týsdagur 13. januar 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 13. JANUAR 1998
tíðindablaðið 0317
13
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun Gsosialurin.fo
Så
"Lesið eisini
ítróttin á
| Internetinum
www.sosialurin.fo
Andrew av Fløtum
roynir seg i Danmark
Fótbóltur: HB fer
gera samstarvsavtalu
við kenda danska
felagið AB, sum
rættiliga hevur bitið
seg fast í superliguni.
Ein av teimum mongu ungu og
evnariku føroysku fótbóltsspælar-
unum fór í gjár til Danmarkar at
royna seg. Talan er um Andrew
av Fløtum úr HB. Hann skal í
tvær vikur royna seg í kenda
danska felagnum AB, har hann
skal venja saman við teimum, ið
júst nú eru farnir undir at fyrireika
seg til seinnu hálvu av kappingini
um DM. Besta liðið hjá AB er í
superliguni, har teir í heyst stóðu
seg væl betri, enn spátt varð um
frammanundan, og tað er saman
við teimum bestu í felagnum, at
Andrew av Fløtum skal venja.
— Hann fær ivaleyst av at vita.
Tað er tiltikid, hvussu nógv tað
verður lagt fyri, tá fyrsta stigið
verður tikið at fáa spælararnar í
réttu venjingarstøduna, eftir at
teir hava hildið frí síðani síðst í
novembur.
Tað er Gunnar Mohr, sum vit
práta við. Hann var síðst í gamla
árinum valdur til formann í HB.
Gunnar Mohr gavst at spæla í 1.
deild í fjør, og tá varð ikki dult
fyri, at Andrew av Fløtum skuldi
verða maðurin, sum í framtíðini
skuldi bera troyggjuna við 10-
talinum, sum Gunnar hevur borið
í mong ár.
Eru tit ikki bangnir fyri at missa
ein ungan og evnaríkan álops-
spælara, tá tit so at siga senda
hann upp í hendurnar á einum
útlendskum felag?
— Tá ein spælari fer til eitt felag
at royna seg soleiðis, so er
møguleikin altíð til staðar fyri, at
hetta felagið ynskir at innlima
spælaran millum sínar spælarar.
Tað vita vit, og vit hava einki
ímóti at hjálpa okkara spælarum
ávegis, um tað vísir seg, at teir
hava møguleika at standa seg á
hægri stødi, enn vit kunnu bjóða
teimum. Royndirnar siga, at tað
er bara í einstøkum fórum, at
hetta kemur upp á tal. Í flestu
fórum koma spælararnir heim
aftur, og tá fáa vit vónandi ágóðan
av teimum royndum, sum teir
hava gjørt, sigur Gunnar Mohr.
Samstarvsavtalan
Nógv bendir á, at Andrew av
Fløtum verður ikki tann síðsti HB
spælarin, sum fer at royna seg í
AB. Sambært formanninum í HB,
so verður í løtuni arbeitt við at
seta eina formliga samstarvsavtalu
saman, sum AB og HB skulu
skriva undir uppá.
— Vit hava tosað við teir, og tað
er avrátt, at vit skulu koma við
einum útkasti, sum teir so skulu
hyggja uppá, áðrenn endaliga
avtalan verður undirskrivað.
Umframt at snúgva seg um
møguleikan hjá spælarum hjá
okkum at royna seg í AB, so fer
avtalan eisini at fevna um samstarv
á fleiri øðrum økjum. Síðani AB
flutti upp í superliguna hava teir
arbeitt miðvíst við at víðka
fíggjarliga grundarlagið undir
virkseminum hjá felagnum. Vit
hava hugt at konseptinum hjá
teimum, og tað er áhugavert at
staðfesta, at tað, sum teir takast
við, á fleiri økjum líkist rættiliga
nógv tí, sum vit arbeiða við, sigur
HB formaðurin.
Men hvat er tað heilt ítókiliga,
sum tit kunnu fáa gagn av?
- Eitt dómi er, hvussu teir fáa
og røkja stuðlar á ymsum bógvum.
Her hava teir drúgvar royndir, og
vit ivast einki í, at vit kunnu læra
ein hóp av teimum, sigur
formaðurin í HB, sum ikki vil
avvísa, at talan eisini kann gerast
um at fáa danska felagið at koma
hendavegin at spæla onkuntíð.
Men hetta er nakað, sum teir ikki
hava vidgjøri enn.
