týsdagur 13. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tidindabladid NM
Býráðsformaðurin skrivar, at hann sambært ráðgeving åbyrgdadi nevndarlim-
irnar í TKST. Tá spyr man seg sjálvan, >Er ráðgevin tann sum stýrir býráð-
num?< spyr Eyðóly Dimon m.a. í aftursvari til Leiv Hansen
Leivur Hansen ger í Sosiali-
num 8.jan. viðmerkingar til
atfinningar mínar, um ó-
sømiliga atburð hansara
mótvegis TKST undir verk-
fallinum, ið felagið noydd-
ist at lýsa, tá býráðið breyt
nýggja sáttmálan, ið býráðs-
formaðurin hevði gjørt við
løntakarafelagid
Í viðmerkingum sínum
skrivar Leivur Hansen í
fyrsta teigi
>Trupulleikin var góð-
kennismyndugleikin Føroya
Landsstýri, sum samb
Kommunulógini $47 skal
góðkenna m.a. lønarvidur-
skifti. <
Átti at vita
hvat stendur
i
Nei, Leivur, trupulleikin
var, at tå gjørdi ein såttmåla
uttan at tryggja tær, at góð-
kenningarmyndugleikin,
var samdur við tær. Leivur
fær tað at ljóða, sum um tað
at Landsstýrið hevur góð-
kenningarmyndugleika í
lønarvidurskiftum er nakað
nýtt. Men tað er púra burtur
við, og Kommunulógina
áttu tú og tín ráðgeving at
havt kunnað tykkum um,
men sum skrivað, so hevði
Leivur ikki sítt bakland í
lagi, og tað er trupulleikin,
og verkfallið hevði als
einki við Føroya Landsstýri
at gera.
Men tað, sum fekk meg at
fara í blødini, var 6sømiligi
atburðurin hjá einum fólka-
valdum býráðsformanni, tá
hann legði eftir nevndar-
limunum og vildi persón-
liga ábyrgda teir fyri verk-
fallið. Býráðsformaðurin
skrivar at
>...samb. ráðgeving, sam-
tykti býráðið - um so var, at
verkfallið ikki var niðurlagt
- at gera persónliga ábyrgd
galdandi yvirfyri nevndar-
limunum… «
Skulkar seg undan
Nei, nú skulkar tú teg
undan uppskoti tínum at
åbyrgda nevndarlimirnar.
Rådgevingin skal rådgeva
politikaranum og ikki taka
avgerðir, men sambært ti tú
skrivar, so fari eg at trúgva
tí, sum oftari og oftari er at
hoyra, at í Tórshavnar
býráð er trupult at skilja
ímillum um tað er
politikkarin ella ráðgevin,
ið bestemmar.
Freisting ella
manipulatión
I mini verð snýr málið seg
um moral og ikki um ráð-
geving. Uppskot títt var
als ikki borðbart í einum
fólkaræðisligum landi.
Sjálvandi skulu vit øll
handla undir ábyrgd, og
tá eitt fakfelag lýsir
verkfall fyri limir sínar, so
hevur felagið ábyrgdina.
Hetta virða øll demokrat-
iskt hugsandi fólk uttan at
leggja eftir persónunum,
ið eru nevndarlimir í fak-
feløgunum. Slíkt er als
ikki borðbart í býráðnum,
og enn minni áttu umboð
fyri fólkaræðið, hvørki at
lata seg freista ella at
verða >manipulerað< at
samtykkja tað og enn
minni at leggja uppskotið
fram.
Nr. 6 — 13. JANUAR 1998
CT
Hvor stýrir býráðnum
Samgongan, sum skuldi lurta eftir borgarunum, samskiftir
einans gjøgnum Føroya rætt, skrivar Eyðólv Dimon
Kom við eini umbering
Eg meini framvegis, at tú
Leivur Hansen, býráðsfor-
maður, skyldar nevnd og
limunum í TKST eina um-
bering, og at ábyrgda tey
røttu, og í tí sambandi kundi
verði hugt eftir, hvussu
nógv sakarmál býráðið hev-
ur tapt seinnu árini.
Tú segði, tá nýggja sam-
gongan var skipað, at høv-
udsmunurin å hesi sam-
gonguni og teirri undan-
farnu var, at hendan fór at
lurta eftir borgarunum, men
tað tykist mær, sum alt
samskifti við borgaran
gongur gjøgnum Føroya
rætt.
