Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, Útgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820 > y i Jan Moller Rand lacobeon Eyðun Klakkstein, SPÅ Sosialurin Telefax. 14720 | Fyritaksstjóri Edvard Joensen Bústaður: nn Ár nr pia irðir olivant f | Lý sela: Áki Bertholdsen, Ljósmyndari: ostadr: Postsmoga 76, „olivant.fo | Internet: www.sosialurin.fo Jørð Hanns Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Búskapar-miseran í bakspegli Oddagrein STJORIN í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, leggur ikki fingrarnar í millum í eini samrødu, sum Berlingske Tidende endurgevur sunnudag- in i eini reportasju uppundir at bankakanningin veråur kunngjørd friggjadagin. BANKAS TJORIN skuldsetir óbeinleiðis undan- farnu leiðslurnar í bankanum fyri at hava lænt til vitleysar iløgur og fyri at hava verið við til »skatta- sirkussið<. Harafturat fáa fyrrverandi løgmenn- inir, Atli Dam og Jógvan Sundstein, eisini av at vita fyri buskapin í åttatiårunum JORN Astrup Hansen undrast eisini yvir, at Den Danske Bank lat sær allar tær vitleysu ílegurnar um seg ganga, samstundis sum peningur floymdi til landið, so umsetningurin í bankunum øktist 25 prosent ár um ár POLITIKKUR er at skipa dagsins samfelag og skipa tað til komandi tíðir. Men í politiska kjakin- um hoyrir eisini tað farna við. Partvíst fyri at fáa ymiskar hendingar ella vidurskiftini at hanga rætt saman og partvíst fyri at vísa á tað, sum >vit segdu- | FLEIRI år ávaraði Javnaðarflokkurin ímóti tí vitleysu rentuspekutatiónini. Fólk tóku lán, sum vórðu sett á bók. Innlánini góvu rentuinntøkur, samstundis sum rentuútreiðslurnar fyri lánið kundu dragast frá á sjálvuppgávuni, so skatta- rokningin minkaði munandi ella hvarv heilt. MEN bankastjórarnir - Hans Jorgen Larusen, Johan Simonsen, Niels Juel Nattestad, Stein- grím Nielsen og Regin Olsen - bedýraðu, at rent- uspekulation fór ikki fram. Tað var í ollum forum minimalt. Men tá tað endiliga eydnaðist Javn- aðarflokkinum at fáa aðrar flokkar at ganga við til at avmarka rentufrådråttarmøguleikan, mink- aðu knappliga bæði útlán og innlán einar tvær milliarðir, ti spekulatiónslánini vórðu >clearað<! UTTANLANDSLANINI, sum vóru við til at koll- sigla føroyska búskapin, fóru at floyma inn í land- ið longu í fyrru helvt í åttatiårunum. Javnað- arflokkurin ávaraði ímóti teimum undan valinum 1984, men landsstýrið, sum varð skipað fyrst í 1985, steðgaði tíverri ikki låntøkunum uttanlands. Tverturímóti vuksu tær, og iløgur og forbrúk vuksu ut um alt mark SJALVANDI kundi landsstýrismaðurin í fíggjar- málum talt saman so hvert, lán komu til landið, men vit mugu eisini ásanna, at vit høvdu hvorki landsbanka ella líkinda fíggjardeild í landsstýr- inum. Javnaðarflokkurin vísti ferð eftir ferð á, at neyðugt var við landsbanka fyri m.a. at stýra peningarenslinum og sum ráðgeva í peninga málum. Lóg um landsbankan varð samtykt í 1978, men bæði Sambandsflokkurin og Fólka- flokkurin settu fetur í spenni at stovna lands- bankan OG teimum á baki kom bergmálið í Føroya Banka: »Det er unødvendigt med en landsbanke. De opgaver, som landsbanken skal tage sig af, kan vi sagtens klare«. Hettå er eisini ein partur av »bakspeglinum« - og ein partur av sorgar- leikinum, sum bankar og figgingarfeløg i Dan- mark sanniliga læntu pening til Søsialurin Lesarabrøv Nakrir valtankar vid årsbyrjan Ni eru vit so skjót at áleggja okkara høvudsvinnu (fiski- vinnuni) ymiskar treytir. Her verdur serliga hugsad um góðsku fram um nøgd Siga vit nú, at hetta skal eisini verða galdandi fyri okkara hevuðsleikarar, sum ætla at bjóða seg fram i poli- tikki. Hvussu sær tað tá út? Her er ofta ein stór nøgd, men góðskan er rættuliga ivascm Skulu vit til at åleggja treytir, sum vit gera vid okk- ara høvudsvinnu, tað vil siga, góðsku fram um nøgd, so mugu vit til at hava færri valevnir enn higartil. Her má eitt loft setast. Her má hugburður broyt- ast Her má góðska telja fram um nøgd Prísin vilja vit gjalda, við einum betri tingi enn vit eiga í dag. Dia Ellindsson, tjóðveldismaður, Runavík Bjorn á Heygum og útróðrarmenninir Nakað fyri jól sá eg hesa fertu yvirskrift í Sosialinum Nú tonkti eg, at nú var onk- ur, ið skrivaði nakað gott um útróðrarmenninar, men gakk, nakað nógv verri ennn tað var fyrr. Eg sigi sum Bjarni Vestergárd Sostalinum eftir at hava fingið sovorðnan lort oman yvir seg eftir at hava róð út í meira enn 40 ár, tað er hart og so frå hasum manninum ! Hann biður okkum fara av landinum, tí vit eru ein byrða fyri samfelagið. Eru