Vilja vera best
AB er eitt av gomlu fótbólts-
feløgunum í Danmark. Seinast teir
vunnu DM var í 1967. Teir vóru
framvið onkra ferðina stutt eftir
tað, men so fór at ganga verri, og
í sjeytiárunum flutti AB niður .í
næstbestu deildina, og har vóru
teir næstu fjórðingsgldina. Høv-
udsorsøkin fyri vánaligu gongdini
segðist vera, at felagið flutti av
økinum við Nørre Allé, har lærdi
háskúlin er, og har Akademisk
Boldklub hevdi sjålvsagt heim-
stad, og út í Bagsværd. Tað tók
langa tíð, áðrenn AB rættiliga festi
røtur har úti, men nú tykist gongd
vera komin á. Urslitini eru vorðin
betri, AB er komið aftur í bestu
Ein av teimum mongu ungu og
evnariku føroysku fótbólts-
spælarunum fór i gjár til Dan-
markar at royna seg. Talan er
um Andrew av Fløtum úr HB.
Hann skal í tvær vikur royna
seg í kenda danska felagnum
AB, har hann skal venja sam-
an við teimum, ið júst nú eru
farnir undir at fyrireika seg til
seinnu hálvu av kappingini
um DM
deildina, og áskoðararnir eru so
smátt farnir at fjølgast í Gladsaxe
Idrætspark, sum er heimavøllurin
hjá felagnum.
Nógvir pengar eru komnir í AB,
sum ikki dylur, at teir ynskja at
bjóða Brøndby og FCK av í
kappingini um pengarnar og
áskoðararnar í danska høvudsstad-
num, og teir ásanna, at skulu teir
gera seg galdandi í tí kappingini,
so er neyðugt, at teir á vellinum
kunnu standa seg millum teir
bestu.
Venjarin hjá AB eitur Christian
Andersen, sum í síni tíð var við
til at vinna DM til B1903 og sum
spældi tvær ferðir á danska
landsliðnum, áðrenn hann gjørdist
yrkisspælari uttanlanda og tískil
ikki kundi spæla á landsliðnum.
Tað er undir hansara hond, at
Andrew av Fløtum næstu tvær
vikurnar skal vísa, hver stirdil er
í honum
jh
VB fær
nýggjan
jugoslava
FOTBOLTUR: VB fær ein
nýggjan jugoslaviskan spælara
til komandi kappingarár
Eftir at VB ikk: ynskti at
halda fram við samstarvinum
við Zoran Mancic, sum nú skal
spæla við KÍ, hava teir leitað
eftir ein ødrum útlendskum
spælarar, sum eisini kann virk-
a sum venjari hjá teimum yngru
deildunum.
Og hesin spælarin er funnin
Hann er 22 ára gamal og eitur
Milan Qulgic. Hann er ein
vinstrabeintur miðvallarspæl-
ari, sum VB-venjarin Milan
Milanovic hevur funnið í Jugo-
slavia
Triðja árið á rað hevur VB
jugoslaviskan venjara og øll
hesi årini hava teir havt ein
spælara afturat. i 1996 var tad
Velibor Kopurnovic, i fjør
Zoran Mancic og i år verður
tad Milan Qulgic
VB fer hesa vikuna undir
venjingina til komandi kapp-
ingarår og um månadarskiftid
kemur Milan Milanovic til
Vågs at standa fyri venjingini
ek
Grand Prix
i badminton
BADMINTON: Sunnudagin
varð eitt umfar í Grand Prix-
kappingini fyri vaksin í ein-
mansleiki spælt í Badminton-
høllini í Havn.
Hjå kvinnunum vann Ingun
Hansen ur Stråluni. Nummar
tvey gjørdist Gudrun Jacobsen
år HBF, nummar try Borglis
Fagradal år Stråluni og numm-
ar fýra varð Kristianna Thor-
kildshøj úr HBF.
Hjá monnunum vóru allir
fýra teir ovastu úr HBF. Bestur
var Jákup Midjord, nummar
tvey gjørdist Erland Poulsen,
nummar trý varð Gunnar Gre-
goriussen og Súni Davidsen
gjørdist nummar fýra
Absalon Eysturoy var annars
so óheppin at fáa ein skaða í
knæið, sum ger, at hann ikki
spælir aftur í hesum kappingar-
árinum
Ítróttar
Sosialurin
- eisini á
inter-
netinum
www.sosialurin.fo