Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Vit skulu krevja betri sómdir frá norðmonnum í fiskivinnumålum, afturfyri at norsk- ar fyritøkur kunn- u fåa sømdur i eini møguligari, føroyskari olju- vinnu AKIl BERTHOLDSEN — Føroyingar fåa ongar sum helst sømdir frå norðmonn- um å fiskivinnuøkinum. — Tvørturim6ti visa teir enntá størri illvilja ímóti okkum, en nteir vísa ímóti øðrum. — Hví skulu vit so geva norðmonnum sømdir í eini møguligari oljuvinnu í Før- oyum. Jákup Sólstein, formaður- in í Føroya Reiðarafelag, er sera illa nøgdir við ta við- ferð, føroyingar fáa frå norðmonnum á fiskivinnu- økinum. Hann heldur, at vit fåa so ringa viðferð frå norðmonn- um, at tað er neyðugt hjá okkum at brúka øll argu- ment, vit hava fyri at fáa betri sómdir frá norðmonn- um. Tí heldur hann, at vit eiga at gera norðmonnum greitt, at taka teir ikki betri partar fyri seg í fiskivinnusam- starvinum við føroyingar, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir frá føroyingum í eini møgulig- ari oljuvinnu her. Fara illa vid føroyingum Jákup Sólstein sigur, at norðmenn hava altíð verið harðir ímóti føroyingum. Men tað er serliga sein- asta hendingin, tá ið teir her- fyri ikki vildu sleppa Sverra Ólasyni at fiska undir Nor- egi av eini kvotu, føroying- ar áttu, sum hevur lopið ilt í formannin í Reiðarafelag- num. ; Táið Sverri Olavson ætl- aði sær undir Noreg at fiska av føroysku kvotuni har, noktaðu norðmenn honum at fiska, tí skipið hevði fisk- að í Smoguni tá ið íslend- ingar áttu hann. So gjørdi tað ikki mun, at tað nú vóru tað føroyingar, sum áttu skipið. Formaðurin í reiðarafel- agnum sigur, at hann krevur ikki, at norðmenn skulu geva føroyingum nakað fyri einki. — Men sannleikin er, at | teir hava altíð verið sera tvørir at hava við at gera, | | — Eg haldi, at vit áttu at gjórt norðmenn varugar við, at so leingi teir fara so illa við fóroyingum, sum teir gera, skulu norskar fyritókur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serliga sómdir í eini møguligari, føroyskari oljuvinnu, sigur formadurin í reiðarafelagnum og hava vist ein illvilja í- móti okkum, sum teir ikki vísa ímóti gðrum tjóðum. — Ti sannleikin er, at sam- stundis, sum norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni t fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir. — Somuleiðis hava norð- menn eisini keypt fyrrver- andi Smogu-trolarar úr Ís- landi og teir sleppa eisini at fiska. Formaðurin í reiðarafel- agnum sigur, at hann veit ikki, hverjar sómdir vit eiga at krevja frá norðmonnum. — Men vit eiga í hvussu so er at krevja somu sømdir sum Týskarar. — Og táið týskarar kunnu sleppa at fiska undir Noregi við Smogu-trolarum, teir hava keypt úr Íslandi, skuldi tað sama verið galdandi fyri okkum. Men táið til stykkis kom, fekk Sverri Ólavson altso durafjórðingin, men týsku trolararnir vorðu bjóðaðir inn um. Jákup Sólstein sigur, at hann dugur bara at finna eina frágreiðing uppá, hví norðmenn settu Sverra Ólavson á svartalista, men lótu teir týsku trolararnar sleppa inn um: — Teir tora ikki at seta seg uppímóti stóra, máttmikla Tysklandi við øllum ES í rygginum. Tå er lættari at knúlva eina smátjóð sum okkum. Annars heldur hann, at tað er heilt óhoyrt at seta eitt skip á svartalista. — Tú kanst seta ein reið- ara, ella eitt land á svarta- lista, men ikki eitt skip. Brúka olju at trýsta við Formaðurin í Reiðarafelag- num er so argur inn á norð- menn, at hann heldur, at før- Oyingar eiga eisini at seta norðmonnum krøv, har vit kunnu. — Higartil hevur sam- starvið ímillum okkum og norðmenn bara verið um fisk. — Vit eiga at at víðka hetta samstarvið til at fevna um