leygardagur 3. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
EIRIKUR LINDENSKOV
Tíggju føroyskir prestar
gera nú greitt, at teir ikki
góðtaka skásett paralag
millum menn ella kvinnur.
Teir vísa á, at hjúnalagið
Minnilutar hava frið at liva
í borgarliga samfelagnum
Tríggju føroyskir prestar gera greitt, at teir ikki góðtaka ella útinna skrásett
paralag ella at kirkjur í teirra prestagjaldi skulu kunna nýtast til slíkt endamál
millum mann og kvinnu er
gudgivið og av Gudi signað.
Teir vísa eisini á, at »skrá-
sett paralag« er rættindi,
sum heimilað er í Danmark,
men ikki í Føroyum.
Síðani fýra føroyskir
prestar noktaðu tveimum
donskum bispum at prædika
í Vesturkirkjuni í Havn og í
Christianskirkjuni í Klaks-
vík, hevur mikið rok verið
innan kirkjuna. Prestar eru
beinleiðis skírdir at prædika
ranglæru, og herfyri varð
noktað sóknarprestinum í
Vesturkirkjuni atgongd til
ungdómsmøti í Meinig-
heitshúsinum í Havn.
Heri Joensen hevur kravt
umbering fyri hetta, og nú
Løgreglan á herferð eftir rúsevnum
Sivilklæddir løgreglumenn løgdu tveir mans í hondjørn mitt á gøtunií Klaksvík mikukvøldið. Síðani eru fýra hús
rannsakað fyri rúsevni, og tvey fólk eru varðhaldsfongslað í málinum
Eitt vælmannað løgreglulið
úr Havn og Klaksvík var
mikudagin og hósdagin á
rættiligari herferð eftir rús-
evnum í norðoyggjum.
Sivilklæddir løgreglu-
menn løgdu tveir mans í
hondjørn mitt á gøtuni í
Klaksvík mikukvøldið, og
fýra hús í Klaksvík og
Hvannasundi vórðu rann-
sakað av 10 løgreglumonn-
um og hundi.
Tvey fólk eru nú varð-
haldsfongslað fyri brot á
lógina um rúsevni.
Grundlógaravhoyring
var fyri afturlætnum hurð-
um í Føroya Rætti hós-
kvøldið, og Bergleif Brim-
vík, leiðari á kriminaldeild-
ini, heldur kortini tætt inn
at kroppinum.
Ein var leyslatin
Hann vil ikki siga, hvussu
stóra mongd av rúsevnum,
løgreglan hevur fingið
hendur á, og hann vil held-
ur ikki siga, um talan er um
hassj ella onnur rúsevni.
Men fólkini eru skuldsett
fyri at hava flutt fýra kilo
av hassji inn til Føroya.
Trý fólk vóru grundlóg-
aravhoyrd hóskvøldið, men
ein maður varð leyslatin, tí
rætturin metti ikki, at nóg
góð prógv vóru fyri at varð-
haldsfongsla hann. Hann
varð skuldsettur fyri harð-
skap og fyri at hava roynt
at flutt LSD inn til Føroya.
Kvinnan var varðhalds-
fongslað í tríggjar vikur,
harav tvær í isolatión. Og
maðurin var varðhalds-
fongslaður í tvær vikur.
Hann skal sita eina viku í
isolatión.
ek
gera hann og níggju aðrir
føroyskir prestar støðu sína
greiða í hesum máli. Stað-
festing teirra er soljóðandi:
Nú vit verða søgd at fara
lætt um Guðs heilaga orð
og harvið lata dyrnar upp
fyri kirkjuligari »marker-
ing«/vígslu av skrásettum
paralag, er at viðmerkja:
1) Hjúnalagið millum mann
og kvinnu er gudgivið og
verður av honum signað.
Eisini vísir skriftin á møg-
uleikan at liva stakur. Hesir
lívshættir eru rættir og sann-
ir.
2) Skrásett paralag eru
borgarlgi rættindi t. d. í
Danmark. Í Føroyum er ikki
lógarheimild fyri skrásett-
um paralag.
3) »Markering«/vígsla av
skrásettum paralag verður
høvrki góðtikin ella útint av
mær. Ei heldur verða kirkj-
urnar í prestagjhaldinum, eg
varði av, við mínum vilja
latnar øðrum til nevndu
tænastu.
4) Meti, at minnilutar, ið
víkja frá míni egnu fatan,
eiga at fáa frið og náðir at
liva í tí borgarliga samfel-
agnum. Øll menniskju hava
sama virði. Frávik í átrúnað
og siðvenju eru borgarlig
rættindi.
5) Í kirkjuna eru øll væl
komin at hoyra evangeliið
um Guðs fríu frelsu í trúnni
á Jesus Krist og fullgjørda
verk hansara á Golgata.
6) Ásanni, at eg í trúnni á
Jesus Krist livi av náði. Biði
lívsins Guð um, at eg sum
prestur má vera eitt gott
menniskja og vísa Kristi
sinnalag. »Tollara og synd-
arar« eru vælkomnir allar
staðir, har eg sjálvur havi
nakað at siga.
