Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 HØGNI MOHR »Nu maa de krafteddeme ta´ sig sammen«. Hesi hørðu orð vóru bert nøkur millum mong, ið søgd vórðu um amerikanska avrikið undir bjargingar- venjingini, Brigth Eye North 4, ið skipað var fyri 30 fjóringar vestan fyri Mykines óðinsdagin. Venj- ingin var fyriskipað í sam- starvi millum donsku ma- rinustøðina í Havn og amerikonsku 56th Rescue Squadron í Keflavík. Spælt varð, at eitt hern- aðarflogfar var dottið niður í havið í økinum. Síðani skuldi fallskíggjahermenn, útgjørdir við alskyns bjarg- ingaramboðum, royna at veita teimum neyðstøddu hjálp og fáa tey umborð á verjuskipið. Hetta skuldi gerast í samstarvi við mann- ingina á Triton og tvær amerikanskar tyrlur. Danska verjuskipið skuldi spæla hjálparskip, ið m.a. skuldi taka ímóti skaddum fólkum frá tyrlunum. BJARGINGARVENJING. Ein niðurstøða eftir stóru venjingina hjá marinustøðini og US-Air Force vestan fyri Mykines óðinsdagin er, at venjingin var alt ov illa fyriskipað og at amerikanska útgerðin ikki riggaði nóg væl Amerikumenn mistu luftina Brek eftir brek Flestu føroyingar munnu minnast stóru bjargingar- venjingina, Erlu, í 1992, sum bæði luttakarar og fjøl- miðlar kolldømdu full- komuliga. Og Bright Eye North 4 dumpaði eisini so dyggiliga. Serliga tí amerikumenn ikki høvdu tryggjað sær, at tól og út- búnaður vóru í lagi áðrenn teir fóru á flog úr Keflavík. Beint áðrenn Triton var komin úr Havn og á leiðina vestan fyri Mykines, frætt- ist, at amerikanska flogfarið við fallskíggjahermonnu- num umborð hevði fingið trupulleikar og noyddist at venda aftur til Íslands. Útgerðin hjá US-Air Force riggaði ov illa undir venjingini vestan fyri Mykines. Hesum gummibátinum tørvaði luft. Mynd: Jens Kristian Vang Fyrsta brekið seinkaði venj- ingini hálvanannan tíma. Tá ið fallskíggjahermenn og gummibátar umsíðir vórðu tveittir úr flogfarinum, noyddust amerikumenn at biðja danir um luftfløsku til gummibátin, sum var tveitt- ur úr flogfarinum. Onnur amerikanska tyrlan, sum skuldi lora tey neyðstøddu umborð á Triton, hevði eis- ini stórar trupulleikar við spælútgerðini. Hon riggaði snøgt sagt ikki. Tískil gekk tað alt ov seint fyri seg at bjarga teimum neyðstøddu umborð á verjuskipið, har tey skuldu hava læknahjálp. Harumframt hildu dansk- ir offiserar, at amerikanska tyrlumanningin bar seg á- byrgdarleyst at, tí hon undir venjingini loraði ein av sta- tistunum einsamøllum nið- ur á dekkið í einari børu. Tað var hildið at vera alt ov vandamikið. Talan var jú bert um eina venjing. Dølskur atburður Og at tað var venjing, og ikki veruleiki, var ongin av okkum eygleiðarum um- borð á Triton í iva um. Tað er óivað klókt, at »kæft, trit og retning« eftir øllum at døma noyðast at víkja fyri einari meira pedagogiskari uppfatan av hernaðarlívi- num. Men máti skal vera við. Eisini tá ið talan bert er um eina venjing. Myndin av snøgt rakað- um donskum hermonnum við góðum og reystum kropsburði, í einslittum búnum og undir stívum kolli, stakk fullkomuliga sundur umborð á Triton hendan dýrdardagin vestan fyri Mykines. Tó so, lag- num og blíðskapinum bagdu onki. Marinararnir eru bara fittir. Men teir vóru ov dølskir undir venjingini og hugalagið tyktist rætt og slætt alt ov deydligt. Tað var alt ov óveruligt. Manningin á Triton hevur eftir øllum at døma kortini hildið venjingina vera spennandi, tí privatu