onnur gki eisini, t.d. um ein- a møguliga oljuvinnu í Før- oyum. — Nå oljuvinnnan stendur fyri durum, eru noråmenn eisini av álvara uppi í kapp- ingin um at sleppa framat trognum. — Men eg veit ikki, hví teir skulu halda tað vera so sjálvandi, at norskar fyri- tøkur skulu sleppa framat oljuni í Føroyum, sam- stundis sum teir vísa slíkan illvilja ímóti føroyingum á fiskivinnugkinum, sum teir gera Hann sigur, at føroyingar heilt avgjørt eiga at gera norðmonnum varugar við at taka teir ikki annað skinn um bak, skulu norskar fyri- tøkur heldur ikki vænta sær nakrar sømdir í eini kom- andi, føroyskari oljuvinnu Men hann sigur, at skal nakar gera tað, má tað verða landsstýrið Hann leggur afturat, at málið er ikki umrøtt í reið- arafelagnum. Og hann veit heldur ikki, um felagið fer at heita á landsstýrið um at taka olj- una í brúk sum våpn at kroysta norðmenn við Men hann heldur heilt av- gjørt, at hetta er eitt mål, sum vinnufeløgini á sjónum eiga at taka upp. Hann heldur, at tað hevði ikki verið órímiligt, at oljan kom ai viga eitt sindur í samstarvinum við norð- menn. Vit eru nú komnir í tað stóðu, at norðmenn hava minst líka stóran áhuga í at halda seg væl við føroying- ar, sum vit hava at halda okkum væl við teir. Og tann møguleika eiga vit at brúka. Sjálvur hevur hann onk- untíð borið hetta fram tá ið hann hevur hitt norðmenn privat. Men hvørja viðmerking hann hevur fingið frá norð- monnum, vil hann ikki út við. Fyrireika endurgjaldskrav fyri arbeiðssteðgin fríggjadagin Arbeiðsgevarafel- agið ætlar at stevna fakfeløg- unum eftir endur- gjaldið og er far- ið at kanna, hvussu nógv ar- beiðssteðgurin kostaði Aki BERTHOLDSEN Fyri trimum vikum síðani gjørdi Vilhelm M. Johann- esen, formadur i Føroya Ar- beidsgevarafelag, pura greitt í Sosialinum, at ar- beiðsgevarar fóru at stevna fakteløgini eftir endurgjaldi fyri hvørt oyra, teir mistu, um verkfall bleiv av einum Osemju, teir onga åvirkan høvdu á. — Kunnu virkini skjalprógva, at arbeiðssteðgurin fríggja- dagin kostaði teimum pengar, verður endurgjaldskrav reist ímóti fakfelógunum, sigur Jan Mortensen, skrivari hjá Føroya Arbeiðsger arafelag Nú er greitt, at hetta vóru ikki tóm orð. Fríggjadagin fóru eini 15 fakfeløg við umleið 16.000 limum í 24 tíma arbeiðs steðg fyri at mótmæla figgj arpolitikkinum hjá lands- stýrinum. Og nú eru arbeiðsgevar- arnir longu farnir at fyri- reika seg til eitt endurgjalds- krav. Jan Mortensen, skrivari hjá Føroya Arbeidsgevara- felag, sigur, at felagid er farið at kanna hjá nøkrum arbeiðsgevarum, hvussu roknistykkið fyri fríggja- dagin sær út — Vit hava tosað við nøk- ur virki, sum vóru rakt av arbeiðssteðginum og biðið tey kanna eftir, um tey kunnu prógva, at arbeiðs- steðgurin førdi til, at tey mistu pengar Hann sigur, at kunnu ar- beiðsgevararnir prógva tap av arbeiðssteðginum, verð ur endurgjaldskrav lagt í móti fakfeløgunum Men hann leggur afturat. at skal talan verða um end urgjaldskrav, er neyðugt við einum væl prógvaðu missi Og so er spurningurin, hvussu stort tapið er — Arbeiðssteðgurin var beint eftir nýggjár; og tað er ein spurningur, hvussu stóran miss fiskakeyparar t.d. hava havt av arbeiðs- steðginum, tí nógvir bátar vóru ikki út aftur farnir eftir høgtidina, og aðrir, sum vóru farnir, vóru ikki lidnir við túrin, sigur Jan Mort- ensen Hevdi talan verið um eina vanliga viku, hevði málið verið rættiliga upplagt Í fyrstu atløgu eru tað fiskakeyparar, Arbeidsgev arafelagid hevur spurt, um teir kunnu skjalprógva figgjarligan miss av ar beiðssteðginum Tad eru eisini onnur virki i Føroyum, men vit hava fyrst vent okkum til teir arbeidsgevarar, sum tað er mest upplagt at kanna