Skrivað á Gjaranesi hin 30.
mai 2000
Heri Joensen
Elsa Funding
Jónsvein Bech
Bjarni Bæk
Jákup R. Hansen
Meinhard Bjartalíð
Dávid Johannesen
Emil Olsen
Uni Næs
Jógvan Fríðriksson
Teir tíggju prestarnir:
Heri Joensen, Elsa Fund-
ing, Jónsvein Bech, Bjarni
Bæk, Jákup R. Hansen,
Meinhard Bjartalíð, Dávid
Johannesen, Emil Olsen,
Uni Næs og Jógvan Fríð-
riksson gera greitt, at teir
ikki taka undir við, at
»skrásett paralag« verður
góðtikið av teimum ella
fær rúmd í kirkjum í teirra
prestagjaldi. Teir halda tó,
at minnilutar, ið víkja frá
prestanna fatan, eiga at
fáa frið og náðir at liva í
tí borgarliga samfelag-
num. Øll menniskju hava
sama virði. Frávik í átrún-
að og siðvenju eru borgar-
lig rættindi, siga teir
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Juni – ein hending-
aríkur mánaður
Tíðin, sum vit nú ganga á møti, verður vanliga
millum fjølmiðlafólk kallað agurkutíð, tí tá gera
fólk seg so smátt út til at fara í feriu, tá lata ymsir
stovnar aftur ella minka um sítt virksemi, eitt nú
leggur løgtingið niður sítt arbeiði, ja tað er tann
tíðin, tá steðgað verður eitt sindur á og nógv
virksemi líkasum fer í dvala. Men taka vit hend-
ingarnar í farna mánað, og tær sum standa fyri
framman, so er nógv, sum bendir á, at tað verður
eingin agurkutíð á hesum sinni. Í hvussu er verður
hon nakað útskotin.
Stóru málini hesar seinastu dagarnar hava verið
trupulleikarnir í kirkjuni, stríðið um postverkið og
so tann óhugnaliga skjótihendingin í Klaksvík, alt
mál, vit fara at hoyra nógv meira til komandi dag-
arnar. Men haraftrat standa nógv onnur stór mál á
skránni, eitt nú 1000 ára haldið fyri krsitniboðanina
í Føroyum og harvið eisini drotningavitjanin, eitt
mál, sum fer at fáa stóra umrøðu í miðlunum.
Eitt annað stórmál eru samráðingarnar við donsku
stjórnina. Her er talan um enn eitt umfar í samráð-
ingunum, og sum skilst eisini eitt sera avgerandi
umfar, nú báðir partar hava sett fram krøv og ynski
síni. Grein 19 nevndin hjá løgtinginum er júst liðug
við sítt arbeiði, og hetta er eisini eitt stórt og
álvarsligt mál. Tingið verður so innkallað fyrsta
dagin at umrða eykajátttan til postverkið. Tá hugs-
að verður um, hvussu ósamdir landsstýrisflokkarnir
hava verið í hesum máli, so má roknast við lívligum
orðaskifti.
Enn eitt politiskt mál er »Signar á Brúnni kanning-
in«. Tjóðveldisflokkurin hevur kravt, at hetta málið
verður kannað, men tað er greitt, at nú spurn-
ingurin um fullveldi og samráðingar við danir er
so aktuelt, og formaður Tjóðveldisfloksins er so
nær tengdur við hetta mál, so neyvan er væntandi,
at hann heldur fram at røkja starvið sum lands-
stýrismaður í menta- og útbútgvingarmálum. Tað
hevur ljóðað, at onkur verður settur í heita sessin
hjá Signar á Brúnni fyri at avlasta formannin, sum
sjálvandi er illa sperdur at skula umsita ein tann
heitasta sessis samstundis sum hann skal taka
sær av samráðingunum við danir. Og neyvan er
hugsandi, at formaður Tjóðveldisfloksins er fegin
um at skula sita í hesum heita sessinum, nú tá
útlit eru til, at eyma málið um Kirkjubømúrin aftur
er komin fram. Man ikki formaður Tjóðveldisfloksins
vilja sleppa sær úr hesum sessin meðan gott er, tí
tað kann hugsast at koma honum aftur um brekku,
um hann sum formaður floksins skal til at skera
ígjøgnum í einum máli, sum liggur mitt í hjartanum
á tjóðveldisins háborg. Men kemur annar persónur
í henda sess nú, so merkir tað væl, at flokkurin
med alla hevur sagt Signar á Brúnni farvæl í
landsstýrinum.
Onnur mál, sum vit fara at hoyra meira til komandi
dagarnar, er m. a. vegagerðin til Vágatunnilin, sum
varð reist í Sosialinum herfyri. Har er neyvan sein-
asta orð sagt. Eisini eitt annað stórmál er nýtslan
av rúsandi evnum so sum hassji og uppaftur
sterkari evnum í Føroyum. Men sum rossinan í
pylsuendanum so hevur víðgongdi umhvørvis-
maðurin, Paul Watson, sagt frá, at hann kemur til
Føroya í juni. Eisini europameistarakappingin í
fótbólti verður í næstum, og tað er so eisini nakað,
sum nógvir føroyingar fara at fylgja væl í. Og so
verður eisini sett hol á stevnurnar, har tjóðarítrottur
okkara, róðurin, verður í fokus. Tí bendir alt á, at
vit fáa ein sera hendingarríkan mánað.
