Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 14. JANUAR 1998 Politisk viðgerð tíðindablaðið SONIM av undirsiovar- tunnlinum vantar — Mangan verður grinið eftir teimum, sum samtyktu útbyggingina á Gomlu Rætt - uttan at vita, hvat varð samtykt. Tað sama skal ikki henda við undir- sjóvartunnlinum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki ivast i, at fasta sam- bandið um Vestmannasund verður veruleiki Í AO Teir kanna útreiðslurnar á fíggjarlógini... Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er púra greitt, at verður flogvøllurin fluttur og eingin undirsjóvartunnil gjørdur, so verður galið í Vágum, og tað vil hann ikki standa modell til EIRIKUR LINDENSKOV — Loysnin, sum samgongan er komin ásamt um viðvíkj- andi undirsjóvartunlinum, er eingin loysn. Tað var hetta, sum eg vísti á í samrøduni við Sosialin 6. januar, sigur Jóannes Eid- esgaard, sum fyrrakvøldid var á fundi í Vága Javnað- arfelag, eftir at umboð fyri felagið vístu sína ónggdi við tað, sum Jóannes Eides- gaard, formaður Javnaðar- floksins segði í nevndu samrødu í Sosialinum. — Eg haldi, at tad er sera løgi, at tingmenn fåa seg til at samtykkja eitt prosjekt, sum teir als ikki kenna. Har eru so nógvir smålutir, sum vit, sum ikki vóru tingmenn í 1988, ikki vita nakað sum helst um. Tað kann ikki vera rætt at taka eitt tíggju ára gamalt prosjekt fram - og samtykkja tað, uttan at nøkur verulig politisk viðgerð fer fram, sigur Jóannes Eidesgaard Prosjektið og kostn- aðarmeting mugu dagførast Jóannes Eidesgaard held- ur, at skal undirsjóvartunn- ilin gerast, so eigur tað at vera ein samgonga, sum samtykkir tað í byrjanini av valskeiðnum — Tað er sera umráðandi, at allir tingmenninir tá eru tryggir við tað, teir sam- tykkja, sigur hann. — Spyr onkur meg, hví tunnilin skal fara niður í Leynum, so kann eg als ikki svara. Spyr onkur, hví vit ikki heldur gera eina byrg- .ing, so kann eg heldur ikki svara, tí eg havi ikki verið við til eina politiska viðgerð av málinum. — Og tað er rættuliga grundleggjandi, skulu vit verða trygg við eina avgerð, vit taka. Jóannes Eidesgaard legg- ur afturat, at í dag verður ofta grinid eftir tingmonn- um, sum samtyktu bygging- ina av Gomlu Rætt — uttan at vita, hvat tað var teir sam- tyktu. Eg haldi ikki, at tað er rætt, sigur Jóannes Eides- gaard. Hann leggur eisini afturat, at stór útskifting hevur farið fram á tingi, síð- ani málið varð samtykt í 1988, og at í dag eru bara 12 tingmenn eftir, sum sótu tá. Hinir 20 tingmenninir eru valdir síðani, og hava tí ongantíð verið við ul at vid- gjórt málið um undirsjóv artunnil Skulu bert gera fáar stórar ílegur Men Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at fasta sam- bandið um Vestmannasund kemur. Men vit mugu sláa okkum til tols við, at hetta fer at taka nøkur ár. Hann leggur eisini dent á, at tað má vera ein samd sam- gonga, sum fer undir hesa ætlan - tíðliga í einum val- skeiði. Hann sigur eisini, at tað er sera umráðandi at gera sær greitt, at tá farið verður undir hetta arbeiðið, so má okkurt annað bíða. — Vit mugu gera nakrar fáar stórar iløgur í senn, heldur enn at alt koyrir við lágumblussi, sigur hann. Tryggja at allir partar viðgera málið Annars sigur Jóannes Eid- esgaard, at fundurin við Vága Javnaðarfelag var góður. — Vit hava ikki skift stóðu síðani 1988, tá Javnaðar- flokkurin var heitasti tals- maðurin fyri undirsjóvar- tunlinum, men vit vilja bara tryggja málinum, at tað fær réttu politisku viðgerðina Ein vánalig viðgerð nú kann lættliga føra til, at einki hendur. Jóannes Eidesgaard sigur, at málið seinastu tíðina hev- ur fingið eina undarliga við- gerð. Hann heldur eisini, at Sámal Petur í Grund loypti