir? Helga Fossådal!
Eftir einum av teimum
fáu røttu listastudlunum
- mæsenunum - vit hava
i dag (kanska ti einasta).
Mangur myndlistamaður
man standa ovfarin og
spurin eftir hesa grein. »I
nógv ár hevur hann verið
eitt slag av tænastumanni
fyri føroyska málninga-
list<. Hetta veit eg einki
um - føroysk list hevur
ongan tænastumann.
Men hesin idealistur
hevur stuðlað og hjálp
bæði her og har - fúsur,
góður í ráðum og stór-
tøkin. Hann hevur veitt
listafólkum innivist, giv-
ið teimum arbeiðsum-
støður og arbeiðsfrið. Eg
skal siga so mikið vegna
føroysk myndlistafólk, at
hevði hann ikki verið.
hevði = mangt verið
ógjørt. Og til tey speirek-
andi og niðrandi orðini
um, at Helgi vil >bjarga
sær eitt standiplåss í søg-
uni<, skal eg siga, at tað
eyðkennir Helga, at hann
altíð stuðlar ljódliga.
Hann vildi heldur ikki
hava kunngjørt, at hann
hevði givið heimbygd
síni eina altartalvu, sum
ein listamaður, ið eisini
er ættaður úr Vík, hevði
málað.
>Fyri alt í verðini
mugu vit gevast við at
grenja«. Væl sagt,
Jóannes.
Bárður Jákupsson
|