Viðmerking:
Vit harmast um blaðskriv-
ingina seinastu tíðina, sum
Meinigheitshúsið er drigið
uppí.
Øll eru hjartaliga væl-
Yvirlýsing frá Meinigheitshúsinum í Havn
komin til øll tiltøk í Mein-
igheitshúsinum. - Eingin er
útihýstur!
Vit vilja eisini siga frá, at
vit ikki vilja fara út í alment
blaðkjak. Øll, ið hava spurn-
ingar, eru hjartaliga væl-
komin at venda sær til stýr-
ið.
Vinaliga:
Stýrið fyri Meinigheits-
húsið í Havn
Húsagøta 1
100 Tórshavn
Kunngjørt verður at okkara høgt elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
OSLA JOENSEN,
Toftir, ættað úr Trongisvági
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 30.mai,
77 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum,
Tórshavn, leygardagin 3. juni kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin
kl. 14.
Familjunnar vegna
Edith og Regin
✝
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at pápi okkara
ÓLAVUR LAMBAA
andaðist á Landssjúkrahúsinum 30. mai, 72 ára
gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
leygardagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin
kl. 14.00
Elin og Ingun
✝
Fólkatónleikarabólkurin
„Piniartut“,ið merkir veiði-
menninir ella tann ið veiðir,
varð settur á stovn á várið
ár 2000. Hetta varð gjørt
sum liður í einari veiði-
mentaverkætlan. Stigtakar-
ar eru norðurlandahúsini í
Føroyum, Reykjavík og
„Nordens Institut i Grön-
land“.
Tey sum spæla við eru
Tellu Virkkala och Ville
Kangas, úr Finnlandi, Anda
Kuitse úr Grønlandi og
Kristian Blak úr Føroyam.
Anda Kuitse heimskendur
trummudansari úr Tassiilaq,
sum liggur í Eysturgrøn-
landi. Hann hevur m.a. inn-
spælt eina fløgu saman við
Kristian Blak, fløgan kallast
„Addeq“. Tellu Virkkala, úr
Finnlandi, ið júst kemur aft-
ur av konsertfer í Grønlandi,
hevur við sær til Føroya
finnan Ville Kangas. Bæði
arbeiða sum yrkisfólkatón-
leikarar í Finnlandi og hava
gingið á „folkmusikavdel-
ingen á Sibelius-Akademi-
num“. Hartil er so Kristian
Blak sum ídag er ein sera
viðurkendur fólkatónleikari
bæði í Føroyum og uttan-
lands.
Fyrstu fer at bólkurin Pin-
iartut er saman, er nú í Før-
oyum. Komandi vikuskifið
fara tey at venja saman í
nakrar dagar. Í hesum sam-
bandi vera tvær konsertir.
Tann fyrsta verður í Forn-
minnissavninum í Klaksvík,
leygardagin, kl. 17.00 og
tann seinna sunnudagin 4.
Juni, kl. 16.00 í Norður-
landahúsinum.
Ætlanin er, at Piniartut
skal spæla inn eina fløgu
komandi heyst. Tónleikurin
skal m.a. nýtast til eina ljós-
myndarøð, ið snýr seg um
veiðimentan í Grønlandi.
Tvey íslendskt myndafólk
fara at taka myndir av veið-
imonnunum í Grønlandi.
Á konsertunum í Føroy-
um fer bólkurin at nýta upp-
runa finsk och grønlendsk
ljóðføri, sum verða blandaði
við ymiskum ljóðeffektum.
Piniartut í Klaksvík
og Tórshavn
Bólkurin fer at spæla bæði
nýggjan og gamlan fólka-
tónleik frá teimum ymsu
londunum, sum tónleikarnir
umboða.
Sunnudagin 4. Juni hevur
Tritonus konsert í Fugla-
fjarðar kirkju undir leiðslu
av John Høybye. Hetta er
sama konsertin, sum var í
Vesturkirkjuni hóskvøldið,
sum í Fuglafirði verður
sungin við smáum broyting-
um. Henda konsert varð
sera væl fagnað.
Tritonus er í Føroyum í
samband við kórstevnuna,
har John Høybye er gesta-
kórleiðari og leiðir kórverk-
ið: Sacred Concert av Duke
Ellington, sum hann hevur
lagt til rættis fyri kór og
big band saman við Peder
Pedersen.
Ætlanin var at Fuglafjarð-
ar gentukór skuldi frum-
framføra kórverkið: Allelu-
ja hjá John Høybye á hesi
konsert, men verður hetta av
ongum vegna sjúka. Hóast
tað fer kórið at syngja trý
løg undir hansara leiðslu og
Eivør Pálsdóttir er solistur.
Tritonus konsert í Fuglafjarðar kirkju
Sunnudagin 4. Juni kl 16:00