varg í málið við marghátt- ligu framferðini, hann nýtti. Málsviðgerðin er ikki saklig - tverturímóti tykist hon hysterisk. — Tad er løgid at hugsa sær, at serliga tann flokk- urin, sum steðgaði prosjekt- inum í 1989 og hevði hug at steðga í 1992, nú skal vera heitasti talsmaður. — Men koma vit í sam- gongu, fara vit at taka málið upp til politiska viðgerð, og vit fara eisini at tryggja, at allir partar fáa møguleika at viðgera málið á ein seriøsan hátt. Tunnilin tongdur at flogvellinum Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at málið um undir- sjóvartunnilin eigur at kunna viðgerast uttan at flogvøllurin verður drigin upp í málið. Hann viðgongur tó, at málini eru tongd at hvør ødrum - men at tey ikki neyðturvilig hanga saman - Men tað er púra greitt, at verður flogvøllurin flutt- ur, og verður eingin undir sjóvartunnil gjørdur, so verður heilt galið í Vágum, tí tá verður Vágoyggin av sønnum >tann gloymda oyggin« — og tað kunnu vit ikki standa modell til, sigur Jóannes Eidesgaard Luitjen Apol, sum á tingfundi í dag verður ting- maður fyri Verkamannafylkingina - Eg kundi ikki funnið upp á at stuðlað Fólka- flokkinum Sigur Luitjen Apol, sum í dag tek- ur sæti á tingi fyri Verkamanna- fylkingina. Nú verður Oli Jacob- sen í minnalutanum hjá VMF EIRIKUR LINDENSKOV — Tað er fullkomiliga klárt, at eg hevdi havt samvitskutrupulleikar, um eg nú fór at stuðla Fólkaflokkinum - ella í heila tikið eini borgarligu samgongu. Hetta sigur Luitjen Ap- ol, sum í dag tekur sæti á tingi - umboðandi Verka- mannafylkingina.. — Tað var greitt aftan á valið í 1994, tá Javnað- arflokkurin misti helm- ingin av sínum ting- monnum, at vit, sum stóðu aftan fyri Verka- mannafylkingina høvdu sum endamál at halda Fólkaflokkinum uttan fyri ávirkan. Nógv av teimum, sum stovnadu Verkamannafylkingina, vóru fólk, sum vóru mis- nøgd við, at Javnaðar- flokkurin saman við Fólkaflokkinum rak fólk- aflokspolitikk, sigur Lu- itjen Apol Sunnudagin gjørdust hann og Kristian Magn- ussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamanna- fylkingina í 1994, samdir um, at Luitjen Apol skal hava sæti á tingi restina av hesum valskeiðnum hóast hann fer í hin partin hjá Verkamannafylking- ini á tingi Luitjen Apol dylur ikki fyri, at hann ætlar sær at arbeiða saman við Inge borg Vinther Hetta fer so eisini at føra við sær, at tað verður okkara partur, sum fram yvir fer at hava framsøg- umann vegna Verka mannafylkingina, sigur hann Síðani Verkamanna fylkingin = skrædnaði, hevur parturin hjá Ola Jacobsen og Kristiani Magnussen havt fram- søgumannin á tingi, meðan Ingeborg Vinther - hóast dóm fyri at um- boða Verkamannafylk- ingina - ikki hevur slopp- ið at verið framsøgumad- ur Luitjen Apol er ikki sért spentur at fara á ting — Hetta er ein spenn- andi tíð. Fyrst verður tað bankakanningin, og síð- ani stýrisskipanarligu viðurskiftini millum Før- oyar og Danmark, sum eg sleppi at viðgera. Tað er eg sera spentur uppá, sigur hann. Nýggi tingmaðurin fyri Verkamannafylking- ina er timburmadur, og saman við einum ødrum smíðar hann. Hann hevur tvær ferðir stillað upp til val fyrr. Fyrru ferðina fyri Sosialistiska Loys- ingarflokkin í 1990 og seinnu ferðina fyri Verk- amannafylkingina i 1994. — Eg fari sjålvandi at møta å tingi, tå eg skal, men eg fan framvegis at smida, sigur hann Luitjen Apol sigur um seg sjålvan, at hann bædi liggur å vinstraveingi- num í politikki og á loys- ingaveinginum. Ert tú tann mest vinstrasinnadi á tingi? Ja, tað rokni eg við Luitjen Apol, sum ongan klædning eigur at fara í il ungfundin í dag, væntar ikki, at hann fer at taka orðið á fyrsta fundinum Eg má fyrst seta meg inn í tingini, sigur hann