Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 Vegagerðin í sambandi við tunnilin undir Vestmannasundi: Fylgdi ikki sínum egnu ráðgevarum greitt, sum tað krevst. Men samstundis skuldi Landsverkfrøðingurin bjóða vegarbeiðið út. Og tá ið tilboðini vóru komin inn, skuldi hann somuleiðis geva leiðsluni í P/F Vágatunlinum eitt til- mæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið. Men tað var kortini leiðsl- an fyri Vágatunnilin sum tók endaligu avgerðina um, hvør skuldi fáa arbeiðið. Hetta hevur Landsverk- frøðingurin gjørt. –Tá ið tilboðini vóru komin inn, var tað ongin ivi um, at tað var lægsta tilboð, sum skudi fáa arbeiðið, og tað mæltu vit eisini, sigur Óli Petersen á Framleiðslu- deildini hjá Landsverkfrøð- inginum. Heilt Óvanligt Óli Petersen sigur, at tá ið eitt arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión, er tað heilt óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboðnum. –Tá ið eitt arbeiði verður boðið í innbodnari lisita- tión, verða bara tey feløg boðin at bjóða, sum byggi- harrin frammaundan góð- kennir og metir er førir fyri at gera arbeiðið til lítar. –Tí er tað eitt prinsipp, at byggiharrin tekur av tí lægsta tilboðnum. – Men ger hann ikki tað, eigur hann at hava ógvuliga góðar grundir til lata onkran annan fáa arbeiðið. Óli Petersen sigur, at nú Leiðslan í P/F Vágatunlin- um hevur gjørt av at sam- ongin ivi um, at byggitek skuldi fáa arbeiðið. – Vit mettu so ikki, at nøkur orsøk var til at víkja frá meginregluni um at lata lægsta tilboð fáa arbeiðið. – Og var talan um ymiskt í tilboðunum, sum leiðslan í P/F Vágatunlinum vildi tosa meiri um við byggi- feløgini, sum høvdu latið tilboð, vildi eg hildið, at samráðingar áttu fyrst at verið við Byggitek, sum hevði lægsta tilboðið Óli Petersen sigur, at nú leiðslan fyri Vágatunlinum hevur gjørt av ikki at taka av lægsta tilboði, tá ið talan er um innbodna lisitatión, hevur hon samstundis brot- ið eitt týdningarmikið prin- sipp í byggivinnuni. – Nú er vandi fyri, at vit fara á glið og so er ikki gott at vita, hvar vit enda, sigur hann. Hann sigur, at Landsverk- frøðingurin hevur mangan boðið arbeiðir út í innbodn- ari lisitatión og tá verða „spælireglarnar“ hildnar um, at lægsta tilboð fær ar- beiðið, tí tey feløg, sum verða boðin at bjóða, eru frammanundan góðtikin. Hvussu verður so at hava umsjónina við einum arbeið- ið, hóast tykkara tilmælið verður skúgvað til viks? – Eg ivist í, um tað fær nakra ávirkan fyri okkum sum so, tí í síðsta enda er tað P/F Vágatunnilin sum skal gjalda arbeiðið. – Tað, einasta, vit skulu gera, er at hava umsjónina við, at arbeiðið tekniskt verður væl úr hondum greitt og lýkur krøvini, sigur Óli Petersen. Hann ivast ikki í, at J&K Petersen er fult førir fyri at útinna arbeiðið á fullgóðan hátt, men tað er ikki tað, sum hetta málið snýr seg um. – Hetta snýr seg um at víkja frá einum prinsippi, sum byggivinnan hevur hildið nokk so fast um, og tað kann verða óheppið, sig- ur Óli Petersen. ráðast við J & K Petersen um at gera arbeiðið, hava teir helst onkrar orsøkir, sum teir kunnu verja av- gerðina við. Men tær orsøkirnar kenn- ir Landsverkfrøðingurin ikki, leggur hann afturat. Men kannaðu tit ikki til- boðini, sum komu inn, áðr- enn tit mæltu til, hvør skuldi fáa arbeiðið? –Jú, tað gørdu vit, hóast vit kanska ikki fóru heilt í dýpdina, ella í smálutirnar. – Og hjá okkum var als Leiðslan í P/F Vágatunlinum