myndatólini hjá donsku her- monnunum vóru í hvussu so er mong í tali á dekkinum á Triton tær mest dramatisku løturnar. »Lortegrej« Uttan iva var danska avrikið undir venjingini kortini frægari enn tað amerik- anska. Tað var kanska tí danir vóru á heimavølli. Men onnur orsøk kann eis- ini vera, at amerikonsku hermenninir vóru sera ungir og tessvegna ikki høvdu serliga drúgvar royndir í bjarging. Donsku offiserarnir vóru fámæltir, tá ið venjingin var liðug móti kvøldi. Men á dekkinum á Triton avtalaðu teir beinanvegin at halda skjótan fund, har venjingin skuldi eftirmetast. Seinastu viðmerkingina, vit hoyrdu ein av manning- ini mutla fyri seg sjálvan, áðrenn stevnt var inn á Sør- vág eftir lokna venjing, var soljóðandi: »I guder, amerikanerne har noget lortegrej«. Amerikanska Hercules C130 flogfarið var nógv seinkað til venjingina. Fallskíggjahermenninir lupu út hálvanannan tíma seinni enn ætlað. Mynd: Jens Kristian Vang Danir hildu tað vera ov vandamikið at lora einsa- mallan mann í børu niður á dekkið. Men amerik- anska manningin á Pave- Hawk tyrluni gjørdi tað »the american way«. Mynd: Jens Krisitian Vang At talan »bert« var um eina venjing sást týðuliga á hesum donsku marinaru- num. Tó var danska avrikið frægari enn tað amerikanska. Mynd: Jens Kristian Vang EYÐUN KLAKSTEIN Nú verður aftur stórt virk- semi á Helnabrekku í Klaksvík. Anskar Hansen, málaramestari, hevur fingið lendi til at byggja 20 smá sethús og íbúðir. Húsini eru nú lýst til sølu, og tá fólk hava umbiðið átta hús, verður farið í gongd við at byggja tey fyrstu 10 hús- ini. Húsini verða í 70 fer- metrar í einari hædd, og ætlanin er at byggja tey so- leiðis, at tað verður lætt at sleppa til og frá teimum. Húsini koma at liggja nið- anfyri vegin norðanfyri hús- ini, sum frammanundan eru á Helnabrekku. Íbúðarneyðin í Klaksvík er stór, og rættiligur grav- gangur hevur seinastu tíðina verið eftir húsum og íbúð- um. - Vit hava rokna hesa ætl- an soleiðis út, at fólk koma at gjalda undir 3000 krónur netto fyri húsini um mán- aðin, sigur Anskar Hansen. Klára at flyta inn í Húsini eru ætlað ungum sum gomlum, og húsini liggja nærindis økinum, har Klaksvíkar kommuna í næstum fer at byggja eldr- aíbúðir. Ymisk feløg koma at gera tey ymsu arbeiðini, sum skulu gerast í sambandi við byggingina, og tá arbeiðið er liðugt, kunnu húsini keypast fyri 590.000 krónur. Tá eru tey klár at flyta inn í. Fólk skulu sjálvi syrgja fyri fíggingini hjá peninga- stovnunum, og tað eru tað nøkur sum longu hava gjørt, tí fyrstu húsini eru umbiðin. Fara at byggja hús á Helnabrekku Nú skulu 20 hús og íbúðir byggjast afturat á Helnabrekku í Klaksvík. Tað er Anskar Hansen , málarameistari, sum stendur fyri arbeiðnum Umhvørvið verður sett í hásæti í Leirvík í dag, tá skipað verður fyri tiltaki í Leirvík. M. a. fara børnini í komandi 1. flokki at planta trø Stórt tiltak í Limmilund í Leirvík EIRIKUR LINDENSKOV Í dag verður stórt tiltak í Limmilund í Leirvík. Har hava tey valt at seta um- hvørvið í hásætið í dag, og nógv ymiskt er á skránni, sigur Tórhild Bjarkhamar, bygdaráðslimur og for- maður í umhvørvisbólki- num hjá Leirvíkar komm- unu. Á skránni verða sangir, røður, klarinettorkestur, og børnini í komandi fyrsta flokki fara at planta hvør sítt træ. Møgueliki verður hjá bygdarfólkinum at ogna sær ein plantupakka. Ananrs er skráin hend- an: Kl 10:00 fer