Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Politiskar samråd- ingar við bretar Oddagrein NÚ hevur danski forsætisráðharrin „lagt seg út i" marknamálið. Á tindafundum i Føroyum segði hann seg vilja geva førovingum eina hjálpandi hond. Hann fýrdi ikki fyri at fara til London at tosa við sjálvan tony Blair. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra, at hægsti dan- ski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er forur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmadur, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur og at vit í Árna Olafssyni fingu ein góðan og kompetentan leiðara. Men tá vit nú hyggja í bakspeglið, so minnast vit eisini, at sam- bandsformaðurin og nú legmaður, var hart ímóti, at danir lótu okkum samráðingarleiðsluna. Spurningurin er um ikki júst henda avgerðin var skilagóð, tí neyvan hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast uppá foroysk krev sum okkara egna hevur megnað tað hesi árini. At forsætisráðharrin nú sigur seg vilja hjálpa mugu vit bara taka sum eitt gott tekin men tað undrar okkum tó, at danskir politiskir myndugleikar ikki longu hava gjørt størri lobbyarbeidi í hesum máli. KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð fjalt út yvir, at hann ynskti ikki at tosa við bretskar stjórnarleiðarar og tók ti heldur ikki av eini innbjóðing at vitja í Bret- landi. SPURNINGUR okkara er, hvussu tað ber til, at okkara løgmadur - eðrumegin skuldsetur tingmenn at vera óbúnar, tá teir ikki vilja tosa við Nyrup - hinumegin sjálvur vísir aftur eini innbjóðing at vitja Bretland! Kann vera at legmaður ikki heldur hetta vera nakra skilagóða og rímuliga samanbering. Tað er í hvussu er okkara meting, at løgmadur vid at sýta fyri sjálvur at fara til Bretlands og við at „nokta“ tingmonnum at fara til Bretlands kvettir av týðandi møgleikar fyri lobbyarbeidi - fyri at kunna sannføra bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at undirgrundarmark og fiskimark eru tað sama og eru ein ella onnur miðlinja. VIT eru ikki ósamd við løgmanni, tá hann hevur rikið eina „harða“ kós móti bretum, tí teirra upprunaligu krøv vóru fullkomiliga burturvið. Men logmaður hevur eisini skyldu til at brúka teir ráðgevar og tey sam- ráðingarfólk, sum nú einaferð eru sett til at finna eina loysn. Tað er varhugi okkara, at legmaður nú hevur koyrt málið fast og so fast, at hetta kann gerast ein boomerangur, um tað fer til Haag. Tað kann tí vera skilagott, at danski forsætisráðharrin kemur upp í leikin. Tað kann í hvusus er vera við til at lata onkrar dyr upp millum partarnar, sum nú tykjast læstar. Men hetta er eitt mål við so nógvum taktikki i, at orð Nyrup eisini kunnu útleggjast frá bretskari síðu sum, at nú fer stóribeiggi Danmark at „hjálpa“ sær til at mýkja fastlæstu støduna og at hetta í síðsta enda skal kunna gagna Bretlandi VIT eru samd við løgmanni og nevnd í, at vit eiga ikki at geva okkum fyri bretskum trýsti, men hinvegin halda vit eisini - fyri at brúka egnu orð løgmans - at tað er óbúgvið ikki at vilja dialogin - antin talan so er um danir ella bretar. Men løgmadur hevur so valt at brúka „tað seinasta hálva árið“ til at fáa bretar at innsíggja, at teirra seinasta útspæl var ikki nóg mikið. Hinvegin hava bretar víst sína ónegd við, at foroyingar ikki komu við einum ella ødrum útspæli, eftir at teir sjálvur komu “ við sínum á tí næstseinasta fundinum VIT vilja annars enn einaferð appelera til Tony Blair og hansara fólk og minna teir á orðini teir nýttu undan valinum, nevniliga at Bretland hevur brúk fyri virðing í umheiminum. Og fyri at fáa hesa mást tú eisini hava virðing fyri sama umheimi - . E9 Sosialurin Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur & post olivant.fo Vinnarin er lógmaður - tapararnir eru vågafolk Vidmerkingar til Hans Jørgensen og annars øll vágafólk um fasta sam- bandið um Vestmannasund Bladsamrødan 5. januar 1998: Líkt er til, at blaðsam- rødan, sum eg hevði við Sosialin mánadagin 5. jan. 1998, ikki er fallin í góða jørd hjá formanninum i Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen og møguliga heldur ikki hjá stórum tali av vágafólki, sum ynskja fast samband um Vestmann- asund.. Størstur tykist skelkurin verda, ti eg sum formadur i Javnaðarflokkinum — ikki gjørdist heitur talsmadur fyri ti loysn, sum samgong- an kom vid. Men eisini ti eg í samrøduni nevndi aðrar fløgur , sum liggja å låni, og endiliga, men ikki minst, at eg t6k figgjarligu stødu landsins vid sum ein part av målinum. Orsøkin til hesa øsing skal sjálvsagt síggjast í tí ljósi, at tað var júst Javnað- arflokkurin, sum á sinni var forsprákari fyri hesi íløgu- ætlan og var við til at byrja arbeiðið. Men kanska er orsøkin til øsingina fyrst og fremst hon, at Hans Jørgensen og vágafólk sakna eina greiða útmelding frá Javnaðar- flokkinum um málið. Hevur flokkurin broytt stóðu síðan 1988? Men tað var nú einaferð ikki tað, sum henda blað- samrøda snúði seg um. Hvat hava vágatingmenn- inir vunnið? . Í samrøduni leggi eg fyri við at siga, at tað var genialt av løgmanni at loysa handa poltiska trupulleikan í sam- gonguni á handa hátt, nevn- iliga við, at allir partar hildi seg hava vunnið, hóast als einki hendir. Vágatingmenninir = og Ivan Johannesen kunnu nú breggja sær av, at teimum eydnaðist, aftan á at hava tíkið samgonguna sum gísla, at fáa sett á stovn ein grunn við 20 mió. kr. Teir kunna nú fara út í eitt val- stríð og erpa sær av, at nú er slottið vunnið. Man neyvan mugu vága- fólk fara at lata seg tøla av slíkum glantrileiki. Hvussu oftani hevur ikki bergholið til Gásadals verið tikið fram beint fyri val? Legingið hevur sett nakrar fáar mill:- ónir av til endamálið fyri valið, men so títt og knapt, at valið er farið afturum, so hendir einki. Og berghol til Gásadals er so ikki komið enn. Tað, sum her hendur, er, at júst sami leistur verður brúktur, so latið tykkum ikki tóla av hesum. Henda loysnini útvegar einki fast samband. Hvat hava tær ivandi sál- irnar í samgonguni vunnið? Stórur partur av sam- gonguni var varugur við henda politiska trupulleika og visti, at neyðugt var at finna eina loysn, so sam- gongan kundi halda fram. Men hóast hetta vóru tey ivasom um fasta sambandið um Vestmannasund. Tey hava við hesi loysnini útsett teirra endaligu stødutakan til ein lóggáva um nýtslu burtur úr grunninum kemur fyri á løgtingi.. Hesa lóggávu skal løg- maður sum landsstýrismað- ur í samferðslumálum leggja fram, og tað verður seinur dagur. Eg haldi, eg tori at sláa fast, at sitandi samgonga kemur ikki long- ur við málinum. . Tey hava so samstundis slept einum sunnum og skilagóðum prinsippi, um at grunnar ikki longur skulu stýra almennu iløgunum, men at hesar skulu síggjast á sjálvari fíggjarlógini. Men vit mugu bert ásanna, at >Hensigten helliger mid- let<.. Gjaldførid landskassans, sum í løtuni er uml. Í mia. kr., er ein upphædd, sum Føroya Løgting kann taka avgerð um at brúka burtur- av. Gjaldførid landskassans er besti grunnur, vit eiga. Vinnarin er løgmaður, og tapararnir eru vágafólk:. Hetta taktiska spæl løg- mans hevur gjørt hann til vinnara í hesum máli. Hann hevur kyrrað samgongu- menn, og allir halda seg hava vunnið, men veruligi vinnari er løgmaður sjálvur. Tí tað er væl eingin, sum ivast i, at hann als ikki ætlat at fremja málið um fast sambandi um Vestmanna- sund. Tað hevur hann sagt alment. Men hann hevur drigið alla samgonguna upp á tráð og kann framhaldandi sita sum oddamaður fyri eina samgongu, sum heldur seg hava loyst ein politiskan trupulleika, men í veruleik- anum bert hevur langtíðar- parkerað eitt mál. Harafturat vita vit, at hann er forsprákari fyri flogvølli á Glyvursnesi, og líkt er til, at útbyggingar- ætlanin av flogvøllinum i Vågum, av somu orsøk nu — Politikarar rida å eini stemningsbylgju, heldur Jóannes Eidesgaard verður súltað í Tinganesi. Eitt annað er, sum vit eiga at skriva okkum aftan fyri oyra, og tað er, at um einki fast samband kemur , og flogvøllur verður bygdur aðrastaðni, sum nakrir ting- menn vilja, so verður Vág- oyggin veruliga >tann gloymda oyggin<. Tapararnir verða vága- fólk, og kanska serliga tey, sum hava havt eina ávísa vón um, at nú varð takið tikið. Og tað er júst henda veru- leika, eg geri vart við, tá eg sigi, at tað verður eingin undirsjóvartunnil tey fyrstu nógvu árini, og í hvørfall ikki so leingi, sum henda samgonga situr til róðurs. Politikkarar ríða á eini »stemningsbylgju«:. Tå bådir samfelagsfrød- ingarnir komu vid hesu seinastu lysingini av hesum projekti, var sum so ikki någv tos um fasta samband- ið. Vit vistu, at landsstýris- maðurin i samferðslumál- um hevði sett ein embætis- mannabólk fyri at gera eina raðfesting av fløgum innan samferðslugkið. Skilagott tiltak. Hetta arbeiðið skal vera liðugt einaferð seinni í ár. Men fyrstur, at verða tikin av fótum av >stemningi- num«, var júst sami lands- stýrismaður. Og honum á baki komu so fleiri ting- menn, sjálvandi fyrst teir, sum valdir eru í Vágum. Men tað, sum knappliga stýrdi allari politisku um- røduni, var ein >stemning- ur<. Tú hoyrdi ikki eitt graml um tekniska partin av arbeiðinum og enn minni nakad um figgjarliga partin. Nú var tað fast samband ella ikki. Tingmenn, sum ongantíð hava vidgjørt tekniska part- in av hesum projekti, t.v.s. ikki vóru við til viðgerðina í 1988, og tað er hóast alt rættiliga stórur partur av tinginum, teir taka nú stóðu, sum um eingin ivi var í teirra sálum. Hvat vita hesir somu um sjálvt projektið ella um alternativar ætlanir, sum vóru frammi tá. Einki. Og í somu stødu eri eg sjálvur. Somu tingmenn vita, at okkum bíðar ein samráðing um, hvussu vit skulu gjalda aftur uml. 6 mia. kr., men hóast henda veruleika, so tóku teir tóku ikki fíggjar- ligu útlitini upp á tungu. Nidurstøda: Til tess at fremja hesa verkætlan, so krevst annað, enn tað, sum tit higartil hava sæð á tingi. Tað krevst, at ein samgonga, sum er fyri at fremja málið, fyrst í ein- um valskeiði setir sær fyri at fara undir málið.. Henda samgongan, sum nú situr, er tíbetur við at rigga av, og tí skulu tit als einki vænta nakað meir fer at henda, annað enn at 20 Framhald á síðu 10 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri synda samkenslu tå okkara elskaða kona og mamma. HERGERÐ PETURSSON, fødd Gunnarstein, doyði og varð jarðað. Takk til øll, sum sendu blómur og kransar, tykkum sum góvu eina peningagávu til Astma- og Allergifelagið, eisini takka vit tykkum, sum við kortum og brøvum sendu okkum nøkur troystandi orð og til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Eina serliga tøkk til familju og til samkomuna í Betesda og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga tøkk øll somul Gudmundur Petursson og børnini sn SR ||| ÉÉÉÉÉUÉÉ