Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————aiiii.—— Nr. 6 — 13. JANUAR 1998 tíðindablaðið — Politiskur glantrileikur upp undir val Brandútsglan hjá Anfinni Kallsberg er politiskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørdi júst tað sama upp undir valið í 1984. Tá vóru tað útróðrarmenn, sum fingu hansara studningsgåvu, við tí årsliti, at fløgurnar í útróðrarbátarnar gjørd- ist so stórar, at tær ikki kundu bera seg, segði Brynhild Thom- sen m. a. í réðu síni á mótmælisfundinum fríggjadagin — Fakfeløgini bera ótta fyri, at búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum fer at føra til enn ein húsagang - eina kreppu, sum vanligi løntak- arin skal gjalda, samstundis sum løntakarin framvegis knúgvar undir byrðunum frá ógvusliga krakkinum fyrst í 90'unum, segði Brynhild Thomsen, journa- listur, sum var ein av rødar- unum å Vaglinum friggja- dagin. Hon segði, at tað var einki minni enn eitt satt brotsverk framt móti fólkinum, tá ov- urstóra privata skuldin hjá frekum og ódugnaligum vinnulívsmonnum við ein- um gandastavi brádliga varð gjørd almenn. — Fólk noyddust at rýma frá húsi og heimi, og tey stríðast og koma at strevcast í mong harrans ár framyvir fyri at gjalda sethúsaskuld- ina aftur til bankan, sum longu hevur selt hús teirra aftur til onkran annan fyri fullan prís. Hesin Bankin, sum við millardum av okk- ara pengum varð bjargaður fyri at sleppa spekulantum og studningsbarónum und- an húsagangi, fekk milliónri fyri at selja bús tykkara, samstundis sum tit fram- vegis gjalda av upp á lánini tl hesi somu hús við rentes rente. Lønmåttakarin skal av vid høvrt oyra hann vinn- ur, tí tað er vinnulivid, sum skal sanerast bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, segði Brynhild Thomsen Hon visti eisini á, at Landsstýrið, sum størsti ar- beiðsgevarin í landinum, hevur móti sínum egna starvsfólki víst ein jarnharð- an vilja til at skerja útreiðsl- urnar hjá landskassanum, samstundis sum Landsstýr- ið hevur góðtikið nógv verkføll fyri á henda hátt at spara nakrar krónur. — Men tá talan er um aðrar samfelagsbólkar, sum áttu at fingið sína rímiligu og góðu inntøku fra'sínum privatu arbeiðsgevarum, tá er einki Oført. Tá ber væl til at oysa 240 milliónir krónur úr landskassanum í bein- leiðis og óbeinleiðis stud- ningi. — Tá tað snýr seg um at sleppa reiðarum, sum í ára- tíggjur hava spunnið gull á fjarleiðunu = ujdan teirra skuld í skipunum, so ber væl til at grýta einar 50-70 milliónir úr landskassanum. Tá á heimaleiðunum hava somuleiðis fingið meiri enn hålvthundrad milliónir á hvgrjum ári hesi seinastu fimm árini, segði Brynhild Thomsen. Hon vísti eisini á, at hetta bert eru einstók dómi um vantandi samanhangin í bú- skaparpolitikkinum og um vandamikla studningsment- alitetin hjá politikarum og vinnulívið. Núrverandi samgonga rekur sama út- gjaringarpolitikk, sum áður hevur kollrent samfelagið, segði hon. - Førgru orðini um, at »vit mugu læra av krepp- uni« hava ongantid havt nakað veruligt innihald, segði hon, og segði at tann sjálvrannsakan, sum er ein forteyt fyri, at vit kunnu koma víðari úr kreppuni, varð kvald í einum eiti av eini kanning av 80'unum, har politikarar skulu kanna seg sjålvar og annars lata eyguni aftur fyri ti valds- misnytslu og misr.kt av em- bætum, sum fór fram hetta svarta tíggjuáraskeið. — Tá talan er um at tak í egnan barm tagna rakstrar- rópini um dómarakanningar og rullandi høvd. Istadin heldur blinda liðið leiðina fram á síni oyðimarkarferð, og úrslitið er, at eingin av teimum grundleggjandi trupulleikunum í føroysku vinnulivi og samfelagsbú- skapi eru loystir, og sami politiski hugburdur, sum endaði í eyðmýkjandi hús- agangi, livir framvegis. Brynhild Thomsen segði eisini, at hetta var ikki so lætt at síggja, nú fiskiskap- urin hevur veirð so góður, og virksemið vaksandi síð- ani svrtu árini 92 og 93, men hon helt, at vit ikki áttu at lata okkum lumpa. Hon segði, at fiskastovn- arnir hava ment seg. — Men teir skulu sjálvandi trýstast niður aftur í botn beinanvegn. Her skal einki drýggjast. Vit hava so nógv skip í flotanum, at vinnan er órentabul, hóast rokfisk- iskap og nidurskrivingar av skipum. Alt ov litid verdur f part. Skipini vinna ov litid, og sjófólkið fær ov lítið. Men hóast hendan álvars- liga veruleika, sær lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um tað sum sína høvuds- uppgávu at fáa feliri fiski- menn heimaftur at manna hendan frammanundan alt ov stóra flota. Tiltøk til tess at fáa rentabilitet í vinnuna er ein býru í Russlandi, segði Brynhild Thomsen. Brynhild Thomsen vísti eisini á, at fiskivinnupoli- tikkurin er so illa lagdur til rættis, at eingin vón er hjá vinnuni at klára seg. Hon segði, at fiskavirkini á landi klára seg bert við almenn- um studningi úr Framtaks- grunninum, og Fiskasglan haltar við undirskoti triðja árið á rað og er eisini yvir- tikin av Framtaksgrunni- num, sum onga nýggja alt- ernativa vinnu hevur skapt, hóast hetta skuldi vera hans- ara aðalmál. Hon vísti eisini á, at góði fiskiskapurin og skjóti vøksturin. í virkseminum hevur økt munandi um inn- tøkurnar hjá okkara skuld- arniðurbundna landskassa. - Ótrúligt at hvørt oyra nú skal gjarast út, uttan atlit til, at fiskiskapurin fyrr ella seinni minkar aftgur, og utt- an atlit til, at viut nú skulu gjalda milliardirnar aftur til danska statskassan. — Men vit hava val ár, og Hildur Patursson, formaður í Pedagogfelagnum, Brynhild Thomsen, Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag og Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag tí er einki at vera ovfarin um. Heldur ikki, at sam- gongan nú letur skattalætta tiul ein einstakan bólk av lønartakarum og tekur hann fram um øll hini. Hetta er jú fyrsta stigið til ta famøsu ætlanina hjá Fólkaflokki- num um at lækka allar løn- irnar. Aftur fyri siga teir, at vit fáa skattalætta. Men við ongari stýring av samfelag- num, við ongum vinnulívs- og fiskivinnupolitikki fer samfelagsbúskapurin enn einaferð um koll, og tí er tað at halda fólk fyri gjøldur at ditta sær at tosa um skatt- alætta. Heldur áttu teir at lært av dáragerðunum í 80'unum og farið at lisið uppá, hvat samfelagsstýring er fyri nakað, segði Bryn- hild Thomsen. — Men brandiitsølan hjá Anfinni Kallsberg er polit- iskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørði júst tað sama upp undir val- ið í 1984. Tá vóru tað út- róðrarmenn, sum fingu hansara studningsgávu, við tí ursliti, at fløgurnar í út- 26 DDR EN HA DETTE Mayland kalendarar Vit hava allar vanligar | Mayland kalendarar. | T.d. hendan spiralkalendaran | við einum degi á hvgrjari síðu | Hesar báðar kvinnurnar vit hvat tær skulu siga. Brynhild Thomsen tykt- ist eins stríðsfús, sum Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeið- arafelag róðrarbátarnar gjørdist so stórar, at tær ikki kundu ber- a seg. — Men tað eru tit, sum standa her í dag, sum fingu toyggið fyrst í 90'unum og sum framvegis knúgva und- ir byrðunum. Og tá vit nú aftur síggja vandamikla út- gjaringar- og studningspol- itikki stinga sín ljóta skort fram, sum hevur kostað okkum so dýrt, so mugu vit mótmæla so harðliga, sum vit kunnui. Tí vit vilja frá- biðja okkum aftur at verða tveitt úr í eina so eyðmýkj- andi kreppu, sum hesin pol- itikkur førdi til, og sum hev- ur etið seg inn í húðina á okkum øllum sum eitt brennimerki av skomm Lesið eisini rødurna hjá Hildur Patursson, formanni í Føroya Pedagogfelag | SMS * TEL 10840 …