bygdarráðs- formaður at seta hátíðar- haldið. Síðani verðru fel- agssangur, børnini spæla klarinett, Tróndur Leivs- son, skótfúti, flytir fram røðu, gentukórið syngur, heiðurskvøða, gentukórið syngur. Kl 11:30 fer komandi fyrsti flokkur at planta trø saman við foreldrum, fel- agssangur, matpakki verð- ur etin, felagssangur við harmoniku. Heitt verður á fólk um at hava matpakka og grønu songbók við, verður sagt úr Leirvík. EDVARD JOENSEN Karsten Nissen, biskupur í Viborg fer at prædika í Christianskirkjuni annan hvítusunnudag klokkan 11. Hesum boðaði Føroya biskupur, Hans Jacob Joen- sen, frá í gjár. Karsten Nissen hevði annars fingið durafjórðingin frá parti av kirkjuráðnum í Christianskirkjuni og prest- unum í Norðoya vestara prestagjaldi. Men hesi við- ferð mótmæltu fleiri enn 600 kirkjufólk í Klaksvík, umframt at fleiri av hinum føroysku prestunum søgdu seg vera ósamdar við av- gerðina. Í telefaksi, sum sent er frá Føroya Stiftsstjórn, bisk- upsskrivstovuni, eftir aftur- Biskupurin í Viborg prædikar í Klaksvík Hóast prestar og kirkjuráð í Christianskirkjuni hava sýtt Karsteni Nissen, biskupi í Viborg, at prædika í kirkjuni annan hvítusunnudag, boðar Føroya biskupur frá, at danski biskupurin fer at prædika har hendan dagin latingartíð fríggjadagin, sig- ur Hans Jacob Joensen, biskupur, frá, at Karsten Nissen, biskupur í Viborg, kortini fer at prædika í Christianskirkjuni annan hvítusunnudag. Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá bispi um, hví avgerðin hjá lokalu kirkjumyndugleikunum í Klaksvík nú er broytt. Heldur ikki prestarnir í Klaksvík vóru at hitta, áðr- enn blaðið fór til prentingar, og av kirkjuskrivstovuni í Christianskirkjuni varð upp- lýst, at har vóru eingi boð komin. Karsten Nissen, bispur í Viborg, prædikar í Christi- anskirkjuni 2. hvítusunnu- dag DÁNJAL HØJGAARD Seinastu dagarnar hevur ein gulllittur Nissan persónbilur staðið á víkiplássinum við vestara munna á Norðskál- atunlinum. Bilurin var illa skaddur, men politiið í Eyst- uroynni veit einki at siga um ferðsluóhappið. Vakthavandi á politistøð- ini í Runavík sigur, at poli- tiið í Eysturoyni onga frá- boðan hevur fingið um per- sónbilin við Norðskálatunn- ilin. - Tað kemur fyri, at ferðsluóhapp ikki verða meldað til politiið. Viðhvørt verður kanska ikki boðað frá fyrr enn 2-3 dagar eftir óhappið. Tað kemur kortini ikki ofta fyri, at tað slett ikki Rýma frá óhappum Tað er ikki óvanligt, at bilførarar rýma frá ferðsluóhappum, og at ó- happini ongantíð verða fráboðað løg- regluni, upplýsir politistøðin í Runavík verður fráboðað, sigur vakt- havandi Eivind Hansen. Fleiri møguleikar Tað kunnu verða fleiri or- søkir til, at ferðasluóhapp, sum tað við Norðskálatunn- ilin ikki verða fráboðað pol- itinum verður sagt á politi- støðini í Runavík. Tann, sum koyrdi, hevur kanska ikki havt koyrikort. Hann kann hava verið ávirkaður av rúsdrekka. Ella kanska var bilurin stolin. Tá ið hendan myndin var tikin mikudagin vóru ongar nummarplátur á bilinum. Um bilurin ongar plátur hevði, tá ið óhappi hendi, er ikki greitt. Men sambært politinum er tað kortini ikki vanligt, at fólk sjálvi taka pláturnar av bilinum eftir eitt óhapp. -Hetta er eisini ein máti at krógva identitetin, sigur vaktavandi politistur í Run- avík. Í flestu førum má kortini roknast við, at bilførarin hevur áhuga í, at bilóhappið verður fráboðað politinum beinanvegin. Tí