vit ein byrða, so er restin av flotanum størri byrða. Vit kunnu ikki sanerast, men tað blíva hinir so tað for- slær. Vit eiga okkara bátar og hefta fyri teir. Landið er uttanfyri. Men tað, ið alt snýr seg um, tað er minsta- lónin, ið koyrir alt á heysin Hvat fáa vit so! Millum 25.000 og 30.000 kr. í ein um ári upp á 12 mdr. til teir ið kunnu vera í bólkinum Tað hevði verið svangligt at róð út eftir tí. Tað hava vit ikki ráð til. Men tað er kanska meiningin at fáa okkum á heysin. So verður meira í tykkara part. Tí tað er gamalt: verri stendur til meira fáa tit. Nei, Bjørn á Heygum! Vit fara ongan veg. men um tú og lands stýrismaðurin í fiskivinnu málum einki annað hava at gera, uttan at jagstra okkum, so er betur, at tit flyta í morgin sum ein annan dag, og tak allar av sama slag við, so eru tit færri at fáa, tí til útflutnings geva tit einki Eg vil takka Bjarna Vest ergård fyri greinina, ið hann skrivaði, hann veit hvat hann tosar um. Og til Hen- rík Old: Hatta uppskotið hjá tær er á leið, fá tað sam- tykt, so verður frægari hjá okkum Møguleikarnir hjá okkum eru vónleysir sum er, vit standa og hyggja at B-fiska- runum, meðan teir rógva út sum teir vilja, tí teir hava fleiri dagar at fiska í, nú teir eru so fáir f tali; tí teir eru komnir upp til okkum at býta sama dagatal, ið var áðrenn teir komu. Hvar er logikkurin? Nei, latið okk- um fáa somu sømdir sum restin av flotanum, so kunnu tit hava bæði studn ing og minstulgn, so eru allir líka fyri Hvat siga fakfólkini til, at løgtingsmadur biður fisk ararnar ryma! Er eingin reaksjón! Eg vænti at sam bandsmenninir verða fáir til næsta val og kanska fólka- flokkurin við. Tað hopi eg R.J. 4. januar 1998 Zacharias Wang og Lógin Zacharias Wang vil kollvelting í Fóroyum!!! Zacharias Wang eigur ein stóran part av tí, sum stend ur í Sosialinum 13.01.98 Tað skal hann eiga, at sjáld- an fyrr hevur hann lagt so greitt fyri ein dag, hvat tað er hann ætlar. Zacharias Wang vil kollvelting í Før- oyum!!! Zacharias og fólkarætturin Sum so mangan áður nemur Zacharias Wang við Ber- genssátmálan, sum er frá miðju 15. øld. Zacharias heldur uppå, at tess vegna hesin sáttmálin ongantíð er formliga broyttur er hann framvegis í gildi, og at ver- andi tilknýti til danska ríki tí er uttan lógligt grundar- lag. Hetta er tvætl. Fólka- rættarliga er Heimastýris- lógin lógligt grundarlag undir Føroya stóðu í ríki num. Hetta er so, hóast statsrættarserfrødingar seta spurnartekin við, hvert danska grundlógin í 1948 heimilaði Fólkatinginum at geva Føroyum heimastýri Men tá Grønland fekk sina skipan i 1979 var eingin sum hevði kunna brúkt grundlógina sum argument ímóti Skal lógin ráða ella tæna Hóast grundlógin í sínum skrivaða teksti ongastaðni heimilar Fólkatinginum at seta heimastýri á stovn, so samtykti Fólkatingið kortini at seta slíka skipan í verk í Føroyum í 1948. Eingin hevur stevnt fyri grundlóg- arbrot í hesum sambandi, og tískil er lógin framvegis í gildi. Í 1979 var tí íkki neyðugt at skeita eftir grundlógini, í tann mun spurningurin snúði seg um, hvort Fólkatingið heyði rætt til at seta heimatýri á stovn í Grønlandi ella ikki. Hesin spurningur var avgjørdur igjøgnum praksis, soleiðis at skilja, at tå skipanin kundi setast í verk í Føroy- um, so kundi hon eisini set- ast í verk í Grønlandi. Og eingin hevur stevnt fyri grundlógarbrot í hesum sambandi heldur. Tað er hetta, sum Zaharias Wang ikki vil viðganga. Hann krevur at lógarinnar tekstur verður fylgdur orð fyri orð Hann krevur at lógin ræður Login er ikki fullkomin Danski løgfrødingurin Peter Høilund umrødur í bók síni »Den forbudte retsfølelse« hesa fatan, sum Zacharias er talsmadur fyri. Nidur støda hansara er, at um vit lata lógarinnar bókstav vera avgerandi fyri hvussu vit skipa okkum, so enda vit í einum fullkomnum tóma, har okkara menniskjansligu eginleikar eru burtur. Lógin er til fyri okkara skyld og ikki øvugt. Peter Høilund vísir á fleiri Hægstarættar- dómar bæði í Noregi og í Danmark, har dómararnir hava skúgva lóggávuna til viks, tí at hon, eftir tærra tykki, ikki hevur veitt borg- arunum ta trygd, ið lóggáva sum so er ætlað at geva Fyri hesar dómararnar er ein rættvísi omanfyri lógarinnar bókstav, soleiðis at skilja, at lógin er ikki fullkomin Zacharias og frælsið Men fyri Zacharias er lógin fullkomin. Og einki broytist í 500 ár. Vit skulu lata okk- um stýra og ráða av avgerð- um, tiknar av monnum, ið hava verið deyðir í 500 ár! Er hetta ikki kúgan, so veit eg einki. Keypmannahavn 13.01.1998 Jóanes N. Dalsgaard NSS