Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið - Nr. 6 — 13. JANUAR 1998 TILBOÐ frå Føroyahusinum i Keypmannahavn Skalt tu hava fund ella veitslu av onkrum slag, geva vit tær fegin eitt tilboð. Vit hava góð veitsluhøli. Vit kunnu skipa fyri ollum tí praktiska partinum. Gera hølini veitsluklár, borðreiða og taka alt upp eftir veitsluna. Tú kanst velja millum pinnamat, sjálv- tokuborð ella dogurða við fleiri rættum. Vit kunnu geva tær tilboð, sum hóskar til: barnadóp ervi kandidatveitslu reseptión brúdleyp fund við mati rundan fødingardag Foroyahúsið, Vesterbrogade 17A, 1620 Kobenhavn V Tlf. 31 23 15 87, Fax 31 23 15 88 Bátur til solu Starlet 29. Hevur nýggjan motor. Tlf. 51277 Frå Gøtu Itróttarfelag Vikuskiftið 17. og 18. januar skipar GÍ saman við Atlantic Airways og Statoil fyri innandura kapping í fótbólti. Hetta er fjúrtanda árið á rað, at GÍ skipar fyri innandura kapping á Kambsdali. Leygardagin stendur eins og í fjør kapp- ingin millum menninar úr bestu fótbólts- deildini i Føroyum. Stór mål verða nytt, og liðini fara at brúka målmenn. 1. deildarfeløgini hava fingið innbjóðing sendandi. Vinnandi liðið fær seks sonevndar Gjugg í Borg ferðir við Atlantic Airways, og Stat- oil letur vinningar til næstbesta liðið. Sunnudagin verður kapping fyri teir yngru leikararnar. Kappingin fer fram fyri bæði gentur og dreingir í hesum bólkum: Aldursbólkur 1: gentur úr 1. ella 2. flokki Aldursbólkur 2: dreingir úr 1. og 2. flokki Aldursbólkur 3: gentur úr 3. og 4. flokki Aldursbólkur 4: dreingir úr 3. og 4. flokki Fullteknað er, tá 30 lið hava boðað frá luttoku. Kostnaðurin fyri hvort liðið er 200 krónur, og tilmeldingin fer fram á telefon 41104, sum svarar allan dagin. Getu Ítróttarfelag Donsku blødini skriva um: Spurnarkanning og bankakanning Politikken skrivar um kanning sum Vilstrup stovnurin hevur gjørt í Fóroyum um ríkisfelagsskapin, og Bórsen skrivar um móguligu poli- tisku avleiðingarnar av bankafrágreiðingini SVEINUR POULSEN Í døgunum undan vitjanini hjá Poul Nyrup Rasmussen og meðan hann var her, gjørdi Vilstrup stovnurin eina veljarakanning i Før- oyum. Ætlanin vid kann- ingini var millum annad at visa, hvørja stødu føroy- ingar hava til rikisfelags- skapin vid Danmark. Tad eru Politikken og Vil- strup-stovnurin sum hava gjørt kanningina, og hon er gjørd å tann hått, at Vilstrup stovnurin hevur ringt til 855 veljarahúsarhald í Føroy- um. Av hesum ynsktu 120 ikki at verða við í kann- ingini, meðan 222 ikki vóru at hitta. Luttøkan er tå 60 prosent ella 513 >veljara- húsarhald<. Hetta svarar til tað, sum er vanligt í slíkum kanningum í Danmark. Kanningin varð almanna- kunngjørd í Politiken fríggjadagin 9. januar og har stendur at lesa, at 65 prosent av føroyingum halda, at ríkisfelagsskapurin skal halda áfram. 