tryggingin tekur ikki við, verður skað- in ikki meldaður til politii- ið. Líkt er til at tryggingar- feløgini í dag ert strangari við, at ferðsluóhapp skulu fráboðast beinanvegin. Ið hvussu er kemur tað ikki so ofta fyri í dag sum fyrr, at skaddir bilarnir sleppa at standa í fleiri dagar uttan, at nakrar ger vart við seg, sigur politiið í Eysturoynni. Hesin illa skaddi persónbilurin hevur seinastu dagarnar verið sæddur við vestara munna á Norðskálatunlinum. Pol- itiið í Eysturoynni hevur onga fráboðan fingið í málinum. -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 XLi H/B Skrás.: 23-08-95 Km.: 80.000 Prísur: 87.600,- Garanti* Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNUR AVHEINTINGARTILBOÐ Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 02-00 TOYOTA CARINA 2,0 TDi Skrás.: 05-11-96 Km.: 70.000 Prísur: 145.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 08-10-96 Km.: 45.000 Prísur: 103.600,- Garanti* Sýnaður 01-00 TOYOTA CARINA 2,0 TDi Skrás.: 12-07-96 Km.: 78.000 Prísur: 142.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA Skrás.: 11-04-95 Km.: 64.000 Prísur: 93.600,- Garanti* Sýnaður 12-99 TOYOTA CARINA 2,0 TDi Skrás.: 21-06-96 Km.: 143.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 4 WD Skrás.: 04-01-89 Km.: 92.000 Prísur: 59.600,- Sýnaður 12-99 TOYOTA CARINA 2,0 Gli Aut. gear Skrás.: 13-06-96 Km.: 82.000 Prísur: 127.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 Gsi SEDAN Skrás.: 22-10-91 Km.: 171.000 Prísur: 58.600,- Sýnaður 01-99 TOYOTA CARINA 1,8 Gli Skrás.: 10-11-95 Km.: 90.000 Prísur: 120.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 STW. Skrás.: 01-06-92 Km.: 82.000 Prísur: 68.600,- Sýnaður 02-99 TOYOTA CARINA 1,8 Gli Skrás.: 28-06-95 Km.: 70.000 Prísur: 119.600,- Garanti* TOYOTA STARLET 1,3 Xli 3 hurð. Skrás.: 30-09-97 Km.: 29.000 Prísur: 86.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 1,6 Gli Skrás.: 10-05-95 Km.: 89.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA STARLET 1,3 Xli 5 hurð. Skrás.: 03-07-96 Km.: 59.000 Prísur: 74.600,- Garanti* Sýnaður 10-97 TOYOTA COROLLA 1,6 H/B Skrás.: 27-04-99 Km.: 9.000 Prísur: 145.600,- Garanti** FORD ESCORT 1,8 TDi STATION Skrás.: 08-10-97 Km.: 22.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 L/B LUNA Skrás.: 25-01-99 Km.: 21.000 Prísur: 136.600,- Garanti** FORD ESCORT 1,8 DIESEL Skrás.: 01-06-95 Km.: 149.000 Prísur: 84.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA Skrás.: 16-03-98 Km.: 50.000 Prísur: 122.600,- Garanti** VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 88.000 Prísur: 58.600,- Sýnaður 06-99 TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 15-12-95 Km.: 38.000 Prísur: 97.600,- Garanti* HONDA CIVIC Skrás.: 26-11-91 Km.: 138.000 Prísur: 45.600,- Sýnaður 06-99 FORD ESCORT 1,3 Skrás.: 16-08-88 Km.: 118.000 Prísur: 5.000,- TOYOTA PREVIA 240 Gli Skrás.: 27-12-94 Km.: 58.000 Prísur: 98.600,- Garanti* Sýnaður 05-99 RENAULT 19 GTS Skrás.: 13-04-90 Km.: 195.000 Prísur: 15.000,- NISSAN PATROL Skrás.: 01-07-89 Km.: 194.000 Prísur: 67.600,- Sýnaður 12-98 FIAT TIPO STATION Skrás.: 29-12-89 Km.: 78.000 Prísur: 8.000,- TOYOTA HIACE 4x4 Skrás.: 19-10-87 Km.: 165.000 Prísur: 49.600, Sýnaður 02-00 Sýnaður 07-98 Stendur í Klaksvík Stendur í Klaksvík Stendur í Klaksvík Stendur í Klaksvík * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato