leygardagur 3. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
Roknskaparleiðari til
TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR
Kongabrúgvin
P.O.Box 329
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 345600
Fax +298 345601
tf@trygging.fo
www.trygging.fo
The Faroe Insurance Company
Til Tryggingarfelagið Føroyar verður søkt eftir
roknskaparleiðara.
Starvið
Leiðarin stendur fyri roknskapardeildini og skal skipa
fyri, at deildin altíð virkar væl og er ajour við sínum
arbeiði.
Roknskaparleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av
Perioduroknskapum, deildarroknskapum, ársroknskapum
og øðrum møguligum roknskaparuppgerðum fyri allar
deildir og dótturfeløg
fíggjarætlanum og uppfylging av teimum
likviditetsuppgerðum
hagtølum
Førleiki
Tann, sum setast skal í starvið, má hava góðan
roknskaparligan førleika, og dentur verður lagdur á
góð samstarvsevnir, leiðaraevnir- og royndir. Lønin
verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Umsóknir, saman við prógvum og viðmælum, skulu
verða Starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi
hósdagin 22. juni 2000.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Gunnar í Liða, stjóra.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Campingvognur
TEC 415
í sera góðum standi, fortelti bert 4 ár v/køli-
skápi og gassskipan til sølu fyri kr. 30.000,-
Telf. 315042 eftir kl. 18
Yvirlýsing frá
Meinigheitshúsinum
í Havn
Vit harmast um blaðskrivingina seinastu tíðina
sum Meinigheitshúsið er drigið uppí.
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøk, ið
verða hildin í Meinigheitshúsinum – Eingin er
útihýstur.
Vit vilja við hesum samstundis siga frá, at vit
ikki vilja fara út í alment blaðtjak. Øll, ið hava
spurningar eru hjartaliga vælkomin at venda sær
til stýrið.
Vinarliga:
Stýrið fyri Meinigheitshúsið í Havn
Húsagøta 1 • 100 Tórshavn
EYDNUHJÓL
Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur eydnuhjól v/
matsølu og fiskibrunni 12. juni.
Nógvir góðir lutir verða at vinna.
Um nakar vil stuðla við lutum, kunnu tey venda
sær til ein av nevndarlimunum, Paulivar tlf.
423319 – Katrin tlf. 423491 – Hallgerð tlf.
423368 – Hjalma tlf. 423343 – Hansa tlf. 423348
í seinasta lagi 6. juni.
Tikið verður eisini ímóti lutum í Avhaldshús-
inum týsdagin 6. juni frá kl. 19.00–22.00.
Vinarliga, Nevndin
Sandvíkarhjalli
Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Trygdarútgerð
til øll endamál!
Sosialurin - 311820
• Verndarhjálmar
og húgvur
• Hoyrivernd v/FM radio
• Brillur
• Maskur
• Trygdarskógvar
• Fallsikringar
• Handskar
• Hondreins
• Vit útvega skiltir til
øll endamál!
Vit taka okkum av øllum
uppgávum innan
arbeiðaravernd
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
EDVARD JOENSEN
Tað er neyðugt at skilja
burturkastið, Bæði fyri at
verja umhvørvið, men eisini
fyri at spara pengar, sigur
stjórin í donskum felags-
skapi fyri brennistøðir
Føroysku brennistøðrinar
eru limir í felagsskapinum
hjá flestu donsku brenni-
støðunum, Renosam. Hesin
felagsskapur hevði fund í
Føroyum um dagarnar, og
samstundis varð eisini vitj-
að ymsastaðni í landinum.
Sum vera man varð vitjað
bæði á Sandvíkarhjalla og
á Hagaleiti. Eisini í Skúvoy
varð vitjað, har hugt varð at
umhvørvishúsinum, sum
IRF bygdi har úti fyri um-
leið tveimum árum síðan.
Í Danmark eru 32 renova-
tiónsfelagsskapir, greiðir
stjórin í Renosam, Nete
Jakobsen, frá. Av hesum 32
eru 27 skipaðir í felagskapin
Samstarva um ruskið
Føroysku brenni-
støðirnar eru við
í donskum sam-
starvi um endur-
nýtslu av ruskin-
um. Felagsskap-
urin hevði fund í
Føroyum um dag-
arnar
Renosam saman við teim-
um báðum føroysku, IRF og
KOB. Uttan fyri Renosam
standa støðirnar í Køben-
havn og í Norðurjyllandi.
Nete Jakobsen væntar tó, at
tær norðurjysku fara at ger-
ast limir einaferð í framtíð-
ini.
Limirnir í Renosam hava
árligar fundir, har felagsmál
verða viðgjørd. Hesir fund-
irnir verða hildnir upp á
skift runt hjá teimum yms-
um limunum. Í ár var túr-
urin komin til føroysku lim-
irnar at vera vertir.
Fyrimunirnir við at vera í
felagsskapi eru sjálvandi, at
lættari er at samskipa ar-
beiðið,
brennistøðirnar
gera. Tí arbeiðið á brenni-
støðini er annað enn at
savna inn rusk og brenna
tað. Tað er í stóran mun at
skilja tað, sum fólk tveita
burtur og endurvinna tað,
sum brúkast kann, sigur
Nete Jakobsen.
Tað gongur hampiliga
væl at fáa burturkastið í
Danmark viðgjørt ordiliga,
sigur Nete Jakobsen. Men
tað krevur sjálvandi, at tann
einstaki brúkarin eisini er
medvitandi um teir fyri-
munir, sum í seinna enda
fáast av, at rætt verður at-
borið, tá ymiskt verður beint
av vegnum. At fólk longu
tá tey kasta burtur, skilja
tað, tey forkoma. Vanligt
húsarhaldsburturkast fyri
seg, glas, pappír, elektronik
og so framvegis.
Og tað mugu vit í Før-
oyum eisini fara at venja
okkum við. Poul Andrias
Joensen, stjóri í IRF, sigur,
at vit í næstum kunnu vænta
at fáa pappírsbingjur at
síggja her heima. Tað vil
siga ruskíløt at lata gamlar
avísir, vikubløð og tílíkt í,
soleiðis tað fer at bera til at
endurvinna pappírið.
Tað hjálpir væl upp á um-
hvørvi. Minni trænýtsla,
minni orkunýtsla, minni
vatnnýtsla, so tað skuldu
verið sjálvsagdir fyrimunir.
Tað krevur bara, at fólk
koyra pappírið í bingjur fyri
seg.
Tað krevur ikki tað stóra
av brúkaranum at skilja
ruskið. Men royndirnar
vísa, sigur Nete Jakobsen,
stjóri í Renosam, at fólk
kortini mugu haldast til alla
tíðina.
Tí verður slaka við áheit-
anum og upplýsing, er líkt
til, at fólk gloyma skjótt,
sigur hon.
Skipafelagið Føroyar
havt aðalfund
Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum
EDVARD JOENSEN
Úrslitið av rakstrinum hjá
Skipafelagnum Føroyar var
einar 10 milliónur krónur
betri, enn tað var í 1998,
sigur Árni Joensen, stjóri á
Skipafelagnum.
Um fíggjastøðuna hjá
Skipafelagnum, sigur Árni
Joensen, at hon kann góð-
takast, men at hann fegin
vildi havt hana at verið nógv
betri.
Skipafelagið hevur í løtu-
ni góðar 30 milliónir krónur
í eginpeningi, upplýsir stjór-
in.
Nevndin i felagnum varð
øll afturvald á aðalfundi-
num mikudagin. Í henni
sita: Líggjas í Bø, sum er
formaður. Hinir nevndar-
limirnir eru Hans Andrias
Dam, John Dam, Árni Dam,
Julinna Klett, Danjal Pauli
Danielsen og H. Lamain.
Skipafelagið Føroyar er
eitt flutningsfelag, sum fólk
mest seta í samband við
vøruflutning millum Føroy-
ar og Danmark. Hetta er eis-
ini høvuðsvinnan hjá felag-
num.
Men Skipafelagið arbeið-
ir á so nógvum øðrum mót-
um, sigur Árni Joensen,
stjóri.
Eitt nú vit at fáa fremm-
and skip hendan vegin at
umskipa. Flutning av rækj-
um úr Canada til Europa,
umframt at Skipafelagið
hevur eina flutnings fyri-
tøku í Danmark, Spedition
Atlantic, sum flytir farm
yvir land við lastbilum.
Arbeitt verður alla tíðina
við at víðka verandi vinnu
og finna nýggjar møguleik-
ar, sigur Árni Joensen.
Um útbyggingarætlanir í
flotanum sigur hann, at tað
verður arbeitt við tí. Meira
vil hann ikki siga í løtuni.
Skipafelagið Føroyar hevði aðalfund
mikudagin. Úrslitið fyri 1999 var
22,4 milliónir krónur og netto úrslitið
var 13 milliónir