skúgvaði tilmælið hjá sínum egna ráðgevara til viks, tá ið hon tók samráðingar upp við J&K Petersen um at gera vegir- nar í sambandi við undirsjóvar- tunnilin ÁKI BERTHOLDSEN Leiðslan fyri P/F Vágatunn- ilin fylgdi ikki tilmælinum frá sínum egna ráðgevara, tá ið hon gjørdi av at lata byggifelagið J&K Petersen fáa arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin und- ir Vestmannasundi. Hóast J&K Petersen ikki høvdu tað lægsta tilboðið uppá arbeiðið, hevur leiðsl- an fyri Vágatunnilin gjørt av at fara undir samráðingar við júst tað byggifelagið um at gera arbeiðið. Sostatt er Byggitek sett til síðis, hóast tað hevði tað lægsta tilboðið. Men fyri ráðgevarin hjá P/F Vágatunlinum var ong- in ivi um, at tað var Byggi- tek, sum skuldi fáa arbeiðið. Eftir lógini um Vágatunn- ilin skal Landsverkfrøðing- urin hava tað umsjónina við vegarbeiðnum so at tað verður so væl út hondum Hevur sent ein skelk ígjøgnum alla byggivinnuna –Tað kann fáa álvarsamar avleiðing- ar fyri føroyska byggivinnu, at leiðsl- an í P/F Vágatunlinum ikki tekur tað bíligasta tilboðið, siga byggikøn ÁKI BERTHOLDSEN Avgerðin, at taka samráð- ingar upp við J&K Petersen um at gera vegirnar í sam- bandi við Vágatunnilin, hóast Byggitek hevði lægsta tilboðið, hevur sent ein skelk ígjøgnum alla ta føroysku byggivinnuna. – Tað eigur ikki at koma fyri, at tað lægsta tilboðið verður vrakað, tá ið eitt ar- beiðið verður boðið úr í inn- bodnari lisitatión. – Og tað kemur heldur aldrin fyri. Tað siga byggikøn við Sosialin. Sostatt vísa tey aftur, tí, sum stjórin fyri P/F Vága- tunlinum segði í Sosialinum í gjár, at tað var ikki óvan- ligt, at vraka tað lægsta til- boðið, hóast talan var um innbodna lisitatión. –At tað lægsta tilboðið skal fáa arbeiðið í eini inn- bodnari lisitatión er eitt prinsipp, sum byggivinnan hevur stríst hart fyri, siga byggikøn við Sosialinum. Fá munnu hava boðið so nógv arbeiðið út sum Landsverkfrøðingurin og hóast tann stovnurin nú er hálvthundrað ára gamal er tað neyvan komið fyri, at tað ikki er tikið av tí lægsta tilboðnum. Tær heilt fáu ferðina, undantøk eru gjørd, hevur tað t.d. verið, tá ið eitt byggifelag er komið eftir, at tað hevur roknað skeivt og hevur tí latið eitt ov lágt tilboð inn. Tá er hendan ásetingin onkuntíð brúkt fyri at sleppa byggifelagnum úr eini knípu. Annars sigur lisitatións- login, at í innbodnari lisi- tatión skal byggiharrin taka av tí lægsta tilboðnum. At byggiharrin tilskilar sær rætt til at velja og vrak- að ímillum tey innkomnu tilboðini, er ein áseting, sum altíð stendur. Men hann verður ongantíð brúktur, uttan í onkrum heilt merkiligum førum, sum t.d. í døminum omanfyri. Byggikøn siga tí, at nú leiðslan fyri Vágatunnilin er farið at samráðast við J&K Petersen, hóast Byggitek hevði lægsta tilboðið, hevur hn brotið eitt prinsipp, sum kann verða ótrúliga ringt at byggja upp aftur. Ikki minst er hetta prin- sippbrot álvarsligt í hesum førum, tí her er talan um almennan pening. – Hetta er langt úti. Nú er ein av hornasteinunum í byggivinnuni brotin. Nú eru vit komin á glið og tað er ringt at vita, hvar vit enda. – Men hetta er vónandi ikki eitt tekin um, at vit skulu hava ein ávísan pol- itiskan lit fyri at fáa byggi- arbeiðið í Føroyum..... Nú er eitt týdningarmkkið prinsipp brotið og nú er ringt at vita, hvar byggivinnan steðgar aftur Landsverkfrøðingurin skuldi lata P/F Vágatunlinum tilmæli um, hvat tilboð