týsdagur 13. januar 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 13. JANUAR 1998 tíðindablaðið or Ii: (lu; 1
HEFE NØMH EPS + føbndabinnin syd. 47
Loysing - og hvat so?
z
I sambandi við Føroyavitjanina hjá danska forsætisráðharranum fyrr í vikuni
Til minnis um
Krisjan Dahl
Í gjár 11 januar andaðist
a
fd
;
var kikarin hjá donsku fjølmidlunum vendur ímóti Føroyum i ein mun, sum
sjåldan er sæddur
Serliga tíðindasendingarnar
hjå Danmarks Radio og
TV2 vóru merktar av Før-
oyatidindum. Stórur dentur
var lagdur á føroysku mót-
støduna ímóti vitjanini, og
javnan róðu tíðindafólkini
framundir at ríkisfelags-
skapurin var í vanda. Hetta
varð tó avsannað í tíðindu-
num hjá TV2 eftir at Nyrup
var niðuraftur komin: Ein
Gallup kanning hevði víst,
at 75% av føroyska fólki-
num er fyri at varðveita rík-
isfelagsskapin.
Snævurskygdir
politikarar
Tað hevur verið hugstoytt
at frætta tíðindi úr Føroyum
hesar seinastu dagarnar. Ein
orsøkin er tær nógvu faktu-
ellu villurnar í tíðindunum,
so sum at løgmaður konse-
kvent verður nevndur >fær-
øsk statsminister« og at for-
madur javnadarflokksins
verður nevndur »Jannes
Eidesgaard«. Men hetta eru
småting, sum vanligi danski
útvarpslurtarin ella sjón-
varpshyggjarin ikki verður
ørkymladur av. Verri er tå
føroyskir politikarar sleppa
framat. Spurdir um vidur-
skiftini imillum Danmarkar
og Føroya snara teir inn á
føroyskan innlendis politik,
og geva soleiðis eina fatan
av at vera politiskir nalva-
skodara og heimfødingar.
Edmund Joensen og
demokratii
Edmund Joensen harmast
framan fyri donskum sjón-
varpshyggjarum, at før-
oyskir løgtingslimir ikki
duga at bera seg at. Eg havi
fyrr í vikuni gjørt eina við-
merking til henda marghátt-
liga atburð, men lat meg
taka afturíaftur — kanska eitt
sindur sakligari hesaferð.
Grundsjónarmiðið í demo-
kratinum er, at fólkið ræður.
Hetta er trupult um >fólkið<
er stórt í tali. Fyri at loysa
henda trupulleikan er um-
boðsmannastýri = innsett.
Fólkið velur nú einstakling-
ar at umboða seg og vilja
sín. Fólkið gevur soleiðis
valdu umboðunum eitt
mandat, t.e. rætt til sína
vegna at taka avgerðir. Tað
samlaða mandatið endar so-
leiðis í lóggávutinginum,
sum í Føroyum er Løgting-
NAV
totboltur i
Faroyingafelagið
í Arhus
Vestergade 48 D,
8000 Arhus C
Áarstova er opin månad.
hósdag kl. 16-18
Friggjakvøld kl. 21-03,
atgongumerki fyri ikki limir
10 kr
Føroyskur skúli fyri børn
leygardag, ólíka vikur, frå
kl. 11.00 ul 14.00
ið. Sætt úr einum demokrat-
iskum sjónarhorni er Løg-
tingi soleiðis ovasta fólksins
umboð í Føroyum. Lóg-
gávutingið velur eina stjórn,
sum í Føroyum kallast
Landsstýri. Stjórnin tekur
sær av dagliga rakstrinum
av samfelagnum, men er í
einum og gllum undirgivið
lóggávutinginum. Lands-
stýrið er undirgivid Løg-
tinginum, eins og Løgting-
ið í seinasta enda er undir-
givið Føroya fólki. Ti er tað
óhoyrt at løgmadur hartar
Løgtingid ella limir tess.
Edmund Joensen tykist taka
eftir forsetum ymsastaðni í
heiminum, men hann
gloymir at teir eru valdir av
fólkinum. Og eg havi enn
ikki hoyrt tann fólkavalda
forsetan, sum í einum
demokratiskum samfelag
hevur hartað fólk sítt. At
løgmaður, sum ovasti um-
sitingarligi leiðari í Føroy-
um trinur fram í donskum
sjónvarpi, og sigur seg vera
misnøgdan við ovasta um-
boð fólksins — Løgtingid —
kann i minum høvdi bara
hava eina avleiding: At Ed-
mund Joensen leggur frå
sær. Ger hann tad ikki sjålv-
ur, átti Løgtingid at koyrt
hann frå. Men hvørki hend-
ir, og virdingin fyri føroysk-
um politikki fånar.
Einki samhaldsfesti
Eitt annad dømi um våna-
ligt svar, var tå Finnbogi
Isakson, í donskum sjón-
varpi, sat og illgitti um, hvat
lå aftanfyri uppskot javnad-
arflokksins um sjålvstyris-
lóg. Danir eru »bedøvandi
likagladir« við føroyskan
partapolitik (og hvi skuldu
teir annað?). Tílík álop
kunnu íkki skiljast sum ann-
að, enn dómi um væntandi
føroyskt = samhaldsfestið.
Um Løgtingid og limir tess
ikki hava so frægt at standa
saman um, at partapolitisk
kegl kann goymast til gest-
irnir eru farnir, hvussu í
víðu verð ætla Finnbogi
Ísakson og Tjóðveldisflokk-
urin so at heimssamfelagið
skal fáast at viðurkenna
Føroyar, sum sjålvstødugan
stat?
Loysing - og hvat so?
Hetta leiðir fram til tridju
kæru mína í hesum umfari.
Innandura
Bellevue høllini leygardag
kl. 19.
Innandura fótbóltur i
Hasselager Skole frå kl. 15-
17
Styrkivenjing og motión
í Vorrevangsskolen hósdag
kl. 18-19.
Flogbóltur í Frydenlund-
skolen fríggjadag kl. 16-18
og svimjing kl. 18-19
Sertiltók: Hoyrið telefon-
svararan á tlf. 86-180604
Danskir fjølmiðlar hava
gjørt nógv burturúr at lysa
tað teir kalla »løsrivelsesbe-
vægelsen« í Føroyum. Í eini
ískoytissending til vanligu
TV-avísina í DR-TV sluppu
triggir kirkjubømenn fram
at mikrofon og myndatóli.
Hesir vóru feðgarnir á
Kirkjubøgardi, Páll og
Jóannes Patursson, og so
Tróndur Patursson. Teir tos-
aðu allir um loysing og
frælsi og kúgan, men so
heldur ikki so nógv annað.
Einki itøkiligt var sagt um
hvussu Føroyar skuldu ella
kundu skipast í eini sjålv-
stýrisframtíð. Einans hetta,
at Føroyar vóru undir
fremmandum ræði. Ikki eitt
orð um, at fólkaviljin í Før-
oyum ikki er til at loysa.
Bara hetta jabbi um at danir
vóru harrafólkið, sum ikki
vildi geva føroyingum
frælsið sitt. Nú skal eg ikki
dylja fyri, at eg eri fyri at
Føroyar gerast eitt sjålvstød-
ugt og sjálvstyrandi sam-
felag. Eg eri fyri, at føroy-
ingar bera so í bandi, at
ríkisstuðulin verður burtur-
beindur. Men eg eri eisini
fyri einara demokratiskari
skipan í einum frælsum Før-
oyum. Eg eri fyri at vit skulu
hava politivald og dóms-
vald. Eg eri eisini fyri, at
børn mini kunnu fáa skúla-
gongd og læknahjálp. Eg eri
eisini fyri, at:tað lítla av
tilfeingi, sum er í Føroyum,
kemur øllum borgarum í
landinum til góða. Her eru
nógv mál, sum eg ivist í at
øll loysingarhuga eru samd
um. Og taka vit so við, at
tað eftir øllum at dóma ein-
ans er 1/4 av fólkinum, sum
vil loysing, hvussu kann ein
so skuldseta onnur enn Før-
oya fólk fyri at landið fram-
vegis er partur av danska
ríkinum? Hví ikki, ístaðin
fyri at nyta nógva orku í eini
roynd at geva dønum ringa
samvitsku (sum teir kortini
ikki fáa), royna at nyta kreft-
irnar heima í Føroyum? Hvi
royna Páll, Jóannes,
Tróndur, Zacharias og onnur
ikki ístaðin at fáa aðrar
føroyingar at trúgva uppá.