Eyd6lv Dimon
Vinnuvitjan lidur
i oljufyrireiking hjå
føroyskum virkjum
Føroya Arbeidsgevara-
felag skipar i februar fyri
einari forvitnisligari
vinnuvitjan í norska olju-
høvudsstadnum
Stavanger. Her fåa før-
oysk virkir høvi til at
møta norskum virkjum,
sum arbeida å sama øki,
og sum dag eru veitarar
hjå oljuvinnuni. Enda-
málið er bæði at skapa
kontakt og møguligt
samstarv millum virkir
við sama arbeidsøki, og
at tey føroysku virkini
kunnu læra av royndun-
um hjá teimum, sum
hava verið veitarar innan
oljuvinnuna í rúma tíð.
Samstarv millum
føroysk og norsk
vinnufeløg
I august var Jan Morten-
sen, stjóri í Vinnuhúsin-
um, á vitjan í Stavanger
og kunnaði seg um
norsku oljuvinnuna
Samband var eisini fing-
ið í lag við norska ar-
beiðsgevarafelagið,
branchufelagið hjá olju-
vinnuni og vinnulívs-
ráðið í býnum. Roynt var
m.a. at fáa í lag eitt sam-
starv við norska vinnu-
lívið, ið kann menna før-
oyska vinnu í oljuhøpi,
og har kom henda vitjan
upp á tal
Í desember vitjadi
vinnulívsráðið í Stavang-
er higar, og endalig av-
tala varð gjørd um eina
vinnuvitjan, har tað ein-
staka føroyska virkið
kemur út til eitt norskt
virki, ið arbeiðir innan
sama øki, og hevur
møguleika fyri at brúka
ein dag saman við teim-
um.
Í lýsing í blaðnum í
dag bjóðar Føroya Ar-
beiðsgevarafelag virkj-
um við á hesa forvitnis-
ligu ferð. Um áhugin er
nóg stórur verður flogið
beinleiðis til og frá Sta-
vanger.
Nærri veruleikanum
Fleiri tiltøk hava verið
seinasta árið, har vinnan
hevur havt høvi til at fáa
vitan um oljuvinnuna.
Tvær væleydnaðar ráð-
stevnur vóru hildnar í
Norðurlandahúsinum og
fleiri føroysk virki lut-
tóku á oljumessuni í Ab-
erdeen. Hesi tiltók hava
givið vitan og gjørt olju-
vinnuna meira itøkiliga
fyri okkum.
Samskifti okkara við
vinnuna vísir tó, at nógv
virkir standa eftir við
nógvum ósvaraðum
spurningum Hvussu
koma vit í gongd? Hvat
skal til viðv. góðsku-
stýring?
Lættasti máti at svara
hesum og mongum gðr-
um spurningum er at
síggja hvat onnur virkir
hava gjørt, ið eru innan
somu vinnugrem sum
cinsjålvur. Og júst hetta
er endamálið við vitjan-
in í Stavanger
Fyri 4 árum síðan skrivaði
eg í 14. September, at ein
ráðagerð um at fyrireika
neydtøkuna av Atla Dam og
Jógvan Sundstein var farin
fram í forsætismálaráðnum
Skrivað varð, at henda
ráðagerð fór fram í góðar
fýra vikur fyri 6. oktober
1992, og SvF hevur um
dagarnar á fyrimyndaliga
objektivan hátt kunnað okk-
um um hesa og aðrar loyp-
andi níðingsgerðir móti
okkum føroyingum seinastu
árini.
Undirgravingina av før-
oyska samfelagnum fór for-
sætis- og Føroyamålaråd-
harrin Poul Schluter undir
og Hin Føroyski Fólka-
flokkurin reypar sær fram-
vegis av, at við at leggja seg
út í danskan politikk var tað
hann, ið helt hesum illgerð-
armanni til róðurs í samfull
10 ár.
Sambandsmaðurin, sum
er formaður í tingbólki
fólkafloksins, segði um
dagarnar í fimmaranum, at
Poul Scluter var rætti mað-
urin, tí hann hevði givið før-
oyingum teirra egnu undir-
grund.
So avlagaður kann ein
fyrrverandi sjálvstýrismað-
ur gerast, at hann ikki ansar,
at hann tyggir sítt egna, og
tað stolið.
Tá ið føroyingar - tað eru
heimastýrisflokkarnir
saman við fólkaflokkinum
- leggja seg út í danskan
politikk, er tað ein sjálv-
fylgja, at danir gera tað
sama mótvegis Føroyum og
føroyingum.
Sjónleikurin hjá fólka-
flokkinum um at krógva seg
fyri Nyrup er tí ikki annar
enn tann sami sum hjá
Pilatusi á sinni. Hann vask-
ar hendur.
Nyrup og javnaðarmenn
hava sjálvandi traðkað sum
fyri var slóðað av Schluter
og fólkafloksmonnunum.
Nyrup kom til landið við
tí greiða lyfti, at hann ikki
fór at tosa um bankamálið,
sum hann í fýra ár hevur
dult sum mansmorð fyri
føroyingum. Og hann fór
avstaðaftur við líka so
greiðum lyfti frá løgmanni
um, at hesin heldur ikki fór
at tosa um bankamálið - fyrr
enn hann hevði tosað við
Nyrup fyrst.
Trúgvari húskall hava danir
ongantíð fyrr átt í Føroyum.
Hesin sterkasti løgmaður
nakrantíð hevur magadrigið
sjálvsstýrisviljan úr fólka-
flokkinum. Hann hevur
noktað teimum so mikið
sum at taka orðið sjálvstýri
upp á tungu.
Og teir akta.
Alt hitt flákrið í føroysk-
um politikki, td. KrF, sum
eisini krógvaði seg, virkar
bæði sum belti og seðli hjá
løgmanni afturfyri onkran
hissini nevndarsess. Teir eru
livandi prógv um, at før-
oyskur politikkur í alt ov
stóran mun saknar funda-
Nyrup og kaos
mentalar fortreytir fyri at
verða tikin í álvar.
Skeivt er, bara at geva
dønum skyldina fyri krepp-
una - minst líka so skeivt,
sum bara at geva føroying-
um hana. Skyldina hevur
hetta fløkta heimastýris-
tjóðrið, sum - nú tað sansar
at - vísir sína veruligu
styrki. Sjálvandi verja
danskir politikkarar donsk
áhugamál framum førcysk,
annars verða teir jú ikki
valdir aftur.
Sjálvandi kunnu teir, so
sum Vagn Wåhlin, docent-
ur, visir å, avtaka heima-
stýrislógina, leggja teir í tað.
Hon er ikki annað enn ein
fólkatingslóg og ein stór
fløkja, sum als ikki er lýst í
Føroyum.
Eisini hava teir yvirvalds-
rættin yvir undirgrundini.
Hann er tryggjadur teimum
í grundlógini, og eingin
heimild er sambært henni,
hvørki hjá stjórn ella fólka-
tingi, at avhenda danskan
yvirvaldsrætt til partar av
ríkinum ella til onnur lond.
Hetta kann einans gerast við
einari grundlógarbroyting.
Nyrup og kaos valdar í
ríki og landi, og Føroyar vár
móður er um at gleppa okk-
um av hondum. Tað er tí
pískandi neyðugt hjá føroy-
ingum beinanvegin at taka
avgerð um at verða politiskt
frælsir, og síðani skipa seg
í eitt frælst búskaparligt lýð-
veldi eftir millumtjóða av-
talum.
Nyrup segði, at um ein
breiður meiriluti í Føroyum
var fyri frælsi, so vildu dan-
ir ikki leggja føroyingum
forðingar í vegin fyri.
Hvat rakar tað teir,
hvussu breiður ella smalur
ein føroyskur meiriluti er?
Skulu vit hava 1946 um-
aftur, tá demokratiið varð
tveitt afturum hurðabak av
dønum og heimastýris-
flokkunum?
Altjóða rættur sigur púra
greitt, at danir hava bundið
seg til at hjálpa ófrælsum
londum at vinna frælsi.
Eftirlitið við, at ST sátmálin
verður hildin, hevur ST, og
danir bíða í veruleikanum
eftir okkum føroyingum.
Tað gerst tí neyðugt - eis-
ini hjá javnaðarflokkinum -
at statsleysi floksformaður-
in sleppur sær av við stats-
manslótirnar. Vit koma ikki
víðari við at møsna um eina
sjálvstýrislóg, sum er sum
ein piða kráka.
Hon er nú við regluligum
millumbili í átta tíggju ár
sett á borðið, men tann
skrokkurin fer ikki at geva
okkum føroyingum mett-
una, hvørki so ella so.
Heimastýrislógin var eitt
serføroyskt/danskt
fyribrigdi og hon kollsigldi.
Einki er, sum týður uppá,
at tað loysir seg at fara undir
enn eitt serføroyskt/danskt
fyribrigdi, kallað sjálvstýr-
isløg.
Hergeir Nielsen
[||