var tað besta. Og hjá honum var ongin ivi um, at Byggitek skuldi fáa arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóvartunnilin, tí teir høvdu tað lægsta tilboðið. Men hóast tað, verður nú samráðst við J&K Petersen um at gera arbeiðið JÁKUP MØRK Seinastu seks vikurnar hava nøkur børn í Barnagarði- num við Velbastaðvegin stríðst við at umskapa stovu teirra, Innistovu, til hav- umhvørvi. Talan er um eina verk- ætlan, sum starvsfólkini í stovuni settu sær fyri at gera saman við børnunum. Lætt at velja Fyrst og fremst varð sjálv- andi tosað um, júst hvat verkætlanin skuldi innibera, og sum skilst, var ikki so ringt at finna sær evni. Jeanette Joensen, sum er ein av pedagogunum á stovninum, sigur við So- sialin, at tey valdi havið, tí hetta er í okkara nærum- hvørvi. Harumframt er hetta eisini eitt evni, sum veruliga fær nakað at røra seg í børn- um. Barnagarður á havsins botni Ein av stovunum í Barnagarðinum við Velbastaðvegin er í hesum døgum eins og havsins botnur á at líta Í samfullar seks vikur hava børn og starvsfólk so fingist við at rigga stovuna til. Børnini hava verið í Sandágerði, har tari, skeljar og annað hevur verið heint- að, og sjálvsagt hava tey eisini øll verið á floti. At alt hetta so eisini fall saman við góðveðrinum, sum hevur verið at kalla all- an mei mánaða, hevur sjálv- andi heldur ikki gjørt tað verri, og yvirhøvur tykjast starvsfólkini sera væl Mennandi Jeanette Joensen sigur, at eftir hennara fatan hevur verkætlanin verið sera mennandi fyri bæði børn og starvsfólk, og hon vónar, at talan verður um eitt aftur- vendandi tiltak. Týskvøldið, tá umskap- anin av stovuni var liðug, høvdu børnini so framsýn- ing fyri hinum stovunum, foreldrum og øðrum, og eis- ini er ætlanin at bjóða øð- rum barnagørðum inn at síggja sjónliga úrslitið av verkætlanini. Nøkur av børnunum framman fyri ein part av úrslitinum Mynd: Álvur Haraldsen Tari og skeljar hoyra sjálvandi eisini havumhvørvinum til Mynd: Álvur Haraldsen Listamenninir Anker Eli Petersen og Helgi Joensen hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík komandi vikuna. Anker Eli Petersen sýnir fram tekningar og prýðislut- ir, meðan Helgi Joensen sýnir standmyndir og vasar. Myndirnar hjá Ankeri Eli Petersen eru slíkar, hann millum annað hevur gjørt til frímerki hjá Postverkinum. Umframt verða vístir prýðislutir, hann hevur teknað, og sum 3´arin í SMS hevur evnað til úr silv- uri. Anker Eli hevur fyrr verið á fleiri framsýningum, um- framt at hann er kendur úr tónleikaheiminum. Helgi Joensen, sum býr í Noreg, fer at vísa lutir úr tini. Talan er um stand- myndir og vasar, umframt at eitt relief eisini verður við. Helgi Joensen hevur eis- ini fleiri ferðir verið á fram- sýningum í Føroyum. Og hann hevur eisini ferðast víða til framsýningar. Hann hevur verið í nógvum euro- peiskum stórbýum, um- framt eisini á fleiri framsýn- ingum í Amerika. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp í morg- in, sunnudagin, klokkan 14 og verður opin til klokkan 20. Alla komandi viku verður opið frá klokkan 11 fyrra- part til klokkan 20 á kvøldi. Framsýningin endar hvít- usunnudag, tann 11. juni, tá opið verður frá klokkan 14 til klokkan 20. ej Anker Eli og Helgi í Smiðjuni Anker Eli Petersen og Helgi Joensen fara komandi vikuna at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn Helgi Joensen við tveimum av standmyndum sínum Mynd: Jens Kristian Vang