at loysingin ber til? Eg ræð-
ist loysingina, um virðingin
fyri vanligum demokrat-
iskum háttalagi er so lítil,
sum hon tykist at vera í
sonevndu lovsingarrørsluni.
Føroyingar i Noregi
Føroyingar og fólk vid til-
knýti til Føroyar hittast til
óformligan hugna fyrsta
leygardag í mánaðinum á
Kafé Asylet, Grønland 28.
i Oslo
Norsk-Færøysk Lag skip
ar fyri últakinum
Felagið hevur
tlf. #47 22 67 48 29
Hvat var av
vsarunum?
Endiliga fari eg at loyva
mær at undrast eitt sindur.
Tey árini eg havi verið í
útisetu, havi eg kent nógvar
lesandi landsmenn, sum
gjørdu stór krgv galdandi
mótvegis føroyskum mynd-
ugleikum. Eitt av stóru
málunum hevur verið at
skava so nógvar almennar
pengar inn undir seg, sum
gjørligt. Grundgevingin fyri
at biðja pengar hevur verið,
at um ikki lesandi útisetar
vóru mutradir við føroysk-
um pengum, tímdu teir ikki
at koma aftur til Føroya eftir
loknan lesnað, og soleiðis
fór landið at missa almikið.
Somu útisetar hava íkki
helmad í at geva føroyskum
politikkarum av grovfílini,
fyri væntandi dugnaskap.
Eg hevði tí væntað, at
nevndu útisetar, tá teir
komu aftur til landa, fóru at
bjóða seg fram, at gera ting-
ini ødrvisi. Men skamfåi, at
endað hesi fólkini í almenn-
um størvum, har tey grava
seg niður og halda fram við
at liva av ti, sum vanligi
arbeiðs- og fiskimadurin
dregur til landið.
Krev til teirra sum
kravdu!
Samanumtikið má sigast, at
eftir øllum at dóma er langt
eftir áðrenn føroyingar eru
politiskt búnir til eitt sjålvs-
stýrið, sum kann metast við
tey rundan um okkum. Men
um vit halda, at eitt albanskt
ella eitt russiskt demokrati
er nóg gott mál at seta sær,
so er íkki at bíða, men at
kappa beinavegin. Eg haldi
tó at rættast var, um allir
løg-, búskapar- og sam-
felagsfrødingarnir, sum før-
oyskir skattgjaldarar hava
givið bróst í lestrartíðini,
kvittaðu fyri við loksins at
seta sær sjálvum krav. Hetta
kundu teir gjørt við at nyta
lærdóm og hegni sítt í seri-
øsum politiskum arbeiði,
ikki sær sjálvum, men sam-
felagnum at frama. Hver
veit um ikki frælsið og loys-
ingin tá komu heilt av sær
sjálvum?
Keypmannahavn
09.01.1998
Jóanes N. Dalsgaard
Kristnastova
Birmavej 36, København S,
tlf. 31 55 18 09 /
fax 31 SK GI 49
Friggjakvøldid Kl. 20 er
kristiligur fundur
Sunnumorgunin kl. 11 er
samkomufundur vid breyð
bróting og sunnudagsskúli
kl. 12.30
Krisjan Dahl eftir langa
sjúkralegu. Krisjan gjørd-
ist bert 50 ára gamal, nú
hann slóknaði. Fyri góð-
um ári síðan gjørdist hann
sjúkur og kom ongantíð
fyri seg aftur. Fyri okk-
um, sum kendu Krisjan,
kom andlátið ikki óvart
á.
Krisjan kom í starv á
Sosialinum í januar 1984,
og undan tí hevði hann
starvast innan fiskivinnu
og byggiarbeiði frá
1964-68. í 1969 fór hann
undir lestur og í 1973—77
starvaðist hann í uttanrík-
ismálaráðnum. I 1977-—83
arbeiddi hann innan
fiskasølu og á Nordafar,
og í 1984 kom hann so í
starv sum fyritaksstjóri á
Sosialinum.
Nógvar = broytingar
vóru farnar fram á blað-
num. Blaðhúsið var nýtt
og somuleiðis nýggj
prentsmiðja. Tað var
tungt at fáa tølini at hanga
saman, men Krisjan var
áhaldin í sínum arbeiði.
Hann dugdi sera væl at
fáa ymsu starvsbólkarnir
á Sosialinum at sam-
starva, og hann var íkki
ein stjóri, sum var bang-
in fyri at smoykja upp um
armar. Krisjan var ein
sera tolin maður, og nú
tankarnir leita aftureftir,
so var hann kanska í so
tolin.
Tá kreppan kom, rakti
hon eisini Sosialin sera
meint. Fleiri av blødu-
num, ið Sosialurin prent-
aði, fóru á heysin, og
sum fyritaksstjóri nivdi
gongdin Krisjan sera
nógv. Hann var ein per-
sónur, sum ikki dugdi at
leggja arbeiðið eftir á ar-
beiðsplássinum, tá hann
hevði frí, og hinvegin so
vóru dagarnir ofta sera
— tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
danska tíð, á FM 107,1
anglais
í Aalborg
Lille Kongensgade 10B
9000 Aalborg
Tlf. 98 13 63 30
Húsið er opið
Mánadag. mikudag og
friggjadag frá kl. 17-19
Leygardag frá kl. 22-03
Fóroysk blað liggja
frammi, friggjadag eisini
DANNY TRANSPORT
Tlf. 19192
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sending-
in frå Odense Radio hoyrist
hvønn mikudag kl. 16.40,
langir, tí Krisjan fór sjåld-
an av blaðnum, fyri enn
tað var liðugt prentað og
koyrt út .
Men í 1996 kom blaðið
so undan, og Krisjan
kundi stoltur leggja ein
rokniskap, sum vísti eitt
yvirskot, fyri aðalfundin
I samrødu við Krisjan
beint ådrenn hann gjørd-
ist sjúkur, tosadu vit um
framtíðina hjá blaðnum,
og eg hevði viljað unt
Krisjani nógv góð ár aft-
urat, nú fruktirnar av tí,
sum hann var við til at
leggja lunnar undir, geva
úrslit.
Mínir tankar leita í
kveld til tykkara, sum
hava mist. Fyrst og
fremst til tín Karlu og
børnini Paulu, Fróða og
Svein, sum hava mist ein
góðan mann og pápa. Á
Sosialinum er saknurin
stórur, nú Krisjan ikki er
longur. Vit drípa hevur í
minninum um Krisjan
Dahl og vilja vísa teimum
avvarðandi djúpastu sam-
kenslu
Eyd6lv Dimon
Dagur og vika
Hvønn sunnudag kl
kórvenjing í håsinum
Hvønn týsdag er føroysk-
ur skúli fyri børn á Hern
ingvejskole
Í hellini á Filstedsvejens-
skole: Týskveld og hós-
kvøld hondbóltsvenjing fyrr
menn og kvinnur. Fríggja
kvøld kl. 18-20 innandura
fótbóltur
Nærri boð um tiltøk og
tíðir á tlf. 98 15 38 78
17
er