12 prosent eru í iva, meðan umleið fjórði hver heldur, at ríkis- felagsskapurin skal takast av. Ein annar spurningur er, hvert føroyingar halda, um vit hava gagn av ríkisfelags- skapinum ella ikki. Til henda spurning svara 52 prosent, at føroyingar hava fíggjarligan fyrimun av ríkisfelagsskapinum. Triði hver føroyingur er í iva um henda spurning, meðan sætti hver føroying- ur heldur, at føroyingar hava fíggjarligan miss av at verða í ríkisfelagsskapi við Danmark. Eisini varð spurt um, hvert fólk halda, um banka- málið hevur verið til skaða ella til gagns. Her svara heili 72 prosent, at tey halda, at bankamálið hevur verið til skaða, meðan bert 4 prosent halda at tað hevur verið til fyrimuns. Heili 10 prosent av teimum sum hava svarað, hava onga meining um hetta mál. Fjórði spurningur er, hvussu útlitini eru fyri bú- skaparligari framgongd í føroyska samfelagnum i 1998. Her svarad 41 pro- sent, at tey roknað vid fram- gongd. 28 prosent rokna við, at búskapurin hevur funnið sína legu, meðan 17 prosent rokna við, at vit fáa eina búskaparliga aftur- gongd í 1998. Hetta tulkar Politikken soleiðis, at tað eru fleiri optimistar enn pes- simistar í Føroyum. Fólk eru eisini spurd um túrin hjá Poul Nyrup Ras- mussen. Var løtan røtt, nú hann valdi at koma til Før- oya, ella var hon ikki. Her svara 60 prosent, at tað var eitt vánaligt hugskot hjá Nyrupi at koma til Føroya nú, meðan uml. 20 prosent halda, at tað var eitt gott hugskot. Politisku viðmerki Føroyskir politikarar gera viðmerkingar til kanningina og m. a. sigur Edmund Joensen, løgmadur, at tad er á leið við tað hann hevdi roknað við. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað man vera á góðari leið. Vanliga er umleið ein fimtingur av føroyingum fyri loysing, men í løtuni er ein polarisering tann vegin, at fleiri ynskja loysing. Jóannes Eidesgaard legg- ur afturat, at í hinum end- anum er so ein fimtingur sambandsfólk, sum ikki ynskja nakrar broytingar í heimastýrislógini. Imillum øll hesi liggur ein stórur bólkur, sum heldur fast við ríkisfelagsskapin, men sum vil hava eina revisión av heimastýris- lógini. Tað eru sjónarmiðini hjá hesum bólkinum vit royna at gera til vildar við uppskotinum um broytingar í heimastýrislógini, sigur Jóannes Eidesgaard. Finnbogi Ísakson sigur við Politikken, at tølini frå Vilstrup våtta seinastu velj- arakanningarnar sum gjørd- ar eru í Føroyum, nevniliga at ein fjórðingum av føroyingum ynskir eitt sjålvstødugt ríki. Finnbogi leggur afturat, at tað er stór framgongd frá seinasta vali, tá Tjóðveldisflokkurin bert fekk 13 prosent av atkvødunum. Helena Dam å Neystabø sigur við blaðið, at úrslitið hongur saman við hvussu spurningarnir eru settir, men at tað undrar hana, at bert 23 prosent eru fyri loysing. Hon heyði roknað við, at tey vóru fleiri. Fríggjadagin í hesi vikuni kemur frágreiðingin frá bankakanningarnevndini. Av somu orsøk verður eisini gjørt nógv burturúr Føroy- um í dag. I Børsen hevur Karsten Madsen eina politiska viðmerking undir heitinum »Føroya-frågreid- ingin kann enda sum lagnan hjå Nyrup«. Tað eru í hesum døgum liðin fimm ár síðani Tamila- frágreiðingin feldi Poul Schliiter og aðrar danskar politikarar við. Hetta mál endaði sum kunnugt við, at stjórnin hjá Schliiter fór frå og at Poul Nyrup Rasmus- sen tók við sum forsætis- ráðharri í Danmark. Nú skal Nyrup halda fimm ára fødingardag fyri stjórnini við hóttandi Før- oya-skýggjum yvir sær. Tað er eisini valár í Dan- mark í ár, og Karsten Mads- en staðfestir, at frágreið- ingin hjá bankakanningar- neyndini ikki er besta út- gangsstødi hjá socialdemo- kratunum til valstríði. Hava Nyrup og hansara embætis- menn lumpað føroyingar ella hava teir ikki? Ella hvussu nógv visti Poul Ny- rup Rasmussen um málið? Kanningarleiðarin Jórgen Grønborg advokatur hevur avhoyrt 72 føroyskar og danskar politikarar, em- bætismenn og bankafólk, og er nidurstøda hansara, at Nyrup hevur borið seg skeivt at, so er her talan um lagnunnar speisemi. Tí fyri fimm árum síðani segði Poul Nyrup Rasmussen, at stjórn hansara skuldi verða borgan fyri góðum morali. Triggir møguleikar Fleiri flokkar hava boðað frá fyrispurningum á fólka- tingi í sambandi við banka- frágreiðingina. Hverjum hesir fyrispurningar enda við er sjálvandi ikki til at spáa um, men Karsten Madsen ger tað allíkavæl. Hann heldur, at møgu- leiki er fyri einari av niðan- fyristandandi fylgjum. Tann fyrsta er, at ein meiriluti í Fólkatinginum, uttanum socialdemokratar- nar og teir radikalu viðtekur ein dagsordan, sum Nyrup ikki kann góðtaka. Nyrup verður tí noyddur at útskriva val, og tað er í tráð við ynskini hjá nógvum socialdemokratiskum velj- arum. Sambært veljara- kanningum í Danmark eru socialdemokratarnir betri fyri nú, enn teir hava verið leingi. Stjórnin kann tá fara til val upp á umhvørvisspurn- ingin, sum danir eru nógv upptiknir av í løtuni. Nógv meir enn av Føroyum. Ein annar møguleikin er, at ein stórur meiriluti í fól- katinginum tekur frágreið- ingina til eftirtektar. Ein or- sek er, at nógvir ráðharrar eru innblandaðir, m. a. eisini konservativir ráð = - harrar. Hesin møguleikin útsetur fólkatingsvalið til septem- ber mánað, og tað passar Vinstra og SF væl. Veljarakanningarnar eru ikki so góðar við teir í løt- uni. Samstundis kunnu dan- skir politikarar konsentrera seg um folkaatkvøduna um Amsterdam-sáttmálan, sum skal verða í mei. Triði møguleikin er, at Nyrup >yvirlivir< bankafrá- greiðingina tá hon kemur fyri í fólkatinginum. Nyrup vísir tá, at hann hevur meiri- luta aftan fyri seg í fólka- tinginum. Tó roknar Kars- ten Madsen við, at í einum valári verður hetta tann ringasta loysnin. Orsøkin til hetta er, at tad hann kallar »Føroya-spøkilsi« verður ein partur av politiska kjak- inum uppundir fólkatings- valið. Alt avgjørt fríggjadagin Fyrrapartin fríggjadagin kemur bankafrágreiðingin, og tá verður bólturin givin upp í einum stórpolitiskum spæli, sum kann enda Ny- rup-tíðina í donskum poli- tikki. Tað kann eisini enda við, at Uffe Ellemann-Jensen verður forsætisráðharri, og so skulu socialdemokratar- nir óivað hava nýggjan for- mann. Opið stríð hevur verið í Konservativa flokkinum og tað kann byrja aftur. Kars- ten Madsen roknar heldur ikki við, at formaðurin í Vinstra, Uffe Ellemann-Jen- sen kann halda fram, um hann tapir enn eitt val. Tí kann hugsast, at fríggjadagur 16. januar 1998 framyvir skal minnast sum dagurin, tá Føroya-frå- greiðingin feldi stjórnina. Onki er at í vast í, at danir bíða í spenningi. Eins nógv og vit gera tað her heima, men inntil fríggjadagin er alt gitingar.